Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Búskapurin BÚSKAPUR okkara er grundaður á, at nærum øll okkara framleiðsla skal útfiytast og heraftrat øll nýtsla at kalla innflytast, samstundis sum arbeiðstreytirnar eru tær, at vit í flestum fórum megu sáttmálabinda okkum til veiðirættindi við granna- lond og viðskiftalond. SOSTATT er okkara búskapur nær tengdur at fíggjarviðurskiftunum rundan um okkum og marknaðar- støduni í teimum londum, har vit skulu selja. HESI viðurskifti aftrat tí tryggleika vit hava í ríkisstudninginum, er grundarlagið undir samfelagnum og búskapinum. Gongdin hevur sýnt, at neyðugt er at útbyggja sam- felagið soleiðis, at framleiðslan verður mest møgulig í landinum. Í nýggja árinum og í tí politiska mál- setninginum hjá teimum, sum koma at stjórna landinum, má tí liggja fremst, at skipa fyri uppbygg- ing av framleiðslutólunum, soleiðis at tann fongur, sum kemur upp úr sjónum, kann verða tilvirkaður sum mest í landinum. SOLEIÐIS skuldi útlitið fyri framtíð- ini ligið greitt og møguleikarnir verið stórir fyri skapan av tryggum samfelag. TEY tiltøk, sum sitandi stýri gjørdi at tryggja samfelagid, soleidis at arbeidi var fyri allar hendur, hepn- adist væl. Nu er at festa hesi upp- aftur betur og gerst tad, um vit hava fyri eygad grundleggjandi vidur- skiftini, sum liggja i hesum bådum, at styrkja búskapin — tað gerst við miðvísum iløgum í arbeiðsskapandi virkir. TAÐ gevur ikki bert vónir um trygg viðurskifti — men øll útlit til at vit framvegis kunnu vænta samfel- agsgongdina at liggja i góðari legu. Nr. 2 — 10. januar 1979 HELDUR IBUD ENN SVIMJIHØLL Býráðsformaðurin komin við einari frágreið. ing og nýttársynski frá býráðnum. Har verður heitt á borgararnar um at „fylgja við og taka lut i loysnini av uppgávun- um.< Hetta ljóðar væl, men er einki vert, so leingi avgerðarrætturin hjá okk- um borgarum er avmark- aður til ein kross fjórða hvert ár. Tá arbeiðsekini hjá ti almenna verða avgjerd, er tað eitt náttúrligt ynski hjá borgarunum, at kom- munan fyrst og fremst tekur sær av slíkum upp- gávum, sum eru ov stórar fyri einstaklingin at fara undir. Skúlar, vegir og havnir, itrottarøki o.s.fr. Og húsabygging. Bygging av húsum og i- búðum er í dag vorðin ein ov stór uppgáva hjá teim- um flestu. Húsabygging er ein av teimum uppgáv- um, sum einstaklingurin ikki longur megnar einsa- mallur. Vit eru komin til tað, at kommunan má yv- irtaka ábyrgdina av, at fólk hava eitt stað at búgva, eins og tað al- menna áður hevur yvirtik- ið ábyrgdina av t.d. und- irvísing, posti, sam- ferðslu, renovatión. Í grannalondum okkara er lógfest, at kommunan hevur skyldu at útvega borgarunum tak yvir hevdið. (Hvussu henda lóg verður fylgd, er ein onnur sega). Men hvussu við Havnar Kommunu, sambært frá- greiðingini? Jú, >tað er bráðneyð- ugt, at fólk fáa høvi at byggja sær hus.« Húsa- bygging er framvegis á- byrgd hjá hverjum ein- støkum; kommunan skal bert veita fóiki hevi at byggja sær sjálvum síni egnu hús. Vit mugu spyrja: hvat so við ti stødugt vaksandi bólkin- um, sum aldrin fær møgu- leika (ráð) at byggja? Hvar skulu vit búgva, sum hava eina inntøku minni enn 150.000 kr. um árið? Tað er eitt náttúrligt ynski hjá fólki, at ábyrgd- in fyri at útvega íbúðir verður flutt frá einstak- linginum til kommununa. Tað skal vera ein skylda hjá kommununi at útvega borgarunum íbúðir. Men hvat kennir Havn- ar Kommuna sum skyldu sína? Jú, sambært nýtt- ársheilsuni: „ein býur av ti stødd, Havnin nú hev- ur, hevur skyldu at hava eina svimjihøll til borg- ararnar.« Vit hava ein svimjihyl, og hann kann brukast eina tid enn. Tit kunnu kanska tekja hann. Svimjihøllin skal kosta einar 20 mill., tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar vid, at treytin fyri at fåa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blad- stjørnin veit, hvør hev- ur skrivad brøvini. ***x minnist meg rætt. Fyri hendan pening kunnu byggjast í minsta lagi 60 hampuligar íbúðir. Eini 2—300 fólk kundu sloppið burturúr íbúðarneyðini. Lat okkum vita, um nakað er aftan fyri fogru orðini um, at borgararnir skulu „taka lut í loysnini av uppgåvunum.« Lat okkum sleppa at taka lut i avgerðunum eisini. Lat okkum fáa eina fólkaat- kvødu: Hvat skal Havnar Kommuna brúka 20 mill. kr. til? Svimjihøll ella i- búðir. (Íbúðirnar verða enntá afturgoldnar við leiguni). Onnur hava ivaleyst fleiri góð uppskot — vit kundu t.d. fingið nógvar barnagarðar fyri 20 mill. kr. elin kk K VIT DRUKNA I… (?) Í nógv, nógv harrans år hava fólk rópt um ibudar- neyð, men hverja ferð hetta álvarsmál kemur fyri á hægsta stað, verður bert ypt eksl, hver skal siga: vit kunnu einki gera. Núsitandi > byrådsfor- maður er ótaldar ferðir spurdur um, hvat býráðið hevur í kvittanum hesum viðvíkjandi, men hverja ferð verður svarað, at nú má okkurt gerast við hetta átroðkandi mál. Nei, nú sær út til, at havnar- fólk hevur meir fyri neyð- ini at duga at svimja, enn at búgva undir mannse- miligum korum. Vænta hesir góðu menn eina nýggja syndaflóð? Tað undrar ikki, tí her er syndað í ólukku mát. Ikki ein, men 20 mill. skulu leggjast í eina svim- jihøll; var tað ikki betri farið, um tit nýttu hendan pening at byggja íbúðir fyri? Ja, um tit bert fingu 10 íbúðir fyri hendan pen- ing, so var hann nógva - ferðir betur farin. Um heimin allan síggja vit yvirgang og manndráp framdan av fólki, ið kennir síni grundleggjandi man- narættindi traðkað undir fót. Tað skal ikki undra nakran, um hetta eisini verður vanligt her hjá okkum. Tá fara teir ráð- andi einki at fata, tí teir bygdu jú bæði svimjihallir og mangt annað — men teir gloymdu at byggja tað, sum var mest umráð- andi: íbúðir, barnagarðar 0.S. re Annars kann vidmerkj- ast, at mannarættindar- reglurnar hjå ST einki siga um svimjing, men harafturimoti leggja stór- an dentin á at búgva væl. Antqua **xx FYRI FRIÐI? Beint fyri nyttår frættist SPJØDD ORÐ UM BØKUR OG SKRÝÐINGAR >Bókagarðs<-útgávan er heilt ófer í ár, og tað er ikki annað enn at fegnast um. Sjálvandi kann tjak- ast um, hvert tað er rætt bert at geva bøkur út inn- bundnar til rættiliga hog- an pris, og ikki samstund- is geva fikkubóka-útgávur út fyri tey peningaligu minni mentu. Ein fikku- bók í útlondum kostar stundum ikki meir enn umleið 15 kr., og so gjørdu vit ikki ritlistina til minni »folkaogn« fyri tað. William Heinesen hevur skrýtt allar forsíðurnar. Ein forsíða gevur ofta eina fyrstu-uppfatan av, hvat skaldsøgan er um. Her hugsi eg, at William å summum forsidum hevur verið serstakliga óheppin. Fyrst á »Sølku Vølku«, har tekning er av brosandi madammu. Henda mynd sigur onki um innihaldið í skaldseguni, gevur okk- um eina fatan, at skald- soga Laxness er ein per- sóns-sega um onkra fitta gentu. Sjálvandi er Salka Valka sjálv hevuðsper- sónur í bókini, men hon er ein politisk, samfelagslig skaldsøga um verkføll, ar- beiðsviðurskifti, religión, og kor fólksins annars. Hetta átti at verið lýst á eini forsíðumynd. Og forsíðumyndin til »Pestina« er ræðulig sum pestin sjálv. At poppa eina slíka skaldsogu við eini rædumynd, sum minnir um onkra krimi- nalroman í Centrum ella plakatina av onkrari am- erikanskari ræðukvik- mynd eftir Roman Pol- anski ella okkurt slíkt sum javnan vitjar Havnar Bio, tað er ov bíligt. Somuleiðis við myndini til »Barbu og harra Pála. Bert ein barnatekning av brosandi gentu. Hvat sig- ur hetta um skaldsøguna? Og hví eitur bókin ikki bert »Barbara« á føroysk- um eins og áðrenn hon varð >feroyskað<? Mær vitandi eita summi før- oysk konufólk Barbara, men navnið »Barba« minnir meir um rabarbur enn um eitt feroyskt fólkanavn. Annars er tað gott, at vit nú hava fingið allar hesar bekurnar. Forsíður eiga gjarna at vera ein- faldar fyri at fanga eygað, men tær eiga helst eisini at tekna upp eina sym- bolska heildarmynd av onkrum avgerandi í skald- seguni. Og ikki einans vera ein liður í at gera samfelagslig verk til fittar psykologiskar mannalys- ingar, og burturavgreiða tað politiska, sum høv- undurin hevur havt í huga. krippi úr fjareystri, at Vietnam hevur brúkt sovjetisk bygd stridsflogfør til at gera innrás í Kambodja, fyri á tann hátt at gera enda á sosialistisku upp- byggingini har. Vietnamesiskar her- deildir eru farnar um markið til Kambodja í fleiri stoðum, stuðlaðar av sovjettiskum flogførum, sum hava tveitt tær til- tiknu metalpetti-bumbur- nar yvir siviløki i Kam- bodja og i vissum førum nytt eiturgass móti bæði sivilfólki og kambodi- ansku verjuni. Vietnamesiska innrásin í Kambodja hevur nú vart í nærum tveir mánaðar, og nú frættist, at vietn- amesiskar herdeildir, saman við cubanarum og sovjetiskum ráðgevarum, hava hjálpt eini sokallað- ari >Tjóðskaparligari frælsisfylking< at herseta umleið ein triðing av kambodianskum lands- oki, og hevur hetta, sum rimuligt er, ført til rættu- ligt kriggj. Hetta eru hendingar, sum fáa folk at ivast stór- Framhald å sidu 9 SUNDT SO |—Y—V | —|—|