mikudagur 17. juli 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 17. juli 2002
15
15
14
Nr. 134 - 17. juli 2002
MáF og Gríma skipa í
felag fyri útisjónleiki
á Ólavssøku í ár.
Sjónleikurin verður
skipaður eftir sama
leisti sum tann í 1991
og verður hann
framførdur Ólav-
søkudag
ÓLAVSSØKAN 2002
Solby A. Eliasen
Sjónleikurin verður skip-
aður í tveimum pørtum.
Tann fyrri parturin byrjar
uppi við SMS, har leikarar
fara at ganga oman gjøg-
num býin. Aftur við verða
millum annað tónleikur og
dansur
til
afrikanskar
rytmir. Tey fara so eisini at
framføra
nakrar
smáar
leikir á veg oman til Ting-
húsið. Av leikunum, sum
tey fara at framføra, kunnu
nevnast tey bæði kendu
ævintýrini um Reyðhettu
og Kloss Hans.
Tá komið verður oman til
Tinghúsið steðga tey á og á
skránni har, verður ein lítil
skemtilig skola til ting-
menninar. Leikararnir hava
stovnað ein nýggjan flokk,
sum hevur fingið navnið
Ommuflokkurin. Skolan er
ein sangur, sum tey fara at
syngja í sonnum Suffía
mostur stíli. Øll kenna jú
søguna um Suffíu mostur,
sum skeldar dólgarnar í
Kardamummubýnum.
Annar partur
Frá Tinghúsinum verður so
gingið oman á Konga-
brúnna, har annar partur av
útisjónleikinum byrjar. Tað
verða limir úr Klaksvíkar
Sjónleikarafelag,
sum
koma at framføra tann
partin.
Hesin parturin av leikin-
um hevur fingið navnið
Føroyar verða kristnaðar.
Og snýr hann seg um tíðina
frá tí, at Sigmundur varð
kristnaður og inntil Føroyar
vórðu kristnaðar. Útisjón-
leikurin endar við at so
navnframir sangarar sum
Eivør Pálsdótti, Terji Ras-
mussen, Rókur J. Jacobsen
og
Kristina
Elisabeth
Mørkøre saman við orkestri
fara at syngja sangin Frægir
funnu Føroyar land.
Klaksvíkar Sjónleikara-
felag venur til útisjónleikin
í fimleikarahøllini í Klaks-
vík. Egi plagar at vera um-
leið tvær ferðir um vikuna í
Klaksvík og leggur teimum
lag á. Men leikararnir eru
eisini, umframt hesar báðar
venjingarnar,
og
venja
sjálvir
onkur
kvøld
í
vikuni. Tey hava vant nú í
umleið ein mánaða.
Leikstjórar úr Grímu
Leikstjórarnir eru allir limir
í Grímu. Talan er um Biritu
Mohr, Ega Dam, Katarina
Nolsøe, Gunnvá Zacha-
riassen og Ria Tórgarð. Egi
Dam leikstórnar partinum,
sum Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag tekur sær av.
Tróndur Enni setur tón-
leikin, meðan Rógvi á
Rógvu
tekur
sær
av
trummunum.
Búnunum
taka Elisabeth Pike og
Hasla Olsen sær av.
Egi Dam sigur, at tað
vísti seg at vera sera torført
at fáa fólk til útisjónleikin.
Hetta sást serliga aftur í
tekningarlistunum. Fleiri av
teim smærri feløgunum
hava teknað seg til, men av
tí at tey hava verið so fá, so
kundi tað ikki lata seg gera
at fáa nakað upp á beinini
har. Tískil eru tey, sum
ynsktu at vera við, í Havn
og venja saman við teimum
har.
Í Klaksvík eru tey um 30
fólk, sum venja til útisjón-
leikin á Ólavssøku.
Hans Hjalti Skaale, for-
maður í Klaksvíkar Sjón-
leikarafelag, sigur, at tað
hevur gingið hampuliga
væl at fáa fólk til útisjón-
leikin.
- Eg haldi ikki, at annað
kann sigast, enn at tað er
gott, tá tað hevur eydnast
okkum at fáa 25 til 30 fólk
at venja sjónleik mitt í
feriutíð, heldur Hans Hjalti.
Veðrið alt at siga
Egi Dam, leikstjóri, sigur,
at veðrið hevur alt at siga,
um ein tílíkur sjónleikur
skal eydnast.
- Um veðrið verður gott,
tað vil siga turt og ikki ov
nógvur vindur, so eydnast
tað væl, men verður tað
regn og ella vindur, so
eydnast leikurin ikki. Tað er
bara so, sigur Egi Dam og
leggur aftur at, at veðrið í
1991 og 1993, tá útisjón-
leikir vóru á skránni sein-
ast, var strálandi báðu ferð,
so hann vónar, at tað fer at
vera gott aftur í ár.
Og ikki kann annað sig-
ast enn, at tey, ið á ein ella
annan hátt hava nakað við
Ólavssøkuna at gera í ár,
tað veri seg bæði sum
gestir, fyrireikarar ella ann-
að, eiga tað góða veðrið til
góðar frá seinasta ár, tá tað
var rættiligt illveður Ólav-
søkudag.
Útisjónleikur á Ólavssøku
Útisjónleikurin á Ólavssøku verður skipaður í tveimum pørtum. Annar parturin byrjar uppi
við SMS og endar við Tinghúsið, meðan hin parturin verður framførdur niðri á Kongabrúnni
Klaksvíkar
Sjónleikara-
felag fer at
framføra tann
partin av
útisjónleik-
inum, sum
eitur Føroyar
verða
kristnaðar
C
M
Y
K
14