mikudagur 17. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 134 - 17. juli 2002
Nr. 134 - 17. juli 2002
7
Grundstykkið til
eldrasambýli verður
nú gjørt byggibúgvið
niðanfyri og
innanfyri skúlan
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Longu fyri tíggju árum
síðan hevði Nes kommuna
ítøkiligar
ætlanir
um,
hvussu skúlin á Toftum
skuldi byggjast út, men
kreppan, sum reið um alt
samfelagið tá, førdi til, at
hesar ætlanir vórðu lagdar
til síðis.
Soleiðis sigur kommunan
í sonevndu formansfrá-
greiðingini til roknskapin
fyri 2001, sum borin varð í
hvørt hús í Nes kommunu
herfyri.
Lagt verður aftrat, at
bygdaráðið arbeiðir nú
aftur við at fyrireika skúla-
útbygging, sum mett verður
at vera alneyðug.
Á fíggjarætlanini fyri
1999 vóru 2 milj. krónur
settar av, 3 milj. krónur í
2000 og 3,5 milj. krónur í
2001. Í ár eru 2,7 milj.
krónur settar av. Hetta gev-
ur stívliga 11 milj. krónur
yvir fýra ár.
Við árslok 2001 var
skúlabarnatalið
í
Nes
kommunu 203.
Undir bygging í ár
Í frágreiðingini verður eis-
ini víst á, at tørvurin á
røktarplássum til tey gomlu
og veiku økist støðugt.
Saman við hinum komm-
ununum í oynni, eigur Nes
kommuna Eysturoyar Ellis-
og Røktarheim og Um-
lættingarheimið í Gøtu.
Aftrat hesum verður Vist-
arheimið í Runavík brúkt,
og nøkur fólk í kommununi
hava eisini verið til um-
lætting í kommunalum
sambýlum aðrastaðni.
Nú verður so arbeitt við
at fyrireika bygging av
einum eldrasambýli í Tøv-
uni á Toftum.
Grundstykkið
verður
gjørt byggibúgvið, og Nes
kommuna miðjar eftir at
fara undir sjálva bygg-
ingina í hesum árinum.
Við árslok 2001 átti
Nes kommuna slakar
12 milj. krónur á bók.
Hetta eru slakar 7
milj. krónur meira
enn við ársbyrjan
2001. Vøksturin
stavar frá størri
skattainntøku og
minni nýtslu
KOMMUNUTÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Nakað herfyri fingu borg-
ararnir í Nes kommunu árs-
roknskapin hjá kommununi
fyri 2001 bornan á dyrnar.
Við roknskapinum fylgdi
eisini ein sonevnd for-
mansfrágreiðing, sum vit
fara at hyggja niður í.
Í frágreiðingini ásannar
bygdaráðið, at árið 2001var
eitt gott ár fyri kommun-
una; virksemið var stórt, og
arbeiðsloysið minkaði nið-
ur í einki. Somuleiðis vóru
skattainntøkurnar
størri
enn mett.
Skattainntøkan hjá Nes
kommunu í 2001 var 26
milj. krónur ella heilar 5
milj. krónur meira enn
mett. Skattaprosentið var
19,9%, bæði í fjør og árið
fyri, so økingin stendst av
øktari inntøku hjá borgar-
um og partafeløgum.
Kommunan hevði eisini
aðrar rakstrarinntøkur í
2001, eitt nú frá dagrøktini,
havnini og svimjihylinum.
Hesar vóru stívliga 2,9
milj. krónur í mun til metta
talið, sum var slakar 2,3
milj. krónur.
Tá ið samanum kom,
vóru samlaðu útreiðslurnar
hjá kommununi minni enn
mett í fíggjarætlanini fyri
2001, og hetta stavar part-
vís frá heldur minni ak-
tiviteti á ymiskum økjum
enn upprunaliga ætlað.
Við árslok 2001 átti Nes
kommuna slakar 12 milj.
krónur á bók. Hetta eru
slakar 7 milj. krónur meira
enn við ársbyrjan 2001.
Vøksturin stavar frá størri
skattainntøku og sum nevnt
eisini minni nýtslu.
Fólkatal og búseting
Hóast positivu gongdina og
góðu útlitini hjá kommun-
uni - við ongum arbeiðs-
loysi, sterkum vinnulívi,
ongari skuld og nógvum
miljónum á bók - vaks
fólkatalið tó lítið og einki í
2001. Við ársbyrjan búðu
1166 fólk í kommununi og
1169 við árslok 2001. 57
fólk fluttu til kommununa,
harav 26 fólk úr útland-
inum. 18 børn vórðu fødd.
Á hinari síðuni fluttu 70
fólk úr kommununi og tvey
fólk doyðu í 2001. Hetta
gevur
ein
fólkavøkstur
uppá trý fólk.
Men fólkavøksturin í Nes
kommunu hevur tó verið
størri okkurt árið, tí í
frágreiðingini sigur komm-
unan, at "fólkavøksturin
hesi seinastu árini hevur
havt við sær, at í dag er so
gott sum fólk í øllum hús-
um. Haraftrat vórðu nøkur
hús bygd í 2001, og onnur
vóru í gerð.
Kommunan
sigur,
at
eftirspurningurin
eftir
grundstykkjum er vaks-
andi, og kommunan hevur
fleiri umsóknir liggjandi
um grundstykkir í út-
stykkingini millum Gadd
og Kvíggjarheygg. Hetta er
samstundis eisini einasta
øki, sum kommunan kann
vísa fólki á, sum vilja seta
búgv.
Annars
arbeiðir
Nes
kommuna eisini við nýggj-
um útstykkingum Undir
Nesinum.
Alneyðugt er at útbyggja skúlan
Eingin fólkavøkstur, hóast
arbeiði er til allar hendur
Nes kommuna er væl fyri fíggjarliga, og arbeiði er til allar hendur. Nógv virksemi er á økinum millum Oyrarnar og
Kassamiðstøðina.
Mynd: Vilmund Jacobsen
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Í samráð við Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuna
verða regluligar vatn-
royndir tiknar av vatn-
inum í Nes kommunu.
Hetta verður gjørt fyrst í
hvørjum mánaði, og fáa
virkini tá fráboðan um
úrslitið.
Í
formansfrágreið-
ingini til roknskapin fyri
2001, sigur kommunan,
at royndirnar hetta árið
vístu, at dygdin á vatn-
inum er góð.
Kommunan arbeiðir
tó støðugt við at betra
um dygdina, soleiðis at
vatnið fær best hóskandi
pH-virði, sum tað eitur.
Ein liður í hesum er, at
eitt doseringsanlegg er
sett upp í reinsiverk-
inum. Aftrat hesum eru
nýggj reinsifiltur og
strálianlegg sett upp,
sum tilsamans merkja,
at reinsiorkan er tví-
faldað.
Hóast vatngoymsl-ur-
nar eru stórar, sigur
kommunan, at vatn-
nýtslan er økt so mikið,
at neyðugt er at pumpa
vatn úr Toftavatni um
summarið. Hetta kostar
1 krónu fyri hvønn rúm-
metur av vatni, og tí
mælir kommunan øllum
til at ansa eftir vatn-
nýtsluni.
Neyðugt er
at pumpa
Við árslok 2001 var talið av skúlabørnum í Nes kommunu 203. Seinastu fýra árini hevur
kommunan sett stívliga 11 milj. krónur av til skúlabygging. Niðanfyri og innanfyri skúlan
verður økið eisini gjørt byggibúgvið til eldrasambýli.
Mynd: Vilmund Jacobsen.
Fimm fólkatónleikar-
ar úr Englandi og
Danmark geva í dag
út fløguna "Færd" við
tónleiki, sum millum
annað tekur støði í
varðveitta nótasavn-
inum hjá J. C. Svabo.
FLØGUÚTGÁVA
Rúnar Reistrup
Í 1928 varð eitt nótasavn
eftir Jens Christian Svabo
funnið á loftinum í Pæsa-
stovu í Havn, har Svabo búði
seinastu nógvu árini av lívi
sínum. Savnið verður mett at
stava frá umleið 1775.
Í dag verður ein fløga út-
givin, sum í stóran mun tekur
støði í hesum nótasavni.
Tað eru fimm fólkatón-
leikarar, tveir úr Englandi
og tríggir úr Danmark, sum
hava tikið stig til fløguút-
gávuna, sum verður nevnd
"Færd". Heitið vísir til
temaið hjá fløguni, ið er
æviga ferðin hjá tónleikin-
um frá landi til lands og frá
manni til manns.
Á fløguni eru nútímans
tulkingar av eldri løgum,
sum bera dám av at hava
ferðast millum lond og
fólk. Eftir at hava spælt
burturúr nótasavni Svabos,
meta
fólkatónleikararnir
handan fløguna tað verða
týðuligt, at J.C. Svabo hev-
ur
fingið
tónleikaligan
íblástur á ferð síni í
Englandi í 1775.
Hini løgini á fløguni eru
danskar vísur, sum hava ver-
ið brúktar í dansi av føroy-
ingum, og sdum soleiðis eis-
ini hava fingið dám av at
ferðast.
Konsertir kring
landið
Fløgan "Færd" verður útgiv-
in í Føroyum í morgin í sam-
bandi við at fýra av teimum
fimm tónleikarunum á fløg-
uni eru í Føroyum í løtuni,
her tey skulu spæla konsertir
fleiri staðni í landinum. Í
komandi mánað verður fløg-
an givin út í Danmark.
Tað eru Karen Tweed og
Ian Carr úr Englandi, og
Peter
Uhrbrandt,
Eskil
Romme og Nana Lüders úr
Danmark, sum framføra
løgini á fløguni.
Fólkatónleikarar tulka J.C.
Svabo
Fiskavirking
á Tvøroyri
leggur ikki
stilt
Hóast hetta er há-
sesong fyri svart-
kalva, er lítið at fáa í
løtuni.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á Fiskavirking á Tvør-
oyri verður ikki lagt stilt í
summar. Har fara tey at
arbeiða hvørja viku uttan
steðg nú í summar. Tað
merkir tó sjálvandi ikki,
at fólk ikki sleppa í
summarfrí.
Sum skilst, er tað ser-
liga svartkalvin sum ger,
at virkið ikki leggur stilt.
Hetta er - eftir hvat kønir
siga - hásesong fyri
svartkalva, men í løtuni
er lítið at fáa.
Garnaskipið,
Váða-
steinur, landaði 13.400
pund av svartkalva týs-
dagin, og tað er ein lítil
túrur í mun til árstíðina.
Sagt verður, at yvir-
høvur lítil svartkalvi er at
fáa í løtuni, men vónað
verður, at fiskiskapurin
fer at taka seg uppaftur,
nú tíðin skuldi verið góð.
Tríggir trolarar
Mánadagin
landaði
lemmatrolarin, Vestur-
skin, 180.000 pund á
Tvøroyri. Meginparturin
av veiðini var góður upsi.
Á Tvøroyri siga tey, at
størsti parturin av veiðini
hjá trolaranum var upsi 3.
Nakað var eisini av upsa 2
og upsa 4, men sum heild
var slagið betur, enn tað
hevur verið í seinastuni.
Í dag landa Vestmenn-
ingur og Fram á Tvør-
oyri, men tá ið vit frættu
haðani fyrrapartin í gjár,
var ikki greitt, hvussu
nógv skipini høvdu inni.
C
M
Y
K
7
6