leygardagur 13. januar 1979síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4 URL
KR
OD
Nr. 3 — 13. januar 1979
VESTERBRO BØRNINI (LP og MC) fæst i LM HANDLINUM TLF. 11220
Eisini kom hon úr góðum
húsum. Tá loyvdi eg mær,
sigur Hanna Lisberg, at
siga, at tað var klókast
fyri hana at fara aftur til
bygdina, higani hon var
komin. Tað varð ikki tikið
væl upp.
Nógv vilja
adoptera
Hanna Lisberg heldur tað
eisini vera skeivt, at nógv
bern, sum koma á barna-
heim, vera verandi har, til
tey eru vaksin. Hetta er
heilt óneyðugt, ti tað eru
nógv foreldur i Havn, sum
ynskja at adoptera bern-
ini. '
Hetta ber ikki til uttan
so, at mammurnar geva
loyvi til tess.
Hanna Lisberg heldur,
at lógin skuldi verið
broytt soleiðis, at barnið
bert var á barnaheiminum
í eina stutta tid.
Vit hava frisk domi um,
at fólk eru farin heilt til
Korea fyri at fáa pleygu-
bern. Hetta er heilt ó-
neyðugt, ti tað eru nógv
bern í Feroyum, sum
hevdu verið glað fyri at
fingið eitt heim at vaksið
upp í.
Standa í bandi
— Er tervurin á veggu-
stovu- og barnagarðs-
plássum eisini orsekin til
nógvar trupulleikar hjá
heimum her í Havnini?
— Tað er tað so av-
gjørt. Tað eru dømi um, at
fólk, ið búgva t.d. við ein
krossveg ikki fáa bernini í
vøggustovu ella barna-
garð. Fleiri bern bern
standa tí uttan fyri í bandi
allan dagin.
Barnaverndin hevur
fingið klagur um, at børn
hava staðið bundin uttan
fyri eina íbúð allan dagin
uttan at koma í samband
við onnur børn. Vit
royndu at fáa hesi bern í
barnagarð, men tað hevur
verið so at siga ógjerligt.
Vánaligar íbúðir
Í samband við íbúðar-
neyðina í Havn er eisini
rætt at vísa á, hvussu
vánaligar nógvar. leigui-
búðir eru. Í útvarpinum
herfyri greiddi ein mamma
frá, at m.a. einki wc var í
húsinum, har hon búði til
leigu. Har var einki heitt
vatn ella sentralhiti, og
loftið var so ótætt, at vatn
lak niður igjøgnum.
— Men fólk finna seg í
ti mest ómenniskjansliga,
sigur Hanna Lisberg og
leggur aftrat, at tað er ti
tey ongastaðni hava at
fara. Havast tey at nekr-
um, verða tey blakað út.
Heldur vera undir taki,
enn at vera úti á gøtuni.
Nógv onga
leigukontrakt
— Hvat sigur leigunevnd-
in til hetta?
— Eg veit tað ikki. Men
leigunevndin viðger jú
bert mál, har kontrakt er
millum eigara og leigara.
Og tað eru ógvuliga nógv,
sum onga kontrakt hava.
Tað er ongantid gjørd
nekur verulig skráseting
av íbúðunum í Havn. Her-
fyri varð gjørd ein kann-
ing, sum kortini ongantið
varð fullfiggjað. Høvuds-
orsøkin var tann, at tað
vóru so nógv, sum ikki
vildu svara — helst av
ótta fyri at verða koyrd á
dyr.
— Er brúk fyri eini
barnavernd í Havn?
— Tað er tað so av-
gjørt. Tað er eingin vika,
at ung ikki seta seg í sam-
band við okkum. Nú
gangi eg sjálv í diskotek
av og á, og har koma fleiri
ung til mín og spyrja meg
um eitt og annað. Mest
um hverji rættindi tey
hava.
Foreldra-
myndugleikin
— Kanst tú greiða okkum
eitt sindur frá arbeiðinum
her í Havn?
— Vit fáa nógvar áheit-
anir frá rættinum m.a. um
at kanna viðurskiftini hjá
foreldrum, sum skulu
skiljast. Her er spurning-
urin, hver skal hava for-
eldramyndugleikan. Ofta
halda fólk, at tað er
barnaverndin, sum ger
hetta av. Tað er ikki rætt.
Sjálv haldi eg, at hesin
bardagi um bernini er tað
mest syrgiliga av øllum,
sum vit arbeiða við. Eru
bernini smá, tá er tað ein
Stórur tørvur er á íbúðum í hevuðsstaðnum
togan millum hjúnini. Tey
stjala bernini frá hverjum
eðrum, tá tað ber til. Með-
an eitt tílíkt mál verður
vidgjørt, hava bæði for-
eldrini foreldrarættin til
barnið.
Nevnast skal eisini, at
tað er ógvuliga sjáldan, at
hjún semjast um, at báðir
partar skulu síggja barn-
ið. Hetta er eisini steðan,
tá bernini eru vorðin hálv-
vaksin. Herfyri vildi ein
14 ára gamal drongur
síggja pápa sín. Tá
mamman noktaði, stakk
drongurin av og var burt-
uri í eina tíð.
Tað er eisini ofta, at tað
eru trupulleikar í einum
heimi, sum gera, at stig
má takast til, at barnið
kemur í pleygu aðra-
staðni.
Skyldu at
boða frá
— Fáa tit ofta nakað at
vita um hetta?
— Tað gera vit av og á,
men í lógini um barna-
verndina stendur, at øll
sum hava kunnleika til
bern, sum verða misrekt
kropsliga ella sálarliga,
hr
Hesi eru heppin — hava fingið pláss á barnagarði
Skansastova — royna at finna ski at byggja á
hava skyldu til at boða
frá. Gera tey ikki tað,
kunnu tey verða revsaði.
Tey ungu
og frítíðin
Í barnaverndarlógini verð-
ur eisini sagt, at barna-
verndin skal hava kunn-
leika um tey viðurskifti,
sum tey ungu vaksa upp í.
Eg kann her nevna eitt
demi, sum vit hava roynt
at lata býráðið skilja.
Tað er fritidin hjá teim-
um ungu.
Hanna Lisberg sigur, at
tey, sum idka ítrótt og
tey, sum eru skótar, hava
hampuligar umsteður.
Men øll hini, sum ganga i
dans og vilja gera okkurt
annað enn ítrótt og skóta-
arbeiði, eru illa fyri. Tey
hava t.d. bert eitt dansi-
heli, meðan tað fyri nekr-
um árum síðani vóru fleiri
tilik dansihøli i Havn.
Bæði Diskotekklubb-
urin cg Ungmannafelagid
Skansastova hava søkt
býráðið um eki at byggja
á. Felegini vilja sjálvi
royna at síggja tiltakin-
um, bert tey fáa grundeki.
— Tey hava ongar
semdir fingið frá býráðn-
um. Ístaðin verða tey
hildin fyri spott. Tað er
bert uppundir val, at bý-
ráðspolitikarar siga seg
vilja hjálpa, sigur Hanna
Lisberg.
Vónsvikin
— Í bleðunum lýsir by-
ráðið vid skrivstovutidun-
um hjå teimum ymsu by-
ráðsnevndunum. Barna-
verndin er ikki tikin við.
Hvussu ber tað til?
— Eg var ógvuliga vón-
svikin, tá eg sá kunngerð-
ina frá býráðnum í blød-
unum um skrivstovutiðir-
nar. Barnaverndin er ikki
tikin við. Tað skuldi verið
ein sjálfrylgja, at formað-
urin í barnaverndini kom
undir somu skipan.
Í dag er steðan tann, at
fólk vitjað alt degnið, og
tað er neyvan nekur
nevnd, sum fær so nógvar
vitjanir sum barnavernd-
in. Vit hava annars ein
fastan fundardag í hverj-
um mánaða. Tá verða inn-
komir mál viðgjerd.
Orættvis
Í samband við at kæra av-
gerðir hjá barnaverndini
til ein kærustovn, heldur
Hanna Lisberg, at núver-
andi skipanin er órættvis.
— Tað er ikki rætt, at tað
eru tey somu fólkini, sum
sita og viðgera barna-
verndarmál, sum eisini
sita í teimum kærustovn-
unum, sum seinni skulu
viðgera tey somu málini