Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í hverjum sambandi er myndin tikin — og nær? sosialurin Nr. 1 — 6. januar 1979 Tøkkin, ið pápin hevði til døturnar, ið druknaðu við Tofta kai 27/12 1978, onnur 18 ár og hin 22 ár. Góðu detur Eg vil siga tykkum takk fyri tey góðu ár, vit hava havt tykkum her hjá okkum. Vit ivast ikki i, at tað er Guds vilji, at tit blivu tiknar so skjótt frá okk- um. Góða HELENA, tú vart ein glad, gåvurik og gåvumild genta. Hvar tú var, so hoyrdu vit bara ros um teg. Ja, tr Grøn- landi, úr Danmark og i Føroyum. Vit hava ikki so nógv at bjóða ungum fólki her í bygdini, og seinastu mánaðarnar hevur tú ar- beitt í Havn og hevur siglt aftur og fram við Trónda hvenn dag. Hó- ast vit vita, at tað var strævið, vart tú altid glað og væl til passar, tá tú kom heim til lítla son tín. Tað stendur í Jákups brævi: >Hver, sum tí hevur vit, at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd«. Tú gjørdi bara goti fyri okkum øll og takk fyri tað góða Helena. Eg vil eisini takka HANSU MARIU fyri ta tíð, tú var her hjá okk- um. Takk fyri tað dirvi, ið tú sýndi fyri at klára teg sjálva. Tá tú bara fekk hálvan studning, segði tú: >Ég vil arbeiða mær hitt til.« Tú ar- beiddi, tú sigldi sum stewardessa og legði tær pening fyri læru, sum tað nú gekk so gott við. Hvar tú vart, vart tú glað, og upplívandi fyri hini. Tú tók øll børn i fevningin, sum komu á tín veg, og ell vóru góð við teg. Ja, tú fekk alt til tað góða. Um onkur hevði ilt at siga um ein, hevði tú so nógv gott um hann, at hitt hevði onki at siga. Tú var sikkur hvar tú var, á ferð um Atlants- hav ella gjøgnum Eu- ropa, men her hjá okkum varð ongin trygd, ongin bummur, onki ávaring- arskelti — ein glerstoytt kaj, og onki bjargingar- tilfar. Hjá Lukkasi Evangel- isti stendur: >Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana, og hann, sum missir hana, skal varðveita hana«. Góða Helena og góða Hansa Maria. Saknurin av tykkum báðum verður tungur hjá okkum at bera. Mamma og eg biðja Gud hjálpa okkum at bera hesa stóru sorg og takka honum fyri tey góðu minni vit eiga um tykkum báðar. Vit takka honum eisini fyri bern- svigarbernini abba- og ommubernini vit eiga eftir og biðja hann um at ini, varðveita tey. Tak for al din Fedsels glæde Tak og Jesus for dit ord, Tak for Dábens hellig Væde, Tak for Naaden ved dit Bord, Tak for din Opstandelse. Tak for Himlen du har inde, Der skal Jeg dig se og finde. Axel Tórgarð til Havnar Kirkjumálaráðið hevur hevur sett Axel Tórgarð sum búfastan kappelán í Suðurstreymoyar eyst- ara prestagjaldi. Axel Tórgarð tekur við nýggja starvinum Jj]. februar, og fer tá frá sum sóknarprestur í Norð- streymoyar prestagjaldi. IF nýggjan formann Seinasta vikuskiftið hevði itrottarfelagid í Fuglafirði ársaðalfund. Nýggj nevnd varð vald og í hana komu: Torkild Beder (afturvaldur), Petur Simonsen (nývald- ur), Hjalmar Joensen (afturvaldur), Sonny Jensen (nývaldur) og John Heri Joensen (ny- valdur). Sum tiltakslim- ir vórðu vald Rosmunda Joensen og Dávur Juul. Nevndin hevur síðani skipað seg við Petur Simonsen sum formanni. Badmintondeildin nýggjan formann Á fundi mikudagin skip- aði nevndin seg soleiðis: Tóffinn Smith, formað- ur, Sigrid Andreasen, nýtt um nevn Wj næstformaður, Andor Ellefsen, skrivari. Læknavaktin i Havn Leygardagin og sunnu- dagin hevur Jacob Høj- gaard, læknavakt í Havn. Er at hitta á tlf. 11763 í Eysturoynni Leygardagin og sunnu- dagin hevur Pól Olsen læknavaktina í Eystur- oynni. Er at hita á tlf. 47010. í Klaksvík Leygardagin og sunnu- dagin hevur Steingrímur Weihe læknavaktina í Klaksvík. Er at hitta á tlf. 55045. Tannlæknavaktin Bráfeingishjálp 6. og 7. januar millum kl. 13 og 14 tlf. 14544 Havnar tannlæknarnir Andlát Andlát í tíðarskeiðnum 24/12 -78—1/1 -79: Karolina Petrina Weihe, 24/12 -78, Ser- vågur, 72 år. Luis Nielsen, 26/12 -78, Saltangarå, 28 år. Elsa Malena Poulsen 26/12 -78, Klaksvik, 83 år. Ragnhild Poulsen, 26/12 -78, Torshavn, 62 år. Hansa Maria Poulsen 27/12 -78, Toftir, 18 år. Helena Poulsen, 27/12 -78, Toftir, 22 år. Edmund Bernhard Martin Rólantsá, 28/12 -78, Leirvik, 86 år. Jensina Maria Jacob- sen, 29/12 -78, Klaks- vik, 44 år. Joan Pauli Fagraberg 31/12 -78, Miðvágur, 59 år. Hans Andrias Dahl 1/1 -79, Toftir 65 år. Sigmund Jåkup Jeff- rei Reinert, 1/1 -79, Tórshavn, 21 år. Vit fara nú undir aftur nýggja kapping og eru vinningarnir hesaferð: Ein kaffimaskina, breyðristari og ein hårfønari. Tad, tygum skulu gera, er at skriva undir myndini i hvørjum cambandi hon er tikin og nær, t.v.s. í hvørjum mánað og hvørjum åri. Kappingin heldur å til midskeidis i februar, og hava vit eina nýggja mynd i hvørjum blað. Goymið allar myndirnar til kapp- ingin er liðug. Vit siga frá, tá myndirnar skulu sendast okkum. B. hált: i fe i iD ' i Á oo Gl rytjititggtilg | I Y St — på á Undirritaði teknar seg sum FT ej f haldara av Sosialinum = ; Opostad Í SOSTALURIN -— postgjaldid i F -— - i É Navn É = i þá É Bústaður: H Postbox 76 zT RENEE = 3800 Torshavn $ ; | me | = | Í hvørjum sambandi er myndin tikin? i Kannad posthusinum - | i E ! | z = | me | III IM #1 Í.) ist mað | må , j 8 … mánaður: ár: | it. TIXTARURC:00)}} Pr | SR , år: | ] ! | | | | i | I] | Í | I | 2 | ) I i » ! | | ! | | | | | |