leygardagur 23. desember 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 97 — 23. desember 1978
MYNDANDI LIST,
sum hevur bod at bera
Tummas í Dali hevur havt prát við
Amariel Norðoy. Teir tosa um mót-
tokuna, listin hjá Amariel hevur fingið.
Eisini koma teir nágreiniliga inn á,
hvat steinprent (litografi) er. Amariel
hevur gjert fleiri steinprent við
foroyskum eunum inni á kenda
»U. M. Grafik>- verkstaðnum
Tað er glediligt, at fram-
sýningunum uttanlands
hja einstøkum føroyskum
listafólki verða sýndar slik
indirtøka, sum framsyn-
ingar Amariels í útisetu.
Higartil hevur Amariel
bert havt triggjar sjálv-
stødugar framsyningar i
Danmark, tær hava verið i
Randers og København.
Allar hava tær verið dúg-
liga vitjaðar, av feroying-
im, sum rimiligt er, men
eisini nógv av dønum.
Seinastu framsyningina
hevdi hann i »Kunstbu-
ju j Gerhardti
Jensen i St. Kongensgade
Nærum tvey tåsund folk
vitjadu framsyningina.
Slikt kemur ikki ofta fyri,
ja, tað er nærum eindømi.
Og tað varð eisini óvænt-
ið, ti hugsað varð um, at
tað hverja viku eru uml.
hávlthundrað ólíkar fram-
sýningar av myndandi list
i Keypmannahavn, um-
boðandi allar hugsandi
myndandi rættningar;
tær flestu »modernadar«,
sum —ylistafolkini hava
skapt »fyri at provokera«
ella einans til gleði »fyri
seg sjålvi«.
Áhugavert er tað tí, at
myndandi listin hjá Am-
ariel — við sínum >báðum
beinum á jørdini« — hevur
havt slíka megi at bróta
igjøgnum í hesum millión-
býnum við evnum heint-
aðum frá oyggjum, bert fá
hava hoyrt um og enn
færri kenna nakað til.
— >Tað, sum freir meg
mest«, sigur Amariel, „er,
at ein so stórur partur,
umboðandi tey. sum nið-
ursetandi verða nevnd
„tey minni mentu«, vitja
framsýningarnar.
At hesi eisini keypa list
er tekin um, at myndandi
listin — sum list yvirhøv-
ur — ikki so nógv er ein
einarættur hjá teimum
múgvandi longur«.
Tað var, meðan Amariel
hevði framsýningina í St.
Verkstaðurin hjá U. M. Grafík
Kongensgade, at umboðs-
menn fyri >U.M. Grafik«
fingu eyguni á myndandi
listina hjá honum, og bert
fáar dagar aftaná, at
framsýningin varð opnað,
heittu teir á hann at gera
nøkur steinprent í litum á
teirra verkstaði.
»U. M. Grafik« er kent
um alt Europa, bædi i
eystri og vestri, umframt i
USA, har teir hava sølu-
búðir, sum regluliga taka
móti myndum frá teimum.
Teir á >U. M. Grafik«
upplýsa, at biditidin hjá
myndandi listafólki til at
sleppa inn á verkstaðin
hjá teimum annars liggur
um hálvttriðja ár.
— >Ég var ógvuliga
fegin um at fáa tilboðið frá
»U. M. Grafik«, sigur
Amariel. >Tað var eitt frá-
líkt hevi til at fáa foroyska
myndandi list víða um.
Eg eri eisini ógvuliga
fegin, ti, sum tað áður
hevur verið sagt, stein-
prent og endurprent er ein
demokratiskur
formur fyri myndandi list,
eftirsum myndirnar verða
at fáa í fleiri einstokum og
til ein rimiligan pris.«
Amariel hevur nú gjørt
tvey steinprent i litum,
ógvuliga
stødd 50X55 cm, tað
fyrsta í 220 eintøkum, tað
næsta í 230 eintøkum.
Umboðsmenninir fyri
>U. M. Grafik< siga seg
vera ógvuliga fegnir og
vælnegdir við úrslitini.
Tað sýndu teir m.a. við
aftur at heita á Amariel at
gera átta myndir í eins-
littum
steinprenti, sum
hvor skuldi prentast i
tveyhundrað eintekum,
ætlaðar sum nýársheils-
anir frá »U. M. Grafik« til
selubúðirnar ymsastaðni á
knettinum.
Tær tríggjar myndir-
nar, sum eru prentaðar
her í blaðnum, eru slíkar.
Tað má metast sum
stórhending í menningini
hjá føroysku myndandi
listini, at hendan mynd-
andi listin hevur fingið
slíka viðurkenning og
slíkar atstødur.
— Amariel, hvat er
steinprent?
— »Steinprent er ein
prenthåttur av tyskum
uppruna, sum fyrstu ferð
varð tikin í nýtslu ár 1796
av Alois Senefelder. Sene-
felder varð komin eftir at
nýta ein serstakan stein til
prentingar, istadin
prentháttin við kopar-
stikki, sum var ein
kostnaðarmikil
háttur.
Senefelder fann fram til
fyri
sera
prent
ein serstakan stein, sum
einans finst í Sudur-Tysk-
NR PE
a
landi og ymsastaðni í
Fraklandi. Hesin steinur-
in var — um hann varð
vidgjørdur á rættan hátt
við ymiskari kemiskari til-
gongd — frálíkur til at
endurgeva myndir eftir
eini tekning á steininum.
Fleiri royndir vórðu
gjørdar, og í 1800-talin-
um varð grundarlagið lagt
undir tí prentháttinum,
sum verður nýttur enn í
dag. Fleiri og fleiri lista-
fólk tóku hendan nýggja
prentháttin í nýtslu, m.a.
var Goya ein teirra.
Tað er tann sami hátt-
urin, sum »U. M. Grafik«
i Danmark nytir til sjålvt
upprunasteinprentið.
Mangastaðni er stein-
urin skiftur út og nýtsla
av zinkplátum komin í
staðin. Zinkpláturnar eru
skjótari og lættari at ar-
beiða við, men tað sigst,
at harvið er nógv av stein-
prentgóðskuni farin fyri
skeyti.“
verður ar-
beitt við steinprenti?
Hvussu
>Tann steinurin,
sum prentað verður frá, er
ein náttúrusteinur. Hann
inniheldur m.a. heilt nógv
kálk og nógva kolsýru.
Vanliga liggur stoddin á
steininum um 50 X70 cm,
og vektin liggur vanliga
um 100 kg.