Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. januar 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ed rr se Nr. 1 — 6. januar 1979 sosialurin Sida5 I stadin fyri at fara til handils at keypa såpu fyri Nillu fer Jeppi til Jákup Skómakara, sum selur brennivín. Men ólukkutíð, Jeppi fær ein ov nógv, dettur av og so byrjar skemtið... Seinastu sýningarnar av Jeppa í Havnini Í kveld ki. 20 og sunnu- dagin kl. 16 og 20 verða seinastu sýningarnar av sjónleikinum »Jeppa á Fjallinum< í Havn. Eina- ferð seinni í mánaðinum verður farið til Hvalbiar og í februar verður Jeppi sýndur fyri seinastu ferð í Vágum. Hann hevur tá verið runt landið uttan í Norðoyggjum. Gríma hevur ikki stundir til at fara í allar landspartar við hverjum leiki. (»Beiggin, Blóman, Dikkan og Dukkan< var til demis ikki spældur í Suðuroynni) og kemst hetta av, at tey, sam- stundis sum tey sýna ein leik, venja ein annan. Dario Fo Næsti leikurin kemur á pallin fyrst í februar, tá fyrstaframførslan verður i Havn. Hetta er ein farsi »Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra!< eftir italiumanninum Dario Fo. Marianna og Árni Dahl hava umsett og leikstjóri er Gunnver Nolsee. Birita Mohr er ikki við í hesum leikinum og í hennara stað hevur Gríma >lænt< Adel- borg Linklett frá Klaks- víkar sjónleikarfelagi. Gamlir bygningar eru í vanda Enn einki starv sum húsakonservator Føroya Fornminnissavn hevur í umsókn til landsstýrið sekt um setan av einum húsakonservatori, sum m.a. skal hava eftirlit við friðaðum bygningum. Í figgjarlogaruppskotinum, sum lands- stýrið legði fyri tingið fyri jól, sigur lands- stýrið í eini viðmerking, at tikið verður ikki undir við setan av húsakonservatori. Í umsóknini sigur Forn- minnissavnið m.a. at tann útbygging, sum hev- ur verið loyvd Fornminn- issavninum í 70-unum, hevur gjert at manningar- ligu fyritreytirnar fyri, at savnið nú kann fáast við so at siga allar høvuds- uppgávur sínar eru til staðar. Innan fornfreði, fólka- livsfrødi, varðveiting av forngripum og upplýsing- arvirksemi eru sostatt nomeraði størv til serkøn á hesum økjum. Innan antikvariska virksemi er savnið útbygt at taka sær av jarðfestum fornminnum og at gera tær neyðugu siðseguligu kanningar og metingar av gomlum bygningum. Ein- Framhald á síðu 10 »Drotningin« å båtasavninum Ferdamannaskipid »Drotningin« stendur nu å båtasavninum å Deb- esartrød. Hetta er mo- delli av »m/s Dronning Alexandrine«, sum i mong år sigdli i rutu millum Danmark og Føroyar. Føroya Fornminnis- savn hevur fingið mo- dellið frá Caroline-Mat- hilde arvaprinsessu. Higartil hevur modellið staðið í Christian 8 Palæ á Amalienborg í Keyp- mannahavn. Tað var Knút arvaprinsur, sum arvaði modellið eftir móðir sína Alexandrinu drotning, sum á sinni fekk tað í samband við, at skipið fekk navn. »Drotningin«, sum føroyingar róptu hana, varð bygd í 1927 á Hels- ingers Jernskibs á Ma- skinbyggeri. Longdin var 250'—0", breiddin 38' — 10", dýpdin 26' — 2". Hon hevði dieselmo- torar frå Burmeister á Wain vid 1900 IHK, og kundi sigla vid 12,5 mila ferð. Fiskaðu fyri 50 mill. kr. minni Feroysku kraftblokka- skipini og idnaðartrol- ararnir fiskaðu fyri til- samans 136,58 mill. kr. í 1958 ella slakar 50 mill. minni enn árið fyri og 20 mill. minni enn í 1976. Tonsatalið var kortini eitt sindur størri í 1978, men tað eru bílig fiska- sløg sum svartkjaftur og lodna, ið gera munin. Talvan niðanfyri, sum Fiskivinnustovan hevur gjørt, vísir annars veið- una hjá hesum skipum seinastu trý árini: Sild Makrel Nebbasild Brislingur Hvítingsbróður Svartkjaftur mill. kr. 126,58 $ kring Nýggi salurin hjá Thabor tikin í brúk Um høgtidina varð nýggi salurin hjá Thabor í Fuglafirði tikin í brúk. Fyrsta metið í honum var nýggjársdag. Salur- in sum er bygdur uppi tann norðara endan, er 16X 12 metrar til stødd- ar og hevur 250 stólar. Farið varð undir at stoypa summarið 1977 og nú, hann er liðugur, verður hildið fram við at innrætta gamla húsið, sum varð bygt í 1924, av nýggjum. Tá hetta er liðugt, væntandi eina- ferð seint í vár húsið endurvigt. Arbeiðið verður mett at kosta góða hálva mill. kr. verður Slapp avstað Kavaódnin, sum herjaði m.a. Danmark um árs- skiftið, tarnaði nógv all- ari ferðslu, eisini flog- ferðsluni. Flogfarið til Feroya nýggjársdag slapp kortini úr Kastrup og varð bert triggjar tímar seinkað. oyggjarnar Drotningin Fara nú eisini at senda aldulongdina Fráboðanirnar um aldu- mátingar, sum verða sendar saman við veður- tíðindunum i Utvarpin- um, verða nú øktar. Vaktar- og bjargingar- tænastan upplysir, at hon eftir åheitan nu fer at senda aldulongdina eisini. Higartil hevur bert alduhæddin verið send, men, sigur Vaktar- og bjargingartænastan tað er greitt, at ein ávis alduhædd felist ødrvisi hjá einum skipi alt eftir, um sjógvurin er tungur ella ikki, t.v.s. alt eftir, um aldulongdin er stór ella lítil. Aldulongdin er strekkið, roknað í metr- um, millum ein aldu- kamb og tann næsta Upplýsingarnar um aldulongdina verða í fyrsta umfari sendar sum ein roynd og Vakt- ar- og bjargingartænast- an vil fegin fáa at vita frá fiskimonnum, hvus- su hetta roynist. 1978 1.030 46.330 12.139 732 38.190 42.300 54.600 1.489 tons 196.810 tons 190.142 mill. kr. 175,18 1977 20.570 47.156 11.393 2.174 51.792 28.762 24.622 3.673 tons 231.127 mill. kr. 145,0