Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. desember 1978síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 sosialurin Nr. 95 — 16. desember 1978 Samreða við útvarpsstjóran, Niels Juel Arge: | Føroyingar eru tidindanarkomanar — og tað skapar ein åvisan illvilja móti útvarpinum — Jú, víst hava vit eitt veldugt vald. „Á Vit bombardera dagliga hvert einasta heim og hvert einasta menniskja í Før- oyum. Vit mugu tí vera øgiliga varnir, hvat vit m.a. siga í krepputíðum. Vit kunnu gera, at alt fer í skeiva borðið, sigur Niels Juel Arge m.a. í hesi samrødu. Sosialurin hevur vitjað í útvarpinum, har vit hittu stjóran, Niels Juel Arge og skiftu orð við hann. Seinasta leygardag visti Niels Juel Arge i Sosial- inum aftur teimum skuld- setingum, sum eru settar fram móti útvarpinum i sonevnda neytamálinum. Útvarpsstjórin segði m. a., at útvarpið ikki hevði borið seg skeivt at í hesum máli. Hann nevndi í hes- um sambandi, at eitt av tí fremsta hjá øllum útverp- um í vesturheiminum er at verja demokratiið. Politikarar vilja sleppa framat Vit spurdu útvarpsstjór- an, um tað hendir seg, at politikarar royna at sleppa framat í útvarpinum fyri at verja síni sjónarmið. Til hetta sigur útvarps- stjórin: — Tað koma vit út fyri bæði tidliga og seint, men eg fari ikki at hanga nakr- an út, tí eg skal jú liva saman við ellum hesum politikarunum í tey 12 ár- ini aftrat, til eg verið 70 ár Fi og leggur Niels Juel Arge afturat. — Um eg ikki verði tveittur frá áðrenn. Glaður at fáa kritik — Vit síggja av og á les- arabrev og greinar, har fólk kritisera útvarpið. Dámar tær kritik? — Vit eru sjálvandi glað fyri at fáa kritik. Tí kritikkur kann vera leið- beinandi fyri steðuna, sum lurtararnir kava, og tað er gott hjá okkum at vita, hverja steðu teir hava. Tá kunnu vit gera okkum eina meting um, hverja leið vit eiga at fylgja. — Er kritikkurin av út- varpinum nóg væl grund- aður? — Eg sakni sakligan kritik av útvarpinum. Kritikkur skal ikki altíð skiljast niðursetandi, men hann kann eisini vera ein hjálp hjá útvarpinum. Útvarpslógin krevur nógv meira — Eru útvarpsskráirnar nóg fjelbroyttar? Niels Juel Arge kring oyggjarnar við mikrofonini — Eg vil viðganga, at vit kanska hava verið eitt sindur einoygd í åvisum valum av programmum, men tað eru jú øll menn- iskju av og til. Júst hetta kann hjálpa okkum at leggja á ein annan bógv í kanska eina tid. Vit hava við teimum fáu starvsfólkunum og teirri stuttu senditidini íkki meguleika at greiða úr hondum alt tað, sum út- varpslógin veruliga ásetur og krevur av einum fer- oyskum útvarpi. Sjáivur haldi eg, at út- varpið skuldi verið meira fjølbroytt og havt nógv meira tilfar, enn vit senda í løtuni. — M.a. hvat krevur lógin av útvarpinum, sum einki verður gjert við í dag? — Tað er tann stóri parturin av tilfarinum, sum vit einki kunnu gera við. Vit eru bert átta programfólk. Hesi skulu eisini skriva tíðindi og vera á fastari vakt, og tí sigur tað seg sjálvt, at tað má liggja nógv á láni. — Hvussu nógv fólk krevst fyri at útvarpið kann rekka steði, sum lógin leggur hesum stovni? — Vit skulu ikki vera færri enn 30 programmed- arbeiðarar. — Hvat er orsøkin til núverandi steðuna hjá út- varpinum? — Útvarpið hevur so lítið av pengum at ráða yvir, at tað er ikki meira enn til at ana av. Vit fáa so lítið sum meguligt í út- varpsgjaldi. Í dag hava vit skrásett 17.000 radiotól, og gjald- ið fyri hvert tólið er 155 kr. um árið. Vit fáa eina miljón kr. fyri kunngerðir. Haraftrat fáa vit pengar frá V4-dråttinum. Hesir pengar fara tó til bygg- ingina av einum nýggjum útvarpshúsi. Annars hevdu vit kanska ong- antíð fingið eini hús. Politikararnir hava svikið — Eg meini, sigur Niels Juel Arge vidari, at pol- itikararnir hava svikið Feroya fólk við ikki at geva útvarpinum figgjar- ligar meguleikar. Politik- ararnir kundu havt givið okkum loyvi at hækka út- varpsgjaldið. Eg ivist ikki í, at fólk hevdu verið glað fyri tað, sjálvt um gjaldið hevði verið tað dupulta. Teir kundu eisini havt latið eitt bloktilskot úr landskassanum, men tað vilja teir ikki gera, leggur útvarpsstjórin aftrat. Eg veit ikki, hví teir ikki vilja gera tað, men eg vil sum vanligur lurtari bert spyrja. um politikararnir á tann hátt vilja bremsa upplýsingararbeiðinum i Føroyum? Tað er møgu- ligt, at tað er orsøkin. Eg Á Bryggjubakka í Vågsbotni. Her heldur útvarpið til Á „* 8 veit tað ikki, men eg trúgvi ikki, at tað eru pen- ingaligar umsteður, sum gera tað. Eg skuldseti teir ikki fyri at gera tað. Men ein má viðhvert seta sær tann spurningin, um orsøkin er at teir halda, at eitt út- varp vil upplýsa fólk ov nógv — soleiðis at teir ikki kunnu hóreiggja sær sum teir vilja. Tann spurningin seti eg mær mangan. Sleppa ikki at hækka gjaldið — Hver kann hækka út- varpsgjaldið? — Tað er legtingið við sínum limum í figgjar- nevndini. Vit plaga at skjóta upp at hækka gjaldið við 10 kr., tí vit vita, at figgjarnevndin als ikki gongur við til at hækka útvarpsgjaldið. Men hesi seinastu tvey ár- ini hevur landsstýrið kort- ini gingið við til at hækka tað við 10 kr. Henda hækking er kortini ikki nokk til dyrtidaruppi- skoyti. — Hvussu verða útverp figgjað aðrastaðni? — Har verða tey figgjad gjøgnum útvarpsgjald og ymsastaðni eisini við lys- ingum. Útvarpsgjaldið verður sett eftir torvi út- Hetta hendur eftir áheitan frá sjálvum útvarpinum. varpsins sum oftast Stór uppgáva at upplýsa - Nú hava vit tosað um umsteðurnar hjá útvarp- inum. Kanst tú síga okk- um, hvat endamålid er við hesum stovni? — Endamálið er stutt og greitt at greiða fólki frá, hvat fyriferst í samfelag- num, kritiskt at eygleiða tað, sum hendir og vera eygu hjá lurtarunum. — Tað er ein stór upp- gáva at átaka sær at skula upplýsa fólk. Sjálvur haldi eg eisini, at tað er ein sera stórur partur av Feroya fólki, sum trýtur upplýsing. — Kanst tú grunda hetta? — Hetta er fyrst og fremst nakað, sum eg havi varhugan av. Tað kemur serliga til sjóndar, tá vit hava kritiskar steður, sum eitt nú við neytamál- inum. Fólk eru ofta lítið upplýst Tann støda, sum fólk tek- ur, er ofta illa undirbygd. Hetta kemst av tí, at fólk fyri ein stóran part ofta ikki eru nóg væl upplýst. Eg haldi, at ein stórur partur av Feroya fólki á ein ella annan hátt ikki tekur ímóti upplýsingi. — Kann útvarpið gera nakað við tað? — Eg trúgvi, at høvdu vit havt umstødur til at givid meira og betri upp- lysing gjøgnum utvarpid, sum visur seg at vera sera væl egnad til at upplys- andi arbeiði, so hevði nógv verið ødrvisi í dag. Ein stórur partur av fólki ynskja ikki at fáa meiri upplýsing tá tey fara úr skúlanum. Hetta kunnu vit m.a. takka teimum donsku vikublødunum fyri. Hetta gevur ikki ta upplýsing, sum hevur samband við okkara sam felag. —