Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|; i k | É # kærre ENES Nr. 2 — 10. januar 1979 sosialurin Síða 7 Sum fráboðað í seinasta blað undan jólum fara vit nú undir aftur >SKATTASPURN- INGAR« her í blaðnum. Aftur hesaferð er tað Regin Thomsen, sum greiðir frá og fegin vil svara spurningum frá lesarum. Vit skulu bert leggja afturat, at bert spurningar, sum hava almennan áhuga, verða vidgjørdir í hesum teigi. Regin leggur fyri vid at taka nøkur av teimum týdningarmestu brotunum burt- urúr leiðbeiningini til sjálvuppgávuna. Leiðbeining til sjálvuppgávuna fyri skattaárið 1979/80 Sjálvuppgávan er í ár sum vant í 3 eintøkum, ið verða skrivað undir einum við herðum penni ella kúlupenni. Skattgjaldarin hevur sjálvur tað aftasta eftir og sendir hini bæði til kommunala líkningar- valdið. Gjert verður vart við, at ell hava skyldu at geva upp innteku sína og ogn. Hevur onkur av tilvild onki skjal fingið til sjálv- uppgávuna, eigur hann at venda sær til kommunala líkningarvaldið. Sjálvuppgávan yvir inntøkuna verður latin kommunala líkningar- valdinum í seinasta lagi 15. februar (bókhalds- skyldug 1. mars), meðan ognaruppgerðin sam- stundis verður send Líkn- ingarráð Feroya, Post- boks 51, Tórshavn. Hevur kona innteku av: a. sjálvstoðugum virki ella vinnu uttanfyri vinnu og virki mansins, b. avlamis- og fólkapen- sjón, eftirløn, arbeiðsloys- isstuðuli, sjúkralen og dagpeningi, Cc. uppihaldspeningi, haldi, studningi, gávum, samsýningum o.tl., sum bert verður veitt henni, og sum ikki verður latið av sambúgvandi - manni hennara, skal hon lata sjálvuppgávuna fyri seg. Har bert annar hjúnafel- agin hevur innteku, skal bert hesin lata sjálvupp- gávu. Viðvíkjandi inntøkum hjá bernum galda annars hesar reglur: a. Bern, yngri enn 16 ár, sum búgva heima, verða vanliga ikki sjálvi sett í skatt. b. Bern, yngri enn 16 ár, sum ikki búgva heima 1. januar, verða sjálvi sett í skatt. Tó verður barn, sum vegna skúlagongd býr ikki heima, t.d. er á kostskúla, talt sum heimabúgvandi. c. Bern, yngri enn 16 ár, sum búgva heima og sum í inntekuárinum hava havt støduga inntøku av vinnu hjá uttanhýsisfólki verða sett í skatt av inn- tøku sínari, her uppi i eisini innteku av ogn. Húsbóndin fær tó fram- vegis barnafrádráttin fyri barn yngri enn 16 ár Einkjur og einkjumenn, sum hava havt vanligt sambúgv, skulu fyrsta ár- ið aftaná deyða hjúnafel- agans geva upp egnu inn- teku í farna ári, soleiðis at sæð verður burtur frá teirri inntøku, sum er fall- in burtur av ti, at hjúna- felagin er deyð(ur). Vidvikjandi teimum einstøku teigunum: 1. Uppí lenina verða tald- ar allar viðbetur, so sum yvirtíðarpeningur, viðbót fyri amboð, skitið arbeiði, drykkjupeningur o.a. Fri- tidarløn verdur tald vid fyri sama tidarskeid, sum lønin er fyri. Lønarinntøka hjå børn- um, sum skattad verda saman við húsbóndanum, verður sett fyri seg. Hetta er inntøka av ikki stødug- um arbeiði. Innteka av sigling verður sett við tí upphædd, sum forvunnin er. Inntøka av fiskiskapi og útróðrarparti verður sett eftir avrokning, tá kostpeningur umborð er drigin frá. Har túrur gongur útyvir árið, verður hóskiligur = partur av mettu inntøkuni og ikki minni enn minstalønin til nyttår tald við. Restin verður tikin við árið eftir. Innteka, forvunnin við útlendskum skipum, skal verða prógvað við, at av- rokningin verður vidløgd sjålvuppgåvuni. 2. Landbúnaður eigur at verða gjelliga upp- gjørdur á oyðublað, sum líkningarvaldið flýggjar út og sum verður latið kommunala líkningar- valdinum saman við sjálv- uppgávuni. 3. Teir, sum hava rokn- skaparskyldu, skulu lata inn fullfiggjadan roknskap t.e. rakstrarroknskap og figgjarstand vid rakstrar- ársins enda saman við sjálvuppgávuni. Er roknskapur ikki latin inn, er sjálvuppgávan mett ógyldug, og er skatt- gjaldarin tá undir somu reglum, sum hann, ið als ikki sendir inn sjálvupp- gávu sína. Hetta sama er, har bert roknskapur er innlatin og ikki útfylt og undirskrivað sjálvupp- gáva. 4. Avlamis-, fólka- og einkjupensionistar geva- upp eftir tí skjali, sum teir fáa frá Almannastovuni Hetta samsvarar ikki altíð Skattaspurningar Regin Thomsen tí upphædd, sum fingin er, ti nekur fáa serligar viðbetur og eru hesar ikki skattskyldugar. = Vanlig eftirløn verður uppgivin vid teirri upphædd, sum fingin er. Har talan er um hjún við fólka- og/ella avlamis- pensjón, verður henda pensjón útgoldin í navn- inum á manninum. Hjún við slíkari felagspensjón býta skattskyldugu inn- tekuna í helvt, soleiðis at hver hjúnarfelagin verður skattaður av hver sínari helvt. Hjá hjúnum, har bert annað fær fólka- ella avlamispensjón, verður henda skattað hjá tí hjún- arfelaga, sum fær pen- sjónina. 5. Renta av peningi, sum stendur í føroyskum peningastovnum, er skattað beinleiðis og skal tí ikki verða tald upp í sjálvuppgávuna, men renta av peningi uttan- lands ella av útistandandi peningi annars, skulda- brevum og eðrum virðis- brevum, undantikið vinn- ingsbyti frå føroyskum partafeløgum, verdur giv- in upp her, um hon er fallin til gjaldingar og utt- an mun, um hon er út- goldin ella ikki. Vinningsbýti frá parta- feløgum, skrásettum í Feroyum, skal ikki verða talt uppí sjålvuppgåvuna, tå felagið hevur skyldu at halda eftir avgjald, áðrenn vinningsbýti verður út- goldið. 6. Her koma tær inn- tekur, sum eru íkki nevndar omanfyri, jmt. tó nr. 7, t.d. studningur, gáva, sum ikki er undan- tikin skattskyldu, vinn- ingur av eydnuspæli o.t. Undantikið er vinningur av donskum premiuláns- brøvum, í føroyska happa- dráttinum, ið er skattaður beinleiðis, og av eðrum eydnuspæli, um vinnarin r I] 18 14 ti letur Í: gjaia andskassan eftir leg tingslóg nr. 11 frá 9/4 1968. Gávur eru eisini undantiknar, um tær eru latnar av abba, ommu ella foreldrum til bern og barnabern ella hin vegin. 7. Er fingin uppihalds- peningur til ein sjálvan og/ella børn, sum eru hjá einum, verður hann taldur upp í her, sama um veru- ligur skilnaður er ella sep- aratión. 8. Er innteka av útleig- an av húsarúmd, verður hon sett her og verður til- skilað frá hverjum hon er, og hvussu nógvar mánaðir hon er fyri. Útreiðslur 9. Lentakarafrádráttur, sum er galdandi fyri per- sónar, sum hava lenarinn- teku, herundir fiski- og útróðrarpartar, fólka-, av- lamis-, einkju- og aðra pensjón. Frádrátturin er 20% av hesum inntøkum, men avmarkaður til hægst 4.000 kr. Er inntekan undir 10.000 kr., er frá- drátturin 2.000 kr., tó hægst ájavnt við inntek- una. Hesin frádráttur kemur í staðin fyri: 1. Limagjald til vinnu- gevarafelag og annan yrk- isfelagsskap, sum hevur til hevuðsendamál at varða um fíggjarstandin hjá teirri vinnugrein, sum hin skattskyldugi tr í. 2. Frádráttir til persón- ligar tryggingar eftir $ 1b í rentutryggingarlógini, t. e. lívstrygging, sjúkra- kassa o.tl., sum hava verið 1200 kr. fyri hjún og 800 kr. fyri leys. 3. Yrkislesnaður, am- boðspening, viðbót fyri skitið arbeiði, sjóklæðir og nautisk tól. 4. Ferðing til og frá ar- beiði og tvinnanda húsar- hald. 5. Húsafrádrátt og brunatrygging 6. Leigufrádrátt Fiskimannafrádrátt Sjálvuppgáva 1979/80 ær INNTGSKUR , 3. | tomeke av egn og kostpening til útróðr- armenn. Omanfyri nevndu frådråttir verda ikki meira loyvdir frådrignir i inn- tøkuni. 10. Gjøld, id latin verða fyri eftirlønartryggingar ella liknandi tryggingar, ið koma undir skatt- skyldu, tá tær verða út- goldnar, verða drignar frá her. 11. Skal skattgjaldari lata uppihaldspening til hjúnafelaga, hann ikki livir saman við og/ella børn, sum ikki eru hjá honum, men sum hann hevur skyldu at uppi- halda, verður tann goldna upphæddin sett her. Henda frádrátt eigur hann tó ikki rætt til fyri børn, sum annars búgva heima, men vegna læru ella skúlagongd eru burtur- stedd. Navn og bústaður á ti persóni, sum fær pen- ingin, skal verða tilskilað, annars verður hesin frá- dráttur ikki loyvdur. Frádrigið kann ikki vera sterri peningahædd, enn ásett ella góðkend er av almenna yvirvaldinum. 12. Skattgjaldari, sum hevur havt hall av virki sínum, setir hallið her, og skal tað verða prógvað við fullfiggjaðum roknskapi, ið eigur at verða latin í 2 eintøkum. Hall av virkin- um hjå ødrum av hjunar- feløgunum kann — ikki verða drigið frå skatt- skyldugu inntekuni hjá hinum, men um so er, at skattauppgerðin eitt ár vísir hall, kann hetta verða drigið frá í skatt- leggjandi inntekuni trý tey næstu árini og so- leiðis. at fyrsta árið verður inntøka er til tess og ar Verður samd kommsanla lkuingarvaldunum no.- …-— 1879 íbókkældrskridag 3 mars 1979 Sambært legtingslðu nr SD #6 2 júlí 1963. ið somm skyldug) vísandi hjálagðs = reiðstur minar | tiðar:20i0 um viski sambært reknuhap, sum skat viðlegt ATTSKYLDUG INNTOKA ars so nógv, sum innteka er til ($ 9 nr. 7). 13. Ungfólk eru undir tvungnari uppsparing. Hesi kunnu draga helvt- ina av uppsparingini í farna ári frá. Treytin er tó, at peningurin skal vera settur á bundna konto í føroyskum peningastovni. 14. Undir nr. 8 eru leiguinntekurnar av hús- um settar. Hevur leigari goldið fyri hita og ljós í húsaleiguni og alt er upp- givið sum inntøka, kann útreiðslan til tann partin, sum útleigaður er, verða drigin frá aftur her. 15.-17. Hevur skatt- gjaldari útreiðslur, sum ikki kunnu beinast undir teigarnar á sjálvuppgáv- uni, kann hann seta tær her við tilskilan, hvat út- reiðslurnar eru fyri. Yvirlit yvir privata skuld Eitt yvirlit yvir privata skuld skal setast upp, bytt upp eftir vedhavara ella ognara, samstundis sum rentan verður sett uppá. Tað er av týdningi, at hesi yvirlit verða gjørd, tá 14% av samlaðu rentu- upphæddini kann dragast frá ti álíknaða kommunu- skattinum og 28% frá landsskattinum, ella til- samans 42%. Hjún av- gera sjálvi, hvussu hesin frádráttur uppá 42% av samlaðu :tuútreiðslum verður bytur teirra mill- um. Vinnulig renta, t.v.s renta av iløgu- og rakstr arskuld samband við vinnuvirki, verður ikki sett pp he I drigu