leygardagur 20. januar 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 20. januar 1979
sosialurin
Ráðstova — Gildisskáli — Tinghús
Tingið eigur sín avgerandi tått í søgu
Føroya og ikki minni í søgu Tórshavnar, ti
longu í Føroyingasøgu sæst, at i Tórshavn
var tingstaðurin, og tingstaðurin er tað,
sum hevur skapað fyritreytirnar fyri, at
Havnar býur vaks upp, við at draga at sær
marknað, ið sum frá leið festi seg og gjørdi
Havnina til handilsstað burtur av við
pakkhúsum 0.ø., ið kravdi arbeiðsfólk, og
verju, ið kravdi hermenn.
Tann lítli arbeiðsmanna og hermanna-
býurin, sum veksur fram, hevði tí helst
verið óhugsandi á hesum staði, um tingið
var ikki har, ti góð skipahavn var Havnin
ongantið.
Í elstu tíð munnu teir
hava hildið ting á helluni
á Tinganesi. Minni um
hetta eru í dag nógvu bú-
merki og aðrar ristingar í
helluni, sum Sámal Peter-
sen, sáli, so íðin leitaði
fram og lýsti í Fróðskap-
arriti.
Nær teir eru farnir at
halda tingið innandura,
vita vit einki um. Tað
fyrsta, vit síggja um hetta
er í 1557, tá ting varð
hildið í »Raadstoffuen« í
Havn, og aftur í 1627
verður ráðstovan nevnd.
Hetta kenna vit í granna-
londunum við. Ráðstova
er nevnd í fremsta við-
skiftabýi okkara, Bergen,
i 1443, og í flest ollum
norskum býum finna vit
serstakar ráðstovur seint í
miðeld, ið hýsa býarting-
unum.
Fyrr í miðeldini vóru
slíkar ráðstovur ikki til.
Ting varð tá vanliga hildið
í einum hverjum bygn-
ingi, sum var tekur, og
vórðu fyrst og fremst gild-
isskálarnir nýttir. Í Berg-
en finna vit ásett í býarlóg
Magnus Lagabetara frá
1276, at logtingið (t.e. bý-
artingið) skal verða hildið
í Mariu Gildisskálanum.
Hesir gildisskálar vóru til-
haldsstød hjá gildunum,
eitt slag av samkomum,
sum var sera vanligt í
Upprunaligu legtingshúsini
Noregi og eðrum londum í
miðeld. Tað er tó lítið, ið
menn vita um hesi gildi og
týdning teirra, men tey
tykjast at bera við sær
drykkjulag og aðrar siðir,
sum hava uppruna teirra í
heidnum blótveitslum,
men í miðeld vórðu latin í
kristnan ham. Í Heims-
kringlu verður sagt, at
Olavur Kyrri setti Mikla-
gildi í Niðarós og mong
onnur gildi í býunum,
>men áður var umfars-
Eisini í Havn var gildis-
skáli. Í 1619 verður húsið,
har tingið heldur til nevnt
»Gildeskaalen.« Hetta er
eitt av kongsins húsum,
og skipanin er tann, at
tingið nýtir húsið, tá fút-
anum ikki tervar tað.
Helst eru ráðstovan og
gildisskálin sami bygn-
ingur.
Einki frætta vit um
nakað miðaldargildi í For-
oyum, men úr 17. eld
verður sagt frá einum ár-
ligum seremoniellum
gildi, sum hildið varð júst
í sambandi við tingið. Í
gildinum luttóku í hvussu
er prestar og tingmenn, og
varð gildið sett í tinghús-
inum — gildisskálanum
— um kveldið sama dag-
in, sum tingið sjálvt varð
slitið.
At okkara legting hevur
Arne Thorsteinson, leiðari á Fornminnis-
savninum, skrivar her um tinghúsini í
Feroyum. Greinin stóð eisini í blaðnum
hjá Fornminnissavninum, Mondli numm-
ar 3 1978.
uppruna sín í heidnum
eldum, er ellum kunnugt,
men hevur tað eisini borið
heidnar siðir við sær heilt
til okkara tíð? Tó at prest-
arnir sungu dúgliga á
latini í gildunum í 17. old,
er tað ein spurningur, um
teir ikki bert hava tikið
við leikpartinum hjá
heidnum prestum í vík-
ingaaldar blótveitslum. Í
hvussu er fáa vit snevilin
av, at her er ikki alt í
besta samljóð við álvars-
fult rættarstarv á kristn-
um grundarlag, tá vit í
bók Lucas Debesar, bls.
260—62, lesa lysingina av
gildinum, og meðan vit
lurta eftir skålrøduni, sum
>Oldermanden< heldur,
kennast orðini sum ein yl-
ingur úr fornøld:
»Skulle vær saa fare
med samme Minde, som
det sømmer oc sæder all-
um godum Mannum. Vær
skullum helle ad Munne,
dricke, giøre vel, oc icke
biude dem som skiencke,
før end vel er affdrucken.
Den skal være Gud
kierist, som meest dricker
oc mindst sparer. See. Det
er Villie min Herre
Kongis. At Bispen, Fog-
den, Laugmand, Præster,
Oldermænd, Gild-Brødre
oc Gild-Søstre, Giester oc
Løgtingshusini i dag
Heime-Mænd skulle alle
være Gud oc os velkom-
mene. «
Eftir at vit nú fingu ein
glotta úr teimum fjaldu
krókunum í mannahuga-
num, haðani ávirkanin
uttaneftir ikki hevur verið
fer fyri heilt at rudda forn-
an siðaarv burtur, kenst
tað so undarliga hvenn-
dagsligt at fáa at vita frá
Lucasi debes, at tingmenn
dagin eftir áttu at sleppa
sær til hús og ikki ganga
og dreiva í Havnini.
Hvussu langt upp í tid-
ina, gildisskipanin hevur
verið hildin, duga vit einki
at siga um, men tað kundi
kanska verið áhugavert at
nevnt, at tann Legmanns-
veitslan, sum verður hild-
in á okkara døgum, kann
fatast sum ein uppaftur-
teka av forna gildinum,
hóast tað bert er í avbleik-
aðum formi.
Eftir 1627 frætta vit
einki um ráðstovu ella
gildisskála, men í 1663
verður »Landsens Ting-
hus« umrøtt. Tað er skil-
ligt, at nú hevur legtingið
fingið egin hús, sum
>Landið< — ikki kongur
ella lensharri — eigur. Í
landsins tinghúsi verða nú
ting og gildi hildin. Nakað
gomul munnu hesi ting-
hús tó vera í 1663, tí tá
hevur fútin brúkt 67 gl 4
sk til umvælingar, sum
hann krevur aftur frá
tinginum. Hesin peningur
skal fáast til vega við ser-
ligum skatti, sum tingið
útskrivar. Framman und-
an hevur tingið kravt
tingfaratoll at samsýna
tingmonnunum við, sum
vit fáa kunnleika um í
skipan um tingfaratoll frá
umleið 1350— 1400 og aft-
ur í legtings- og vártings-
bókini 1655 — 66. Nú verð-
ur skattaútskriving tings-
ins vidkad til eisini at um-
fata umvælingar av ting-
húsunum, sum helst eisini
eru bygd fyri serligan
skatt.
Síða 7
Hesi fyrstu tinghús,
sum landið átti, stóðu úti á
Tinganesi, men júst hvar
hava vit ongar beinleiðis
frásagnir um. Eins og
flest øll hini húsini á
Tinganesi brunnu ting-
húsini í grund í 1673, og
samanbera vit við tey hús,
sum eftir standa, Leigu-
búðin, Munkastovan,
Kirkjan og Reynagarður
og við verjugarðarnar á
Skansanum, kann eingin
ivi vera um, at tey hús,
sum fórust, stóðu ikki inni
á Reyninum, sum menn
annars hava viljað verið
við, men á sjálvum Tinga-
nesi, niðan fyri Leigubúð-
upp aftur bygd eftir eldin.
Har hevur eisini krúttorn-
ið, sum fór í luftina, stað-
ið. Her er vert at nevna, at
í kjallaranum undir set-
húsunum Úti í Havn er
funnin tjúkk flá av brand-
leivdum.
Legtingið er nú húsvilt í
23 ár, og hesa tíð heldur
tað til á Reynagarði, har
Legmansstovan og Leg-
manskamarið í Suðurlon-
ini, sum enn er til, minna
um hesa tíðina.
Í 1692 varð avgjert at
byggja nýggj tinghús, og
varð hetta aftur goldið við
serskatti, 1 skinni av
mørkini. Húsini vórðu
bygd í 1696, og eru tey
helst longu nú sett Niðri í
Gong. Umframt til leg-
tingið vórðu húsini eisini
nýtt til gistingar hjá
bygdafólki og sum
goymsluhús teirra. Ikki
hevur verið væl bygt, og
heldur ikki rakk pening-
urin til at gera húsini
liðug, klædningurin varð
ikki liðugt uppsettur, og
vindeyguni komu ongan-
tíð í, og tískil fórust húsini
meira og meira til takið fór
í luftina, og fútin at enda í
1719 sigur frá, at húsini
eru niðurdottin, og hann
hevur selt tilfarið á upp-
boði fyri 75 1/2 gl.
Nýggj tinghús verða