Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 134 - 17. juli 2002 Nr. 134 - 17. juli 2002 9 Æviga kjakið um jødarnar Kim Simonsen Stóra gølan í hesum døgum í Týsklandi, er um eina bók, tí nú herfyri útkom bókin Tod eines Kritikers, eftir Martin Walser, ið er hildin at vera ein jødahatandi lyklaskaldsøga, um jødan og kritikaran Marcel Reich- Ranicki. Die Zeit og Der spiegel eru á tremur av greinum um henda løgna tilburð. Martin Walser er ein kendur høv- undi, ið útgevur bøkur sínar á viðagitna Suhrkamp for- lagnum, hann hevur hesa- ferð skrivað eina skald- søgu, har ein jødiskur krit- ikari verður dripin, og øll vita, at tað er hin mangan ovur atfinningarsami Mar- cel Reich-Ranicki, ið hevur eina sjónvarpssending, har hann mangan kolldømir manga bókina. Frank Schirrmacher kall- ar í Frankurter Allgemeinen bókina fyri: »eine Doku- ment des Hasses«. Eitt hatursskjal og ein dreymur um morð. Der Spiegel hev- ur hesa søguna á forsíðuni, har serliga greinin: »Endin á góðum tíðum« – Týski longsulin eftir »tí vanliga«, er góð, har fremstu týsku høvundar og politikarar vera tikinir fram, og alt holocaust temaið vísir seg í fullum loga. Spurningurin millum týsk intellektuell er tí fyri tíðina, um Martin Walser er ein antisemittur, ein jøda- hatandi høvundi, ella ein, ið vil skriva um okkurt, ið enn finst í Týsklandi. Við síni speisomu skaldsøgu, mein- ar Elke Schmitter á Der Spiegel, at hann brýtur mark fyri speisemi í Týsk- landi, man kann ikki skilja, morð á ein jøda í Týsk- landi, sum satiru, men sum okkurt annað, kanska, ella helst, rasuhatur. Martin Walser sjálvur hevur í einum øðrum høpi sagt, at: »Fyrr ella seinni gerst alt til list. Um tað at síggja, at tað man hugsar ikki er sum tað sum man vil hugsa, hetta má eisini skrivast. Á einum degi upp- livir tú so nógv meiri, enn tú kanst skriva eftir einum degi. Í eini yrking kann man t.d. siga alt.« Á bókamessuni í Tübing- en kom eg í hóslag við Suhrkamp forlagið, ið hev- ur útgivið hesa bók, hvørs viðskiftafólk góðu mær nógvar stórar faldarar. Í hesum døgum hevur hvør tann einasti bókhandil sett bøkur fram av jødiska krit- ikaranum og bókmenta- frøðinginum Marcel Reich- Ranicki. Tey flestu meina, at virda forlagið Suhrkamp, ikki skuldi útgivið eina slíka bók, ið er so umstrídd og eggjar til ógvusliga mót- søgn og ósemjur í Týsk- landi í dag. Slíkt kjak elvir tó til at bæði bøkurnar hjá Martin Walser selja sera nógv, samstundis sum bók- mentafrøðingurin Marcel Reich-Ranicki, gerst enn meiri kendur. Ævigi jødin og týski samleikin Tað er altíð ein skuggi yvir tí modernaða Týsklandi, ið minnir um fortíðina. Hevði Martin Walser útgivið bók sína í einum øðrum samfel- ag, hevði hon ikki fingið sama ans, tí í Týsklandi er søgan enn pínuelvandi. Týski samleikin sum sjálvt ríki, uppbygdur á toftir av sorlaðum býum, spjaddum og hálvdeyðum familjum, hópdrápið, og tí ræðuligu vitan, at ommur og abbar hjá teim ungu í dag, vóru noydd inn í Hitlerjugend, at hetta háborna mentaða samfelag skuldi fella niður í systematiskan og teknisk- an rationella óndskap. Týskland, ið gav okkum Bach, Beethoven, Mahler, Schiller, Goethe, Kant, hvussu kundi hetta landið fara so illa, fyri bert 55-56 árum síðani? Sjálvandi kenna vit søguna um Versaisáttmálan, ið ásetti ovurhonds krígsendurgjald á Týskland, ið rendi samfel- agið inn í eina botnleysa in- flatión og tí framdi eina desperata øði millum fólk, ið skapti rúm fyri einum málaralærlingi frá Wien, sum longu í 1924 royndi at kvetta í einum ølkjallara í Suðurtýsklandi. Árini í fongsli endaðu við dagbók- unum: »Mein Kampf« , har alt stendur skrivað, ein hevur brúk fyri at vita um Adolf Hitler. Eftir at verða valdur av fólkinum, brendi hann Parlamentsbygningin í Berlin, og gav einum há- lendingi skyldina, at hesin skuldi haft sett eld á eini tríati støð í senn. Hesin maður, varð eitt offur fyri justitsmorð, um man kann kalla løgfrøðina hjá Carl Schmidt og øðrum fyri »løgfrøði«. Hann, ið heldur fimti ár vera nakað, í einum søgu- ligum høpi, skilir ikki søgu. Týskland er enn í »knúsi«, metaforiskt og í veruleika- num, í kendum býum sum Dresden, Frankfurt am Main, Stuttgart og Berlin, eru býarkjarnar sorlaðir niður, her vóru kirkjur, listasøvn, miðaldrarbýling- ar, handlar, bókasøvn, alt er burtur, brent og sorlað nið- ur. Hetta gevur eina serliga eyðmýkt eitt lítillæti, ein longsul og torført er at gloyma jødarnar. Keldur: Die Zeit Der Spiegel Frankurter Allgemeinen Martin Walser Kritikarin: Marcel Reich-Ranicki Hetta er júst tíðin, tá Føroyar fáa flest vitj- anir uttan úr heimi. Á Norðoya Kunningar- stovu hava tey merkt til eina framgongd viðvíkjandi ferða- fólkatalinum hetta summarið, í mun til seinasta ár FERÐAVINNAN Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, er væl nøgdur við talið av vitjandi higartil hetta summarið. - Vit hava eini 100 fremmanda fólk inni á gólvinum hvønn dag, um- framt at fleiri føroyingar eisini støkka inn á gólvið. So sum heild eru vit væl nøgd, sigur hann. Stór framgongd Christian greiðir eisini frá, at talið av vitjandi frá mai og til juni mánaða ikki var av tí allarbesta. - Í veruleikanum var talið stak vánaligt, og nógv minni enn um sama mundið seinasta ár. Men hóast tey á Kunn- ingarstovuna ikki vóru nøgd við fyrru helvt av summarinum í ár, so hevur seinna helvtin roynst heilt væl. - Í byrjanini av juli mán- aða upplivdu vit eina stóra framgongd, og hevur talið av ferðandi verið heilt stórt hesa seinnu helvt av summ- arinum. So alt í alt hava vit merkt eina framgongd í mun til talið av ferðafólki seinasta ár, sigur Christian. Tilsamans hava eina 600 ferðafólk úr útlandinum verið inni á gólvinum hjá Norðoya Kunningarstovu hesa seinnu helvtina, með- an eini 35 føroyingar vitja stovuna hvønn dag. Breiður ferðaskarði Tað slepst ikki uttanum, at danir eru í fleirtali, tá spurt verður, hvar øll hesi ferð- andi koma frá. Eftir danir koma bretar, og sum nummar trý á list- anum finna vit týskarar. - Hetta kemst uttan iva av tí so nógv umtalaða luta- kastinum innan fótbóltin, heldur Christian. Men kunningarstovan fær eisini vitjandi, sum eru komin til Føroya gjøgnum eina nakað longri farleið. - Nakrir italiumenn og franskmenn hava verið á gólvinum, men vit hava eisini havt vitjanir heilt frá Japan og Atlanta, greiðir Christian frá. Ein so fjølbroyttan vitj- unarskarða hevur Norðoya Kunningarstova ikki havt tey undanfarnu árini. - Føroyar gerast jú meir og meir kendar úti í heim- inum, og hetta merkist kanska serliga á teim ferð- andi, sum vitja okkar land, sigur Christian. Áhuga fyri fiski Ferðafólkini, sum vitja Klaksvík, steðga sum oftast bara einar tveir til tríggjar dagar í býnum. Hetta kemst óivað av, at tey flestu einans vitja Før- oyar í umleið eina viku, og býta tey frítíðina sundur í fleiri smærri vitjanir ymsa- staðni runt í landinum. Í Norðoyggjum er tað serliga náttúran, sum hevur teirra áhuga, og ynskja tey flestu at fara ein gongutúr niðan á Enniberg, sum ligg- ur á Viðareiði. - Hetta er eisini ein frá- líkur túrur. Men sum við øllum øðrum, so hevur veðrið eisini her ein av- gerandi lut í spælinum. Um ikki viðrar, so ber jú ikki til at fara til gongu í fjøllun- um, sigur Christian Olsen frá Kunningarstovuni. Men Enniberg er tó ikki tað einasta, sum ferðafólk- ini hava áhuga fyri. - Tey flestu fara ein gongutúr framvið kei-kant- inum við Kósina og kryvj- ingarvirkið í Klaksvík. Her kunnu tey síggja, hvørji sløg av fiski verða tilvirkað her í býnum, og er áhugin stórur fyri hesum túrum, greiðir Christian frá. Eisini Forminnasavnið og Christianskirkjan fáa fleiri vitjanir, og fara tey flestu eisini ein túr til Kunoyar og Viðareiðis. Matpakkin er søga Fyrr varð oftani klagað um, at Klaksvík ikki hevði nóg mikið at bjóða ferðafólkun- um, sum komu hendan vegin. Men sambært Christiani er hetta nú søga. - Vit kenna øll søguna um ferðafólk, sum høvdu mat- pakkar við úr Havnini, men í dag eigur Klaksvík fleiri matstøð at bjóða ferðafólk- unum. So matpakkin úr Havn er nú fortíð, greiðir hann frá. Klagurnar gerast eisini færri og færri, og Norðoya Kunningarstova fær í dag fleiri positivar afturmeld- ingar, heldur enn tær keðiligu. - Serliga matstovurnar í Klaksvík fáa eitt gott skoðsmál frá teim ferðandi, meðan onkur hinvegin hev- ur hug at finnast eitt sindur at veðrinum, sigur Christi- an Olsen at enda í stuttu samrøðuni frá Norðoya Kunningarstovu. Norðoya Kunningarstova: Framgongd í ferðafólkatalinum Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, er væl nøgdur við talið av ferðafólki hetta summarið Matstovurnar í Klaksvík fáa sum oftast eitt sera gott skoðsmál frá teim ferðandi. C M Y K 9 8