mikudagur 20. desember 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 20. desember 1978
sosialurin
Síða 5
Skuldi eg valt livsstarv
valdi eg heimahjalpina
Vit halda fram við greinareðini um fer-
oysku heimahjálpina.
Í dag hava vit samreðu við tvey av
starvsfólkunum, Kathrinu Joensen, eftir-
litskvinnu og Thurid Justinussen, heima-
hjálpara.
— Eg havi eftirlit við
pleygunum í Havnini, sig-
ur Kathrina Joensen, eft-
irlitskvinna.
— Tá nýggjar pleygur
koma inn, fari eg til heim-
ið, sum sigur mær, hvat
tey ynskja skal gerast. Vit
koma so ásamt um hetta
og eisini um, hvussu
nógva tíð hetta tekur.
Sjálvandi kanni eg so
eftir, um tíðin er hósk-
andi.
— Hvat umfatar ar-
beiðið hjá einari heima-
rekt?
— Likamsrøkt — tó
ikki sjukrarøkt — og alt
vanligt húsarbeiði, men
ikki hevuðsreingerð. Vit
gera mat, vaska, beta
klæðir, ganga erindi og
eisini verður stórur dentur
lagdur á at hugna og
fjálga um pleygurnar.
— Halda tygum, at út-
búgvingin, heimahjálpar-
arnir fáa, er nóg mikil?
— Ja, um man hevur í
huga, at hjálpararnir duga
og eru vanir við vanligt
húsarbeiði.
— Er nakað åvist ald-
ursmark fyri at gerast
heimahjålpari?
— Nei, men gjarna
skulu tær vera yvir 18 ár.
Ongin at avloysa
Kathrina Joensen sigur,
at heimahjálpin ikki hevur
avloysarar, tá ein hjálpari
gerst sjúkur.
— Tað er ógvuliga tver-
ligt at útvega hjálp bert
fyri nakrar fáar dagar. Í
slíkum forum mugu vit
minka um hjálpina hjá
pleygunum og bert taka
tað neyðuga í fyrstu
syftu, tað er likamsrekt
og matgerð.
— Hetta man vera
nakað av einum puslispæli
fyri tykkum, men hvussu
við summarfritidini?
— Tá sekja vit eftir av-
loysarum, tibetur. Tað eru
altíð fólk, ið vilja hava
rbeiði ein ella tveir mán-
aðir.
— Hava tygum eina
ávísa tíð, har tygum eru
at hitta?
— Á skrivstovuni er
ikki pláss hjá mær at
vera, ti havi eg telefontið
heima millum kl. 8 og 10
hvenn morgun.
— At enda, hvat fekk
tygum at velja hetta
starvið?
— Mær hevur altid
dámað gomul fólk og bern
sera væl.
Kathrina Joensen, eftirlitskvinna — ógvuliga trupult at
finna avloysarar, tá heimahjálpari gerst sjúkur.
Thurid Justinussen, heimahjálpari — sjálvandi hava vit
tagnarskyldu, annars kundu pleygurnar ikki havt álit á
okkum
Thurid Justinussen
hevur verið heimahjálpari
síðani heimahjálpin varð
sett á stovn í oktober
1973. Hon sigur, at hon
valdi hetta, ti tað varð
lýst eftir fólki til »deltids«
arbeiði, og henda arbeiðs-
tið hóskaði henni væl og
tað sama kann hon siga
um sjálvt arbeiðið.
— Eg gjerdist so glad
fyri hetta, at skuldi eg
valt livsstarv i dag. so
varð tað heimahjålpin.
— Hava tygum langa
arbeiðstið?
— Nei, eg arbeiði bert
15 tímar um vikuna og
sætta hvert vikuskifti.
Aðrar hava næstan fullan
dag.
— Hvat fáast tygum-
við hesar 15 timarnar?
— Summastaðni bert
reingerð, aðrastaðni lik-
amsrekt, matgerð og er-
indi.
— Hvussu við summa. -
frítið?
— Vit hava ein mánað,
— Hvussu dámar tyg-
um skeiðini, sum hoyra til
útbúgvingina?
— Ómetaliga væl. Vit
fáa nógv tilfar heim við
okkum, sum eisini er ein
stór hjálp.
Prát og
livsvísdómur
— Hava pleygurnar >kon-
taktbehov«?
— Tað er ikki so lætt at
svara uppá. Eg haldi ikki,
tey eru einslig sum til
dømis aðrastaðni. Men
onkur eru púra einsamøll
og teimum dámar væl, at
vit geva okkum stundir at
sessast og práta við tey.
Afturimóti geva tey okk-
um nógv av sínum livs-
visdomi.
— Hava tit
skyldu?
— Ja, sjålvandi. Ann-
ars kundu pleygurnar ikki
litid å okkum.
tagnar-
— Hava tygum nakran-
tíð verið mammulån?
— Ja, men bert har
bernini hava verið sjúk og
ikki kunnað farið í dag-
pleygu og foreldrini bæði
hava arbeitt úti. Í mínum
føri var arbeiðið so at sita
hjá børnunum og syrgja
fyri matinum.
— Har onnur fólk eru í
húsinum umframt pleyg-
una, hvussu er sambandið
tá millum tykkum og tey?
— Avbera gott.
Harmoniku-
samanstoytir
á Oynni
Tað vóru fleiri ferðslu-
óhapp á Oyggjarvegn-
um í ti nógvu hálkuni
seinasta vikuskiftið.
Millum óhappini vóru
tveir tilburðir har fleiri
bilar rendu saman.
Hesi óhappini hendu
friggjadagin. Friggja-
morgunin fór ein bilur,
ið koyrdi suðureftir
norðan fyri Mjerkadal
at slingra og bilferarin
royndi at bremsa. Men
úrslitið var at 3 aðrir
bilar, sum koyrdu aft-
an fyri rendu saman.
Eingin fólkaskaði
hendi. Friggjakvøldid
hendi eitt annað
ferðsluóhapp, har 3 til
4 bilar rendu saman.
Her hendi heldur eing-
in fólkaskaði.
Politiið í Havn upp-
lýsir annars, at tað
hava verið fleiri minni
ferðsluóhapp, serstak-
liga á Oynni. Bert í ein-
um ferinum hendi
fólkaskaði. Tað var í
svinginum norðan fyri
Hunsarabotn, at eitt
konufólk misti harra-
domið á bilinum. Bil-
urin fór út av vegnum
og bilforarin fekk
nakað av skaða í annað
beinið.
Sunnukveldið rendi
ein bilur út av vegnum
norðan fyri Kvivik.
Orsekin til hetta
ferðsluóhappið var, at
bilførarin royndi at
bremsa fyri einum
seyði.
Politiið upplýsir
annars, at bilarnir sum
fara á oynna í hálkuni,
eru ov illa skeddir.
Helvtin av bilunum,
sum vóru »uppi í
ferðsluóhappi seinasta
vikuskiftið, hevdu
kavadekk.
Satt bragd
Sunnukveldið var stór-
fingin konsert í Fugla-
firði við lutteku av
Fuglafjarðar | Hornor-
kestri, Fuglafjarðar
Sangfelag og Havnar-
kórinum.
Ein tíma áðrenn
konsertin skuldi byrja
gav dagligi leiðarin av
hornorkestrinum av-
boð. Men fuglfirðingar
vóru ikki ráðaleysir.
Arnold Abrahamsen,
sum stílaði fyri ti
praktiska arbeiðinum í
sambandi við konsert-
ina, stjórnaði tá sjálv-
ur orkestrinum — og
má tað sigast at vera
eitt satt bragd. Vit
frættu úr Fuglafirði,
at konsertin var sera
væleydnað.
kring oyggjarnar
Innbrot
á Viðareiði
— fann bert
80 kr.
Tað hava ikki verið
nógv ferðsluóhapp í
Klaksvík og har norð-
anfyri hesar seinastu
dagarnar. Tvey minni
ferðsluðhapp vóru i
Klaksvík sunnudagin
og leygardagin. Lítil
skaði kom á bilarnar,
og fólkaskaði var eing-
in.
eiði um vikuskiftið.
Ein viðingur var farin
til Klaksvíkar friggja-
kveldið. Tá hann kom
aftur til hús sunnudag-
in hevði verið innbrot í
húsunum. Onkur var
komin inn gjøgnum
fjósið og var sloppin
inn í sjálv húsini. Har
hevði viðkomandi
brotið eitt lítið penga-
skáp upp. 80 krónur í
smápengum var alt,
sum var í skápinum.
Politiið í Klaksvík
sigur, at einki annað
var tikið úr húsinum.
Annars frætta vit úr
Klaksvík, at teir hava
ikki tikið fólk, sum
hava koyrt við kenning
síðani 30. november.
Seinastu tíðina eru
nógvir bilar stolnir í
Klaksvík, men í teim-
um flestu ferunum eru
bilarnir afturfunnir og
tjóvarnir tiknir.
Tikin tvær ferðir
við kenning
somu náttina
Beint fyri midnátt
leygarkveldið varð ein
maður tikin í Hósvík
fyri at koyra við kenn-
ing. Hann varð fluttur
til Havnar, har ein
blóðroynd varð tikin av
honum. Síðani koyrdi
politiið hann
aftur, til hús.
Men góðar tveir tim-
ar seinni varð sami
maður aftur tikin,
hesaferð norðanfyri
Kollafjør3. Og so
noyddist hann aftur til
Havnar at lata blóð.
Hesaferð mátti hann
sjálvur greiða at sleppa
til hús aftur.
norður
Innbrot
Seinastu tíðina hava
verið fleiri innbrot í ki-
oskum og hjá privatum
í Havn. Politiið hevur
tikið tikið fýra 17 ára
gamlar, sum eru mis-
tonktir fyri at hava
framt herverkið.