mikudagur 10. januar 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kring oyggjarnar
Norðlýsið út
hverja viku
Blaðið hjá norðingum,
Norðlýsið, skrivaði
segu í farna ári. Fyri
fyrstu ferð í tey 28 ár,
blaðið er komið út, er
tað útkomið eina ferð
um vikuna alt árið.
Í oddagrein í síðsta
blaðnum fyri nýggjár
stendur, at blaðstjórn-
in ætlar at halda somu
kós í nýggja árinum
við at geva blaðið út
regluliga og eina ferð
um vikuna.
Í oddagreinini verð-
ur eisini víst á tann
týdning, tað hevur, at
norðingar hava sína
åvis. >Vit kunnu dag-
Tryggi
fritidardå
Hin 1. januar 1979 fer
sjóvatryggingin undir
nýtt tryggingartiltak,
ið ætlað er at verða eig-
arum av fritidarbåtum
til gagns.
Talid av fritidarbåt-
um er vaksið nógv
seinastu árini bæði í
Havn og á bygd, men
hesir bátar hava onga
skrásetingarskyldu.
Nú verður gjørd ein
serstøk trygging fyri
fritidarbåtar, minni
enn 30 føtur til longdar
og vid mesta virdi å
båtunum kr. 200.000.
Henda trygging skal
veita endurgjald eftir
reglunum i »Dansk Sø-
forsikrings-Konventi-
on af 2. April 1934».
vid teimum broyting-
um og uppiskoytum, ið
tilskiladar eru i åsettu
tryggingartreytunum.
I hesum hevur Før-
oya Sjovåtrygging
greiniliga i skjali, id
umbiðið kann verða av
ellum áhugaðum á
skrivstovuni, sagt frá
treytunum, og hvussu
mannagongdin annars
verður, tá ið maður vil
tryggja fritidarbåtar.
Treytirnar svara
stórt sæð til tær, ið
galdandi eru fyri fiski-
bátar, men gera tær
einfaldari. Tað, ein
tryggjar fyri, kemur at
verða goldið við 3% av
liga gera krev okkara
galdandi uttan at
hverva í mongdini í
landsblødunum. Eisini
fáa vit eina tidinda-
tænastu, ið meira
nektar tørv okkara her
noråuri.«
Skeid å Maskin-
skúlanum
Tann 22. januar kl. 9
byrja nýggj skeið á
Feroya Maskinskúla.
Tað er fyrireikingar-
skeið til maskinist og
maskinmeistaraskeið.
Fyri at ganga á ma-
skinmeistaraskeiðinum
skal viðkomandi hava
staðið maskinistprógv.
av
Mm.
t agarh: ddini.
Eiu Jømi: ður båt-
ur teyrmi ” yri kr.
80.000 so veru.r gjald-
ið kr. 2.400 um árið,
uttan mun til hvussu
nógv báturin er í sigl-
ing ella stendur upp-
drigin. Um skaði hend-
ur verður ein ávís
sjálvábyrgd roknað,
uttan so at talan er um,
at bátur gongur burtur
(total-forliss).
Hetta er fyrstu ferð,
at roynt verður við hesi
nýskipan á tryggingar-
ekinum, men tervur
hevur leingi verið á at
fáa eina slíka trygging.
Nógvir fritidarbåtar
eru als ikki tryggjadir,
men tað er von Føroya
Sjóvátryggingar, at
hetta tiltak fær góða
undirtøku, tí undirtøk-
an millum manna er
avgerandi fyri, hvussu
nyggja tiltakid skal
eydnast.
Teir, sum hava á-
huga fyri hesum
nýggja tiltaki, bæði
teir ið hava tryggjað á
vanligan hátt og teir,
sum ikki hava tryggj-
að, eru vinarliga bidnir
um at seta seg í sam-
band við Feroya Sjóv-
átrygging.
Tryggingar fyri fri-
tidarbåtar verða tekn-
aðar fyri árið.
Býarbarnabókasavnið fer av álvara at gera vart við barnaárið
Vil gera vart %
við barnaårid
1979 hevur av St fingið
heitið Altjóða Barnaár.
Í hesum sambandi
vendir ST sær til øll
heimsins lond við eini
áheitan um, at stovnar,
feløg og einstaklingar
royna at skipa fyri tiltøk-
um, sum skulu lysa vidur-
skiftini hjá > børnum.
Roynt eigur at verða at
peika á tann sosiala tørvin
hjá bernum og at seta
fram krev um, at politisk-
ar avgerðir og sosial og
buskaparlig tiltøk í mest
meguligan mun eru til
fyrimunar fyri bernini,
sum eru hin veikasti part-
urin í samfelagi okkara.
ST vísir í áheitan síni á,
at fyritreytin fyri áhald-
andi samfelagsligari
menning er, at vit royna
at skapa børnunum so góð
livikor sum gjørligt.
Býarbókasavnið ætlar í
hesum sambandi at skipa
fyri ymsum tiltøkum, sum
skulu gera vart við Barna-
árið. Endalig skrá fyri
hesi tiltøk er ikki løgd
enn, men eftir áheitan
hava vit gjørt hetta fyri-
bils yvirlitið fyri várið
1979:
Undirhald
og filmir
Bókasavnið fer sum vant
at skipa fyri undirhaldi
fyri børnum í aldrunum
ávikavist 3—6 ár og 7 ár
Tjakfundir
um børn
Í samband við Barnaárið
fara vit í vár at skipa fyri
trimum almennum tjak-
fundum fyri vaksnum um
evni, sum hava við Barna-
árið at gera.
Fundirnir verða í janu-
ar, februar og mars mán-
aði.
Nærri um hesar fundir
verður lýst seinni.
Í samband við nakrar
av tjakfundunum er ætl-
anin at vísa filmir fyri
teimum vaksnu um bern
og viðurskifti teirra. Ætl-
anin er at nýta hesar filmir
sum byrjan til tjak.
Í samband við at bóka-
savnið, sum áður sagt frá,
hevur gjert eitt sersavn
við bókum um bern, fer
bókasavnið at gera ein
bókalista, sum verður eitt
yvirlit yvir tær bekur um
børn, sum bókasavnið eig-
ur. Hesin bókalisti verður
væntandi gjørdur einaferð
seint í vár, og kann hann
tá heintast ella umbiðjast
á bókasavninum.
Blað um børn
Sum nakað heilt nytt, fer
bókasavnið í samband við
barnaárið at geva út eitt
»bokasavnsblad« tvær
1
ferdir i 1979, i mars og til
heystar.
Ætlanin vid bladnum er
at skriva meira alment um
vidurskiftini hjå børnum i
Føroyum og i utheiminum
og at gera vart vid boka-
savnið. Blaðið skal koma í
hvert hús í Havn.
Bern, sum hava áhuga,
kunnu skriva ella tekna til
blaðið. Bókasavnið kann
ikki geva vissu fyri, at alt
kemur í blaðið, men bern-
ini eiga at royna kortini.
Tekningarnar skulu helst
vera teknaðar við svertum
tusjpenni. Men best hevði
verið, um bernini skrivaðu
um onkra bók, tey hava
lisið. Tað kann gerast
stutt, og bernini kunnu
skriva um bæði føroyskar
og danskar bøkur.
Nýggj LP — Straight Ahead
————— F————
EM
og eldri mánaðarnar janu-
ar, februar og mars. Her-
umframt fara vit, eisini
sum vant, at vísa filmir,
hvenn mikudag kl. 17 í
januar, februar og mars
og annan hvenn mikudag
kl. 17 i april, mai og juni.
Undirhaldid fyri børn-
um verður lýst í blødåunum
og á bókasavninum, með-
an filmsfyrivísaninar bert
verða lýstar á bókasavn-
inum, og ikki sum áður í
Útvarpinum.
Klaksvíksbólkurin kom millum jól og nýggjár við einari nýggjari LP-plátu. Plátan
skuldi verið komin í handlarnar longu fyri jól, men hon lá í flogposti einar 14 dagar, so
hon varð helst ikki jólagáva síðsta ár. Men betri seint enn ongantíð.
A plátuni eru 11 løg og av teimum hevur Jørgen Dahl gjørt tey 10 og Hans Carl
Hansen eitt. Tað eru bæði song- og instrumentalleg á plátuni, men tað má sigast, at
seinast nevndu eru best. Íkki tí, plátan sum heild er sera góð, bæði hvat viðvíkur
tónleiki og teknikki.
Plátan er upptikin á Hookfarm Studio i Danmark, men Polydor í Týsklandi hevur
átikið sær at gera sjálva plátuna og hylkið. Á forsíðuni á hylkinum er tekning av
einum vedrarhøvdi, sum Archie Black hevur gjørt, og á baksíðuni er mynd av mann-
ingini í Straight Ahead, sum danskur myndatakari hevur tikið. Myndin er tikin, með-
an teir sita og >slappa av< á eini geturesturatión.
Teir, sum eru við í Straight Ahead, eru: Hans Carl Hansen, lead guitar, Jorgen
Dahl, sang og tangentljóðferi, Archie Black, bass og Adward Ziska, trummur.
Tað er LM-handilin í Havn, sum stendur fyri útgávuni her heima og í Europu.
Nógvir fritidarbåtar eru komnir seinastu árini