leygardagur 6. januar 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lysingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Mótsigandi møsn
SEINASTU FÝRA árini hevur
Dimmalætting verið á tremur av
ósannindum, rongum og villleid-
andi pástandum. Hetta hevur verið í
donskum og føroyskum oddagrein-
um, í týsdags- og hósdagsprátum, i
túnatosum og hundraðtals dul-
nevndum lesarabrøvum.
Í FLEIRI av lesarabrøvunum hevur
blaðstjórin givið seg út fyri at vera
javnaðarmann, sum hevur hótt við
at greiða atkvødu fyri sambands-
flokkinum fyri á tann hátt at tvinga
javnaðarflokkin í eitt nýtt samar-
beiði við sambandsflokkin, sum
skuldi vera einasta og besta trygdin
fyri, at javnaðarflokkurin rekur
veruligan sosialdemokratiskan po-
litikk.
UPP UNDIR valið í november varð
sagt og skrivað, at einasta trygdin
fyri, at javnaðarflokkurin kom aftur
á ta gomlu leiðina hjá P. M. Dam, J.
H. Danbjørg J. P. Davidsen var, at
hann á valinum varð tvingaður í eitt
nýtt samarbeiði við sambandsflokk-
in. Men í sama andadrátti varð sagt,
at sitandi landsstýri hevði framt
sosialisering.
ÁHUGAVERT ER at blaða fýra ár
aftur í tíðina og síggja, hvat Dimma-
lætting skrivaði tá, og hvat sam-
bandsmenn søgdu uppundir løg-
tingsvalið í 1974. Tá høvdu javnaðar-
flokkurin, sambandsflokkurin og
sjálvsstýrisflokkurin sitið saman i
landsstýrissamgongu í tvey fylgj-
andi valskeið. Tá søgdu og skrivaðu
sambandsmenn nakað heilt annað.
TEIR SØGDU, at tann politikkur,
sum rikin varð frá 1970 til 1974 av áð-
urnevndu trimum flokkum undir
leiðslu av javnaðarflokkinum, ikki
bar minsta færra av sosialdemo-
kratiskum politikki, men at talan
var um liberalan sambandspolitikk
út í odd og egg. Tað sama søgdu teir
um politikkin, ið rikin varð frá 1966
til 1970 av somu flokkum, og sum P.
M. Dam sjálvur stóð á odda fyri
helvtina av valskeiðnum.
VAR TAÐ LØGID, um javnadar-
flokkurin valdi sær aðrar flokkar at
vera saman við? Er tala sambands-
manna og skriving Dimmalættingar
annað enn ósigandi møsn?
Nr. 1 — 6. januar 1979
lesarabrøv
Roykióvani — målspilla
Vit siggja nogv, sum
skrivad verdur. Sumt er
gott og hugvekjandi, ann-
ad minni gott og sumt er
alt annad enn gott. Blød-
ini skriva nógv meira í dag
um samfelagsviðurskifti,
enn tey hava gjørt. Um-
stødurnar eru vorðnar
betri, síðani tað almenna
fór at stuðla nakað. Og
tað er at fegnast um. Tað
er sum um kappingin hev-
ur skapt eitt betri virði,
eisini betri virði á tí, sum
lisið verður á foroyskum.
Men sjálvsagt. Tað eru
ikki allir foroyingar, sum
fegnast um hetta. Summi
vildu helst, at vit bara
áttu eina Dimmu. Hon
hevði best vart demokrat-
ið, kemur í hvert heim, og
soleiðis sigur hon mein-
ingina hjá tí meiniga, tí
hon hevur so nógv lesara-
brøv.
I so måta var alt gott.
Men um tað nu er so, sum
summi siga, at tað eru tey
fáu somu, sum skriva øll
hesi lesarabrevini, so er
tverturímóti illa vorðið.
Ja, út av allari leið og ein
háðan og spottan av lesar-
unum.
Men nakað annað er
málbrúkið. Dimma skriv-
ar jú meginpartin á
donskum, gomlum donsk-
um siga tey kønu og ann-
ars uppkók ella tikið bein-
leiðis úr donskum blødum
og pressu, so har kann
ikki væntast nakað við-
víkjandi málbrúki.
Men so okkara egnu.
Vælsignaðir vandi tykk-
um um málbrúkið. At
akademikarar ofta eru
sera vánaligir í málbrúki,
vita vit. Teir eru klókir,
eingin skal rætta ella leið-
beina teimum. Men hygg
nú ein lækni (hann præd-
ikar um ikki at roykja, og
tað er alla æru vert, halt
fram við ti!). Men í einari
samreðu í Dagblaðnum
tosar hann um, at fólk
skal >koma til tidina«, tå
tey føla seg sjuk. Ja, hvat
hann meinar, vita vit, ti
vit duga øll danskt. Men
hvat vil hetta siga i van-
ligari føroyskari talu, »at
koma til tíðina<? Tú kanst
koma til degverða,, til
náttverða, men tú kemur
ov seint, ov tidliga, tú
kanst eisini vera seinur,
vera tíðliga, stundisliga,
til ásetta tíð. Men í hesari
hugsan »til tíðina<, tað
hann meinar, er, at tú
kemur »i góðari tíð<, ella
skalt tú siga nakað ikki
heilt gott føroyskt, so
ljóðar tað betri at siga tað
gamla danska: »at koma
betids« ístaðin fyri hetta
danskaða >til tiden«, ti
tað er sum at fáa ull í
tugguna
Men latið okkum læra
av slíkum óvandavend-
ingum, tí tær spilla mál-
brúkið, eins væl sum
tann, ið roykir, spillir fyri
tí, sum ikki roykir.
Annars skal sami lækni
hava takk fyri hansara
sera idna og mangan hug-
vekjandi fråsøgutilfar í
blødum og í útvarpi.
Men málbrúkið sjálvt
má eisini haldast so reint
sum gjerligt og lúkast fyri
sníkjandi avlagingum.
Málvinur
k KK
Vit gera lesarar okkara
varugar vid, at treytin
fyri at fåa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Svimjihallargalimatias
Mikukveldið 13/12 var
millum annað greitt frá í
útvarpinum um eina
nýggja svimjihell í Havn.
Sjálvsagt skuldi hon
verða dupult so stór og
dýr sum tann í Klaksvík.
Einar 20 mill. kr. á papp-
írinum. Helst 30, tá hylj-
arnir fyllast. Hver veit?
Lániætlanin var so 30.
Hetta er eitt mál, ið
hastar, tí longu kveldið
eftir skuldi málið sam-
tykkjast av býráðnum.
Undarligt, sum tann
»demokratiska« málsvið-
gerðin roynist.
Almenningurin ánar
onki um, at hann dag frá
degi verður bundin at
gjalda eini 20 mill. kr.
afturat ellum hinum. At
hvert húski í Havn í meðal
skal gjalda eini 7000 kr. til
eina svimjihell. Hvørji
húski kunnu við eitt vera
7000 kr. fyri uttan?
Uppskotið varð heldur
ikki almannakunngjørt,
soleiðis at tann komandi
brúkarin og onnur kundu
koma við sínari meining
um ætlanina. Hann kundi
til dømis fregnast um, hví
sjálvur svimjihylurin í
hellini ikki er sterri enn
gamli hylur? Ella hví tann
serstaki kavingarhylurin
ikki er ein leingjan av
Le.
svimjihylinum, soleidis at
hesin gerst størri?
Tey mongu, id ikki ætla
sær at nyta svimjihøllina,
høvdu kanska hildid, at
klókari var at takt gamla
hyl. Hetta hevði helst bert
kostað 1/100 part av hin-
um.
Øl] tey, ið onki hava at
búgva í, og kanska noyð-
ast at flyta av landinum
av hesi orsek, fara iva-
leyst at síggja svimjihøll-
ina sum skammstúttu yv-
ir einoygdar og tjóraðar
sokallaðar umboðsmenn
fólksins.
Ein frá teimum átta
tíggjundapertunum
Sosialurin — >baptistiskir
og kommunistiskir utisetar«
Sosialurin hevur sent okk-
um útisetum eitt >ser-
blað< sum tit kalla >Fer-
oyskir útisetar<. So lítið
kennist eg við tað tit
skriva, og so ljótt haldi
eg, at tit behandla nógv
av feløgunum her niðri, at
tit mugu geva mær inni-
vist fyri einum kritikki.
10—15000 feroyingar
búgva í Danmark, siga
tit: >Hesi eru bæði arbeið-
andi fólk, lesandi, ung
undir útbúgving, og eldri
fólk, sum hava búð meg-
inpartin av lívi sínum á“
flatlondum.«
Eg vurderi, at einir 3/4,
ella meiri av útisetunum
onkursvegna eru »arbeid-
andi folk«, sum búgva
meir og minni fast her
niðri. MEN UM HESAR
3/4 AV UTISETUNUM
HAVA TIT ONKI
SKRIVAD I HESUM
UTISETABLADNUM.
So Guð skal vita, hvussu
tit hava valt hesi fólkini,
tit hava snakkað við her
niðri!
Tað lættasta er sjálv-
andi at snakka við felog-
ini, sum her eru. Men eis-
ini her er tskkara úrval
milt sagt kritisabult!
BAPTISTUNUM í
Kobenhavn hava tit givið
eina heila síðu til at skriva
sjálvir. Men hví »gloyma«
tit so Føroyska KIRKJU-
LIDID i Kbh, sum i yvir
60 ár hevur hildið og enn
heldur føroyskar guðs-
tænstur her? Og hví
»gloyma« tit KRISTI-
LIGA UNGMANNA-
FELAGID; eisini við 60
árum á baki og virksamt
enn?
Feroyingafelogini í Ár-
hus og á Fyn fáa eina síðu
í part. Men hví »gloyma«
tit tað elsta av ollum fel-
øgunum her niðri, FOR-
OYINGAFELAGIÐ i
Kbh? Tad er kanska ikki
so livligt longur, m.a. ti so
nogv feløg eru komin aftr-
at, men tað eru ikki tit,
sum skulu bera tað í grov-
ina. Og hví »gloyma« tit
føroyingafeløgini í Hels-
ingør og i Ballerup?
Og hví eru tit so ljótir
við ITROTTARFELAG-
ID FØROYAR at tiga tað
heilt burtur? Hetta samlar
hópin av bæði kvinnum og
monnum til ymiskan í-
trótt. Eru hesi ikki nóg fín
í selskapi við >baptistisk-
um og kommunistiskum«
utisetum?
Og hava tit ongantíð
hoyrt um Feroyska
KVINNUFELAGIÐ i
Kbh? I stadin hava tit
samrødu (2 1/2 sidu) vid 2
ungar universitetkvinn-
ur. Har er nógv rætt, sum
tær siga. Men hvi lata tit
ikki bert eina av teimum
veruliga kúgaðu kvinnun-
um, sum í túsundatali eru
millum føroyskar útiseta-
kvinnur, koma framat?
Onkra, sum situr við
manni og bernum, við
undirbetaltum jobbi ella
kanska arbeiðsleys?
Tykkara yvirskrift ljóðar
so flott: >Kvinnur bera
hálvan himlin. Men hví
ignorera tit so útiseta-
kvinnurnar, ið bera úti-
setaheimini, tað útiarbeið-
andi ella heimagangandi
útisetamammuna og -kon-
una? Ella tær ungu gent-
urnar, sum koma at fáa
sær okkurt tilfeldugt
jobb? Hetta eru so nógv
tær flestu útisetakvinn-
urnar, men teirra umstød-
ur eru slett ikki umtal-
aðar.
KOMMUNISTISKIR
UTISETAR, Komm. ú.
fáa yvir eina síðu. Og
hana brúka teir uppá
prikkin, sum teir hava
brúkt ella rættari mis-
brúkt SKEGGJAN, úti-
setablað okkara: t.v.s.
99% um hvussu stórir
bandittar teir eru í einum
eðrum felagi, FOROYSK-
„“
eg
ÉT