Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 17. januar 1979 av botnfiskastovnum Merkingar hava altíð ver- ið trupul arbeiðsháttur at fáa vitan um stovnsstedd, mest ti tað altíð er so óvist, hvfissu. nógv merkir verða borin aftur. Ekko- loddingar rigga ikki til fiskasløg, sum ganga nær botnin ella ganga spjadd, við teimum arbeiðstólum, sum nú eru, so til at gera stovnsmetingar av bota- fiskastovnum er neyðugt at nýta aðrar arbeiðshætt- ir. Hvat skulu vit vita Vit skulu fyri at gera eina stovnsmeting vita, hvussu nógvir fiskar eru í stovninum av hverjum aldursbólki. Vit mugu vita, hvussu skjótt fisk- urin veksur, so vit kunnu vita vektina í hverjum aldursbólki. Síðani mugu vit vita, hvussu stórt tal doyr av náttúruávum og hvussu stórt tal doyr av fiski- skapi. Hesar báðar partar kalla vit ávikavist nátt- úrudeyðatalið og fiski- deyðatalið og tað kann gevast sum prosent av savnaða talinum í stovn- inum. Aldurs- ella steddar- býtið í veiðuni kunnu vit fáa við at taka prevar, sýnislutir, úr veiðuni, t.d. taka mát ella nytrar úr einum kassa frá eini land- ing fyri at fáa stikkpreva av steddar- og aldursbýt- inum í tí landingini. Tað fyrsta vit fáa er sostatt eina meting av hesum nýti í veiðuni. Men vit vildu fegin hava býtið í stovninum. Nú kunnu vit taka veið- una, sum ein stóran stikk- preva av stovninum, í hvussu so er av tí sterra ella eldri fiskinum (tí hitt smæsta fer gjegnum meskarnar ella gloypir ikki húkinum). Úr hesum stikkprøvan- um, sum veiðan er, fáa vit, t.d. at vita, at i 1576 var talið av 4 ára gomlum (t.e. árgangur 1972) 10.000 fyri at taka eitt dømi. Árið eftir kunna vit aftur veið- ina og finna, at nú er talið av 5 ára gomlum (árgang- ur 1972) 5.200. Sostatt er árgangurin minkaður við 48%, ella tað, sum er deytt, er 48%. Við at kanna hetta fyri allar ald- ursbólkar og nógv ymisk ár (vit hava tilfar aftur til 1950 fyri toskastovnin á landgrunninum) fáa vit eitt heildarmet av ti pro- senti, sum er deytt fyri tey ymisku árini. Hesa analysu kalla vit VPA analysuna og er hon grundarlagið undir flestu stovnsmetingum av botn- fiskastovnum. VPA analysan sigur okkum, hvussu nógv pro- sent av stovninum er deytt. Vit vilja nú fegin vita, hvussu stórur partur er deyður av fiskiávum og av náttúruávum. Hetta síggja vit ikki beinleiðis frá VPA, men aðrar kann- ingar eru gjerdar, sum sýna, at hetta náttúru- deyðatalið fyri eldri fisk hjá toski liggur um 20%, tá eingin fiskiskapur er. Í hesum serliga føri ber tað til at rokna seg fram til, at 33% var deytt av fiski- ávum og 15% av náttúru- ávum. Vit vita, at veiðan av 5 ára gomlum í 1977 var 5.200, og vit vita nú, at hetta merkir, at 33% av stovninum av hesum ald- ursbólki var veiddur. Tað er nú einfalt at rokna út, at stovnurin við ársbyrjan 1977 var 5.200 X 1040 : 33 = (27 fiskar, og hava vit á henda hátt fingið eina meting av stovnin- um. Nú er bert at rokna talið um til vekt við at taka miðalvektina fyri aldurs- bólkin og ganga við henni. Hetta er prinsippið í stovnsútrokningini. Í veruleikanum er hetta ikki so einfalt, sum vanlig pro- sentrokning, men tað broytir ikki prinsippið. Eitt, sum skuldi verið heilt greitt út frá hesum, er, at um teir stikkprevar, vit taka úr veiðuni fyri at fáa aldursbýtið, ikki vera nóg væl tiknir og nóg nógvir tiknir, so er grund- arlagið burtur. Hetta er stórt arbeiði, ti skiljast má millum reiðskapir og leiðir og tíðir fyri at fáa eina sanna mynd av stovninum og veiðuni. Hvussu meta vit um smáfiskin Sum nevnt ber illa til at meta um hin smæsta fisk- in, tí hann verður ikki fiskadur. Hinvegin er grundarlagið undir fiski- skapinum partvís tað, sum kemur til á hverjum ári, so vit mugu eisini hava eina meting av teim- um nýggju árgangunum, sum enn ikki eru komnir inn í fiskiskapin. Hetta verður gjørt við yngulkanningum. Vit hava á Fiskirannsóknar- stovuni gjert hesar kann- ingar við Svabo í 5 ár, og vænta skjótt at kunna sosialurin Alment um metingar fara at brúka hesar kann- ingar beinleiðis til at meta um fiskiskapin eini 2—3 ár fram í tíðina. Orsekin til at vit enn ikki nýta hesi tel, er, at kanningar ikki geva eitt endaligt stovnstal, men heldur eitt index. Tá teir ársklassar, sum vit hava mett við yngulkanningum koma inn í fiskiskapin, so ber til at kanna endaliga talið út frá VPA analysu, men vit skulu hava nekur ár at sammeta fyri at kunna gera tað. Onnur leiðbeinandi tøl til stovnsmeting Best er altíð at hava meira enn eitt metingargrundar- lag fyri stovnsmetanini. Eitt er at kanna fiski- skapin meira gjella, at síggja, hvat úrtekan er uppá veiðiorku (t.d. upp á 10 troltimar, 1.000 húkar, upp á snelluna ella garnið). Vit hava tilik tel aftur til 1973 í hvussu so er fyri allar reiðskapir gjøgnum FISKHAG veiðihagtals- skipanina. Síða 7 Fyri at kunna sammeta ár fyri ár, er tað av týdn- ingi, at t.d. ikki onkur stór broyting er hend í reiðskapinum. Ti er línan roknað fyri gott mát, meðan við troli er neyðugt at hugsa um trolini eru broytt, um skipini eru broytt (hava fingið fleiri hestar o.s.fr.). Í talvu 3 eru telini fyri veiðuna upp á veiðiorku fyri línu, snellu og trol givin fyri tosk og hýsu. Hetta eru sostatt tel, har heildartalið av húkum t.d. í einum mánaði er divi- derað upp í heildarveið- una. Sostatt skuldi ymisk veiðiúrslit orsakað av veðri, streymi ella báti verið javnað út yvir allan mánaðin og miðaltalið skuldi verið haldgott met- ingartal. Vera hesi tel kannað, so sum tað skal vera gjørt fyri tosk og hýsu, so eru tey í góðum samsvari við teimum stovnsmetingum vit hava frá VPA ana- lysuni. Fyri upsa eru tølini ikki nóg góð, serliga tí vit hava roynt so lítið eftir upsa inntil í ár. fiskivinna »Tidindi frå Fiskirann- sóknarstovuni 2« er út- komið. Hetta er hefti i A 4 stedd og er uppá 34 síður. Hesaferð verður greitt frá stovnsmet- ingunum undir Feroy- um. Frágreiðing er um tey mest vanligu fiska- slegini undir Feroyum. Vit loyva okkum at endurprenta nakað av tilfarinum, sum vit halda hevur almennan áhuga. Annars verður sagt í innganginum, dentur verður lagdur á, at metingarnar í hesum riti er tað frægasta, ið kann komast til út frá arbeiðsorkuni á Fiski- rannsóknarstovuni og hagfreðisligu arbeiðs- hættunum. Víðari stendur: — — Gongdin í fiski- skapi okkara hevur seinastu árini verið, at minni og minni er veitt á fjarleiðum, sam- stundis sum meira og meira er fiskað undir Feroyum. Ein av or- søkunum til hesa gongd er 200 fjórðinga fiskimarkið og av- markingar í fiskiskap- inum. Samstundis við vekstrinum í fiskiskapi okkara undir Feroyum er útlendska veiðan, serliga av toski og hýsu, munandi minkað ella avmarkað. Higartil hevur grundarlagið undir fiskiskapi okkara undir Feroyum verið toska- og hýsustovnurin. Tað er tí umráðandi, at hes- ir báðir stovnar verða fiskaðir við skynsemi, so teir ikki verða ov- fiskaðir. Helst hava hesir báðir stovnar, og serliga toskastovnurin, verið nóg so hart fisk- aðir seinastu árini. Betur hevði loyst seg at roynt við færri skip- um ella minni reið- skapi. Tað er at fegnast um, at vit nú royna meira eftir upsa enn áður. Eisini kongafisk og blálongu fara vit vónandi at fiska meira av. Sum kunnugt hevur fiskiskapur eftir svart- kjafti tikið seg upp og er ektur munandi sein- astu árini. Her er ein stovnur, sum kann fiskast reiðiliga væl meira av, og vónandi fer svartkjafturin eisini at kunna veiðast sterri part av árinum enn higartil. Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn Deildarsjúkrasystir til Skurðdeildina: Starv sum deildarsjúkrasystir á Skurðdeildini er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Umsekjarar mugu hava serkunnleika. Umsekj- arar við framhaldandi útbúgving á Danmarks Sygeplejerskehøjskole 1. partur B-linjan verða tiknir framum. Umsókn stílað til sjúkrahússtjóran, Konga- brúnni, 3800 Tórshavn, verða at senda til fyri- steðukvinnuna fyri sjúkrarektini. Fritidaravloysarar fyri sjúkrasystrar: Sekt verður eftir fritiðaravloysarum fyri sjúkra- systrar í tíðini 1/5—30/9 1979. Len sambært sáttmálanum. Umsókn verður at senda til fyristødukvinnuna fyri sjúkrarektini. Sjúkrasystir til med. /geriatrisk deild: Sekt verður eftir sjúkrasystir til med. /geriatrisk deild til náttavakt, 7 nætir aðruhverja viku. Um- sókn verður at senda til fyristødukvinnuna fyri sjúkrarektini. Nærri upplýsingar kunnu fáast frá fyristødu- kvinnuni. Lýsingin er samstundis sett í >Sygeplejers- ken«. -- Ur: Tøkk Hjartans tøkk fyri synda samkenslu, tå góða mamma min, GUNNVØR HANSEN, fødd Mouritsen, doyði og varð jarðað. LANDSBYGGIFELAGID P/F søkir BYGGIVERKFRØDING til planleggingar-, projekterings- og eftirlitsar- beidi. Virkisøki okkara fevnir m.a. um: Havnir, vegir, bryr v.m. Byarplanlegging. Kommunalteknisk arbeidi so sum kloakkering, vatnveiting v.m. Stovns- og skúlabygging Fiska- og onnur idnadarvirkir Itrottarvøllir og -hallir. Hollur fakligur kunnleiki og kreativ evni eru til fyrimunar. Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknir verða viðgjerdar í trúnað, og verður brævbjålvin ti at merkjast: Umsókn. LANDSBYGGIFELAGID P/F Ráðgevandi verkfreðingar FRI Grenlandsvegi 5 3800 Tórshavn — Telefon 147 44