leygardagur 6. januar 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 6. januar 1979
sosialurin
Síða 3
Taka 100 smuglarar um árið
Tollararnir í Føroyum avdúka uml. 100
royndir at smugla um árið. Í onkrum føri
hevur bótin verið yvir 30.000 kr.
Tað er lættari at vera tollari nú enn í
50unum, men okkurt kundi kortini verið
betri. Vit hava tosað við yvirtollaran.
Nýggjársdag vóru liðin 30
ár, síðani Tolleftirlitið í
Føroyum varð sett á
stovn. Tann 1. januar
1949 vórðu fimm tollarar
settir í starv. Teir vóru
Hjørleiv Magnussen í
Klaksvik, Einar Larsen å
Tvøroyri, Hans Sumberg i
Vågi, Gaard Jensen og
John Kjærbæk i Havn.
John Kjærbæk hevði
frammanundan starvast
sum tollari í Keypmanna-
havn, men hinir vóru 6-
royndir í at tollavgreiða
skip. John varð tí av
landsstýrinum settur sum
leiðari av tolleftirlitinum,
og tá tveir tollarar komu
aftrat 1. apríl sama árið
varð John Kjærbæk
gjørdur til yvirtollara.
Nú eru 13 tollarar í
Feroyum, harav teir 7 í
Havn. Tá flúgvingin byrj-
aði kom tolleftirlit í Våg-
um og fyri stuttum varð
ein tollari settur á Skála-
firðinum.
Áðrenn føroyska tolleft-
irlitið kom, hoyrdi tað
undir politiið at tollav-
greiða skip.
50ini vóru tung
Vit hava hitt John Kjær-
bæk, yvirtollara, og tosad
vid hann um arbeidid hjå
tollarunum i Havn. Hann
sigur, at tad var ikki lætt
at arbeiða sum tollari í
byrjanini, serliga vóru
50ini tung. Fólk gekk
nógv umborð á skipini, so
tollararnir hevdu vakt
umborð, meðan tey lógu
inni. Arbeiðsdagurin bleiv
tí ofta langur. Og tollarin
noyddist eisini av húsum,
tá skip komu um náttina,
Nakað av skrivstovuarbeiði hava tollararnir eisini. Her hyggur Ditlev Dam í nekur
men fyri 10 árum síðani
fingu teir eina vaktarskip-
an, soleiðis, at ein maður
er á vakt fyri midnátt og
ein eftir.
— Men, sigur John
Kjærbæk — tað er ov lítið
bert við einum manni um
kveldið og náttina. Fyri
stovnin er tað kanska
gott, tað er bíligari, men
vit mugu eisini hugsa um
teir menninar, sum skula
passa hesar vaktir. Tað er
ofta ágangur á skipini
eftir spiritusi og tað er
ikki altíð líka tespiligt hjá
einum manni at fara
einsamallur umborð á
fremmand skip og har
kunna koma at standa yv-
irfyri 4—5 hálvfullum
monnum. Tað er heldur
ikki nóg mikið við einum
manni, um okkurt serligt
skuldi borið á.
Ongin tollari er settur í
Havn síðani 1962.
»Goodwill« frá
havnarverkinum
Tollararnir í Havn fluttu í
1970 í niðaru hæddina á
Havnarskrivstovuni.
John Kjærbæk sigur, at
um tað ikki var fyri
»goodwill« frå havnar-
verkinum, so høvdu teir
ikki tak yvir hevdið.
Hann leggur aftrat, at
teimum manglar eitt hús á
vestaru bryggju, so teir
kundu havt ein mann har.
— Tað átti at verið ein
maður á vestara økinum.
Tað er kanska ikki altid so
nógv arbeiði har, men tað
krevst at ansa eftir har
eisini, tí salt- og olju-
dampararnir leggja jú at
vestanfyri. Um tað ikki
skjøl, aftanfyri er John Kjærbæk, yvirtollari.
Fyrsta skipið, tollararnir í Havn vóru umborð á, var Dronning Alexandrine. Tað
var 7. januar 1949.
var, at menninir vóru so
lagaligir og brúktu sinar
egnu bilar at koyra yvir á
vestaru bryggju, tá skip
skulu avgreiðast har, so
bleiv hetta ekið illa rekt.
Tá so ein maður er á vest-
ara økinum, kann tað
koma fyri, at eg skal
brúka hann hesumegin.
John Kjærbæk sigur, at
havnarmeistarin hevur
lovað teimum eitt rúm i ti
nýggja húsinum, sum
havnarverkið skal byggja
á vestara kaigkinum.
— Men tað er ikki tað
sama sum, um landsstýrið
gjørdi okkurt munagott,
so vit fingu sjålvstødug
høli.
England
og Smyril
Tå Tjaldur og Drotningin
sigldu millum Føroyar og
grannalondini, for ferda-
fólkið gjøgnum pakkhus-
ini å eystaru bryggju, tå
tey komu i land i Havn.
Tå bar til hjå tollarunum
at kanna vidførid hjå øll-
um. Men nu er ødrvisi
vordid. England og Smyril
liggja vid molan og har
eru ringar umstødur at
tolla, ti har er onki høli til
taks. Við Englandi koma
til demis ofta eini 600
ferðafólk og tá ber ikki til
hjá tollarunum at gera
nakað munagott arbeiði,
hóast teir fáa hjálp frá
starvsfólki á Gjaldstovuni
og tollarum aðrastaðni
frá.
— Feroyingurin hevur
alti3 so nógv viðferi, so
hann noyðist fleiri ferðir í
land og umborð aftur, tí
hann fær ikki borið alt í
senn, sigur John Kjær-
bæk. Hann sigur, at á
henda hátt verður talið av
ferðafólki sterri, ti nógv
skula fleiri ferðir gjøgnum
tollin.
— Fyrr kundu vit
sperra skipini av, men tað
fáa vit illa gjørt nú og vit
fáa ikki hjálp frá politin-
um til tess.
Tað er ikki
teirra uppgáva siga teir.
Væl áleiðis
John Kjærbæk sigur ann-
ars, at tað er lættari at
vera tollari nú, við tað at
fleiri eru settir. Hann sig-
ur, at teir kortini ikki eru
komnir á mál við at betra
arbeiðsumsteðurnar, men
væl áleiðis.
Talið av smuglarum,
sum verða avdúkaðir av
føroysku tollarunum,
liggur um 100 um árið.
— Men tað vóru fleiri
fyrr, endar John Kjær-
bæk, yvirtollari.
Nýttarskveða frá
byrådsformanninum
i Torshavn
Nú farið verður um gátt-
ina úr 1978 og inn í 1979
vil Tórshavnar byråd á
hendan hátt nýta hevið
at ynskja ellum borgar-
um eitt gott og eydnu-
rikt nýtt ár.
Tankar okkara leita til
teirra, sum í farna ári
hava mist teirra kæru,
góðar kvinnur og menn,
ið vit minnast við takk-
semi.
Býráðið takkar øllum
borgarum í kommununi
fyri tað álit og tol, ið er
vist móti býráðsins ar-
beiði, eins og vit takka
einstaklingum, feløgum
og stovnum fyri teirra
medvirkan at beta um
viðurskiftini í kommun-
uni.
Í árinum, sum nú er
runnið út, er millum
annað hent tað, at kom-
munan er vaksin enn
meira, eftir at Hoyvík og
Hvítanes eru komin aftr-
at, og fer hetta at beta
nógv um meguleikarnar
at fáa eina góða byar-
skipan.
Arbeiði má sigast at
hava verið til øll, ið ikki
eru bangin fyri at fara til
verka. Alt hevur ikki
gingið so skjótt og væl,
sum ein kundi ynskt, og
er hetta i vissum førum
orsakad av tørvandi ar-
beiðsmegi — ov lítið av
fólki.
Eitt av teim málum, ið
býráðið í farna ári hevur
arbeitt við, er at broyta
almennu byggisamtykt-
ina og at útvega byggi
búgvin grundstykki í
Tað er
at fólk fáa
komandi ári
bráðneyðugt,
høvi at byggja sær hús
Men bert hús ella ibudi
eru ikki nóg mikið, fólk
skal ikki bert búgva
men eisini arbeiða og
liva í bynum, og ti er
eins neydugt vid økjum
til handil og idnad og til
fritidaraktivitetir. Ein
staklingar. felog og
stovnar eiga saman við
byrådnum at
loysa hesar
spurningar
Ferðslan
ár við mongum og stór-
um tekum, ið skulu tak-
ast, so at býurin skal
trivast í komandi árum
Ferðslan í býnum er ekt
nógv meira enn
fyri fáum árum
kundi hugsa sær til. Nú
;íðsta hond
skjótt løgd á arbeiðið vid
nakar
sidan
verður
at føra vegin úr Jóanes
Paturssonargetu yvir i
R. C. Effersøesgøtu, so-
leiðis at ferðslan eystur
og vestur kann vera á
hesum vegi, og minni
enn higartil á teim smelu
vegunum í miðbýnum.
Men aftur her er tað so,
at hetta er ikki nóg mik-
ið, og ti hevur í longri tid
verið arbeitt við einum
ringvegi, sum nú er
komin so langt, at hann
er útboðin. Miðstaðar-
økid uppi á Hálsi er við
at verða útbygt við stór-
um bygningum, ið húsa
stórum fyritøkum, ið
koma at draga ferðsluna
til sín, og sama kann
skjótt sigast um ekið
beint eystan fyri hetta,
og ti er neyðugt at Hoy-
viksvegur, R. C. Effer-
søesgøta og ring 'egurin
koma at bera eisini hesa
ferðslu.
Skúli, ellisheim
og svimjihøll
I eysturbýnum er hesi
seinni árini bygt nógv,
og nú Konmansmýra er
komin aftrat, er Eystur-
býurin vorðin rættuliga
fólkarikur. Ti er neyð
ugt við nýggjum skúla
har, og varð fyri nokrum
árum sidan farið undir
Eystur
við at ir
nytsi han
er. F4 i rd
nu er vid at erð liðug
har yviri. Eitt stórt
kostnaðarmikið arbeiði
Pórgarðsgeta er ford
liðan Skulagøtu
Stoffa
1gvegurin
Skulagøtu yvir i Futal
er i gerð, so hanr
um stutta tid at verða
Framhald á síðu I I
trý á getuni
Hvat er titt nýggjars
ynski?
Johannes Alvheyg,
blåkrossskrivari:
Mitt ynski er, at
Blåkross fær eitt alko-
holheim her i landin-
um, so at vit kunna
viðgera tey, sum líða
undir alkoholi, og tað
er tørvur á einum tilik-
um.
Guttorm Djurhuus,
stjóri:
— At vit fingu eitt
friðarár í ár, tað man
helst liggja
flestu á hjarta. ti vit
hava ongantið havt so
nógv kriggj gangandi
sum nú
Torbjørn Benjardøgg,
arbeiðsformaður
AM
verður arbei
teimum |}