leygardagur 13. januar 1979síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
sosialurin
Nr. 3 — 13. januar 1979
Høvudsstadurin í 1979:
Skilja børn og foreldur
sundur — einki at búgva í
Fleiri familjur við børnum bugva so illa at heilsu-
myndugleikarnir mæla frá, at born vaksa upp í
tílíkum íbúðum
— Tað er ein myta, at heimið er tað besta
stað á jørd, skulu vit hugsa um tey børn,
sum hava so vánaligar umsteður at vaksa
upp í, at tey beinleiðis taka skaða av ti.
Soleiðis sigur Hanna Lis-
berg, limur í barnavernd-
ini í Havn. Hon visur við
hesum á, at tað er at
reingja veruleikan, at tosa
um, at vit ikki skulu hava
barnagarðar, veggustovur
o.l. men at bernini skula
vera heima, sum er besta
stað á jerð.
— Vit kunnu vísa á, at
læknar hava rátt frá, at
mammur, sum hava átt
Barnaverndin:
børn á hospitalinum, eru
farnar heim í somu íbúð
við barninum — so vána-
ligar eru hesar íbúðir. Er
tað tá ikki frægari, at
bernini ein part av degn-
um eru á vøggustovu ella í
barnagarði, spyr Hanna
Lisberg.
Skilaleyst
Hon sigur víðari, at júst
íbúðarspurningurin er ein
tann stersti trupulleikin
hjá barnaverndini. Tað
eru nógvar familjur, sum
búgva so illa, at tað er
heilt skilaleyst. Tað eru
eisini nógvar mammur í
Havn, sum ikki hava
bernini hjá sær heima, tí
íbúðin ella kamarið er so
vánaligt.
— Í sosiala táttinum,
sum varð sendur í útvarp-
inum herfyri, greiddu
tvær mammur frá, hvussu
vánaligar íbúðir teirra eru.
Tær umboða bert ein litl-
an part av ellum teimum
mammum, sum treyðugt
vilja koma fram við nekr-
um av berum ótta fyri at
missa sína íbúð. Hanna
Lisberg leggur aftrat, at
ramman um eitt familjuliv
eisini má vera ein íbúð.
Eiga ikki
fleiri íbúðir
Barnaverndin hevur fleiri
ferðir vent sær til Tórs-
havnar Býráð og sagt frá
hesum viðurskiftum. Men
svarið er ferð eftir ferð, at
býráðið eigur ikki fleiri
íbúðir.
Hanna Lisberg sigur í
hesum sambandi, at hon
heldur tað vera skeivt, at
fólk, sum einaferð hava
Hjálpa børnum
sum eru illa fyri
i samfelagnum
Lógin um barnaforsorg er
frá 10. juni 1960. Hon á-
leggur ollum kommunum i
Feroyum at hava eina
barnavernd Aðrenn
henda lóg kom í gildi vóru
verjuráð, sum vórðu skip-
að nakað ødrvisi enn
nýggja barnaverndin.
Barnaverndarlimirnir
verða valdir politiskt. Eft-
ir hvert býráðs- og bygda-
ráðsval verður ein barra-
verndarnevnd vald.
Í Havn er alið á barna-
verndarlimum 5, meðan
tað í nógvum bygdum er
7. Limirnir í Havn eru
Georg Thorsteinson, for-
maður, Hanna
næstormaður,
Lisberg.
Martin
Petersen, Frida Øster og
Ingi Mohr.
Uppgåvur
Sum orðið sigur. hevur
barnaaverndin til høvuds-
uppgávu at taka sær av
bernum — at verja bern,
sum á ein ella annan hátt
eru illa fyri í samfelagn-
um.
Barnaverndin skal hava
tilsjón við børnum, útinna
fyribyrgjandi virksemi, og
hon skal veita trygd fyri,
at børn uttan fyri heimini
verða uppihildin og at fáa
eina góða uppaling.
Barn-foreldur
Tá talan er um, at eitt
barn skal flyta frá foreldr-
unum, er tað barnavernd-
in, sum samráðist við for-
eldrini ella tey. sum hava
foreldramyndugleikan.
Men hóast barnið eina tid
ikki er hjá foreldrunum,
men i p leygu tå missa
foreldrini ikki foreldra-
rættin barnið
einstøkum førum er
UR at flyta bern í-
móti viljanum hjá foreldr-
unum. Tað er grein 25 í
lógini um tvingsulsflyting
av børnum. Í tilikum før-
um, har talan kann vera
um tvingsulsflyting, skal
barnaverndin hava ein
juridiskan rådgeva. Í
Havn er juridiski ráðgevin
Johan Djurhuus, skriv-
stovustjóri, men tá hann
ikki kann meta, kemur al-
mannastjórin, Klaus Her-
man istadin.
Kærur
Tað er loyvt at kæra eina
avgerð hjá barnaverndini
til almannastovuna ella
landsstýrið. Síðani hava
eisini tað, ið verður nevnt
Nævn for
Landslækn-
»Færøernes
Børneværn«.
in og dómarin eru føddir
limir, medan landsstyrid
velur ein lim. I løtuni er
hesin Marius Johannesen.
Nevndin er ein kæru-
stovnur og skal hon vid-
gera kærur i samband vid
barnavernd.
Upp til 18 år
Barnaverndin tekur sær
vanliga av ungum upp til
18 ár, men erviðkomandi
næstan fyltur 18 ár og t.d.
hevur fingið ein treytaðan
dóm, tá setir barnavernd-
in ein tilsjónarverja, sum
skal hava tilsjón við við-
komandi tey næstu tvey
árini. Annars skal barna-
verndin altid seta ein til-
sjónarverja, tå ung yvir
15 ár hava framt lógarbrot
og hava fingið ein treytað-
an dóm.
|
£
233
£
þá
Hanna Lisberg, limur í barnaverndini
fingið eina biliga íbúð frá
býráðnum, vera verandi í
hesi íbúðini, sjálvt um
umsteðurnar hjá teimum
eru broyttar til tað betra.
— Har átti manna-
gongdin at verið tann, at
býráðið fyri eina avmark-
aða tíð gav fólki loyvi at
búgva í eini av íbúðunum.
Seinni skuldi býráðið tikið
málið til viðgerðar av
býggjum og kannað, um
tað framvegis er neyðugt
at leiga íbúðina til hesi
somu fólkini.
Ynski í
barnaárinum
Hanna Lisberg sigur við-
ari, at størsta ynski henn-
ara í hesum altjóða barna-
ári er, at allir teir smáu
borgararnir, sum eru í
Havn, fáa sømilig kor at
búgva undir.
— Tað tykir mær, at
býráðið skilir ikki álvaran
av hesum, tá tað í dag
veruliga er neyðugt at
skilja foreldur og bern
sundur, bert ti tey einki
hava at búgva i.æ.
Svimjihøll
— íbúðir
— Vit skulu byggja eina
svimjihell fyri góðar 20
mill. kr. Sjálv havi eg
einki ímóti tilikari holl, ti
tørvur er á eini svimjihølål
í Havn. Men tá íbúðar-
tervurin í Havn er so stór-
ur, eiga vit tá ikki heldur
at prioritera soleiðis, at í-
búðir koma fyrr enn ein
svimjihøll!
Vit spurdu Honnu, um
nakað verður gjørt fyri at
loysa íbúðarspurningin.
Til hetta svarar hon, at
barnaverndin tíverri ong-
ar íbúðir hevur at vísa á. Í
einstøkum førum hevur
man leigað eitt kamar og
demi eru um, at Tórs-
havnar Býráð hevur gold-
ið nógvan pening fyri fólk,
sum eru farin á gistingar-
hús, tí tey onga aðra-
staðni hava at vera.
Barnaheimið
— Hvat samband hevur
barnaverndin við barna-
heimið?
— Fyri at eitt barn skal
sleppa á barnaheimið, skal
barnaverndin geva loyvi
til tess. Tað hendur ofta,
at einsamallar mammur
koma til Havnar við bern-
um.
Fyri stuttum kom ein
mamma við trimum bern-
um til Havnar at arbeiða á
einum flakavirki. Hon bað
um at fáa bernini á barna-
heimið. Tá vit hevdu
kannað umsóknina, visti
tað seg, at mamman kom
úr eini bygd, har arbeiði
var á einum flakavirki.