leygardagur 23. desember 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 97 — 23. desember 1978
Eg forði ongum at geva bøkur út
Tað eru ivaleyst rithevundar, sum sjálvir vilja geva
sínar bøkur út, og hví skuldi eg forða teimum í ti?
Bókagarður hevur 10 ár á
baki, og mikið er sagt og
skrivað um hetta virkna
forlag. Bæði av góðum og
minni góðum. Í seinasta
Sosiali hevði Martin Næs
grein um Bókagarð, har
hann segði seg ivast í, um
Emil ger hetta bert av
alski til fødilandid.
Vit hava vent okkum til
Emil, og spyrja hann um
arbeiðið við Bókagarði er
einans at vinna sær pen-
ing.
Emil vísir her til tað,
sviin Bjørn Hagstrøm
skrivaði í seinasta Bóka-
tíðindi:
Den yttersta drivfjå-
dern bakom detta márk-
liga bokførlag ár kárleken
till Fårdarna och den
brinnande ønskan att de
skall førbli fårøiska — och
det kan de inte utan en
genuin fárøisk kultur.
Emil har førstátt, att
spráket och litteraturen ár
denna kulturs mest genu-
ina och dyrbara yttring.
Endurprent
— Í nevndu grein í Sosial-
inum verður sagt, at
Bókagarður ger ov nógv
av at endurprenta gamlar
bókmentir. Er hetta
beint?
— Av teimum 133 bind-
unum, sum Bókagarður
hevur givið út, er nærum
helmingurin nýútgávur.
Viðvíkjandi Varðanum er
gjørd avtala um, at eg fái
25 prosent fyri avgreiðsl-
una og seluna og Varðin
fær restina, um eina milj-
ón krónur. Hetta er ikki
meir enn tað ein vanligur
bókhandil fær fyri at selja
eina bók, sum verður løgd
á skivuna hjá teimum.
— Hevur tú endur-
prentingarrætt til teir
Varðar, sum nú koma út?
— Nei.
— Ert tú harmur um ti-
líkan kritikk?
— Sakligar atfinningar
kunnu vera vegleiðandi,
og verða sjálvandi tiknar
til eftirtektar.
Fyri at venda aftur til
endurprentingarnar vil eg
halda, at hesar vóru neyð-
ugar. Tær hava verið til
stórt gagn málsliga og
mentanarliga fyri heimini
og skúlarnar í Feroyum.
Tað eru nógv, bæði ung
og eldri, kring alt Feroya
land, sum hava takkað
mær fyri, at hesar endur-
prentingar komu í bók.
— Tú hevur ikki verið
heilt einsamallur um hetta
arbeiði. Hvussu metir tú
hesi 10 árini hava eydn-
ast?
Her visir Emil til tað,
hann skrivaði í seinasta
Bókatíðindi, og er tað so-
ljóðandi:
Eitt 10 ára æviskeið
kann falla so ymiskt. Tað
kann vera gott og eydnu-
ríkt ella kann tað eisini
vera vónbrot.
Alt veldst um hverjum
samfelagi tú livir í, hvenn
tú nemur og hvussu um-
stødurnar á ymsan hátt
laga seg.
Tann setning eg setti
mær fyri 10 árum síðani
— at fara undir bókaút-
gávu — hevur higar til
eydnast heppiliga væl og
tað freir meg Osigiliga.
Men eg havi ikki framt
henda setning einsamall-
ur.
Einsamallur kemur tú
onga leið.
Eg havi havt alrabesta
tilfar at gera burtur úr, og
í arbeiði mínum havi eg
fingið stóra hjálp og nógv-
ar góðar leiðbeiningar frá
dyggastu núlivandi rit-
høvundum okkara. Hetta
sigi eg hiartaliga takk
fyri.
Umsetarum og eðrum
góðum fólkum, sum við
góðum samstarvi og bestu
semdum hava stuðlað
mær, takki eg eisini
hjartaliga.
Tað frøir meg mest, at
tað verk, Bókagarður hev-
ur framt, er til stórt gagn
— málsliga og mentaliga
— fyri heimini og skúl-
arnar i Føroyum, og at tað
hevur stóran týdning fyri
lærdómssetur víða um
lond.
Eg loyvi mær tí her
mína og Feroya vegna at
veita humanistiska fakult-
etinum við Lærda Hå-
skúlan í Lundi í Sveríki
hjartans tekk fyri tann
heiður mær og landi mín-
um varð sýndur í dóm-
kirkjuni í Lundi 2. juni í
ár.
Seinastu = men íkki
minstu tekkina sendi eg
ellum limunum í Bóka-
garði, ellum bókahandlar-
unum og eðrum viðskifta-
fólkum, sum hava gjørt
Bókagarð figgjarliga for-
an fyri hesi 10 árini at
geva út góðar bekur til
frama fyri mál og bók-
mentir okkara.
Agnskerimaskinan skal
framleiðast í Noregi
Hevur verið roynd umborð á Sundaenni í hálut ár
við góðum úrsliti
Ætlanin er at lata eina norska verksmiðju
framleiða agnskerimaskinuna, sum feroy-
ingurin Tróndur Serensen, hevur gjert.
Tað er eingin meguleiki at framleiða
maskinuna í Feroyum.
Nú skulu norðmenn framleiða feroysku agnskerimask-
inuna
Tróndur Sørensen úr
Hvannasundi sigur í sam-
reðu við Sosialin, at hann
hevur slept vónini at fáa
sína agnskerimaskinu
framleidda í Feroyum.
Hann hevur nú í meira enn
tey ár kannað meguleikan
at fáa maskinuna fram-
leidda á verkstaði í Feroy-
um, men hetta hevur ikki
givið nakað úrslit.
Arbeiða ov seint
Orsekin er tann, at verk-
steðini hava úr at gera og
hava ikki stundir ella fólk
til at byrja eina sterri
framleiðslu av maskinuni.
Tróndur Serensen sigur,
at teir stovnar, sum skulu
hjálpa við at fáa fram-
leiðslu i lag av eini tilikari
maskinu, hava arbeitt alt
ov seint. Ti hevur hann
sjálvur vent sær til stovn-
ar í Noregi. Higani hevur
hann longu fingið svar.
Ein norsk verksmiðja er
hugað at byrja framleidsl-
una av agnskerimaskin-
uni, og teir siga, at áhugin
fyri maskinuni er ógvuliga
stórur.
Tann fyrsta
maskinan, sum
agnskeri-
Tróndur
Serensen gjerdi, hevur
verið roynd umborð á
Sundaenni í eina tid við
góðum úrsliti. Maskinan
skal tó styrkjast nakað
afturat.
Norskir skiparar
áhugaðir
Sjálvur hevur Tróndur
fingið fleiri fyrispurningar
frá m.a. norskum skipar-
um, sum eru hugaðir fyri
at keypa maskinuna.
Skiparin á norska fiski-
skipinum Bordanes var
umborð á Sundaenni og sá
maskinuna. Hann av-
gjørdi alt fyri eitt at bi-
leggja eina maskinu.
Sjálvur metti skiparin, at
einir 100 bátar um Ále-
sundleiðina, har Bordanes
kemur frá, fara at keypa
maskinuna, tá hon kemur
á marknaðin.
Agnskerimaskinan hjá
Trónda fer at kosta umleið
25.000 kr. Tróndur sigur,
at teir eisini kanna megu-
leikan at framleiða teir
ymsu lutirnar til maskin-
una í Danmark og síðani
seta hana saman í Feroy-
um. Enn fyriliggur tó
einki um hetta.
Verður avtala gjørd við
norðmenn um at framleiða
agnskerimaskinuna,
byrjar framleiðslan helst
longu eftir nýggjár.
Føroysk skip avreitt
góð 1000 t uttanlands
Føroysk skip hava higartil
avreitt góð 1000 tons av
fiski í útlendskum havn-
um. Tær flestu selurnar
hava verið í Onglandi.
Har hevdu vit til 8. des-
ember avreitt 860 tons av
fiski til eitt virði uppá
knappar 5 mill. kr. Selur-
nar vóru 17 í tali. Í Týsk-
landi høvdu til 8. desem-
ber verid tvær sølur. Vit
fingu 840.300 kr. fyri 142
tons.
Frá Fiskivinnustovuni
fær Sosialurin upplýst, at
rátt verður
skipum frá at
foroyskum
avreiða í
Skotlandi millum jól og
nýggjár. Orsøkin er tann,
at nógv bretsk skip koma
heim til jóla og avreiða
tann fisk, tey hava um-
borð. Hetta er helst nóg
mikið til at metta markn-
aðin.
Marknaðirnir í Grimsby
og Hull hava stongt hesa
tíðina. Skipini kunnu bert
landa í Aberdeen og í Pet-
erhead.
Góði prísurin
orsøkin
Foroysk
skip hava íkki
landað nógvan fisk í Ong-
landi tey seinastu árini.
At skip nú hava verið í
Onglandi við fiskinum
kemst av, at bretar hava
manglað fisk, og ti hevur
prísurin verið so góður.
Øll føroysk skip, sum
vilja avreiða uttanlands
skulu hava loyvi frá
landsstýrinum. Verður
talan um, at nógv skip
vilja burtur at avreiða og
flakavirkini her heima
standa tóm, kann lands-
stýrfið nokta fyri at geva
skipunum loyvi at selja
uttanlands.