Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 VESTERBRO BORNINI (LP og MC) fæst í LM HANDLINUM TLF. 11220 Nr. 3 — 13. januar 1979 Vesterbros Ungdomsgárd Bardagin um børnini »Eg nokti at skriva slikt, eg veit er lygn,« sigur Bo Schiøler, sum saman vid Connie Skovvart er drivandi megin aftanfyri plåturnar »Vi lever på Vesterbro«, »Kattejammerrock«, »Hjerteblod»« og »Kartoffelfolket«. Tad er Bo, sum ger meginpartin av sangunum. »Vit læra nógv, gjøgnum sangirnar hjá Bo og Connie«, sigur Heidi, sum gjørdist limur i ungdómsfelagnum í byrjanini av -78. »Vit tjakast um allar sangirnar, finnast at teimum, siga hvat vit halda vera væleydnað og koma við leidbeiningum. « »Men eg meini, at eisini tey vaksnu kunnu læra nogv av ti, Bo Connie hava yrkt um okkum«, sigur Klaus, sum hevur verið lim- ur i ungdómsfelagnum í fýra år. »Eg eri ogvuliga gladur yvir at vera her«, sigur Flemming. »Eg merki, at tað, vit fåast við, hevur tydning fyri okkum, men eisini fyri onnur, sum lurta eftir okkara plátum. Bo og Connie eru stak góð til at lýsa okkara tankar, kenslur og vidurskifti.« Vit sita inni í einum bak- garði í býlinginum Vester- bro, nær við >Den Sorte Firkant« í Keypmanna- havn. Tad er undir upp- tøkuni av plåtuni »Kar- toffelfolket.« Børnini hoppa um band, telva og spæla bólt inni í garðinum. Nekur sita við eitt borð og práta og drekka sodavatn, onk- ur hevur ein matpakka og situr og etur rugbreyð við speigpylsu. Eg seti meg hjá teimum. Ein teirra spyr, um eg eri blaðmaðurin úr Feroy- um, sum skuldi koma at »interviewa« tey? Eg játti og sigi teimum hvat fyri eitt blað, tey væntandi koma í. Tey presentera seg utt- an nakað hóvasták. Men hetta er nú heldur ikki fyrstu ferð, tey sita yvir fyri einum, sum ætlar at skriva um tey. »Eg eiti Klaus<, sigur ein, meðan hann koyrir seinasta bitan í munnin. Peter, 12 ár „Hatta er Flemming«, hann skumpar vinarliga undir hann fyri líkasum at herða undir orðið »hatta«, »hasin er Peter, og hand- an eitur Heidi«. >Nú kemur Bo«, sigur ein teirra, eg snúgvi mær á, og vit heilsast. „Ert tú longu komin, Heidi?« spyr Bo. >Tú skalt jú ikki meta fyrrenn um tveir tímar. Hon smæðist, brosar. Eitt vindeyga fer upp, og ein kvinna rópar við harðari rødd: „Peter! Flemming! Allan og Jette! tað er tykkara túrur nú! Skundið tykkum!« Tað er Connie. Bo greiður frá, at tað er hon, sum leggur upptøkuna til rættis. Peter og Flemming gera seg til at fara. >Vit koma aftur um eina letu,< siga teir. Bo greiður frá, hvussu alt byrjaði. Tað var í smá- um. Sjálvur var hann ein miseydnaður lesandi, sum hann segði. Hann er 32 ár. Hann hevði fingist við at skriva sjónleikir og at yrkja. Hann hevði m.a. arbeitt saman við >Kom- edievognen< eitt tíðar- skeið. Allir sangirnir eru partar úr sjónleikum, hann og Connie hava skrivað. Connie, sum er 38 ár, er fyrrverandi blaðkvinna á »Ekstra Bladet«, men har var eyðvita ikki nakað verandi stað. Tey fingu bæði arbeiði á » Vesterbros Ungdoms- gård« fyri nøkrum årum síðan, sum eitt slag av lærarum fyri teimum børnum og ungu, sum teknaðu seg til sjónleik og tónlist. Annars kunnu bernini tekna seg til svimjing, billard, borð- tennis, keramik, o.m.a. Tað byrjaði við sjón- leikunum. Bernini og tey ungu høvdu fyrivísanir á skúlum og aðrastaðni í Keypmannahavn og vóru væl fagnað. „Men tað var ikki fyrr- enn bernini byrjaðu at tosa um sangstjørnur, m.a. í samband við ABBA -halløjid, og í ti samband- inum vistu eina marghått- liga virding fyri teimum, sum stóðu aftanfyri eina- hverja mikrofon, at vit fóru at tosa um sjálvi at geva eina plátu út við okkara sangum, mestsum fyri at avmystifisera tank- arnar hjá bernunum um tær borgarligu stjørnur- nar. Ongin trúi tå, at tey sjálvi = skuldu gerast stjørnur. Men tað eru tey helst nú<, sigur Bo. >Gull- og silvurpláturnar hanga nú í hópatali inni í teirra fritidåarhølum, og plátuupplagini liggja um 200.000«. Nú brýtur Klaus inn: »Nei, vit hava ongar stjørnur her. Um tú spyrt meg — hann vendur sær moti mær — um eg vil geva tær ein autograf, so fært tå ongan — ongin fær autografar frå okkum. Vit hava ongar stjørnur. Vit eru øll vid. Øll onnur børn og ung, sum vit, kunnu eisini gerast stjørn- ur. Tad er onki serligt við okkum.« Tad er skilligt. Tad er ikki tann einstaki i sær sjålvum, sum skal tilbiðj- ast, og sum hevur tydn- ing. Upplyst verdur ikki å plåtunum, hvør syngur tann einstaka sangin; øll fåa ein møguleika at syngja. Tad er felagsskap- urin, felagslívið og tað, tey syngja um, sum hevur tydning. Bo noydist inn aftur til upptekurúmið. Aðrenn hann fer heldur hann fyri, at tað eftir ollum at doma er eydnast teimum at av- mystifisera tær borgarligu »Stjørnurnar« — nei! tað er komið av sær sjálvum, nú bernini og tey ungu á Vesterbro sjálvi eru vorð- in >stjórnurc. Eg spyrji Heidi, hvussu henni dámar at vera limur í Vesterbros Ungdoms- gård, og hvat hon hevur fingið burturúr. >Tað er sum ein skúlia, sigur hon. > Vit tjakast um sjónleikirnar hjá Bo og Connie. Siga hvat vit halda vera gott og ringt, og siga, hvussu vit kundu hugsað okkum tad.« Eg bað hana geva eitt dømi. »Sum tå vit spældu sjónleikin og sangin um Annu Frank, sum var jødi og flyggjadi undan tysk- arunum undir 2. heims- bardaga. Tå tosadu vit eisini um, hvat nazisma er. Bo og Connie greida okkum eisini frá, hvat ymisk orð týða, sum orðið »partisan«, og tað at vera ateist, kristin og komm- unistur. Eg haldi, at eg havi lært nógv av at lut- taka.« Men nu tit ganga so nogv uppi hetta, gongur tað so ikki út yvir skúlan? »Nei, tað ger tað ikki«, sigur hon. >Ég geri i hvør- MON N 2 fall meira vid mitt heima- arbeiði nú, enn eg gjørdist limur. Tad er eisini treytin fyri, at eg sleppi at vera limur. Um eg geri alt hitt, eg skal, so sleppi eg eisini at vera vid i hesum felags- arbeidinum, tå id eg havi hug.« Peter og Flemming koma aftur. Teir spyrja, hvat vit hava tosað um. Tá ið teir hava fingið tað at vita, sigur Flemming: »Akkuråt sum við frem- mandaarbeidaraspurning- inum, sum vit hava ar- beitt við. Áður kendi eg onki til teir. Eg visti bert, at teir vóru myrkir og ikki danskarar. Nú skilji eg teir betri, haldi eg. Teir hava sínar vanar, mentan og sovorðið, sum vit ikki kenna til, og sum vit ikki hava her. Teir munnu ikki altíð hava tað so gott í Danmark. — Fært tú nakað burt- urúr sangunum, tú syng- ur? <Ja, tað geri eg,< sigur Klaus, 13 ár skrivar: hann eitt sindur álvar- samur. >Teir eru realist- iskir. Tað er gerandisdag- urin hjá okkum og okkara líkum, Connie og Bo yrkja um.« — Kanst tú siga nakað um, hvussu tað hevur á- virkað teg? Hann hugsar seg um; sigur so hugsunarsamur: »Eg haldi, at eg eri meira opin yvir fyri foreldrum mínum nú, enn eg var áður<, sigur hann eitt sindur óvissur. Og so leggur hann afturat: > Ella tey hava broytt seg yvir- fyri mær. Eg haldi, at tey eru eitt sindur errin yvir, at eg eri »stjørna«. Hann flennur glaður. — Hvussu nógv eru tit um pláturnar? »Vit eru nogv« siga tey. >Vit hava verið heilt uppi á 63«. Ein genta kemur stund- andi yvir móti okkum og spyr, um tey eru liðug vid eina ávísa vísu, sum hon skuldi vera við í. Hon er