Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. desember 1978síða 27

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 16. desember 1978 sosialurin Si8a 27 Storsligin og hugtakandi listarframsýning Í gjár lat ein stórsligin og hugtakandi listarframsyning upp í Havn, sum til fulnar prógvar listargávurnar hjá Ey- vindi Mohr. Hann lýsir náttúruna í sínum veldi og yndi og mannalagnunar stríð við hana. Stóra listarverkið hjá Eyvindi Mohr: Teir vinna ikki upp land. Sjógvurin holvist yvir bátin Framsýningin kennist sum ein heild. Eyvindur er meira fullkomin í sínum verki. Tað er lagt eitt sterri arbeiði í málningar- nar, sum virka djúpari og eru meiri sigandi. Ikki ti. Tú kennir Eyv- ind aftur. So nógv hevur hann ikki broytt seg, men hann hevur slept nakað av tí stíva og knappa sum nógvir av málningum hans hava borið dømi av. Målningarnir å framsyn- ingini eru meira heil- stoyptir við frálíkum kompositionum. Eyvindur er ekspres- sionistur. Vid vælvaldum litum, frålikum litspæli millum skugga, sól, kveldarroða, tað blágráu skýmingina, brimið, æl- ini, friðsæluna vísir hann okkum landið, oyggjarnar Í lýsingini fara fólkini oman móti neystunum — er nak- ar bátur at siggja? og bygdirnar. Dagandi fjallatindar. Grenar eingir í blóma. Á veg til Elduvíkar eftir bygdagøtuni. Viðareiðis kirkja vid ti djúpbláa hav- inum aftanfyri, har alt kennist oydi og einsligt, Fámjin i vesturskini, Sumbøur í sól og tann fløvandi kirkjubøar- myndin. Hetta eru måln- ingar, sum renna aftur i hugan eftir at hava vitjad framsyningina. Høvudsverkid å fram- syningini er ein triologi — um vit kunnu brúka tað hugtakið innan málning- ar. Eg meti, at hesir málningarnir eru nakað av tí besta, sum Eyvindur hevur avrikað. Allir triggir málningar- nir eru sterkir. Tað mus- iska og kensluborna lyndi Eyvinds hómast aftan- fyri. Teir eru grípandi í ollum sínum veldi, spenn- ingi og sorgarleiki. »Teir vinna ikki upp land< kallar listarmaðurin verkið. Á tí fyrsta máln- inginum fær báturin ein brotasjogv, sum holvist inn yvir bátin. Abbason- urin krekir seg fastan í akslarnar á abbanum við ti sorgbundna og dapra andlitinum. Abbin roynir líka sum at leggja seg út í borðið fyri at vega í móti, meðan pápin bert situr og stúrir. Havið er øgiligt. Náttarmyrkrið sýgur um og í fjarleikanum hómast roðin, ímyndandi deyðan. I ødrum målninginum lysir fyri degi. I degnings- vindunum fara nøkur folk blaktrandi oman móti neystunum. Alt er grátt, men onkur vónrik glæma brýtur í gjøgnum. Havið hevur lagt seg — eftir at hava tikið til sin triggjar í sama húsi Alt hevur lagt seg og vónin er burturi í ti triðja nálnineinun sum visir Vónin er slept — langtandi líta móðir og sonur út á hav mammuna, ið er við barn, saman við einum soni. Langtandi líta tey út á hav, men alt er vónleyst, tó bylgist og stridast tey við at góðtaka veruleikan Ein eymur og kenslurikur málningur. Við hesum symboliserandi trimum málning- unum hevur Eyvindur Mohr avrikað eitt dygdar- verk, sum tolir eina sam- meting við nakað av ti besta vit eiga í foroyskari málningalist Hesir málningarnir eru allir triggir tengdir saman og áttu ti ikki at komið at hingið einsæris. Tá mink- ar virði í teimum. Tað er nú útvið 10 ár síðan Eyvindur Mohr helt ta fyrstu sjålvstødugu listaframsyningina i Havnar Klubba. Tað var tann framsyningin hann måladi seg inn i hjørtuni å havnarfolki — fyri at siga tað poetiskt — við hópin av málningum úr ti gomlu og »deiligu Havnini<. A hesari framsýningini er bert tann eini. Hinir visa allir landslog, bygdalog og føroysku náttúruna i hennara veldi og friðsælu Framsýningin er í ateli- erinum hjá Eyvindi á Lút- zenstrød. Framsyningin er opin dag og 1 morgin aiturat jo-mo