leygardagur 20. januar 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 20. januar 1979
Kunnu
sosialurin Síða 5
kring oyggjarnar
É
EEN
| or
nøkta
mjólka-
tørvin
Jógvan Hendrik Guttesen, bóndi i Bø,
sigur vid Sosialin, at vit kunnu klåra okk-
um sjålvar við mjólk, ti nógv kann dyrk-
ast. Hann hevur sjålvur bygt nytt fjos til
16 mjólkineyt, og fer at dyrka upp úr
nýggjum millum Be og Gásadal.
Um stutta tíð verður eitt
nýtt fjós tikið i brúk vest-
uri í Be. Tað er Jógvan
Hendrik Guttesen, bóndi,
sum hevur latið fjósið
bygt. Fjósið er ætlað til 16
mjólkineyt og nakað av
ungneytum.
Fjósið, sum er í einari
hædd, liggur beint vestan
fyri sjálva bygdina.
Kostnaðurin var uppruna-
liga mettur til 460.000 kr.
og hann fer at halda,
roknar Jógvan Hendrik
við.
Jógvan Hendrik, sum
festi fyri tveimum árum
síðani, sigur, at í letuni
hevur hann seks neyt,
men umsteðurnar eru
vánaligar.
Men tað nýggja fjósið
hevur allar vanligar hent-
leikar, soleiðis at tað verð-
ur lættari at arbeiða hjá
einum manni.
Hugurin skal til
— Kann eitt slíkt fjós bera
seg og lena einum manni?
— Tað er ikki lætt at
siga, ti so nógv ger seg
galdandi. Vanliga verður
sagt, at hvert neytið gev-
ur 3000 kr. netto, men
hetta veldst alt um,
hvussu stórur kostnaðurin
á fjósinum er, hvussu
stórar uppdyrkingarút-
reiðslurnar eru o.s.fr. Enn
havi eg ikki gjørt mær
nakrar tankar, men vit fáa
ikki vanliga tímalon.
Hugurin skal eisini vera
til staðar, sigur Jógvan
Hendrik.
Frægasta urtøkan fæst
úr mjólkineytunum.
Jógvan Hendrik heldur
fyri, at tað loysir seg ikki
at hava drápsneyt, tí tað
gevur ov lítið av sær.
Hetta kemst serliga av tí
biliga kjøtinum, sum Fer-
oyar flyta inn úr EF-
londunum. Av somu
grund verður føroyska
kjetið ikki kappingarfert,
sjálvt um tað almenna let-
ur millum 5 og 7 kr. í
kjøtstudningi fyri hvert
kilo.
Neytatalið
fer at hækka
Tað eru fimm bendur í Be.
Talið av mjólkineytum er
um 30, men talið av neyt-
um fer at hækka. Um-
framt fjósið hjá Jógvan
Hendrikki, sum er um at
vera liðugt, er eitt annað
fjós nýliga tikið í brúk.
Hetta fjósið eigur Gutti
Guttesen.
Mjólkatervurin í Vág-
um verður ikki bert nekt-
aður. Nakað av mjólk
verður eisini flutt til
Havnar og roknst kann
við sterri mjólkafram-
leiðslu nú nýggj fjós verða
tikin í brúk.
Dyrka upp
úr nýggjum
— Er nóg mikið av bei í
Be til tað ekta neytatalið?
— Nei, tað er ikki nóg
mikið. Ti er ætlanin at
dyrka upp í dalinum mill-
um Bø og Gásadal. Tað
eru triggir bøndur í Bø,
sum eiga hendan hagan,
og so mikið kann dyrkast,
at tað verður nóg mikið til
hetta fjósið.
Tað verður nógv tosað
um landbúnað í dag.
Verður jarðarbrúkið nóg
væl stuðlað av ti al-
menna?
— Nú vil eg siga, at
jarðarbrúkið er undir
menning og stór framstig
eru hend tey seinastu ár-
ini. Mjólkavirkið búnaðar-
monnum er soleiðis eitt
stórt framstig. Men nógv
annað hevur gjert seg
galdandi. Fyri nekrum ár-
um sigldi bert ein bátur
vestur í Vágar og ofta var
mjólkin súr, tá hon kom
til Havnar. Nú er megu-
ligt at koyra mjólkina til
Havnar við bilum og ein
mjólkabilur er komin til
landið. Og fyrr, tá mjólka-
framleiðslan var ov stór á
sumri, kundi prísurin fara
nógv niður, men nú er
hann tryggjaður við
studninginum til avlops-
mjólk.
Kunnu
nøkta tørvin
— Vit innflyta hópin av
mjólk, heldur tú, at vit
sjálvir kunnu nøkta tørv-
in?
— Tað er einki at ivast
í, at vit kunnu klára okk-
um sjálvar við mjólk, tí
stórar viddir kunnu dyrk-
ast og gras veksur væl í
Feroyum. Men tað er dýrt
at dyrka.
— Og stuðulin er ov
litil?
— Hann er kanska ov
lítil, men hinvegin kann
ikki krevjast, at landið
hevur ein garð til reiðar til
ein bónda at taka yvir.
Tað er sterri gleði sjálvur
at baksast við at arbeiða
ein garð upp.
— Men hjálpin kundi
verið sterri?
— Tað almenna kundi
t.d. stuðla við maskinam-
boðum, sum bendur
kundu leiga. Hver bóndi
kann ikki sjálvur keypa
maskinur, ti tað fer at
vera ov dýrt, sigur Jógv-
an Hendrik Guttesen at
enda.
Rivkollur
í Norra
Trolarin Rivkollur er
nú í Noregi, har hann
fær nýtt spæl ísett.
Hann verður væntandi
klárur at fara til fiski-
skapar aftur um hálvan
februar. Rivkollur av-
reiðir til Frostvirkið í
Norðdepli.
Úr Norðdepli frætt-
ist, at útróðrarbátarnir
fáa lítið í letuni. Nakrir
royna eftir upsa við
snellu og mikudagin
hevdu teir 1600, 2300
og 3500 pund. Línu-
bátarnir lógu henda
dagin úr 700 uppi 3500
pund, teir royna eyst-
anfyri.
túrum
Sunnudagin 28. januar
kemur nýggja farma-
skipið hjá Skipafelagn-
um, Blikur, á Havnina.
Blikur verður latin
Skipafelagnum í dag
og fer beinleiðis úr
Trondheimi til Dan-
markar at taka farm til
Feroya. Blikur er syst-
urskip hjá Lómi, men
hann hevur dupult so
stóra frystilast. Tað er
ti meiningin, at hann
skal sigla til Leith í
Skotlandi ístaðin fyri
Lóm, tí hagar eru oft-
ast nógvar frystiverur
at flyta.
Manningin á Bliki
telur 12 mans, skipari
er Zacharias Bech úr
Porkeri.
Gamli Blikur, sum á
sínum seinasta túri til
Føroya eitur Blikur II,
er seldur til eitt felag i
Italiu, sum flytur kria-
Nýggi Blikur kemur
til Ferova 28. januar
Blikur IT — fer nú í heitari høv at sigla við kria-
Sundaenni er farin
undir Feroyar at royna
við upsagernum
Frostvirkið keypti í
fjer 2140 tons av fiski
ella 120 meira enn
1977
Mánadagin fara
pantifútarnir
til verka
Mánadagin verður far-
ið undir at innheinta
eftirsteður av skatti og
eørum gjeldum við
panting. Talan er um
skatt, fólkapensións-
gjald og uppsparing 8.
— 10. gjald 1976/77, 1.
—10. gjald 1977/78 og
1. — 7. gjald 1978/79
tår millum havnir har
suduri. Blikur II fer til
Ålborgar við farmi
næsta friggjakveld og
har endar hansara sigl-
ing fyri Skipafelagið
Føroyar. Blíkur II
verður tikin í dokk í
Alborg, so keypararnir
kunna síggja botnin.
Keypsprisurin er 4 —
5 mill. kr. og siga teir á
Skipafelagnum, at teir
eru væl negdir við tað,
sum stødan er vorðin á
farmaskipamarknaðin-
um. Blikur varð
keyptur til Feroya í
1974 fyri 6 mill. norsk-
ar kr. Hann er bygdur í
1966.
Lómur skal nú til
garantieftirlit í Noregi
og tá hann er liðugur,
fer hann til Ålborgar
og tekur við túrinum
hjá Bliki II