Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. desember 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 95 — 16. desember 1978 Triði sunnudagur í advent Doyparin Jóhannes var sannførdur um, at Jesus var Messias, tann, ið Gud heuði sent fólki síni til frelsu. Tí heuði hann vitnað um hann fyri lærusveinum sínum: >Sí, Guðs lambið, sum tek- ur burtur synd heimsins. « Men í fangahúsinum var hann komin í iva. Fyri sína djørvu prædiku, har hann revsadi siðloysið, sum heuði spreitt seg í land- inum líka frá Heródes Anti- pas kongi, varð hann fongslaður og sat nú og bíð- aði eftir dóminum, meðan hann situr har og umhugsar sína stødu, fer ivi at níva hann. Hví kom Guð ikki nú og vísti sína makt og sló tann gudleysa, sum sat við ræðið, og bjargaði tænara sínum út úr fangarúminum? Hevdi doyparin mistikið seg, og var Jesus ikki tann, ið hann heuði trúð á og prædikað um, ella skuldu tey uppaftur vænta ein ann- an? Soleiðis trongdu spurn- ingarnir og ivi inn í fanga- rúmið til hansara og inn í hansara egnu sál og gjørdi tað myrkt har inni. Tí sendi Johannes boð til Jesus og bað hann geva sær greidligt svar, sum kundi loysa hann burtur úr ótta og iva. Men Doyparin fekk einki máttmikið prógu, sum med alla kundi loysa hann burtur úr hansara iva. Jesus vísir honum einans til síni orð og gerningar, at har talar og har virkar Guð: >Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja: Blind fáa sjón og lamin ganga, spitelsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gle ðit oð bori n.« Eisini vit halda, at tad'i so mongum førum var lætt- ari at trúgva ella styrkjandi fyri trúnna, um Guð heuði eftirlíkað okkara ynskjum og gjørt soleiðis sum vit væntaðu, hann vildi gera. Kundi hann ikki havt bart Heródes kong niður og loyst Jóhannes út úr fanga- húsinum? Eingin ivi um tað, um tað heuði verið eftir Guðs ráðum. Tað hendi nekur ár seinri, tá ið Pætur sat fongslaður í Jerúsalem, og fýra hermenn hildu vakt yvir honum, >men bøn varð biðin til Guðs uttan íhald av kirkjuliðinum fyri honume«. Tá sendi Harrin eingil sín, sum loysti leinkjurnar av hondum hansara, læt jarn- portrið upp og leiddi Pætur út úr fongslinum. Ella tá ið Paulus og Silas í Filippi vórðu settir í innasta fangarúmið, og føtir teirra spentir fastir í stokkin. Teir báðir hildu bon og sungu Guði lovsangir, og ein jarð- skjålvti risti grundvøllin, so at leinkjurnar fullu av øllum fangum, og allar dyr opnad- ust. Hetta gjørdi Gud, ti at hann hevdi bruk fyri bædi Pæturi, Paulusi og Silasi til at bera gledibodskapin um tann frelsara, hann gav, tå ið hann læt Jesus koma i okkara heim. Vit kunnu ongantíð leggja Guði lag á, hvat ið hann skal gera, men vit kunnu biðja hann um hjálp og um at styrkja okkum í trúnni, so at vit mega síggja teir gerningar, hann við Jesusi Kristi hevur fullgjørt til okkara frelsu, og takka honum, sum gav okkum einborna son sín. Guðs ríki kemur ikki við veldigum teknum; »ikki við valdi og ikki vid kraft, men vid anda, sigur Harri herlidanna«. minum >Vald og kraft< var eyð- kennið fyri Heródes kong og hansara ríki, meðan tey tek- in, sum vísa, at Guðs ríki er komið nær, eru av heilt ødr- um slegi, soleiðis sum Jesus sigur. >Blind fáa sjón, lam- in ganga, spitelsk verða rein, deyð rísa upp og gleði- boðskapurin um Guðs kær- leika og frelsu verður borin Soleiðis kemur Guðs ríki til okkum, og tað fåtækum«. Ert tu tann, id koma skal? - = skulu vit fegnast um og takka fyri. Jesu gerningar og undur eru tekin um Guðs bjarg- andi mátt og bera okkum gleðiboð um hansara kær- leika og frelsu til øll, sum ganga undir tungum byrð- um. Tey bera okkum boð um, at eingin menniskja er komin so illa fyri av synd og neyð, at ikki Guð er mentur at bjarga og hjálpa; >tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur«, eru hans- ara orð, og tey, eru at líta á. Eingin, sum í fátækt síni kemur til hansara, verður rikin aftur við tómum hond- um, men Guð signar hann við síni kraft og frelsu, »ti at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og bjarga ti«. Teir gerningar, Jesus vis- ir til, henda eftir hansara orði, og teir bera okkum boð um, at fyri Guðs makt má alt tað, sum nívir okkum, víkja; ja, eisini okkara sjúk- dómum veit hann ráð fyri, soleiðis sum sálmaskaldið sigur: >— so stór er eingin neyð at finna, at ei tín al- makt hjálp kann inna<. Fyri Guðs almakt er einki mark. Hann kann lata alt, ið metir okkum, eisini tað, sum er ein byrða at bera, og vit biðja at sleppa undan, tæna okkum til góða, tí hann eig- ur makt til at lata allar lutir samvirka til góða hjá teim- um, ið hann elska. Tað eru hesi gleðiboð, ið nú verða borin fátækum, at Jesus er tann, sum Guð sendi í heimin, til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Tað eru altíð tey fátæku, smáu og veiku, Jesus vendir sær til og ger sínar vælgern- ingar móti; tey, sum ikki kunnu klára lívið einsamall, men vita, at uttan Guð og hansara hjálp og miskunn eru tey fyri ongum; tí taka tey við gleði móti boðskap- inum um Guðs kærleika, at hann gav okkum son sín, hin einborna, til frelsara og gav okkum við honum sítt ríki. »Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gåvu!« Amen Ejvind Vilhelm Minnist til at gjalda haldaragjaldið! ——" AÐ Málninga- framsýning Eyvindi Mohr á Lutzenstrød 15. des. kl. 16.00 — 20.00 16. des. kl. 16.00 — 20.00 17. des. kl. 16.00 — 20.00 Kunngerð Frá 1. januar 1979 er ongum loyvt at grava í kommunalum øki (vegir, gøtur, parkeringsplåss o.a.) uttan fyrst at hava skrivligt loyvi frå byar- verkfrødinginum. Torshavnar byråd Hårsetanar-sett Av alra størsta tydningi fyri nytsl- una av einum hårsetara er skapid — tess smalri hårsetarin er, tess lætt- ari kunnu tygum seta hárið eftir egnum tykki! KRUPS hevur rætta skapið! Styrkin er heili 800 watt! jælklekmutu ra Dr. Jacobsensgeta 20. Telefon 1 1330 annannnnnanmå 10% af Danmarks befolkning har for højt blodtryk - kender De Deres? Nu har De muligheden for daglig seiv at kon- trollere det og få svaret straks med Deres i EGET blodtryksapparat som er meget nemt at > r sr H betjene. Komplet blodtryksmålersæt fra Dansk ; á É Helse Test. bestar af blodtryksapparat steto- - É SKOD, rejseetu! og Drugsanvisning med græn- | seværdier for sundhedstilstand > á É p ring eller skriv! Fa. Olaf Olsen Box 6 3870 Klaksvik Komplet blodtryksmålersæt På kr 325. Importer af helséapparstur — 2%