leygardagur 23. desember 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 97 — 23. desember 1978
sosialurin
Endalig fiskiveiðiavtala fyri 1979 gjørd við russar:
Føroyingar fåa 40.000 tons
av lodnu, toski, hysu og
rækjum frå russum i 1979
Russar fåa 80.000 tons av svartkjafti frå okkum afturfyri
Fiskiavtalan við russar,
sum var undirskrivað i
Havn mikukveldið, ber
við sær, at vit sleppa at
veiða umleið 40.000 tons í
russiskum sjógvi. Aftur-
fyri sleppa russar at veiða
80.000 tons í feroyskum
sjógvi.
Vit fáa frá russum!
Um okkara part sigur
nýggi sáttmálin, at foroy-
ingar í 1979 sleppa at
veiða 7000 tons av toski
og hýsu, 2000 tons av
rækjum og 30.000 tons av
idnadarfiski.
I mun til 1978 eru nøgd-
irnar umleið tær somu, tó
hava vit nú fingið loyvi at
veiða 2000 tons av rækj-
um eisini.
Í 1978 hevdu vit bert
loyvi at gera royndarfiski-
skap eftir rækjum. Um-
framt at vit nú kunnu
veiða 2000 tons av rækj-
um, kunnu øll tey før-
oysku rækjuskipini — 17 í
tali — um tey ynskja tað,
gera royndarfiskiskap eft-
ir rækjum í russiskum
sjógvi.
Um royndarfiskiskapin
í ár er at siga, at eitt for-
oyskt rækjuskip, Fame,
var í Barentshavinum í
heyst og royndi eftir rækj-
um. Hesar royndir góvu
eitt framúr gott úrslit.
Fame fekk 66 tons av
rækjum eftir stutta tid, og
hetta vísur, at rækjur eru
at fáa har. Av tí at tað var
liðið so nógv út á árið
steðgaði Fame bert stutt í
Barentshavinum. Á Fame
meta teir, at fara vit yvir
at royna fyrr á árinum,
skuldi borið væl til. Um
rækjurnar er eisini at siga,
at norðmenn veiða væl av
rækjum í Barentshavin-
um.
Helvtin veiðast
í gráu zonu
Meðan vit við 1978-avtal-
uni kundu veiða 8000 tons
av toski og 2000 tons av
flatfiski, harav megin-
parturin av toskinum
skuldi veiðast uttan fyri
gráu zonuna, kunnu vit nú
veiða 7000 tons av toski
og hýsu. Helvtin av hes-
um fiski kann veiðast í
teirri nógv umrøddu »gråu
zonu<, sum er økid á
markinum millum Noreg
og Sovjet. Her er nógvur
fiskur at fáa.
Feroysku skipini kunnu
eisini hava nakað av hjá-
veiðu.
Flatfiskakvotan dettur
oll burtur, ti vit hava
ongan flatfisk veitt í ár.
Síðani hava vit loyvi at
veiða millum 25.000 og
30.000 tons av idnadar-
fiski. Tad stendur ikki i
avtaluni at talan her er um
lodnu, men tad er kortini
Ex
lodnuna,
verður um.
sum hugsað
Munandi betri
avtala Á
Í høvudsheitum kann sig-
ast, at feroyingar her
hava fingið eina munandi
betri avtalu enn í skjótt
farna ári.
Vit veiddu bert ein trið-
ing av teimum 8000 tons-
unum av toski i ár. Orsøk-
in til hetta var, at megin-
parturin skuldi veiðast
uttan fyri teirri fiskaríku
gráu sonu. Haraftrat var
fiskaloysi. Eisini hevdu
vit trupulleikar við at fáa
tey neyðugu loyvini at
fiska.
Nú kunnu vit veiða
helvtina í gráu zonu, og
vit hava fiskiloyvini.
Hvat vidvikur lodnuni,
so hava vit her verid hepn-
ir. Sjålv heildarkvotan av
lodnu verður helst skerd í
1979. Hetta er spurning-
ur, sum norðmenn og
russar skulu samráðast
um sinamillum. Orsakað
av ymiskum tekniskum
trupulleikum í ár, veiddu
vit ikki alla lodnukvotuna
upp, men í 1979 skuldi
góður møguleiki verið fyri
at veitt sterri part av hesi
kvotu. Her má eisini hav-
ast í huganum, at vit
meguliga missa av lodnu-
kvotuni undir Íslandi.
Fáa loyvini
í næstu viku
Avtalan við russar ber við
sær, at veiðan hjá teimum
seks stóru saltfiskatrolar-
unum er tryggjað nakað
framyvir. Haraftrat
kunnu einir 6 ísfiskatrol-
arar fara í Barentshavið at
royna, um eingin fiskur
verður aðrastaðni. Russ-
iska sendinevndin hevur
nú fingið nevnini á teim-
um skipum, sum talan
kann vera um og fáa vit so
loyvini sendandi í næstu
viku.
Russar fáa nógvan
svartkjaft aftanfyri
Eftir sáttmálanum sleppa
russar í 1979 at veiða um-
leið 80.000 tons av svart-
kjafti í foroyskum sjógvi.
í Í
i
r í
b Fl
SP ideme
Su: sj
3 Elle km >; ; r
Mrs Smj: ? FE
fg So
AR
vv.
F
fe Prince 24“ tk o,
Sens Lang Hirluseu 2;
SS % ere)
Fr
Prirg Barks FOrdart SØS
09 ÆR
set 0
. "tt
Deunsørk +
4
8
GREENLAND
KR YGREESLANIA
- +
su € sk
+
MVU
Í vo
3 Bs st N $ xo
i = i
r FS ss | &
á
205 455 5
fre
326
3
A
i 1SPØNDS í riste
3 4 1
: SM ORKNEY Spickwå or Sp
< # JSLANDS SA eð. 4
Hetta eru umleið 20.000
tons meira enn í ár. Meðan
teir áður hava havt 12
skip á svartkjaftaveiðu,
sleppa teir nú at veiða við
15 skipum.
Haraftrat kunnu russar
halda fram við royndar-
fiskiskapinum undir Fer-
oyum. Hesin fiskiskapur
skal vera við hægst trim-
um skipum í senn, og
skipini skulu royna utt-
anfyri 700 metra dýpi.
Samarbeiði
millum fiski-
frødingar
Såttmålin inniheldur eis-
ini møguleikar fyri samar-
beidi millum russiskar og
føroyskar visindamenn å
fiskivinnuøkinum. Medan
vit skulu geva russum all-
ar upplysingar um roynd
arfiskiskap eftir rækjum i
Barentshavinum, skulu
I. ll:
SU SBETLAND á ræð 1.8
KYO = 69
er > Y
teir geva okkum upplys-
ingar um royndarfiski-
skap á djúpum vatni undir
Feroyum. Eisini hava før-
oyskir fiskifreðingar loyvi
at fara umborð á tey russ-
isku royndarskipini.
Vegna serstakar um-
steður senda vit á
henda hátt tey bestu
ynski til vinir og
frændir um eini gleðilig
jól og eitt av Harran-
um signað nýttár.
Vinarligar heilsur
Birtha og
Johan Nielsen
Hvat heldur tú um jól-
ini?
John Sivertsen, stjóri:
— Eg haldi, at jólini nú
eru blivin til eina for-
rætningstið, har tað
hjá handlunum ræður
um at fylla skuffurnar.
Tað er gott at minnast
Jesu feðing, men tað
kundi verið gjert uttan
alt tað óneyðuga roks-
ið, sum er
Ann Simonsen,
skrivstovukvinna
— Eitt tað besta við
jólunum er, at ein hev-
ur fri nakrar dagar,
men jólini eru dýr við
ellum sínum »gåvu-
halloyi«.
Hans Thomsen,
rithøvundur
— Jólini eru ein stór
høgtid fyri børn. Men
tað er ein ørskapur,
sum kemur á fólk, tá
tey skula keypa — tey
eru um at skræða seg
sundur, og tá so jóla-
halgan kemur, eru tey
pest og orka einki.
Men tað er eingin —
ella fá — sum hugsa
um teir 2/3 av fólkun-
um í heiminum, sum
svelta, meðan vit her
volka okkum í ellum
góðum.