Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. desember 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 95 — 16. desember 1978 telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar; Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Utgevari: Fyritaksstjori: Blaðstjóri: Blaðmenn: Demokrati og neytagølan DIMMALÆTTING kom týsdagin í oddagreinini við eini ikki sørt grov- ari skuldseting. Hon skýrdi bart út landsstýrið fyri at virka ódemokrat- iskt. Henda áskoðan Dimmalætt- ingar kom fram í samband við neytagøluna. MÅLGAGN sambandsfloksins hevdi ta åskodan, at sjålvandi skuldu neytini havt fingið innflutn- ingsloyvi. Orsøkin var hon, at ein løgtingsmeiriluti hevdi mælt lands- styrinum til at geva hetta loyvi. MEN Dimmalætting gloymir, at ein tepur løgtingsmeiriluti bert mælti til at geva innflutningsloyvi til einar 40 —50 mjólkikýr og nakrar kålvar, um vissa fekst fyri, at eingin smittu- vandi var til stadar. FYRI TAD fyrsta søkti innflytarin ikki um innflutningsloyvi. Fyri tad næsta so komu 156 neyt til landid — ella triggjar — fyra ferðir so nógv sum løgtingid mælti til. Og fyri tað triðja kundi djóramyndugleikin ikki veita vissu fyri, at eingin smittu- vandi var til staðar! HVOR arbeiðir ódemokratiskt? Landsstýrið, sum fylgir galdandi lóg og ráðunum frá sakkunnleikanum, ella Dimmalætting, sum bert tekur stødu út frá eini løgtingssamtykt, sum ikki verður fylgd av innflyt- aranum, og sum er i móti galdandi lóg og sakkunnleikans åskodan? TAD ER EIN annar spurningur, at okkum tørvar mjólk. Men í hesum sambandinum hava kønir menn vist å adrar leidir. T.d. at seta nakrar av teimum 250 kvigukålvunum, sum árliga verða kálvaðir, vid. Ella hvat við at áleggja ollum teimum mongu bóndunum og jarðareigarunum, sum vegna ta fríu liberalismuna hava slaktað øll neytini fyri at sleppa undan baksinum, at fingið neytahaldið á føtur aftur? NEI, HAR ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Vóru neytini sloppin í land, kunnu vit bert gita okkum til, hvat tað næsta bleiv. Dagpengar og rossatar Nú varð so lógin um dag- pengar undir sjúku fyri timalønt, fyri kvinnur undir barnsbuði og sjálv- stødug samtykt av Fólka- tinginum Og lógin var samtykt í ti líki, sum landsstýrið og ríkisstýrið komu ásamt um í oktober mánaða. Soleiðis er nú lógfest, at stórur partur av teimum, sum ikki eru undir lenar- vissu undir sjúku frå 1. juli komandi, fáa sjúkra- løn, skuldu tey mist inn- tøku av sjúkuávum. Og samstundis er ein órættvísan tikin burtur, og staðan hjá timaløntum í mun til tey fastlentu er meira jøvn. Ein týðandi bæti fyri tey, sum eru ringast fyri inntekuliga. Tit ringja Eitt tað størsta takið í stríðnum fyri at veita teimum veikaru í samfel- agnum betri sosialar semdir er nú komið áleiðis málinum. Tað kunnu verða ting, sum ikki komu við í hesi syftu, ið vit vildu ynskt vórðu ødrvisi, eitt nú hvussu stórur pro- sentpartur av lenini skal rindast undir sjúku. Men vit megu tó ásanna, at her er tikið eitt so munandi tak til bøtan av sosialu korunum hjá stórum parti av fólki okkara. Sjálvt um vit í Javnað- arflokkinum stórt sæð eru væl nogd við úrslitið, so er hetta ikki so í ollum flokk- um. Vit hoyrdu týðuligar misnegdartalur framman- — vit skriva Samfelagið, vit liva í, er ikki nøkur einføld skipan. Tað er ikki sum eitt rúm, avmarkað av fýra veggjum, gólvi og lofti. undan valinum, frá sam- bandinum og frá tjóðveld- inum við formonnunum báðum: á odda. Teir lótust atgráta, men tað vóru tó rossatár. Og tað var ser- liga hetta, at vit íkki 100% komu at endurrinda timalønina, ti login sum er veitir endurgjald svarandi til 80% av timalønini, t.v.s. frå 1. juli komandi. Men tad var to ikki so lítið av einum innlærdum sjónleiki frå báðum hesum formonnum, tí meðan fyrsti partur ljóðaði upp á misnegdina við uppskot- ið, so samsvaraði, harm- oniseraði annar partur als ikki. Har kiksaði hjá báð- um. Tjóðveldisflokkurin setti uppskot um, at vit sjálvir skuldu gjalda alt, sum var, — eisini statsins part — uppskotið var tó ikki samtykt av tinginum. Men teir skotu ikki upp at broyta 80% satsin, og tað vil siga tað sama sum, at vit framvegis komu at gjalda út 80%, annað- hvert tað var við 100% úr landskassanum ella 60%. Uppskot um at gjalda 100% við 100% kom bara ikki frá teimum. Nú er so valdagurin farin — og so kundi alt verið gloymt, og málið er jú komið í havn. Men annar parturin hjá sambandinum var ikki meira enn hálvspældur fyri valið. Tað var í síðstu valreð- uni hjá sambandsfor- manninum Ellefsen, har segði hann aftur sína mis- við- merkingar nogd við dagpeningalóg- ina, men nú skuldi hann bara fortelja veljarunum, at hann skuldi vera mað- urin fyri at broyta, tað ið landsstýrið ikki hevði megnað, ti eg skal vera orðferari í málinum, tá tað kemur fyri í fólkating- inum< — og so fingu vit at vita hvat henda skuldi. Og tað ljóðaði jú væl og ófert í oyrum veljaranna. Og sjálvsagt settust vit nú við spenningi at bíða eftir hesum spennandi statskvettinum. Frá útvarpinum frættu vit, at lógin nú er sam- tykt, so sum hon var av- talað millum landsstýrið og ríkisstýrið. Annars ikki eitt komma broytt. Og tað var nú altið væntandi. Ti hesin góði Ellefsen metti bara ong- antíð í fólkatinginum, hverki tá málið kom til 1. viðgerð og heldur ikki tá tað kom til aðru viðgerð, heldur ikki tá álitið frá nevndini kom aftur í fólkatingið — ei heldur metti hann ella var hann valdur í nakra nevnd — enn minni hevði hann verið orðferari — ikki fyrrenn málið kom til 3. viðgerð og endaliga skuldi samtykkjast, tá møtti Ell- efsen, so hann fekk so dánt stemmað fyri málinum. Tað var alt. Annars einki. At hansara talumátar ofta eru veruleikafjarir og uttan hald í veruleikanum hava vit fyrr so mangan sannað, men máti skal tó vera við at spæla sjónleik og enntá fyri opnari mikrofon. J. Lindenskov Hvønn einasta dag gerast vit bilsin yvir eitt, ilskast yvir okkurt annað ella ivast í onkrum triðja. Spurningarnir eru nógvir: hví er hetta so og so ella eigur hatta at vera so og so??? SOSIALURIN fer nú undir nýggj- an tátt. Vit fara her á síðu 2 at royna at finna fram til svørini til hesar spurningar og ivamál, ella í hvussu so er ein part av teimum. Vit fara tí at heita á tykkum, góðu lesarar, um at vera við til at gera henda táttin. Og tað kunna tit við at seta spurningarnar, so gera vit okk- ara besta fyri at finna svørini. Ringið telefon 11820 -. 14720 Tað skal viðmerkjast, at einans spurningar, sum hava almennan áhuga, verða tiknir við. Laborantur ella laboratoriiteknikari Sekt verður eftir laboranti ella laboratoriitekn- ikara við kunnleika til bakteriologiskar og kem- iskar kanningar av matvørum. Viðkomandi skal kunna arbeiða sjålvstødugt. Viðkomandi verður lentur samb. Starvsman- nafelagssáttmálanum í 9. lønarflokki, har 1. árs- lenin er kr. 5.825,25 um mánaðan og hækkandi til kr. 7.631.17 aftan á 14 ár. Arbeiðstiðin er: Mánadag — hósdag 8—12 og 13—16.30 Friggjadag 8—12 og 13—16.00. Eftir avtalu frammanundan kann endurgjald verða latið fyri ferðaútreiðslur. Umsókn við neyðugum prógvum og ummælum verður at senda í seinasta lagi 20. januar 1979 til HEILSUFROÐILIGU STARVSSTOVUNA Debesartreð — 3800 Tórshavn