leygardagur 13. januar 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 13. januar 1979
VESTERBRO BØRNINI (LP og MC) fæst í LM HANDLINUM TLF. 11220
Síða 9
»Idiotar, ið einki skilja«
— soleiðis vórðu vit kallaðir av umboði starvsnevnd-
arinnar í samraðingarneundini um reglugerð fyri
stounsetan av sersambondum innan ISF, sigur
Kristian Olsen, formaður í fótbóltsdeildini
Týskveldið var SOSIAL-
URIN uppi í ÍSF-húsin-
um í Gundadali og prátaði
við teir triggjar fótbólts-
deildarlimirnar, Børga B.
Hansen, Marcus Ketlum
og gjøgnum telefon við
Kristjan Olsen, um tað
arbeiði, ið teir gera, nú
meðan tær ymsu kapping-
arnar liggja stillar.
Nýtt felag
meldað til
— Í farnu viku var til-
meldingarfreistin til kapp-
ingarárið 1979 lokin. Er
luttekan í ár eins stór og í
undanfarna ári?
— Luttøkan i ár er stærri
enn í fjør. Í fjør luttóku
102 lið og í ár hava 108
meldað til. Orsekin til at
tað í ár eru fleiri lið enn í
fjør er, at i ár hevur AB
(Argja Bóltfelag) meldað
til aftur. Sum kunnugt
vóru teir í fjør ov seinir við
tilmeldingini og mistu teir
tá luttøkurættin fyri 1978.
Harafturat hevur í ár eitt
nýtt felag meldað eitt
triðjadeildarlið til kapp-
ingina, nevniliga St.IF,
Stranda Ítróttarfelag, og
eitt nýtt unglingalið er
eisini meldað til.
Tað eru NSÍ og B68,
sum hava avgjert at
melda eitt felags lið til, tí
hvørki av felegunum
hevði nokk av fólki at
manna eitt lið einsamallir.
Tað er gleðiligt at felog
finna saman um at manna
lið og serstakliga gleðiligt
er tað, at tað er eitt ung-
lingalið, ið verður tilmeld-
að, tá unglingadeildin oft-
ast er hon, ið hevur fægst
lið, ti unglingar í 16—18
ára aldri fara mangan
burtur at nema sær lær-
dóm ella til skips. Ti vóna
vit í fótbóltsdeildini, at
hetta tiltak hjá B68 og
NSÍ vísir ødrum feløgum,
at væl ber til at samar-
beiða, soleiðis at ungling-
ar, ið annars hevdu havt
litlan møguleika at spælt
eitt ár vegna manninga-
trot, fáa meguleika at
spæla og at økja um vin-
arbondini felaganna mill-
um.
Nýggj kappingar-
skipan
Kappingin í fyrstu og aðru
deild er i ár løgd betur til
rættis enn frammanund-
an. Hon er legd eftir einari
norskari skipan við luta-
kasti soleiðis at einki felag
fær nakran fíggjarligan
ella ítróttarligan fyrimun
av at leika t.d. fyrsta ella
seinasta dyst, so sum
vanligt hevur verið sein-
astu árini. Her hugsa vit
um dystirnar HB—KI og
HB—TB
Dómaratrioir
— Tað hevur altíð verið
trupult at skaffa dómarar,
hvussu hevur hetta roynst
hesaferð?
— Í ár hava vit á fyrsta
sinni kravt, at feløgini, ið
spæla i 1. deild melda so-
nevndar »démaratrioir«
til, t.v.s. dómara og tveir
linjuverjar, og skulu hesir
so fylgjast gjøgnum alt
kappingarárið. Øll feløgini
hava meldað til og fara vit
í ár at royna at skipa so
fyri, at leikari, ið er aktiv-
uri 1. deild, kemur ikki at
dema 1. deildardystir
sjálvt um hann er tilmeld-
aður sum dómari. Ístaðin
verður tann dómaratrio,
har hann er við, sett at
dema 2. deildardystir.
Torført at leggja
kappingina
— Er tað eisini í ár, tá tað
eru 8 lið í fyrstu og aðru
deild, torfert at leggja
kappingina til rættis?
— Tað hevur vist seg at
vera sera torfert hjá
nýggja kappingarstjóra
okkara, Jens Erik Magn-
ussen, at leggja kapp-
ingina til rættis og kemst
hetta einamest av, at
nýggja steypakappingin,
har ell vaksnamanna-
deildin luttekur, fer at
longja um kappingarárið
við fýra til fimm viku-
skiftum og tá ein haraft-
urat hugsar um tann ill-
vilja, ið nøkur felog hava
móti at leika mitt í viku
orsaka av fíggjarligum
missi o.ø skilst, at tað er
trupult at leggja kapping-
ina. Havast má eisini í
huga at flest øll feløg vilja
hava summarfri ella stedg
i juli månad, men roynt
verður tó at leggja kapp-
ingina og roknast kann
við, at ein fyribilskapp-
ingarskipan verður send
til felogini í februar mánað
og hava tey tá meguleika
at gera viðmerkingar.
Landskappingin í 1. og
2. deild er tó longu logd til
rættis og tann 22. april
verða teir fyrstu dystirnir
í fyrstu deild leiktir. Tá
Uppskotið, ið Jógvan Páll Lassen legði fram fyri
samráðingarnevndina var hetta:
Uppskot
til samtyktar
Treyta av at niðanfyri standandi, verður góðtikið
av stjórn og aðalfundi, seti eg hetta uppskot fram
í samband við stovnan av sersambandi.
Fótbóltsdeildin fær heimild til sambært figgj-
arætlan, sjålvstødugt at ráða yvir peningavidur-
skiftum í samband við fótbólt, innan ÍSF, og skal
ein fotbåltsnevndarlimur hava fulltrú til åvisingar
og annars at gjalda.
Fótbóltsdeildin fær tilluta eftir samráð í stjórn
og starvsnevnd eina ávísa upphædd av lands-
kassastudninginum til rakstur av fótbóltsdeildini.
Í eini tillagingartíð uppá 3 ár, hevur starvs-
nevndin innlit og eftirlit við peningaliga rakstrin-
um av fótbóltsdeildini, so hesin er samsvarandi tí
løgdu figgjarætlanini.
Tekur tvistøda seg upp, hevur starvsnevndin
avgerandi orðið.
Viðv. ítróttarligum skipaninum, verður hendan
eisini sjálvsteðug rikin av fótbóltsdeildini, tó so-
leiðis at starvsnevndin og stjórnin hava neyðugan
kunnleika til tað, ið fyriferst.
Aftaná tillagingartidina — tá ið ein veit hverjir
spurningar hava tikið seg upp, verða nærri reglur
gjerdar fyri sjålvstødugt sersamband.
Tórshavn, tann 14/12 1978
Jógvan P. Lassen
hittast HB—VB, IF—
NSÍ, KI—B36 og TB—
MB.
Samráðingarnar
slitnaðu
— Á ársfundinum hjá fót-
bóltsdeildini var ein fund-
arsamtykt, ið álegði fót-
bóltsdeildini og stjórn
ISF's at taka upp samráð-
ingar um reglugerð fyri
av sersambondum innan
ÍSF, innan tíggju dagar.
Vit hava frætt, at hesar
samráðingar eru slitnaðar,
hví varð tað so, Kristjan
Olsen?
+ Samrådingarnar
millum stjórnina og fót-
bóltsdeildina byrjaðu fyri
tað fyrsta ov seint og
harnæst samdust deildin
og stjórnin um, at tað var
ógjerligt at fylgja fundar-
samtyktini, tá hetta
kravdi, at tað vórðu 16
samráðingarmenn. Av-
gjørt varð ti at setast
skuldi ein seks manna
samráðingarnevnd. Í
henni skuldu sita triggir
limir frá deildini tveir frá
stjórnini og ein frá starvs-
nevndini. Fyri fótbólts-
deildina vórðu vit triggir,
Marcus Ketlum, Berge B.
Hansen og eg valdir, fyri
stjórnina Andrass Daniel-
sen og Herman Lindberg
og fyri starvsnevndina
Jógvan Páll Lassen.
»ldiotar«
Á fyrsta fundinum varð
samtykt, at Jógvan Páll
Lassen skuldi gera eitt
upplegg til broyting av
lógum ÍSF's, so at megu-
leiki skuldi gerast fyri at
stovnseta sersambond.
Vit bíða nú tvær vikur,
áðrenn kallað varð saman
til næsta fund, og mettu
vit tað upplegg, ið Jógvan
Páll Lassen tá legði fram,
verða eitt skeivt samráð-
ingarupplegg.
Á hesum fundi kallaði
Jógvan Páll Lassen um-
boð fótbóltsdeildarinnar
fyri »idiotar, ið einki
skilja« og slitnadi samráð-
ingarnar, tá Jógvan Páll
Lassen rýmdi av fundin-
um, eftir okkara metan í
vreiði.
Vinna bestu
sømdir
— Hvat ætla tit vid fot-
boltssambandinum?
— Ætlan okkara við
sambandinum er at vinna
foroyskum fótbólti bestu
semdirnar bæði innan- og
uttanlanda og harafturat
krevur FIFA, um vit vilja
hava tann limaskap vit
tráa eftir, at vit hava
sjálvsteðugt fótbóltssam-
band og ein eigur at minn-
ast til, at vit jú als ikki
hava ætlanir um at melda
okkum út úr ÍSF, og er
tað sostatt ÍSF-aðalfund-
urin, ið hevur stersta
myndugleika.
— Í dag skal fótbólts-
deildin hava eykaársfund.
Eg skilji, at tit ætla at
leggja málið um fótbólts-
samgonguna fyri fundin.
Um tað nú verður viðtikið
at stovnseta sambandið,
hvenn leiklut skal starvs-
nevndin so hava í sam-
bandinum?
mr
— Ongan!!!!
Svaradi ikki
SOSIALURIN royndi
hoskvøldid at seta seg i
samband vid Jogvan Påll
Lassen, at vita um hann
hevði nakrar viðmerking-
ar til tað í fótbóltsdeildin
førdi fram, men tíverri
eydnaðist tað okkum ikki
at fáa fatur á honum.
Vónandi eydnast tað
okkum at fáa viðmerking-
arnar, um tað eru nakrar í
næsta blað.
DEYÐIN KENN: 3
SPENNING
TÁ MAÐUR KOYRIR VIÐ
KENNING!
fi Ráðið Fyri Ferðslutrygd