leygardagur 23. desember 1978síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
GO
á
Nr. 97 — 23. desember 1978
sosialurin
altið stuttligt at eiga einar
tvær liggjandi at hyggja
at.
— Skrivar tú nógv nú?
— Eg havi liggjandi
tilfar til eitt stuttsegu-
savn, sum eg havi roynt
at gjørt til reiðar til prent-
ingar. Hetta eru segur frá
teimum seinastu 8 árun-
um.
Eg skrivi ikki hvønn
dag. Mær hevdi dámað
væl, um tað hevði verið
sum, tá man gekk í skúla:
hevði eitt skema at ganga
eftir; ta og ta tíðina gert
tú hetta og hetta. Mær
hevði dámað hetta væl, at
tað var meiri reglubundið.
— Ongin nýggj skald-
sega á veg?
— Nei, men hvat, ið
kann koma, veit eg ikki.
— Fellur tað tær lætt at
skriva?
— Nú tú nevnir hatta
har, so minnist eg, tá ein
týðandi rithevundur fekk
M. A. Jacobsens virðis-
lønina. Hann helt tá eina
stutta takkarreðu. Og í
hesi reðuni segði hann
m.a., at tað er tungarbeiði
at skriva. Hetta helt eg
var ógvuliga áhugavert at
hoyra, ti frammanundan
hevði eg hildið, at tað bara
var eg, ið var soleiðis fyri,
at tað fall mær tungt at
skriva. Men tá eg so
hoyrdi hetta, skuldi eg
ikki láta illa at.
Ikki á egnum
forlag
— Tú gevur ikki út á
egnum forlag sum so
nógvir aðrir feroyskir
hevundar?
— Eg havi givið eina
bók út á egnum forlag,
sjónleikin Sat Sapienti.
Hon kom út í 1960, sama
árið, sum Dagprent gav út
stuttsegusavnið Meðan
havaldan durar.
— Nú eru tað hevund-
ar, sum heldur vilja geva
út bekur sínar sjálvir fyri,
sum teir siga, at hava fríar
hendur.
— Eg havi ikki hugsað
nærri um hetta. Eg havi
bara verið takksamur fyri,
at eg altið havi kunnað
funnið ein forleggjara.
Tá man gevur út á egn-
um forlag, so kemur tað til
tað, at bekurnar skulu
býtast út. Og eg eri so
ómetaliga ópraktiskur í ti-
líkum, at eg helst vil
undan ti.
— Er tað trupult at
finna útgevara? Hvussu
var við Osvaldi til dømis?
— Tað gekk væl.
- — Og tað bleiv Emil?
— Ja. Og eg haldi,
bókin er sera væl úr hond-
um greidd, hin frálíka
kápumyndin eftir William
Heinesen ikki at gloyma.
Jú, hon er væl snotiligari,
enn eg hevði dugað at
hugsað mær.
Tók ikki ímóti
virdislønini
— Tú læt handritið til
Osvald inn til skaldsegu-
kapping Varðans í 1976.
— Eg læt handritið inn
til hesa kapping.
— Men tað bleiv eingin
kapping?
— Tad, ið síðani hendi,
hevði eg onga ávirkan á og
visti einki um. Annars
ætli eg ikki at tosa um
hetta.
— Men handritið fekk
kortini virðislen?
— Síðani tú nú spyrt,
kann eg nevna, at eg havi
ikki tikið ímóti nakrari
virdisløn í hasum sam-
bandi.
— Hvi?
— Eg havi ikki adra
vidmerking.
Mannalyndid
broytist ikki
— Søgan um Osvald er frå
tidini undir fyrra heims-
bardaga. Minnist tu hesi
årini?
— Nei. Men tå man tos-
ar um slikan samanburå
millum eina skaldsøgu og
veruleikan i teirri tidini,
hon avmyndar, so havi eg
gjørt mær onkra hugsan
um hetta. At kalla alt,
sum vit lesa, svarar aftur
og hevur samanburð við
bæði fortid og nutid, bara
tad er satt og veruleika-
kent. Eg haldi man kann
siga, at mannalyndið er
ikki so ógvuliga nógv
broytt. Ti, um vit nú fara
heilt aftur til søguna um
Káin og Abel til dømis, so
kann hon fáa hendingar,
ið fara fram dagin í dag, at
renna okkum í huga.
Og tá ið soleiðis er, at
nakað verður umtalað ella
lýst, sum hevur við
mannalívið at gera, so vil
tað kunna føra til hugleið-
ingar bæði aftureftir og
heilt fram til dagin í dag.
Alt eftir, hvat man kemur
at hugsa um ella saman-
bera við, tí somikið líkist
menniskjan sær sjálvum,
bæði í teimum ymsu lond-
unum, millum tey ymsu
fólkaslegini og tær ymsu
tidirnar.
Hugsa vit um midøld-
ina, so for mangt fram tå,
sum vit ikki kunnu kalla
tad sama nu å døgum. Tå
høvdu tey t.d. nakad, sum
varð kallað inkvisitation-
in... ja, tað varð enntá
kallað hin heilaga inkvisi-
tatiónin. Fólk blivu for-
fylgd við pinslum og báli.
Mangt líknandi fer fram á
okkara døgum, men tað
eitur bara ikki longur hin
heilaga inkvisitatiónin.
Tað eitur okkurt annað.
— Hvat til dømis?
— Vit kunna hugsa
okkum ein diktaturstat,
har ein partur av fólkinum
hugsar nakað annað enn
tað, sum er fyriskipað at
hugsa. Tey verða ikki rópt
kettarar — trúvillingar,
men kanska samfelags-
figgindar.
Og eisini innanfyri de-
mokratiið kann tað taka
seg upp til nakað, sum
minnir um forfylging. Tey
flestu av okkum hava lisið
um nakað innanfyri okk-
ara demokrati her i Eu-
ropa, sum verður ropt ber-
ufsverbot. Og tað er so
mangt annað, sum kann
tykjast at vera legið.
Freistast til
at biðja um
umseting
— Hvussu dámar tær
annars feroyskar yrkjar-
ar?
— Av ti at eg eri vaksin
upp í teirri tíðini, tá ein
yrking skuldi hava eina
vissa rytmu, form og rim,
so eru tað hesar, eg havi
lættast við at ogna mær.
Eg kann nevna ein nú-
tidar yrkjara, sum doyði
alt ov tidliga, Tummas
Napoleon Djurhuus.
Hansara yrkingar eru so
fullar av rytmu og mu-
sikki og tær eru so reglu-
bundnar, at eg kenni meg
væl við at lesa tær. Og so,
rimuliga, ikki at gloyma
Eini gleðilig jól ynskja vit ollum tykkum
sum manna skip okkara, og heimafólki tykkara.
Síða 13
innihaldið. Hansara yrk-
ingaformur fall mær so
náttúrligt. Tað er tað
sama sum við tónleiki, har
tað er eitt lag, man kann
fylgja. Tað havi eg lætt
við at fáa nakað burturúr.
So bleiv tónleikurin
broyttur. Fyrr vóru rytm-
ur, men nú sær ikki mæt-
ari út, enn at í summum
slag av tónleiki er sjálvt
rytman sprongd — sindr-
að. Og har er kanska fult
av disharmonium eisini,
tá fái eg einki burturúr. So
er spurningurin, um tað er
min feilur ella ikki. Men
tað er tað helst.
— Hvat heldur tú so um
tey ungu skaldini?
— Sumt, sum kemur frá
teimum, er ógvuliga for-
vitnisligt. Men í einstek-
um førum hevur ikki altid
gingist ov væl hjá mær at
skilja.
Ti havi eg hugsað, at
kanska hesar yrkingar
hava nakað til felags við
modernaða målningalist
og tónleik. Á sama hátt
sum man kann freistast til
at spyrja ein listamann,
hvat mynd hansara skal
visa, kann tann tornæmi
lesarin freistast til at biðja
um eina umseting av ein-
ari yrking til vanligt mál.
Men her er tað helst eg,
sum eri tornæmur.
Eitt eydnuríkt nýár ynskja vit og takka tykkum
fyri góða samvinnu í árinum, sum nú fer at halla
Somu ynski og somu tøkk veita vit ollum
viðskiftafólki okkara.
Erling Albrecht & Co. Aps
8, Hovedvej, Frihavnen — 2100 København Ø
Copenhagen Reefers Aps
Skudehavnevej 2 — 2100 København Ø