mikudagur 10. januar 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Sosjalurin
Hondbóltsúrslit
seinasta vikuskiftið
Seinasta leygardag skuldu 11 dystir verið leiktir í
Ítróttarhellini í Havn, men vegna veður vórðu
bert 7 dystir leiktir. Úrslitini eru hesi:
Neistin a — Royn, smágentur
TB — H71, piltar
Kyndil — KÍF, dreingir
VÍF — Stjernan, 1. deild menn
TB — Kyndil b, smádreingir
Neistin b — VB, pinkur
TB — VB, smágentur
4—7
7—10
16—15
25—17
22—7
1—10
4—5
Sunnudagin skuldu 13 dystir verið leiktir, men
vegna veður vórðu 4 av teimum avlýstir, meðan
Neistin, 1. deild menn gav avboð, ti Sigmund
Reinert er deyður. Sostatt vórðu bert 8 dystir
leiktir, og úrslitini eru hesi:
TB — Neistin b, piltar
TB — Neistin b, smádreingir
TB — Neistin, mansunglingar
Neistin a — VB, smágentur
Neistin a — Kyndil b, pinkur
Kyndil a — Neistin d, pinkur
Kyndil b — Kyndil a, smågentur
9—4
15—9
14—20
2—12
6—1
8—6
3—24
sosialurin
Nr. 2 — 10. januar 1979
Europa cup:
1 heimsklassa
Kvinnuhondboltur
20. og 21. januar spælir 1. kvinnulid hjå Neistanum
fyrstu dystir sínar i Europa-cup móti polsku meist-
arunum Ruch Chozów, og roknast kann vid, at vit
fara at síggja hondbólt í heimsklassa
Ruch Chorzów: Standandi frá vinstru: Leiðari Zgolik, Knop, U. Gzdrik, Ilona Nawa, Barbara Kusz,
Gabriela Deda, Aniela Stylok, Eilzbieta Skupin, Anna Kostowska og venjarin Ludwik Biegasik.
Sitandi frá vinstru: Ilona Spaleniak, Zofia Lowczynska, Malgorzata Golek, Danuta Mann, Al-
freda Klonowska og Irena Syla
Í døgunum 20. og 21.
januar skal fyrsta kvinnu-
lið hjá Neistanum fyri
fyrstu ferð luttaka í Eu-
ropa-cup. Tær skulu í
ítróttarhellini á Hálsi
Neistin: Standandi frá vinstru: Venjarin Hjørleif Kúrberg, Sonja Jørgensen, Ruth Róin, Rannvá
Hanusardóttir, Óluva Joensen, Ingunn Larsen og Marita Arge.
Húkandi frá vinstru: Malan Mohr, Helena Øster, Vår Michelsen, Rita Poulsen. Torgerð Klein og Ruth Sundstein
meta polsku meistarunum
KS »Ruch« Chorzow
Annað umfar
Hetta er annad umfar av
kappingini, ið verður
leikt, men hetta eru tó
fyrstu dystirnir hjá Neist-
anum, tí í fyrsta umfari
trekti Neistin frítt og kom
sostatt beinleiðis í hetta
umfar.
Báðir dystirnir
í Føroyum
Tað er eydnast Neistanum
at fáa báðar dystirnar
leiktar í Føroyum og vón-
andi fer hetta at hjálpa til
at hallið á roknskapi
Neistans ikki verður ov
stórt.
Seinasta heyst leikti
fyrsta manslið í Europa-
cup kappingini móti
svensku meistarunum HK
Drott úr Halmstad, men
orsakað av lítlum áskoð-
aratali góvu hesir dystir
stórt hall.
Vit áskoðarar kunnu gleða
okkum til at síggja
kvinnuhondbólt í heims-
klassa. Á liðnum hjá Ruch
Chorzow eru nevniliga
fimm landsliðsleikarar og
pólska kvinnulandsliðið er
millum seks tey bestu í
heiminum og harafturat
kom Ruch Chorzów í sein-
astu Europa-cup semifin-
aluna har tær taptu móti
Vasas Budapest.
Nýggju
meistaraheiti
Níggju ferð hevur Ruch
Chorzow vunnið pólska
meistaraheitið, nevniliga í
1962, 1963, 1964, 1973,
1974, 1975, 1977 og 1978.
Hørd venjing
Neistin er tó ikki heilt ó-
fyrireikaður til hesa stóru
uppgávu. Í tríggjar til
fýra mánaðir hevur
kvinnuliðið vant hart und-
ir leiðslu av Hjerleif Kúr-
berg, og roknast kann við
at tær ongantíð fyrr hava
verið so væl fyri og tí
kunna vit áskoðarar hava
góðar vónir um at síggja
nakrar góðar dystir, har
Neistin vónandi vinnur,
tann 20. og 21. januar.