mikudagur 10. januar 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fosser
Nr. 2 — 10. januar 1979
sosialurin
Sida 3
Konufólkini á skinnvirkinum Vilma:
Hava fingið peningastuðul
Sandavágs arbeiðsmannafelag setti sum treyt,
at tær ikki tóku móti stuðli uttanífrá!
Konufólkini sum arbeiddu
á skinnvirkinum Vilma,
fingu undan jólum ein
peningaligan stuðul frá
Sandavágs Arbeiðsman-
nafelag.
Á einum eykaaðalfundi
í arbeiðsmannafelagnum
stutt undan jólum varð
samtykt at veita konu-
fólkunum, sum arbeiddu á
Vilma undan arbeiðs-
steðginum, sum varð sett-
ur í verk seinasa heyst, ein
peningaligan stuðul, men
formaðurin í felagnum,
Johs. Olsen, vil ikki siga,
hvussu stórur hann er.
2000 kr?
Sosialurin hevur frætt, at
konufólkini hver í sær
hava fingið 2000 kr. í
stuðli. Men Johs. Olsen
vil ikki vátta, um talan er
um hesa peninganegd.
Hann sigur, at nevndin
avgjørdi ikki at almanna-
kunngera peninganegd-
ina. Konufólkini fingu
helvtina av styrkinum
undan jólum, meðan tær
ikki hava fingið hina
helvtina enn.
5000 kr. í olmussu
Annars er peningur savn-
aður saman av sjálvbodn-
um fólkum til konufólkini,
sum hevdu arbeitt á
Vilma.
Hesi fólkini, sum sam-
bært Dagblaðnum sein-
asta friggjadag eru ung-
kommunistar, sum vildu
geva konufólkunum 5000
kr. i olmussu, komu á gátt
hjá konufólkunum millum
jól og nýggjár og bjóðaðu
teimum hesa peningagåv-
una.
Ein av teimum, sum
hevur tikið stig til at
savna pening saman, sig-
ur við Sosialin, at tey
hoyra ikki til nakran ávis-
an politiskan bólk.
Hann sigur, at tey eru
fólk, sum seinastu trý ár-
ini hava skipað fyri tí
»reyda 1. mai-dagshaldin-
um« i Havn og annars
hava sent ut nakrar flog-
sedlar. Tey flestu av folk-
unum eru limir i Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Settu treyt um
ongan annan
stuðul
Men Sandavágs Arbeiðs-
mannafelag kundi ikki
góðtaka hetta tiltakið
Nevndin í felagnum setti
sum treyt fyri at lata
stuðul, at konufólkini ikki
tóku ímóti nøkrum stuðli
uttanifrá.
Uppá fyrispurning, hví
Sandavágs Arbeiðs-
mannafelag setti hesa
treyt, sigur Johs. Olsen,
at nevndin hevur ta fatan,
at hesi fólkini hava savnað
pening saman fyri at fáa
eina gølu burtur úr målin-
um, sum er eitt lokalt mál.
— Tað verður mis-
teinkiligt, tá avbygdar-
fólk fer at savna pening
saman til nakað, sum ikki
hoyrir teimum til, leggur
Johs. Olsen afturat.
Sjálvar skyldina
Áður hevur Sosialurin
skilt, at arbeiðsmannafel-
agið í Sandavági aftraði
seg við at lata peningalig-
an stuðul, ti konufólkini í
síni tíð av sær sjálvum
vóru farnar í undirlent ar-
beiði og at tær ikki høvdu
heitt á felagið fyri at fáa
viðurskiftini í rætt lag.
Arbeiðsmannafelagið visti
av ongum, fyrrenn Sosial-
urin tók málið upp.
(Konufólkini fingu eini 30
pst. ov lítið í løn sambært
galdandi timaløn).
Kvinnuórættur
Annars sigur eitt av
skinn-konufólkunum við
Dagblaðið:
„Í veruleikanum halda
vit, at Feroya Arbeiðara-
felag hevur borið seg
skeivt at í hesum málin-
um. Í staðin fyri at ar
beiðsfólkið á Snarfrost
hótti við at fara til hús,
skuldi Arbeiðarafelagið
heldur steðgað framleidsl-
uni á garvaravirkinum,
sum stendur i samband
við skinnvirkið. Har hava
menninir altid fingið ta
løn, ið teir eiga at fáa,
meðan vit hava fingið væl
minni, sigur ein av fyrr-
verandi arbeidskvinnun-
um á Vilma.
Hon sigur víðari, at tær
ikki í letuni vita, hvar
tær standa, og halda, at
F. Arbeiðarafelag hevur
svikið tær.«
Misskiljing
Her má vera komin ein
misskiljing i. Málið er
ongantið av álvara lagt
fyri F. A. Afturimoti var
tað Sandavágs Arbeiðs
mannafelag sum setti ar-
beiðssteðgin í verk
Arbeiðssteðgurin á skinnvirkinum Vilma stendur framvegis við, men nú hava konu-
fólkini fingið ein peningaligan stuðul
Tit ringja
TI
— vit skriva
Samfelagið, vit liva i, er ikki nøkur
einfeld skipan. Tað er ikki sum eitt
rúm. avmarkað av fýra veggjum.
gåivi og lofti
Hvenn einasta dag gerast vit
bilsin yvir eitt, ilskast yvir okkurt
annað ella ivast í onkrum triðja
Spurningarnir eru nógvir: hví er
hetta so og so ella eigur hatta at
vera so og so???
SOSIALURIN fer nú undir nýggj
an tátt. Vit fara her á síðu 2 at royna
at finna fram til sverini til hesar
spurningar og ivamál, ella í hvussu
so er ein part av teimum
Vit fara tí at heita á tykkum, góðu
lesarar, um at vera við til at gera
henda táttin. Og tað kunna tit við at
seta spurningarnar, so gera vit okk
ara besta fyri at finna svørini
Ringið telefon
11820 … 147 20
Tað skal viðmerkjast, at einans
spurningar. sum hava almennan
áhuga. verða tiknir við
Seinkað ein tíma
Feroya Landsstýri
Strandfaraskip
Landsins 30. des.
Undirritaðu ferðafólk vilja
við hesum klaga um at-
burðin hjá Ternuni í
kveld. Vit fóru við Trónda
úr Havn í kveld kl. 17.30.
Hetta er jú tann rutan
sum samb. ferðaætlanini
hevur beinleiðis samband
til Klaksvíkar. Av okkum
óviðkomandi orsøkum var
Tróndur seinkaður inn á
Toftir. Hetta gjerdi, at
rutan til Lorvíkar tiskil
eisini var nakrar minuttir
seinkað.
Men tá var Ternan far-
in! Og hevur hetta seinkað
okkum ferðina til Klaks-
vikar við um einum tíma.
Hetta er ein manna-
gongd, sum vit ferðafólk
vilja mótmæla harðliga!
sosialinum
Vit mugu hava krav uppá,
at Ternan bidar undir slik-
um umsteðum. Og tað, at
skiparin stingur av undan
rutuni og noktar at venda
við aftur, meta vit, sum at
verða hildin fyri gjeldur á
ein hátt, sum vit ikki vilja
lata sita á okkum.
Brævið er undirskrivað
av 14 fólkum
Jón Rasmussen á Strand-
ferðsluni svarar:
Ruturnar hjá Ternuni
og Trónda eru í tid knytt-
ar so væl saman, sum tær
eftir umsteðunum kunna
verða, og eru ferðaætlan-
irnar fyri bæði skipini
lagdar so tættar sum
meguligt undir núverandi
umsteðum.
Hetta ger, at Ternan
um eftirmiddagin siglur
tætt og ofta. Somuleiðis
er ferðaætlanin soleiðis, at
tá Ternan siglur úr Lorvík
við ferðafólki, sum eru
komin úr Havnini vid
Trónda, siglur hon beint
aftaná úr Klaksvík við
ferðafólki til næsta túr hjá
Trónda.
Hendan umtalaða dagin
vóru koyrilíkindini ikki
góð, og høvdu ruturnar ti
bruk fyri allari ti avsettu
tidini fyri at nåa at koyra
ruturnar.
Hevði Ternan hendan
dagin bidad 15 min. eftir
ferðafólkinum, so hevði
ferðaætlanin fyri restina
av kveldinum komið at
sæð soleiðis út:
kl. 19.05 Lorvik-Klaks-
vik (15 min. seinkad)
kl. 19.35 Klaksvik-Lor-
vik (15 min. seinkad).
Hetta hevdi gjørt, at
ferdafolkid frå Ternuni til
Trónda ikki var i Lorvik
fyrr enn 20.05 og ikki å
Toftum fyrr enn 20.40, og
Trondur hevdi verið
noyddur at bíða í 10 min.
Somuleiðis hevði ferða-
fólkið frá Trónda til Tern-
una hendan túrin ikki
sloppið við rutuni fyrr enn
tå, og hevdu tey sostatt
ikki verið í Lorvik fyrr enn
21.15. Ternan hevði so-
statt komið at siglt
kl. 20.05 Lorvik-Klaks
vik (5 min seinkad)
kl. 20.40 Klaksvik-Lor-
vík (til tíðina)
kl. 21.15 Lorvik-Klaks-
vik (5 min seinkad).
Samanlagt hevði ein
biðing hjá Ternuni åvirk-
að ruturnar hjá Ternuni
og Trónda restina a
kvøldinum, og hevði
seinkað kanska um 100
ferðafólkum millum 5 og
15 min.
Skyldu til
at arbeiða?
Hevur manningin á trol-
bátum skyldu til at ar-
beiða á bátinum, tá teir
liggja við kei?
Oli Jacobsen, fiskimanna-
felagsformaður, svarar:
Tá skip kemur heim av
túri, er manningin av-
mynstrað. T.v.s., at
manningin er leys av skip-
inum. Tó sigur sáttmálin,
at »manningin hevur
skyldu… at bugva skipid
út til nýggja veiðiferð, um
folkatrot er á landi til
hetta arbeiði. Í slíkum
forum skal manningin tó
hava løn, t.e. tímalen hjá
arbeiðsmonnum, fyri
hetta arbeiði.
Er tað rætt av Tórs-
havnar at byggja
svimjihell fyri 20 milj.
kr?
Valdemar Poulsen,
hárskeri:
— Nú eri eg heilt úti at
svimja. Eg haldi, at
Havnin skal hava eina
góða og nýmótans
svimjihell, men hon
skal ikki kosta meira
enn neyðugt
kunnu útbyggja tann
hylin, vit hava nu, og
vit fáa tað biligari, sí
hevði tað verið gott.
Um vit
Hanus Wardum, land-
búnaðarráðgevi:
— Eg havi ikki hugsað
so nógv um hatta, men
eg haldi, at onnur mál
skula verða avgreidd
fyrst, t.d. byggibún-
aðarmál. Eisini eru tað
nógv, sum hava vána-
ligar íbúðir o.t
Bárður Jákupsson.
lærari:
Hasum havi eg ikki
skil fyri, men teimum,
sum dámar væi
svimja.
góðar
tess