Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Ove Mikkelsen: sosialurin Nr. 5 — 20. januar 1979 — Vit kunnu ikki lata 520 atkvødur fara fyri skeyti Enn hava flokkarnir ikki avgjørt, hverjir/hverjar koma at sita i borgarliga- sosialdemokratiska lands- styrinum, sum likt er til verður veruleiki i komandi viku, men gitingarnar eru nógvar. Eisini innan sjálvar flokkarnar. Men her ræður — sum í so mongum eðrum ferum — tegn. Tó hevur ljóðað fyri heilt vist, at Karin Kjøl- bro verður annar av um- boðum tjóðveldisfloksins í landsstýrinum. Hitt um- boðið verður annaðhvert Ove Mikkelsen ella Finn- bogi Isaksen. Og hvat siga suðuroy- ingar. Tíðindi úr Vági, har tjóðveldisflokkurin stend- ur ógvuliga sterkur, siga, at suðuroyingar vilja hava annað tjóðveldisumboðið í landsstýrinum. Hvenn talan er um, er ikki lætt at fáa at vita, men tjóðvela- ismaðurin í Suðuroy, Ove Mikkelsen, fall við sein- asta løgtingsval, so tað er hugsandi, at hann kom í landsstýri. Harafturat er Ove Mikkel- sen kunnugur innan fyri fiskivinnuna og keldur í tjóðveldisflokkinum siga, at Petur Reinert tekur ikki sætið í landsstýrinum aft- ur, so tað er kanska givið, at Ove Mikkelsen kemur í hansara stað. . Í 14. September stóð í síðstu viku, at tjóðveldis- feløgini í Suðuroy ynsktu eitt umboð í landsstýri. Vit hava havt Ova Mikk- elsen í telefonini: — Ja, tað er rætt, at vit bóðu um ein fund og vit hava havt ein fund, sigur Ove Mikkelsen. — Og tit fáa annan mannin? — Tað meldar segan einki um, men tað hevði verið rímuligt, tí annars fer flokkurin í einki her suðuri. — Er tað tú, sum ert uppá tal? — Tað veit eg einki um. Tað eru tingmenn floks- ins, sum velja landsstýris- menninar. — Tað hevur ljóðað, at tú ert rættuliga kunnugur innan fiskivinnuna og Petur Reinert leggur frá sær, so tað hevði verið rímuligt? — Tad kann eg einki siga um. Petur Reinert hevur boðað frá, at hann fer ikki í landsstýri, meðan Finn- bogi Isaksen ikki hevur tikið stødu enn. Annars haldi eg tað vera nátúr- ligt, at Suðuroyggin fær eitt umboð. Hon er tað + størsta valdømid og vit kunnu ikki lata 520 at- kvødur fara fyri skeyti, sigur Ove Mikkelsen at enda. Kvinnan varð nógv um- redd undan legtingsval- inum og tvær kvinnur komu inn. Tað eru tí eisini nógv, sum halda, at tað hevði verið rætt, um ein kvinna kom í landsstýri. Karin Kjølbro er nevnd av tjóðveldisfólki: — Nei, tað er ongantíð komið upp á tal. Spurn- ingurin er slettis ikki við- gjørdur í flokkinum enn. Fyrst skulu vit taka stoðu til tann politiska spurn- ingin, sigur Karin Kjølbro í eini viðmerking til Sosi- alin. — Men hava ikki ver- ið ynskir frammi um at fáa eina kvinnu í landsstýr- ið? — Tað veit eg einki um, endar Karin Kjelbro, sum skuldi skunda sær at geva børnunum at eta, áðrenn hon skuldi á ein fund um barnaárið. breyðristari — 1718 4T0 i 5 ið i í 'å í Undirritaði teknar seg sum Ta Navn: Bustadur: Kannad posthusinum haldara av Sosialinum Øpostað SOSIALURIN rindar postgjaldið Postbox 76 Z - 3800 Tórshavn ”H Hi! (1 TA ERE BRERRKTYS Di | 1) í file | Stuttleikakapping virði 11.000,00 um mánaðin Nýggja anleggið á Eggvirkinum er nú í fullari drift og sjålvt um vit hava tað alt annað enn stuttligt, verður farið undir nýggja stuttleikakapping. VINNINGAR: 1. premia kr. 8.000,00 2. premia kr. 500,00 3. premia kr. 500,00. 20 premiur å ein eggjakassa vid 120 eggum. Trekt verður fyrsta friggjadag i hvørjum mánað, fyrstu ferð fríggjadagin 2/3 79. Kappingartreytir: Skraðið tað pappstykkid, ið hektar eggjapakkarnar sam- an, skrivað navn og bústað, og sendið inn síðst í hvgrjum mánað til Eggvirkið. STAVNHALD OKKARA: rein, frísk fyrsta floks føroysk framleidsla Føroya Eggvirki Rituvik Tad, tygum skulu gera, er at skriva undir myndini i hvørjum sambandi hon er tikin og nær, t.v.s. i hvørjum mánað og hvørjum ári. — Goymið allar myndirnar til kappingin er liðug. Vit siga frá, tá myndirnar skulu sendast okkum. Í hvgrjum sambandi er myndin tikin? mánaður: L — år: | | | | — — — — —— || |