mikudagur 17. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 134 - 17. juli 2002
Nr. 134 - 17. juli 2002
5
- Tað er sera óheppið,
um fólk føla, at kunn-
ingin frá Almanna-
stovuni er ónøktandi.
Eisini um tey føla, at
tey heldur ikki hava
fingið ráð og veg-
leiðing um, hvat tey
kunnu gera. Tað taka
vit til eftirtektar og
gera betur, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen,
stjóri á Almanna-
stovuni
ALMANNASTOVAN
Turið Kjølbro
Seinasta summar fingu gott
og væl hundrað fólk, sum
høvdu Sjálvbodna Dag-
peningatrygging at vita, at
tey ikki longu vóru um-
fatað av lógini. Orsøkin var
ein broyting í dagpen-
ingalógini nr. 74 frá 8. mai
2001 um dagpening vegna
sjúku v.m. Í broyttu dag-
peningalógini duttu hesi
ímillum nakrar greinir í
lógini, og vórðu tí víst til
forsorgarhjálp um so illa
vildi til, at tey vórðu sjúk.
Hendan støðan var ógvu-
liga
mannminkandi
og
ósømiligt fyri hesi fólk,
ikki minst tá ið hugsað
verður um, at hetta alt vóru
væl útbúgvin fólk, sum í
allar mátar royna og ætla at
klára seg sjálvi. Og vit
skulu hava í geyma, at
Sjálvbodna Dagpeninga-
skipanin var ein trygging,
hesi fólk sjálv høvdu tikið
stig til at gjalda til, og skal
ikki samanberast við eina
almanna veiting.
Tá ið lógarbroytingin var
gjørd og lýst, fingu tey
útihýstu eina kunning, sum
ikki
segði
nakað
um
orsøkina til, hví tey skuldu
úr skipanini, og sum heild
reisti fleiri spurningar, enn
hon svaraði.
Millum hesi, sum skuldu
úr Sjálvbodnu Dagpen-
ingaskipanini, vóru eitt nú
sjálvstøðug vinnurekandi
og listafólk, sum høvdu
arbeiði við síðuna av sínum
listarliga arbeiði.
- Tað er ógvuliga mann-
minkandi og óvirðiligt at
fáa eina slíka viðferð.
Sjálvbodna Dagpeninga-
skipanin var dýr, men góð
tá vit høvdu brúk fyri
henni. Verða vit sjúkar nú,
hava vit bara forsorg at
dúva uppá, og tað vil eingin
okkara,
søgdu
tríggjar
listarkvinnur,
sum
vit
høvdu viðtal við í januar í
ár.
Eftir, at hetta var greitt,
var fundur millum leiðsl-
una í Almannastovuni og
LISA, sum er felagsskap-
urin hjá listafólki í Før-
oyum. Á hesum fundi fingu
umboðini fyri LISA at vita,
at ein onnur grein í lógini
loftaði hesum fólkum, og at
hesir tryggingartakararnir
skuldu fáa at vita beinan-
vegin, hvat síðani skuldi
gerast. Men sum skilst hava
listafólkini og LISA enn
ikki frætt frá Almanna-
stovuni, hóast meiri enn eitt
ár er liðið síðani lógar-
broytingina og hálvt ár
síðani málið varð umrøtt í
blaðnum.
- At fólkini framvegis
ikki hava fingið vegleiðing
í, hvat tey síðani kunnu
gera, er harmiligt og má eg
bara taka til eftirtektar,
sigur
Petra
Johnsdóttir
Joensen.
Sjálv
útblakingin
úr
Sjálvbodnu Dagpeninga-
skipanini
er
úrslit
av
lógarbroyting, sum Al-
mannastovan ikki kann
lastast fyri, men tað kann
hon hinvegin fyri kunn-
ingina ella vantandi kunn-
ingina. Listakvinnurnar, vit
tosaðu við, søgdu við ein
munn, at kunningin var
ógvuliga ófantaliga orðað
og fekk tær veruliga at føla
seg illa.
- Vendir tú tær til
Almannastovuna við einum
fyrispurningi, uttan mun til,
hvør hann er, hevur tú
sjáldan kensluna av,
at starvsfólkini royna at
hjálpa tær. Eingin sigur tað
sama og tað virkar sum tey
als ikki vita, hvat málið
snýr seg um. Tú skalt ikki
bert arbeiða sum úlvur á
skóg fyri teimum rættind-
um tú hevur, men eisini
skalt tú vera sera áhaldandi
og eisini vera væl skorin
fyri tungubandinum, søgdu
tær.
Hetta
eru
álvarsligar
ákærur, og ikki serliga
hepnar hjá einum stovni,
sum í seinastu hevur lagt
stóran dent á byggja álit
upp millum stovn og brúk-
ara. Tískil er upplagt at
spyrja stjóran á Almanna-
stovuni, Petru Johnsdóttir
Joensen,
um,
hvussu
stovnurin kann tosa um álit,
tá ið kunningin skortar so
týðiliga.
- Tá ið ein heilur bólkur,
sum verður raktur av
eini
lógar-
broyting, føl-
ir, at kunning-
in, sum er farin
fram um málið,
ikki hevur verið
nøktandi og at
hon reisir fleiri
spurningar
enn
hon svarar, er tað
mín skylda at kanna
málið. Øll eiga at
verða væl kunnað og
hava kensluna av, at
Almannastovan um-
situr lógina rætt. Tí-
verri hevur kunningin
frá stovninum ikki verið
nóg høgt raðfest. At fólk
føla, at kunningin er
ónøktandi er sera óheppið,
eisini um tey føla, at tey
heldur ikki hava fingið ráð
og vegleiðing um, hvat tey
so kunnu gera. Tað taka vit
til eftirtektar og gera betur,
sigur
Petra
Johnsdóttir
Joensen.
Tryggingartakararnir av
gomlu Sjálvbodnu Dag-
peningaskipanini finnast
eisini at, at teir ikki fingu
nakra ávaring um broyt-
ingar í skipanini. Til hetta
sigur stjórin á Almanna-
stovuni, at stovnurin ikki
kann kunna um lógarbroyt-
ingar
og
broytingar
í
mannagongdum orsakað av
lógarbroytingum, fyrr enn
lógin er lýst og stovnurin
skal umsita hana.
- Hendir tað til dømis, at
ein lógarbroyting førir við
sær, at nakrir borgarar, sum
hava verið umfataðir av
eini lóg, vit umsita, verða
útihýstir í eini broyting,
hoyrir tað til okkara upp-
lýsingsskyldu og vegleið-
ingarskyldu at kunna borg-
aran, hvat viðkomandi síð-
ani kann gera, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen.
Broytingin í dagpen-
ingalógini í fjør, sum
fekk ótilætlaðar av-
leiðingar, er valla
einasta lógarbroyt-
ingin, sum hevur
fingið aðrar avleið-
ingar enn uppruna-
liga ætlað
- Soleiðis fer altíð at
vera í øllum lógar-
verkum til allar tíðir,
sigur Petra Johns-
dóttir Joensen, stjóri
á Almannastovuni
ALMANNASTOVAN
Turið Kjølbro
Um fyrireikingarnar í sam-
bandi við nýggju dagpen-
ingalógina, sum kom í gildi
í mai í fjør, hava verið ov
vánaligar, ella um tingfólk
hava sovið í tímanum, tá ið
teir atkvøddu fyri hesi
nýggju lógini ella eru
vorðin skeivt kunnað, skulu
vit ikki taka dagar ímillum.
Okkum er kunnugt, at fólk
av dagpeningadeildini á
Almannastovuni vóru við í
fyrireikingunum,
og
at
serkøn í Almanna- og
heilsumálastýrinum somu-
leiðis vóru við. Vit kunnu í
øllum førum staðfesta, at
hugsað hevur ikki verið um
avleiðingarnar av broyting-
unum í lógini. Sambært
stjóranum á Almannastov-
uni ber rætt og slætt ikki til
heilt at fyribyrgja, at ein
lógarbroyting fær aðrar
avleiðingar enn ætlað.
- Verða vit varhug við, at
ein lógarbroyting rakar
ótilætlað, venda vit okkum
til Trivnaðarráðið. Politiski
myndugleikin eigur altíð at
fáa afturmeldingar og fáa at
vita, um nakað annað vísir
seg enn ætlað. At melda
slíkt aftur til politisku
myndugleikarnar og fyri-
sitingina hevur ikki verið
so høgt raðfest frá okkara
síðu, men vit ynskja at
leggja størru orku í tað og
menna økið sum heild,
sigur
Petra
Johnsdóttir
Joensen.
Broytingin í dagpeninga-
lógini, sum fekk ótilætlaðar
avleiðingar, er valla einasta
lógarbroytingin, sum hevur
fingið aðrar avleiðingar
enn upprunaliga ætlað.
Men soleiðis fer altíð at
vera í øllum lógarverkum
til allar tíðir, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen, tí tað
ber ikki til, áðrenn lógin fer
at virka, at fáa eyga á allar
avleiðingar.
- Tí er umráðandi at hava
gott og tætt samskifti mill-
um stovnarnar, sum gera og
sum umsita lógirnar, fyri at
kunna fylgja upp so skjótt
til ber.
Taka atfinningarnar til eftirtektar
Ber ikki til at gjøgnumhugsa allar avleiðingar
Kunningin frá Almannastovuni verður eftir øllum at døma hægri raðfest í framtíðini
– Eg fari at leggja
stóran dent á at lurta
eftir vinnulívsfólki,
men eg kann ikki
lova, at eg altíð fari at
vera samdur við teir,
sigur nývaldi formað-
urin í vinnunevnd
løgtingsins, Henrik
Old
FORMANSVAL
Áki Bertholdsen
– Hetta verður eitt ótrúliga
spennandi uppgáva.
Eftir løgtingsvalið í vár
er Henrik Old úr javn-
aðarflokkinum komin í eina
lyklastøðu í føroyskum
politikki.
Hann er valdur til for-
mann í vinnunevndini, sum
er ein tann størsta og mest
týðandi nevndin hjá Løg-
tinginum,
sum
hevur
ómetaliga nógv mál at
viðgerða, eisini stórmál.
Og hetta valskeiðið verð-
ur arbeiðið hjá vinnu-
nevndini kanska serliga
áhugavert, tí hesuferð er tað
andstøðan sum eigur bæði
formannin og meirilutan av
nevndini við fýra umboð-
um, afturímóti teimum
trimum hjá samgonguni.
Og Henrik Old ásannar,
at avbjóðingin verður stór.
Men hann stendur ikki
heilt á berum, tí hann hevur
nú verið tingmaður í 18 ár
og ein drúgvan part av
teimum hevur hann sitið í
vinnunevndini og áðrenn
tað, eisini í fiskivinnu-
nevndini og landbúnaðar-
nevndini, umframt øðrum
nevndum við.
Vil ikki arbeiða á
landi
Henrik James Frits Old er
føddur í 1947 og er sostatt
55 ára gamal nú. Tá ið hann
fór úr barnaskúlanum fór
hann at egna og at rógva út,
men tær fyrstu veruligu
royndirnar á sjónum fekk
hann, tá ið hann 16 ára
gamal fór til Grønlands við
Jógvani á Gørðinum, sum
Henning Jensen førdi.
Síðani tá hevur hann ver-
ið sjómaður, undantikið trý
ár síðst í sekstiárumum, tá
ið hann arbeiddi á landi í
F ø r o y i n g a h a v n i n i .
Í 1971 bleiv hann skipari og
í 1977 varð hann skipari á
Nýborg og har var hann, til
hann varð løgtingsmaður í
1984.
– Eg veit ikki, hví eg ikki
gavst sum sjómaður, tí tað
gekk ómetaliga illa at
sleppa av við sjóverkið. Tað
hendi seg enntá at eg
onkuntíð fekk sjóverk eftir
at eg varð blivin skipari.
Men hann ásannar, at tað
má hava verið hugurin, sum
hevur drivið verkið, tí hann
sigur, at sjógvurin hevur
altíð havt hansara størsta
áhuga.
Og nú síðani hann varð
tingmaður,
hevur
hann
eisini verið burtur einar
tveir, tríggjar mánaðir hvørt
ár.
– Tað hevur verið neyð-
ugt fyri meg at sleppa til
sjós av og á av fleiri or-
søkum. Tað er gott at kobla
úr frá politikkinum við-
hvørt og eg vil heldur ikki
missa sambandið við vinn-
una, nú eg siti i tinginum.
Eitt annað er, skal eg gera
mær vónir um at kunna
brúkast á sjónum framyvir,
er tað neyðugt at fylgja við
alla tíðina, tí tann tøkniligi
framburðurin er so stórur,
at ert tú bara burturfrá í eini
fýra-fimm ár, ert tú sum
skipari langt síðani yvir-
hálaður av teknikkinum og
so kanst tú ikki brúkast, tí
knapparnir verða fleiri og
fleiri og eg haldi eisini, at
so hvørt sum árini leggjast
afturat, verða tølini á teim-
um ymsu tólunum smærri
og smærri.
– Fyri at at kunna end-
urnýggja vinnubrævið er
eisini neyðugt at sigla av og
á, annars missir tú rættin at
vera skipari og tað kann eg
ikki loyva mær, tí tað er so
skjótt at teppið kann verða
skrykt undan einum løg-
tingsmanni.
Tað fekk Henrik av
álvara at sanna ía valinum í
vár, tí hesuferð var hann
bara tvær atkvøður framm-
an fyri næsta mann, sum
var Sverri Midjord og var tí
so tætt við at fella sum
tilber.
Og so hevur Henrik eina
grundreglu og hon er, at
hann skal ikki hava eina
einastu tímaløn á landi so
leingi hann er í tinginum og
tað hevur hann heldur ikki
havt.
– Tað havi eg sett mær
fyri, tí eg haldi, at eftirsum
eg longu havi eitt starv á
landi sum tingmaður, er tað
ikki rætt at taka eitt ar-
beiðið afturat á landi, tí so
hevði tað verið at tikið ar-
beiðið frá onkrum øðrum.
Hesi síðstu árini hevur
hann
verið
skipari
á
svenska nótabátinum Astrid
eina tíð hvørt summar.
Tað er ein kansur, sum
dámar gonum væl.
– Tað er eitt reiðarí sum
er væl fyri og tað hevur
altíð nýggj skip. Reiðarin
skiftir altíð skipini út,
áðrenn tey eru 10 ára gom-
ul og skipini hjá honum eru
altíð útgjørd við tí nýggj-
asta nýggja.....
Fyri hann sjálvan er tað
eisini neyðugt at sleppa
burtur.
– Eg merki, at tá ið eg
havi verið heima ov leingi,
fer útlongsulin at rykkja í
meg. Men eg havi eisini
merkt, at tað kann vera ein
fyritøka at fara avstað, eftir
at hava verið leingi heima. Í
fyrstuni, eftir, at eg varð
valdur á ting, var eg heima
leingi og tá mátti eg rætti
liga taka í nakkan á mær
sjálvum fyri at fara avstað
aftur. Tí havi eg gjørt tað til
eina reglu, at hvørt summar
eri eg burtur eina stutta tíð.
Neyðugt at lurta
Tað er við góðum treysti, at
Henrik Old nú fer undir
arbeiðið sum formaður í
vinnunevndini,
tí
hann
heldur, at hetta er tað mest
ábyrgdarfulla starvið, um-
framt
landsstýrismannin
sjálvan.
– Arbeiðið í vinnunevnd-
ini dámar mær serstakliga
væl, tí hon fær nógv stór og
sera áhugaverd mál at
viðgera og vinnumálini eru
tey mest umfatandi og mest
spennandi. Vit hava øll
málini, sum koma frá
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum, umframt
arbeiðsmarknaðarmál,
samskiftismál,
umframt
samferðslumál,
eitt
nú
vegir,
tunlar,
postverk,
strandferðslu, telesamskifti
og mangt annað og tí heldur
hann, at vinnunevndin er
kanska tann mest spenn-
andi nevndin av øllum at
vera í.
Fleiri av nevndarlimun-
um
kennir
hann
væl
frammanundan, tí hann
hevur sitið í nevnd við
teimum fyrr.
– Eg haldi, at tað er eitt
eyðkenni fyri limirnar í
vinnunevndini
framum
aðrar nevndir, at tað eru
politikarar,
sum
hava
royndir frá handaligum
arbeiði av ymsum slag, eru
ikki akademikarar og so
bókliga lærdir sum limirnir
í nógvum øðrum nevndum.
Og tað passar Oldinum
væl.
– Júst tann sannroynd, at
vit hava verkligar royndir,
hevur mangan elvt til nógv
drúgt, men uppbyggjandi
kjak í vinnunevndini ímill-
um nevndarlimir, sum allir
vita av verkligum royndum,
hvar málini snúgva seg um.
Tað gevur kjakinum í
nevndini eina aðra di-
mensjón, heldur hann.
Hetta hevur mangan gjørt
at
vinnunevndin
hevur
fingið ta orð á sær, at hon
arbeiðir seint.
Men tað heldur Henrik
Old ikki. Hann heldur, at
tað er heldur ein ábending
um, at vinnunevndin fer
serstakliga grundiga til
verka og tað kann bara vera
gagnligt.
Og eftir, hvat hann sigur,
ætlar hann ikki, at slaka í
hesum partinum av arbeið-
num.
– Eg fari at brúka sera
nógva tíð eftir at lurta eftir
vinnuni og annars.
– Eg haldi, at tað hevur
ómetaligan týdning at vit
lurta eftir fólki, sum vara av
teimum málum, vit við-
gera. Tá ið vit viðgera eitt
mál, hevur tað ómetaliga
stóran týdning, at ongin,
sum varar av málinum,
situr eftir við teirri fatan, at
tey vórðu ikki hoyrd. Tí
skulu so nógv sum gjørligt
hava høvi at hitta nevndina
at siga sína hugsan um mál,
sum nevndin hevur til
viðgerðar, og sum viðkoma
teimum.
Leggur doyðin á gott
samstarv
Hann sigur, at sum for-
maður hevur hann eitt
serligt høvi at kalla tey fólk
til fundar í nevndini, sum
hann heldur tað vera hósk-
andi, alt eftir, hvørji mál
eru til viðgerðar.
– Eg haldi eisini, at tað
hevur stóran týdning at
greiða løgtinginum frá,
hvat hesi fólkini hava greitt
nevndini frá.
Hann sigur, at í álitunum
frá nevndini hevur tað
mangan bara verið kunn-
gjørt, at tann og tann hevur
verið á fundi við vinnu-
nevndina, men onki hevur
verið skrivað um, hvat tey
søgdu.
Tað skilst á nýggja for-
manninum, at nú fer tað í
størri mun at standa í álit-
unum frá nevndini til
Løgtingið, hvørja áskoðan
ymsir partar í einum máli
hava.
– Men tað merkir ikki, at
vit treytaleyst skulu taka
undir við vinnuni, tí tað
kann eg sjálvsagt ikki lova.
Hann sigur, at hann fer
eisini at leggja doyðin á at
fáa so góða undirtøku í
vinnunevndini sum gjørligt
fyri teimum málum, sum
koam til viðgerðar.
– Hóast andstøðan hevur
meirilutan í vinnunevndini,
mugu vit ásanna, at vit hava
minnilutan í løgtinginum.
Og eg vil heldur royna
neyðsemjur og á tann hátt
royna undirtøku fyri summ-
um av mínum sjónarmiðum
og sjónarmiðjunum hjá
ørðum við, heldur enn at
gera markið ímillum and-
støðu og samgongu ov
skarpt.
Øllum hesum fer nýggi
formaðurin og nevndin
annars uttan iva at fáa brúk
fyri, tí gongst sum ætlað
hjá landsstýrinum, kemur
hendan vinnunevndin at
taka støðu til so stór mál
sum ongin vinnunevnd
undan henni.
Hugsað verður eitt nú um
einskiljingarnar, sum talan
hevur verið um, bæði
viðvíkjandi Fiskavirking,
Fiskasøluni, Føroya Banka
og landsjørðini og nú eru
eisini røddir frammi um at
taka
einkarrættin
til
streymveiting frá SEV.
Og kanska tað mest
álvarsliga málið av øllum er
ein komandi eftirlønar-
skipan.
– Nú er alt eftirlønarøkið
flutt yvir til landsstýris-
mannin í arbeiðsmarkn-
aðarmálum, so verður tal-
an um eina eftirlønar-skip-
an, kemur tað málið eisini í
vinnunevndina.
– Vinnunevndin fær eis-
ini nógv mál, sum á ein ella
annan hátt viðvíka útjaðar-
anum í Føroyum, eitt nú
postmál og samferðslumál.
– Í hesum sambandi havi
eg havt stóra gleði av
samstarvinum
í
vinnu-
nevndini, tí tær royndir eg
havi eftir fleiri ár í nevnd-
ini, er, at nevndarlimirnir
yvirhøvur hava havt sera
stórt forstáilsi fyri trupul-
leikunum hjá útjaðaranum.
Tað vónar hann verður
lagið eisini hesum val-
skeiðnum og tað er ikki
mist hetta, sum ger arbeiðið
í vinnunevndini serstakliga
spennandi.
Ikki skundast
ígjøgnum
Hann leggur eisini dent á,
at hann ætlar at ikki at lata
tíðarfreistir stýra arbeiðið í
vinnunevndini.
Tað, hann sipar til er, at
vanligt hevur verið, at beint
áðrenn tingið skal til hús,
kemur ein ørgrynna av
málum, sum øll skulu av-
greiðast upp á stutta tíð.
– Men nervar ikki Henrik
Old, tí hann sigur, at hann
fer ikki at lata seg stýra av
tíðarfreistum.
– Øll málini skulu hava
eina gjølliga viðgerð, so
stendur tað til tey, sum
leggja uppskotini fram um
at leggja tey fram í so mik-
ið góðari tíð, at stundir
verða til at viðgera tey,
sigur Henrik Old.
ì komandi bløðum fara
vit at tosa við Henrik Old
um fiskidagar, landbún-
aðarjørð og um einskilj-
ingar yvirhøvur.
Eg fari at lurta
nógv eftir øðrum
– Eg havi sett mær fyri, at so leingi eg eri tingmaður, skal eg ikki hava eina tað einastu tímaløn
á landi afturat tingmannalønini, sigur Henrik Old, sum hevur fingið eina lyklastøðu í
føroyskum politikki
C
M
Y
K
5
4