Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 134 - 17. juli 2002 Nr. 134 - 17. juli 2002 3 TÍÐINDASKRIV Nevndin í Útoyggjafelagnum Á útoyggjastevuni í Skúv- oy, leygardagin 13. juli, helt Útoyggjafelagið sín fyrsta regluliga aðalfund. Hóast tað er sera trupult at ferðast útoyggjanma millum, eydn- aðist tað við góðari hjálp frá Atlantic Airways, Vaktar & Bjargingartænastuni og Strandfaraskip Landsins at fáa øll, ið skuldu luttaka á aðalfundinum og út- oyggjastevnuni, út til Skúv- oyar og heimaftur í øllum góðum. Á aðalfundinum skipaði umboðsráði seg við Harry Jensen, Skúvoy sum form., Signhild Joensen, Trølla- nes, næstform. og Óla á Geilini, Svínoy sum skriv- ara. Í starvsnevndina vóru vald: Óla Jákup úr Dímun, form., Esbern í Eyðanstovu og Olga Biskopstø, til- taksnevndarlimir eru: Jógv- an Edmund í Geilini og Laura í Frammistovu. Fundurin viðgjørdi eisini umstøðurnar at búleikast á útoyggj. Semja var um at naka av tí fyrsta starvs- nevndin skal arbeiða fyri er betri samferðslu og sam- skiftismøguleikar og ei ni loysn á oljuveitingini til tær útoyggjar, sum í dag fáa oljuna í oljutunnum. Sum nevnt var Útoyggja- stevna henda dagin. Tað vóru skúvoyingar í tóku stig til og fyrireikaðu stevn- una. Ágóðin av stevnuni fer til at byggja eitt bygdarhús í Skúvoy. Stevnan var sera væl fyriskipa og væleydna í allar mátar, ikki minst takka verið tí gestablíðni í var sýnt teimum mongu hundrað fólkunum íð luttóku á stevnuni, harav nógv vóru av útoyggjunum. Nevndin í ùtoyggja- felagnum ynskir at takka øllum, íð gjørdu sítt til at tiltakið bleiv so væleydna. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Petur Bjarnastein doyði og varð jarðaður. Ein serlig heilsan og tøkk til Fuglafjarðar Sangkór og Vesturstovu. Magda og synirnir við familju Eftirkomararnir hjá Mouritz og Marin Mohr fara í næstum at skipa fyri eini stórari ættarstevnu. Talan eru um eini 6- 700 familjulimir, ið kunnu koma, men fyrireikararnir vænta ”bert” 2-300 trímenn- ingar og fermingar ÆTTARSTEVNA Ingrid Bjarnastein Tann 5. november í ár eru 200 ár liðin síðani Mohr- ættin kom á Hoyvíksgarð, og er tað í hesum sambandi, at eftirkomararnir hjá Mouritz og Marin Mohr hava valt at skipa fyri eini stórari ættarstevnu. Sjálvt um Mouritz Mohr andaðist, bert 37 ára gamal, fingu hann og Marin 11 børn. Tey ellivu børnini, Peter, Daniel Pauli, Elisa- beth Mariane, Sára, Mou- rits, Hans Martin, Elieser, Henrikke Sofia, Johan Vilhelm, Jens og Mou- rentsa Martina fingu til- samans 51 børn. – Ætlanin er at fara á grøvina hjá Mouritz Mohr, sum liggur grivin í Havnar kirkju, og síðani til kirkju- garðin á Svínaryggi, har konan, Marin liggur grivin, og tað gera tey flestu børnini hjá teimum eisini, og har ætla vit eisini at leggja krans á, sigur Petur Even Djurhuus, sum er ein av stigtakarunum og sam- skipari. 700 familjulimir Spurdu um, hvussu nógv fólk talan er um, sigur Petur Even, at hann hevði talt leystliga eftir, og hann var komin upp í eitt tal millum 600 og 700, men hann væntar ikki, at so nógv fara at koma til ættarstevnuna. Eini 2-300 er eitt meira veruligt tal, heldur hann. – Zacharis Vang skal halda ein fyrilestur um Nikolai Mohr, og síðani verður ein samkoma á Hoyvíksgarði og um kvøldið verður ein stór veitsla, greiðir Petur Even frá. – Ofta hevur verið tosað um at skipa fyri onkrum tílíkum, men tað er ongantíð komið so langt, men fyri stuttum, so kom eg fram á, at tað eru 200 ár síðani, at Mohr ættin kom á Hoyvíksgarð, og tí helt eg, at hetta var eitt upplagt høvi at savnast. Eg tosaði síðani við ymisk onnur fólk, og tað vísti seg, at stórur áhugi var fyri at skipa fyri eini ættarstevnu. Ættarstevnan verður í Havn og í Hoyvík leygar- dagin tann 17. august. Seinasta freist er at tekna seg er tann 26. juli. Stór trímenninga- og fermenningaveitsla Kirsten Eliasen tekur tann 1. august alment við starvinum, sum savnsleiðari á Nyborg og Omegns Museer í Danmark. Hon fekk starvið út av 20 um- søkjarum STARVSSETAN Ingrid Bjarnastein Kirsten Eliasen er fødd og uppvaskin í Fuglafirði. Í 1994 tók hon prógv í År- hus, sum miðaldarfornfrøð- ingur. Hon hevur síðani hon var útbúgvin verið í ymiskum leysum størvum, so hetta er fyrsta fasta starvið Kirsten hevur síðani hon fekk útbúgvingina fyri átta árum síðani. – Tað eru ikki so nógv føst størv innan museums- verðina í Danmark, og tá tey so søktu eftir einum leiðara, valdi eg at søkja. Eg havi havt nógv leys størv síðani eg byrjaði, verið við í projektum, so at fáa eitt fast starv verður avgjørt ein stór avbjóðing, sigur 46 ára gamla Kirsten Eliasen. Kirsten hevur eisini ar- beitt í Føroyum. Hon hevur verið landskjalavørur á Landskjalasavninum og í fjør vikareraði hon fyri landsantikvariatin á Forn- minnissavninum. – Eg havi arbeitt nógv í Føroyum bæði undir og aftaná lestrartíðina. Tá fekst eg við fornfrøðisligar grevstir, fortelur Kirsten Eliasen. Sum leiðari kemur Kirst- en millum annað at hava ábyrgdina av tí fakliga og tí fíggjarliga partinum av for nminnissavninum. Afturat sær kemur hon at hava fyrrverandi leiðaran, Knud Hornbeck, sum skal arbeiða á savninum hálva tíð, og harafturat skal ein fornfrøðingur setast í starv. Áðrenn var Knud Hornbeck einsamallur á tí fakliga økinum, so nú er starvið vorðið eitt sindur størri enn áðrenn, og metir Kirsten hetta vera eina stóra avbjóðing. Føroyskur savnsleiðari í Nyborg Útoyggjafelagið havt aðalfund Í sambandi við, at tað eru 200 ár síðani Mohr-ættin kom á Hoyvíksgarð, verður skipað fyri stórari ættarstevnu í august mánaða Konsert verður á Gøtusandi fríggjakvøldið við áhugaverdari skrá. Clickhaze og Hanus G. Johansen eru tvey av nøvnunum á konsertini TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Fríggjakvøldið 19. juli verður tónleikafestivalur á sandinum í Syðrugøtu. Konsertin byrjar klokkan 19, og tað eru Tónleika- samtakið Grót og Fólkatón- leikarstevnan, sum í felag skipa fyri G! Festivalinum, sum hann verður nevndur. Tað sæst eisini aftur á teim- um luttakandi bólkum og einstaklingum. Luttakararnir á konsert- ini eru Clickhaze, MC-Hár, Enekk, Hanus G. Johansen, Søren Søgaard og Valeri & Desislava Dimchevi úr Bulgaria. Talan er um nøkur av teimum fremstu føroysku nøvnunum innan bæði rokk- og fólkatónleik. Grót hevur nú í trý ár á rað skipað fyri útikonsert á Gøtustevnu, men hetta er fyrstu ferð, at konsertin verður hildin á sandinum. Og Grót hevur stórar ætl- anir fyri festivalin. Ætlanin er at hava ein veruligan tónleikafestival, sum framyvir eisini skal hýsa útlendskum bólkum. Festivalurin hevur fingið navn og búmerki, og hann skal mennast komandi árini. Gøtustevnan er eisini komandi fríggjakvøld, og onnur spennandi tiltøk eru eisini á skránni. Tey, ið hava hug at fara upp á gólv aftaná festivalin, kunnu fara yvir í losjuna við Gøtugjógv, har Grót skipar fyri kafé og føroyskum dansi. Bussur koyrir úr Havn og aftur í sambandi við festi- valin, og lýst verður nærri um ferðaætlanina. Sólarn Solmunde er tals- maður fyri festivalin, og hann væntar nógv fólk, um veðrið verður til vildar. At- gongumerki kosta 100 krónur og kunnu keypast við inngongdina, meðan limir í Grót sleppa inn fyri 80 krónur. Fólkatónleikur á Gøtusandi G! Festivalurin hevur nú fingið búmerki, og fyriskipararnir hava stórar ætlanir við honum. Fríggjakvøldið verður festivalurin á Gøtusandi Spurningurin um roykvarnarar hevur aftur tikið seg upp eftir syndarligu deyðsvanlukkuna í Havn sunnunáttina. Brandmeistarin heldur, at tryggingar- feløgini skuldu givið fólki varnarar, tí tað hevði bjargað manna- lívum og spart teim- um nógvan pening ELDSBRUNI Stefan í Skorini Roykvarnarar kunnu bjarga mannalívi. Teir kunnu eis- ini spara tryggingarfeløg- um nógvan pening. Tí eiga øll at hava áhuga í at hava roykvarnarar í sínum hús- um. Hetta heldur leiðarin hjá sløkkiliðnum í Havn, Kartni Jacobsen. Húsini á Gripsvegnum, sum brendu sunnunáttina, høvdu eftir øllum at døma ongar roykvarnarar, sum boða frá, tá ov nógvur royk- ur eru í húsunum. – Eg haldi, at tryggingar- feløgini skuldu kravt av sínum viðskiftafólki, at tey hava roykvarnarar í húsun- um, tá tey skriva undir tryggingarskjølini. Antin skuldu fólk fingið teir í hondina, ella kundu feløg- ini sent menn út at seta teir upp, tí fólk hugsa ofta ikki um slík viðurskifti, sigur Kartni Jacobsen. Petur á Lava Olsen á Brunaumsjón Landsins er samdur við brandmeistar- anum, og hann heldur, at vit áttu at farið undir eitt átak, har fólk vórðu mint á tað alneyðuga í at hava royk- varnarar. Spurningurin er, um hetta ikki áttið at verið lógarkrav. Kartni Jacobsen vísir tó á, at hetta hevði kravt av myndugleikunum, at teir høvdu eftirlit við, um fólk í veruleikanum hava royk- varnarar. – Eg rokni við, at trygg- ingarfeløgini høvdu spart nógvan pengin, um tey høvdu kravt av tryggingar- takaranum, at hann hevði roykvarnarar í húsunum. Tí hevði eitt slíkt tiltak eisini tænt teirra áhugamálum, sigur Kartni Jacobsen. Tekur undir Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Før- oyar, sigur, tey altíð mæla fólki til at hava roykvarnar- ar í sínum heimum, tí hetta kann bjarga mannalívum. Tað kann samstundis spara teimum pening, um fólk varnast eldsbrunar fyrr. – Vit havaætlanir um at hava roykvarnarar tøkar, sum vit kunnu geva við- skiftafólki, ið støkka inn á gólvið, sigur Mortan Poul- sen. Tað er síðani ábyrgdin hjá fólki at fara heim og seta varnaran upp. Tryggingarfelagið Før- oyar hevur harumframt á hvørjum ári eina lýsing í fjølmiðlum, har heitt verð- ur á fólk um at skifta batt- aríini í roykvarnarunum. Vinnukundar hjá felagn- um verða tó kannaðir á hvørjum ári, um teir hava hesi viðurskiftini í lagi. Hetta er tó ikki galdandi fyri húsarhald. Roykvarnarar skuldu verið krav Leiðarin hjá sløkkiliðnum í Havn, Kartni Jacobsen, heldur, at tryggingarfeløg skuldu givið øllum sínum viðskiftafólki roykvarnarar, sum boða frá ov nógvum royki MYND: Eirikur Lindenskov Bygningar við celloteks- plátum eru vandamiklir Petur á Lava Olsen á Brunaumsjón Landsins sigur, at allir bygningar við celloteks-plátum hava eina sera vána- liga brunatrygd. Og tað eru fleiri túsund hús og bygningar í Føroyum, sum eru klødd við hesum plátunum innan CELLOTEKS Stefan í Skorini Celloteks-plátur hava verið nógv nýttar seinastu fimmti árini, og tí eru fleiri hús í Føroyum, sum eru klødd við slíkum plátum innan. Forboð varð sett ímóti at nýta slíkar plátur í 1992. – Ein bygningur við celloteks-plátum er ógvuliga vánaligur, tá talan er um persónstrygg- leika, tí eldurin mennist so ómetaliga skjótt. Sløkkiliðsmenn skulu vera skjótir á staðnum fyri at basa eldinum, sigur Petur á Lava Olsen, sum hevur drúgvar royndir við hesum slagnum av plátum. Ein bygningur ella eitt hús við celloteks-plátum er tí sera vandamikil, og tryggleikin er munandi verri enn í øðrum húsum við nýggjari klædningi innan. – Persónliga trygdin er vánalig, tí fólk sleppa ikki burtur, og tey verða doyvd av roykinum, sigur Petur á Lava Olsen. Hurðar staðið opnar Kartni Jacobsen, leiðari hjá sløkkiliðnum, sigur, at eldurin mennir seg fleiri ferðir skjótari við cello- teks-plátum. Hann vænt- ar, at fleiri av hurðunum stóðu opnar, so at eldurin nørdist av luftini. – Tað gongur so skjótt fyri seg, at tú verður yvir- raskaður hvørja ferð. Um fólk ikki varnast eldin beinanvegin, so er tað longu ov seint, sigur Kartni, sum metir, at vandin er nógv størri við slíkum celloteks-plátum. Kanningar ikki lidnar Kanningarnar hjá løgregluni eru enn ikki lidnar. Serfrøðingar eru komnir úr Danmark at kanna orsøkina til eldin, og teir eru enn ikki kom- nir til nakra niðurstøðu. Nevnast skal, at pápin at dreingjunum gjørdi alt fyri at sleppa innaftur í húsini at bjarga dreingj- unum, men hetta eydn- aðist ikki, tí eldurin var longu ov umfatandi. C M Y K 3 2