Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 17. juli 2002 17 Martin Thomsen hevur eisini ætlan um at fara í skúla, so enn er onki greitt FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Seinanstu tíðini hava leysa- søgur gingið um, at fugl- firðingar ætla at styrkja um liðIð til seinnu hálvu. Vit spurdu ÍF-venjaran, Pauli Jarnskor, um nakað halda var í hesum, og hann játt- aði. – Jú nakað er um tosið, vit royna at fáa Martin Thomsen til Fuglafjarðar, men enn er ongin sáttmálið undirskrivaður Vann Løgmanssteypið við Gí Martin Thomsen er 24-ára gamal verjuleikari, og hev- ur fyrr verið eitt skiftið í Føroyum. Í 2000 var Mart- in á Gí-liðnum, sum vann Løgmanssteypið. Hann var bert við í fyrru hálvu, og fór síðani aftur til Dan- markar. Martin er í løtuni knýttur at Holstebro, men hann hevur havt ilt við at bitið seg fastan á besta liðIð hjá felagnum. Úr Fuglafirðið siga tey, at Martin dámar sera væl í Føroyum, og hann er sera áhugaður koma aftur. Alt valdast tó, um hann kemur inn á skúla í summar, tí so verður skiftið av ongum. Ætla sær í 1.deild Hóast fuglfirðingar halda at frástøðan til oddaliðið í 2. deild, FS Vágar, allarhelst er ov stór, so hava teir ikki mist mótið um ein sess í fremstu deildini komandi ár. – Enda vit á øðrum plássi í 2. deild kann alt henda, tí niðastu liðini í 1. Deild er avgjørt við at hava at gera, sigur Pauli Jarnskor við Sosialin. ÍF ætlar sær dana Um væl letur til, so verður danski fram- herjin eisini við runa- víkingum í seinnu hálvu FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen NSÍ og danski framherjin Ulrik Balling eru komin ásamt um ein fyribils leigu- sáttmála. Runavíkingar skulu á Ólavsøku leika steypafinalu, og sum liður í at styrkja um liðIð, hevur NSÍ ognað sær Ulrik Balling. Eftir, at tað gjørdist greitt, at bæði Sonni L. Pet- ersen og Óli Hansen eru leikbannaðir á Ólavsøku, hevur NSÍ verið úti um seg, og leita eftir álopsspælar- um. At valið fall á Ulrik Balling er ikki heilt óvænta, tí hann er í løtuni ikki knýttur at nøkrum felag, og tí gjørdist hann ikki so kostnaðarmikil. Fyribils avtalað er gjørd um, at Ulrik Balling verður við í steypafinaluni, men í Runavík vóna tey, at hann eisini er við á liðnum í seinnu hálvu Skal við til Íslands Ulrik Balling kom til Før- oya í Í gjár, og nýggji NSÍ- álpsleikarin skal við runa- víkingum á venjingarlegu í Íslandi. Runavíkingar fara at fyrireika seg til finaluna í átta dagar í Íslandi. Eftir ætlan skulu runa- víkingar spæla tveir venj- ingardystir á venjingarleg- uni, og spennandi verður hvussu Ulrik Balling fer at standa seg. Runavíkingar hava ong- antíð verið í finaluni um løgmansteypið, og at teir nú hava valt at fara til Íslands, ber boð um, at teir leggja nógv fyri at tryggja sær, fyri fyrstu ferð í søgu fel- agsins, ein sess í Europa Cup. Hevur verið á danska U-21 landsliðnum Seinastu árini hevur Ulrik Balling verið knýttur at Vejle, har hann hevur verið drúgvur at skotið mál. Hann er 27-ára gamal, og umframt Vejle, hevur hann eisini umboðað Slagelse, Næstved, Tromsø í Noregi og FC Århus. Hann hevur spælt tveir U-21 landsdystir fyri Danmark, og hevur skotið eitt mál. Orskaka av vánaligu fíggjarstøðuni hjá Vejle, varð hann leysgivin av fel- agnum í mei-mánaðI. Fel- agið hjá Christian Høgna Jacobsen mátti tí tungu leið niður í 1.deild íár, og tí mátti sleppa sær av fleiri spælarar, og harímillum Ulrik Balling. Tað hevur vakt miklan ans kring heimin, at Grønland enn eina ferð hevur megnað at spælt seg í HM endaspælið í hondbólti HM HONDBÓLTUR Jóannes Hansen Í gjár lendi grønlendska hondbóltslandsliðið í Keypmannahavn. Eftir at hava verið í luftini úr Argentina fóru spælararnir hvør í sína ætt at halda summarfrí. Teir vóru troyttir av longu ferðini, og teir vóru troyttir av at hava luttikið í kappingini um panamerikanska meistara- heitið. Men spælararnir vóru sera væl nøgdir, og tað høvdu teir alla orsøk til. Við at vinna 27–7 á USA í stríðnum um bronsukrónur- nar, eydnaðist tað Grøn- landi at vinna atgongu- merkini til HM endaspælið. Tað verður eftir ársskiftið í Portugal. Hvørjum Grøn- land skal spæla ímóti í endaspælinum verður av- gjørt leygardagin, tá luta- kastið verður umborð á einum skipi á Tagus ánni uttanfyri Lissabon. Tey 24 londini í enda- spælinum verða flokkað í fýra bólkar á seks lið. Grønland er styrkismett í tí fimta av seks styrkisbólk- um. Saman við Grønlandi eru í hesum bólkinum Slovenia, Pólland og Brasilia. Svøríki er styrkis- mett í bólki eitt, og Dan- mark og Ísland eru í styrkisbólki tvey saman við Russlandi og Spania. Ætla sær longur Grønland var fyri hálvum øðrum ári síðani fyri fyrstu ferð við í HM endaspælin- um. Tá var málið hjá teim- um, at teir skuldu vinna ein dyst. Tað eydnaðist, tá teir vunnu 26–18 á USA. Nú ætlar Grønland sær at vera við í næsta bólkaspælinum. Um tað skal eydnast, so skulu teir verða í minsta lagið nummar fýra av teimum seks liðunum. Avrikið og harvið úrslitið er ikki minst tengt at, hvussu tað fer at ganga við fyrireikingunum. Hesar eru tengdar at, hvussu nógvir pengar verða tøkir. For- maðurin í grønlendska hondbóltssambandinum hevur sagt við danskar fjølmiðlar, at teirra fíggj- arætlan er væl minni, enn hon er hjá hinum tjóðunum, sum taka lut í endaspælin- um. Men hann vónar, at grønlendska heimastýrið fer at hjálpa til. Hann held- ur, at endaspælið í Portugal er sera gott høvi hjá Grøn- landi at gera reklamu fyri sær sjálvum. Vegurin hjá Grønlandi var langur í endaspælið. Fyrst spældu teir í kvali- fikatión til panamerikansku kappingina. Tá vunnu teir m. a. á USA. Í hálvfinaluni taptu teir 25–21 ímóti Brasilia, men so var tað, at teir hølvaðu USA av 27–7, og harvið hevði Grønland kvalifiserað seg til enda- spælið. Tveir av grønlendsku spælarunum komu á All Star Team. Teir vóru Rasmus Larsen og Hans Peter Motzfeldt. Venjari hjá grønlendska landsliðnum er Søren Hildbrand. Síðsta kappingarár vandi hann mansliðið hjá Ikast BH. Fuglfirðingar ætlar sær at styrkja um verjupartin, og vóna, at Martin Thomsen verður á ÍF-liðnum í seinnu hálvu. Ulrik Balling til NSÍ Ulrik Balling skal hjálpa runavíkingum at vinna steypafinaluna, og harvið tryggja felagnum á fyrsta sinnið sess í Europa Cup. Grønland millum tey bestu í heiminum 17 Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Hetta verður triðja Statoil kring Føroyar kappingin hjá bert 17-ára gamla havnar- manninum Eli Christiansen. SÚKKLING Páll Holm Johannesen Hetta verður triðju ferð, at 17-ára gamli Eli Christian- sen luttekur í Statoil Kring Føroyar, og hann vónar at hann endar í ovara endan- um av kappingini. Hóast sín unga aldur, so hevur Eli gjøgnumført bæði tey und- anfarnu árini, hann. Í 2000 endaði hann aftast av teim- um luttakarunum, ið gjøgn- umførdu, og í fjør endaðI Eli á 18 plássi. Eli hevur góðar vónir í ár, - eg rokni við eini spenn- andi, og vóni eg kann fáa eina betri placering enn mín seeding, sum er nummar 14, sigur Eli við Sosialin. Serliga er Eli spentur um etapuna í Suð- uroynni, tí hann í fjør klár- aði seg best í henni. Spurdur um hvørjar súkklarar, hann serliga væntar at kappast við, sig- ur Eli, at tað allarhelst verð- ur Jens Sigurð Simonsen, og tað fer at ganga væl, so møguliga eisini Sverra Mohr Edvinsson. Longsti teinur, Hans Krosstein hevur súkklað er 53 km, og tí verður spennandi, hvussu hann fer at royna seg í Statoil kring Føroyar. SÚKKLING Páll Holm Johannesen Ungi klaksvíksdrongurin, Hans Krosstein, byrjaðI at kappsúkkla fyri sløkum hálvumtriðja mánaðI síðan. Hetta hevur tó ikki forða honum at vinna hvørt um- farð í granprix-kappingini fyri 12-14 ára gamlar dreingir. Á Vestanstevnu vann hann fimtu stevnu- súkklingina upp í slag, og er langt fremstur í samlaðu støðuni. Spurdur um hví hann hevur valt at luttaka í Statoil Kring Føroyar, sigur 14- ára gamli Hans Kros- stein, at kappingin ljóðar spennandi og útfordrandi, og tí luttekur hann í ár. - Sjálvur vænti eg ikki at gjøgnumføra alla kapping- ina, men eg vóni tað kort- ini, sigur ungi klaksvíking- urin við Sosialin. Víðari sigur Hans, at um hann klárar etapuni á Eystur- oynni, sum er tann longsta, so hevur hann góðar vónir um at gjøgnumføra kapp- ingina. Teinurin á Eysturoynni er 120 kilometrar, og er longsta strekkið, Hans Krosstein hevur súkklað er 53 kilometrar, og tí kann væntast at etapan á Eystur- oynni verður ein rættiliga stórur gloypibitið hjá klaks- víkinginum. Á persónliga økinum, vónar Gunnar at endurtaka triðja plássi frá í fjør. SÚKKLING Páll Holm Johannesen Fremsti føroyski súkklarin í Statoil Kring Føroyar í ár, Gunnar Dahl-Olsen, vónar fyrst og fremst, at allir súkklarnir, kanska serliga útlendingarnir, fara avstað aftur við einum góðum upplivilsi. - Fáa serliga súkklarnir av Ynes Mon eitt gott upp- livilsi her í Føroyum, so fær kappingin eitt gott orð á seg, og fleiri útlendskir súkklarar vilja koma henda vegin, sigur Gunnar Dahl- Olsen við Sosialin. Á persónligu síðuni, vón- ar Gunnar, at hann møgu- liga kann vinna ein etapu, og enda ímillum fremstu súkklararnar. Í fjør endaðI Gunnar á einum triðja plássi, og hetta hevur hann vónir um at endurtaka. -Vanliga standi eg meg væl í etapuni á Streym- oynni, og um eg havi ein góðan dag á Sandoynni, so kann alt henda, greiðir Gunnar frá. Gunnar roknar eisini við, at einkultstarurin á Sandoynni kann fáa stór- an týdning fyri kappingina, tí har kunnu fremstu súkkl- arnir vinna nógva tíð frá restini. Byrjaði at súkkla í mei-mánað Ungi klaks- víksdrongurin, Hans Krosstein, sleppur rættiliga at royna seg í kappingini Statoil Kring Føroyar -Vóni allir fáa eitt gott upplivilsi Gunnar Dahl-Olsen vónar, at hann kann endurtaka triðja plássi frá í fjør Mynd: Savnsmynd -Vóni eg klári meg betur enn seedingin Eli Christiansen vónar, at hann fer at liggja frammaliga í kappingini Statoil Kring Føroyar Mynd:Savnsmynd C M Y K 16