Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 : =, telf. 14720 . 11820 S0Sialurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Orimuligar treytir Í ÍSLANDI stóðst rættuligt rok um fiskiveiðusáttmálan millum Island og Føroyar og íslendingar eru eftir øllum at dóma råkandi ósamdir í hesum spurningi. SERSTAKLIGA hava fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Lúðvík Jóseps- son, og altingsmaðurin, Ólavur Ragnar Grímsson, tikið harðliga til orða ímóti sátmálanum við Føroyar, meðan ein annar fyrrverandi fiski- málaráðharri, Matthías Bjarnason, heldur, at føroyingar hava fingið ov lítið av lodnu í nýggja sáttmálanum. UM ÍSLAND yvirhøvur skal lata ødr- um tjóðum — og millum teirra eisini føroyingum — at veiða í íslendskum sjógvi er sjálvandi ein innanhýsis ís- lendskur spurningur, sum vit ikki fara at leggja okkum uppí. At nakrir eru fyri at gera sáttmála við Føroyar og nakrir eru í móti er heilt natúr- ligt. MEN OKKUM hóvar lítið tað, at Ólavur Ragnar Grímsson alment ber uppá mál, at Ísland bert skal geva føroyingum veiðurættindini undir Íslandi upp á ta treyt, at føroyingar ikki loyva skipum úr EF at veiða við Føroyar. Hetta vildu vit mett sum ís- lendska uppilegging i føroysk viður- skifti. TÅ VIT LATA skipum år EF fisk und- an Føroyum, so er hetta i byti vid annan fisk, sum er avgerandi fyri, at ein åvisur partur av føroyska veiðuflotanuum, nevniliga nótaskip- ini og ídnaðartrolararnir, sum ikki hava møguleika á okkara egna sjó- øki, kunnu reka fiskiskap í EF-sjógvi stóran part av árinum. ANNARS ERU vit av teirri áskoðan, at samvinnan millum Ísland og Før- oyar eigur at verða útbygd til gagn fyri báðar partar, og hetta eydnast ikki, um vit fara at trýsta hvønn annan við órímuligum treytum. Tað vil tvgrturímóti bert skaða tey góðu viðurskiftini millum bæði londini. sosialurin Nr. 4 — 17. januar 1979 LL SS AAA nn UM FRIMERKJAUTGAVU Endamálið við frímerkjum er fyrst og fremst at seta á tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. brøv o.a. sum verður sent vid postinum. At tad so eisini kann vinnast pen- ingur við at selja frímerki til savnarar, tað er jú bara ófert. Men tað tykist sum, at postverkið við síni frí- merkjaútgávu fyrst hugs- ar um savnarar og minni um tey, sum skulu nýta frímerkini. Eitt tað mest brúkta frímerki er 140 oyru. Av hesum hava vit minst 4 ymisk frimerki, og alt gott um tað at siga, um vit eis- ini hevdu frímerki, sum svaraðu til aðrar vanligar portotakstir. Ein sera vanlig sending man vera prentlutir frå 20—100 gr. Men her finst einki fri- merki, sum svarar til tey 110 oyruni, sum hetta kostar. So her må tu hava minst tvey frimerki, og hetta gevur rættuliga stórt eykaarbeiði, tá fleiri hundrað prentlutir skulu sendast. Tað sama er við prent- lutum 250—500 gr., sum eisini man vera ein vanlig sending. Hetta kostar 300 oyru. Her fæst heldur einki frímerki. Tað hevur verið, men Postverkið hevur steðgað seluni av tí. Hevdi tað ikki verið eitt hugskot, um Postverkið eisini hugsaði um at fram- leiða frímerki, sum svara til teir mest brúktu takst- irnar, og heldur framleiða frímerki við ymsum virð- um enn fleiri við sama virði? 6. EIN LØGIN UMSORGAN FYRI FERDAFOLKI Nakað herfyri sendu nøk- ur ferðafólk eitt mótmæl til Strandferðsluna. Tey skuldu úr Havn til Klaks- víkar, og tey vóru farin við Trónda ein túr, har eftir ferðaætlanini var »samsigling til Klaksvík- ar.« Tróndur var nakað seinkaður inn á Toftir og kavaveðrið gjørdi, at rut- an av Toftum til Lorvíkar var eitt sindur seinkað kanska eisini. Men eftir sum tað var samsigling til Klaksvíkar, varð sjálv- sagt roknað við, at Ternan bidadi teir um 15 minuttir, sum rutan var seinkað. Men komin til Lorvíkar, var Ternan farin, og hetta gjørdi, at hesi ferðafólk vórðu seinkað til Klaks- víkar meira enn ein tíma. Hetta var ein manna- gongd, sum hesi ferðafólk hildu vera órímilig og tí varð klagað um atburðin. Sjálvur skrivaði eg til Strandferðsluna, men fekk sum vanligt einki svar. Men seinni frættist í útvarpinum, at hesi ferða- fólkini ikki fingu við- hald, tí um Ternan skuldi bíða í hesum feri, so komu onnur ferðafólk at bíða seinni. Hetta svar varð útdýpað í Sosialinum, har Strandferðslan greiddi frá, at hendan seinkan vildi verið frá 5—15 min- uttir. Hetta aftursvar má sig- Savnshjálpari Á Feroyamálsdeildini verður at seta fólk í starv sum savnshjálpari 1. februar 1979 ella seinni. Umsekjarar mugu hava exam. art. prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bók- mentum. Serkunnleiki í ljóðbanda-arbeiði gevur fyrimun. Len eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Feroya landsstýri. Umsóknir eiga at vera hjá deildini í seinasta lagi 25. januar 1979. Fróðskaparsetur Feroya DEYÐIN KENNIR SPENNING TA MAÐUR KOYRIR VIÐ Ráðið Fyri Farðslverygd MAÐUR HEVUR VANDAN | VID- SUM IKKI AKTAR | KOYRISID! ÆT Fyri Ferðalutrygd } Feroyamálsdeildin TIf. 11820—14720 ast at vera ein merkilig vanvirðing av hesum ferdafolkum. Ein av grundgevingunum fyri, at tað almenna skuldi yvir- taka alla Strandferðsluna, var, at so kundu ruturnar samskipast betri. Hetta tykist ikki at vera nakað serligt áhugamál hjá Strandferðsluni sum er, tá ruturnar ikki skulu laga seg hver eftir aðrari sum í hesum tilfelli. Tað er ein merkiligur hugsanarhátt- ur í 1978 at »straffa« nøk- ur ferðafólk við at lata tey bíða á kajuni í Lorvík nærum ein tíma fyri at' umganga, at onnur ferða- fólk verða 5—15 minuttir ov sein, ti at Tróndur er seinkadur av orsekum, sum ferðafólkini íkki kunnu gera við. Ein er líka við at fáa varhugan av, at tey ferðandi eru til fyri Strandferðsluna. Tað er eingin, sum nakrantið hevur mukkað um eina seinking uppá upp til 15 min., um grundir eru fyri hesum. Tað er nú lítið av miklum hjá feroyingum, men at skula verða seink- að ein tíma, tá hetta kundi verið ødrvisi, tað kann Strandferðslan ikki loyva sær at bjóða fólki, og enn minni kann hon loyva sær at bera í betuflaka fyri slíka mannagongd. 6. j. BYARBOKASAVNID Niels Finsensgøta 7 Box 134 - 3800 Torshavn Tlf. 13626 Karin Kjølbro heldur fyrilestur um »Alheims Barnaárið — Alheims barnarættindi úti og heimax á Býarbókasavninum, hóskveldið, 18. jan. kl. 20. Øll hava atgongd. Býarbókasavnið Skeið í finmetalsmíð Månakvøld kl. 19—22 Tyskvøld kl. 19—22 Tilmelding å telefon 12811, Eyvindur Mohr. Mikudagin 17., hósdagin 18., og fríggjadagin 19. kl. 19—21 TÓRSHAVNAR KVØLD- OG UNGDÓMSSKÚLI