Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 134 - 17. juli 2002 Nr. 134 - 17. juli 2002 13 UTTAN ÚR HEIMI Italska løgreglan gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá løgreglumenn herjaðu eitt fundarhøli hjá mafiuni á Sisilia ITALIA Árni Joensen Løgreglan hevði fingið frænir av, at fleiri leiðandi menn í mafiuni á Sisilia skuldu hittast at taka støðu til, hvør skuldi taka við sum leiðari fyri mafiuni í Agrigento-økinum, sum er í útsynningspartinum av oynni. Júst sum fundarluttakar- nir skuldu til at drekka ein skál fyri tí valda, herjaði eitt væl mannað løgreglulið fundarhølið. Úrslitið varð, at 15 lokalir mafialeiðarar vórðu tiknir, teirra millum ein politikari úr stjórnar- flokkinum Forza Italia hjá Silvio Berlusconi, forsætis- ráðharra. Maðurin eitur Giuseppe Nobile og er bý- ráðslimur í einari komm- unu á Sisilia. Millum teir tiknu var eisini ein sonur Salvatore Fragapante, sum verður hildin at vera ein av teimum ovastu leiðarunum í mafi- uni á Sisilia. Leiðarin í teirri serligu mafia-løgregluni á oynni, Pietro Grasso, sigur, at fongurin hjá løgregluni er søguligur. Eygleiðarar í Rom siga, at tað er ein smeitur fyri Forza Italia og Silvio Berlusconi, at ein av politikarum floksins er tikin og avdúkaður sum mafialeiðari. Berlusconi hevur fleiri ferðir avsannað, at valfelag floksins á Sisilia hevur samband við ta víða- gitnu mafiuna á oynni. Ísraelski hægstirættur hevur víst aftur ein- um kravi um, at loynilig skjøl um hóp- drápini í tveimum palestinskum flótta- fólkalegum í Beirut í 1982 skulu almanna- kunngerast ÍSRAEL Árni Joensen Tað vóru skyldfólk hjá ís- raelska hermanninum Yoav Spiegel, sum doyði í Liba- non, ið høvdu kravt, at tey loyniligu skjølini skulu al- mannakunngerast. Skjølini stava frá einari serligari nevnd, sum kannaði til- burðin í Beirut, og skyld- fólkini hjá hermanninum halda ikki, at nøkur orsøk er til at halda tey loynilig longur. Men ísraelska stjórnin mælti rættinum frá at lata almenningin síggja, hvat stendur í skjølunum. Stjórnin sigur, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri landsins áhugamál, trygd og altjóða samband, verða skjølini latin almenn- inginum. Hægstirættur sigur í sín- um úrskurði, at tað er stjórnin, sum eigur at taka støðu til spurningin. Tann almenna ísraelska nevndin, sum kannaði hóp- morðið í flóttafólkalegun- um Sabra og Shatila, kom í 1983 til ta niðurstøðu, at Ísrael hevði óbeinleiðis ábyrgdina av, at fleiri hundrað palestinar vórðu myrdir í teimum báðum legunum. Úrskurðurin bar m. a. í sær, at táverandi verjumálaráðharrin, Ariel Sharon, fór frá, tí hann hevði ikki forðað hópdráp- inum. Helmingurin av fólk- inum í New York taka undir við at byggja tveir nýggjar bygn- ingar á grundini, har World Trade Center stóð USA Árni Joensen Tað vísir ein meininga- kanning, sum blaðið New York Times hevur gjørt. Tað kom ikki óvart á blaðið, at meirilutin av fólkinum eru ímóti at end- urreisa World Trade Center, tí tey flestu tykjast hava eina ógvuliga avgjørda hugsan um, at staðið, Ground Zero, skal fáa frið. Men hinvegin var tað óvæntað, at heili 48 prosent siga seg taka undir við at endurreisa bygningarnar. - Eg haldi, at vit eiga at byggja tveir bygningar av sama slagi á staðnum til tess at vísa umheiminum, at vit gevast ikki so, og at vit vilja ikki lata onnur gera av, hvat vit gera, sigur venjarin hjá kenda baseballfelag- num Yankees, Joe Torre, við New York Times. Øll í New York eru á ein- um máli um, at býurin hev- ur mist tvey av sínum týdningarmestu eyðkenn- um, men tey eru líka so ósamd um, hvat skal gerast við staðið, har bygningarnir stóðu. Býarmyndugleikarnir hava skrivað út eina hug- skotskapping um, hvar skal gerast við staðið, og ætl- andi verður úrslitið al- mannakunngjørt einaferð í desember. Frammanundan hevur býráðið í New York samtykt at gera eina viðarlund til minnis um tey umleið 2800 fólkini, sum doyðu í at- sóknini fyri tíggju mánað- um síðani. Ísraelsk frágreiðing um hópdráp verður verandi loynilig Eiga at byggja World Trade Center uppaftur Mánadagin var minningarhald á Ground Zero. Fleiri høvdu eins og hendan kvinnan myndir av fólki, sum doyðu 11. september í fjør. Sjálv misti hendan kvinnan ein son, sum arbeiddi í World Trade Center Mynd: Reuters Politikari tikin undir mafia-rannsókn SUMMAR Vilmund Jacobsen "Alt er so keðiligt, eingin er at spæla við, øll eru burtur og ferðast, tað eru bara vit, sum eru heima…" Soleiðis munnu mong foreldur hoyra børn síni siga, nú summar er, og heilar familjur eru burtur og ferðast. Tað er ikki nóg mikið fyri børnini, at tey hava frí úr skúlanum; tey vilja sjálv- andi eisini hava onkran at spæla við. Annars fara tey næstan ikki út, men liggja inni og grenja. Hóast børnini hava nógv- ar vinir í skúlanum ella grannalagnum, so velja tey kortini onkran burtur úr at spæla við. Hetta er hjarta- vinurin. Hann er ikki altíð tann sami, men skiftir av og á. Er viðkomandi burtur, er ikki altíð so gott vorðið. Tað tykist, sum verðin hjá børnunum skramblar sam- an, og tey ganga bara og fordríva tíðina og duga ikki at njóta teir annars so frá- líku frídagarnar. Men hesar báðar gentur- nar vóru ikki ráðaleysar eitt kvøldið herfyri. Tær ganga í sama flokki í skúlanum, men tveir kilometrar eru millum bústaðirnar. Síðan hjartavinkonan hjá aðrari fór burtur at ferðast, hevur lagið ikki verið nakað serligt. Onkran dagin hava hesar báðar tó funnið saman - inni hjá hvørji aðrari ella á Svangaskarði um kvøldarnar. Men tað er ikki altíð, at børn eru har uppi, nú so nógv eru burtur. Eitt kvøldið, tær spældu saman, stakk í tær, at tær skuldu norður til Víkar at spæla við børnini har norðuri, tí tey eru so fitt, og har er altíð so stuttligt. Onnur eigur ommu har norðuri, og vinkonan hjá hinari gentuni, sum nú er burtur og ferðast, eigur eisini ommu og abba í Vík. Tískil hava hesar báðar saman við gentuni, sum ikki er heima, verið okkurt vikuskifti í Vík og ferðast. Og tað hevur verið super, halda tær. So, hetta kvøldið vildu tær bara norður at spæla, men ikki gista. Tær komu til Víkar um 19-tíðina og spældu til langt út á kvøldið. Tá ið tær vórðu av- heintaðar aftur, var komið út í tólvta tíma, og tá runnu framvegis nógv børn mill- um húsana í Vík. Hetta var mitt í viku, so norðskálatunnlin var stongdur eftir klokkan 22. Tí mátti farast um Eiðis- skarð á veg heimaftur, og í skýmingarløtuni hetta kvøldið sóu tær báðar bæði Risan, Kellingina og Slætt- aratind, har sagt verður, at Trøllapætur býr. Á vegnum norður til Víkar tóku vit hesa mynd- ina av gentunum, sum her sita ímillum allar teir sjáld- somu varðarnar, ið lagaðir eru niðanfyri vegin nakað norðanfyri Langasand. So, hesin dagurin, sum kanska byrjaði eins keði- ligur og nógvir aðrir dagar í summarfrítíðini, gjørdist ein góður dagur, tá ið sam- anum kom, tí í Vík er altíð so stuttligt… Alt er so keðiligt… Av Toftum og norður til Víkar at spæla við børnini har norðuri. Hesir sjáldsomu varðar standa niðanfyri vegin nakað norðanfyri Langasand. Mynd: Vilmund Jacobsen Tveir trolarar og ein snellubátur landaðu á Sandi í síðstu viku FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað hevur líkasum vundið uppá seg, at fiskavirkir leggja stilt einar 2-3 vikur um summarið. Á virkjunum hjá Sandoy Seafood plaga tey ikki at leggja stilt, men í ár verður øðrvísi. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at øll framleiðsla á virkjunum á Sandi og í Skopun verður løgd still í viku 31 og 32, sum eru vikurnar eftir ólavsøku. Tá fer alt fiskafólkið í summ- arfrí, meðan ymiskar ábøtur verða gjørdar á virkjunum. Trol-og snellufiskur Stjórin sigur, at hampiliga fitt av fiskaarbeiði hevur verið í summar, og sum oftast hevur eydnast at keypa so mikið av ráfiski, at arbeiði hevur verið samanhangandi. Onkur vika hevur tó verið í slakara lagi. Síðsta hósdag landaðu partrolararnir, Kolumbus og Nornagestur, á Sandi. Teir høvdu umleið 250.000 pund, meginparturin upsi. Fríggjadagin í síðstu viku landaði Antares 40.000 pund av snellufiski undan Íslandi. Hetta var fyrsti túrurin hjá teimum undir Íslandi í summar. Í vikuni hevur Sandoy Seafood eisini keypt nakað av snellufiski frá Morning Star, sum landaði á Toftum. Týsdagin visti Magnus Jespersen ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna. Sandoy Seafood leggur stilt í 14 dagar Millum virkini, sum lata aftur eitt skifti í summar, teljast eisini virkini hjá Sandoy Seafood á Sandi og Skopun C M Y K 13 12