Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 HSF a Reynagarður. Legtingið helt til í lonini til hegru í 1673 — 1696 bygd, men fútin ger í 1721 vart við, at húsini eru ikki liðug, og tað krevst 1 1/2 skinn í skatti av merkini at fáa tey liðug. Tað tykist at hava gingið striltið at fáa legmann at samtykkja í hesum høga skatti (knappliga 1 hosu av merkini), tí í einum hvassorðaðum skrivi frá 7. jan. 1722, boðar fútin frá, at honum er álagt at byggja nýggj legtings- hús, og tey ætlar hann at fá a liðug. Hann ger tí ikki vandari enn so, at hann, uttan at løgtingid tykist at hava samtykt hetta, gevur sýslumonnunum boð um at krevja upp tann neyðuga skattin. Hvussu henda gelan spældi av, vita vit ikki, men illa gekst við tinghúsunum eisini hesu ferð. Høvuds- orsøkin er tann, at tey vórðu bygd úr vánaligum gomlum tilfari úr Sjóbúð- ini, sum varð slet á upp- boði um tað mundið, ting- húsið varð bygt. Sjóbúðin var bygd í 1703. Hon varð sett á træ- stólpar út í sjógvin eyst- aru megin nesið tætt utt- an fyri Tinghúsið, har vit finna hana á korti Rasmus Juels frá 1709 undir liðini á neystinum til kanón- vápnaða 10-mannafarið, ið tá var vaktarskip. Grundin hevur ikki verið nóg trygg og tað máaði undan henni. Sjóbúðin fórst tá so illa av vætu og ormi, at hon varð niður- tikin. Hon varð bygd av nýggjum aftur einar 2 ferðir, og kom at standa vestaru megin Tinganes, har Nýggja Pakkhús stóð í 1709. Í 1741 fekk Tinghúsið fastar inntøkur. Tá varð við lóg ásett, at nevtoll- urin skuldi verða nýttur til tinghúsið og til træ- brúnna um Havnará. Træbrúgvin var um Fúta- stovuleiðina. Hesa brúgv høvdu havnarmenn sjálvir bygt upp aftur i 1736, men hon var trupul og dyr at halda, og i 1754 so våna- lig, at ikki var gangandi eftir henni. Tinghús og træbrúgv vóru eftir 1741 at kalla ein stovnur figgj- arliga. I 1759 var skilið ringt við tinghúsunum. Tróður, sperrur, nævur, loft, flest allir bitar, undirsløg og allur klædningurin, alt var rotið, og farið varð undir eina hevuðsumvæl- ing, sum tó helst man hava verið nýbygging. Húsini bygdu timbur- menninir Jóannes Poulsen og Símun Christiansen, sum framman undan eisini hevdu gjørt nýggja træ- brúgv. Vit fáa at vita, at í tinghúsunum vóru 2 vind- eygu við 4 rammum. Snikkarin Petur Lave Tausen fekk 6 gl. fyri at gera tey, seta rútarnar í kitt og mála vindeyguni reyð. Hetta man vera eitt tað elsta dømi um kitt til vindeygu, sum vit hava her í Føroyum, og somu- leiðis er stuttligt at merkja sær, at reyðmálað vindeygu eru ikki so ung kortini. Tinghús og træ- brúgv kostaðu tilsamans 235 gl. 12 sk. og peningur- in kom frá nevtollinum. Á tekning Rosenmeyers frá 1778 síggja vit ting- húsini frá 1759, sum venda skjeldurin móti vágni, og eftir lýsing frá 1784 er í legtingshúsunum ein stova, 13 alin long og 9 alin breið, við kjallara undir. Nevtollurin tykist ikki at hava verið nóg mikið til at halda tinghúsini fyri. Í 1768 varð við lóg nýggjur skattur, 1/2 skinn av merkini annað hvert ár, á- líknaður ollum jarðargóðsi uttan prestagerðunum. Nýggi skatturin fór til tinghúsini sum hann skuldi, og varð avtikin við kunngerð í 1803, sum í staðin ásetti, at tá tørvur var á tí, skuldu neyðugar Á Nr. 5 — 20. januar 1979 Tinghúsini og træbrúgvin. Úr tekning Rosenmeyers frá 1778 útreiðslur álíknast ellum fólkinum. Legtingið varð avtikið við Placat frá 18. mai 1816, og í 1817 gjørdi Kanselliið av, at tinghús- ini framvegis skuldu verða nýtt sum tinghús (dóm- hús) og verða hildin við álíknaðu skattunum. Síð- an miðjuna av 1600-árun- um hevur tinghúsið verið ogn landsins, og man tað helst vera eitt mistak, ella kanska stendst tað av teimum ivasomu viður- skiftunum, nú legtingið er avtikið, at tinghúsini í 1819 vera segd at vera ogn kongs. Í hvussu er, síggja vit aftur í 1856, at tey hoyra landinum til. So stór umbygging og umvæling fór fram í 1817 —18, at tinghúsini tá komu at skylda kongliga handlinum gott og væl 600 rikisdålar. Amtið gjørdi í 1818 av at likna hesa skuld út á alt jarðar- góðsið uttan prestagarð- arnar og Steingagarð við 24 skillingum av mørkini Gomul mynd úr Eystaru Vág — Miillershús at gjalda yvir 3 ár. Hend- an umbygging hevur helst bert verið nýinnrættan til nýtslu sorenskrivarans, tí í lýsing frá 1819 síggja vit, at húsini hava somu stedd sum áður, 13 alin long og 9 alin breið og standa á kjallara; men nú eru tey sundurskilaði í stovu og kamar við 2 ovn- um og harafturat kok. Í 1826 fór amtið at á- líkna skatt til Amtsrepar- titionsfonden, og skuldi peningurin m.a. fara til tinghús og træbrúgv. Hesin nýggi skattur varð grundaður á Placat frá 31. des. 1819. Eitt er, at henda placat varð ong- antíð tinglisin í Føroyum, og tískil als ikki galdandi her, og annað er, at nýtsl- an úr grunninum til ting- hús og træbrúgv var í beinleiðis stríð við kunn- gerðina frá 1803. Vit finna tinghúsini aft- ur í lýsing frá 1856 sum >gammelt Tinghus.< Tey eru nú 13 1/4 alin long og 9 1/2 alin breið, standa á kjallara og eru takt við nævur og flag. Broyting- arnar í stedd eru neyvan veruligar, men visa held- ur, hvussu nágreiniliga, menn hava mált. Undir liðini á tinghúsunum standa eini »Arresthus.« Bæði hesi hús stendur »Landet Færø« at eiga. Í 1862 síggja vit, at ting- húsini eru seld til Miiller sýslumann, sum byggir tey og grannahúsini, ið hann eigur Niðri í Gong, saman til eini sethús. Eins og tann parturin av Reynagarði, sum tingið nýtti 1673—96 eru Ting- húsini frá 1759 til enn sum partur av Miillershúsum, ið nú eru tikin upp í Sjó- vinnubankan. Í 1852 verður legtingið endurreist, tó uttan tað dómsvald, tað hevði áður. Hetta vald er farið til sor- inskrivaran, og kundi tað verið áhugavert at litið aftur á, hvussu hetta em- bætið verður íbirt og mennist. Jógvan Heinason, løg- maður, var sjúkligur mað- ur, og fekk hann tí í lag, at bartskeri (lækni og bar- berur) várð settur. Fyri at veita manninum, Gabriel Mitens, frægari inntekur, enn hann kundi fáa av at taka løgmanni blóð úr æðr, varð hann í 1583 settur sum tingskrivari, svorin skrivari. Frá hes- um degi minkaði vald log- tingsins steðugt og varð flutt yvir á sorinskrivar- an. Longu í 1600-árunum er hann vorðin dómari á vártingunum, og í 1700- árunum fær hann meira og meira ræði á viðurskiftum løgtingsins til at enda tingið gjerdist óneyðugt og varð avtikið í 1816. Eftir sat sorinskrivarin einsamallur við dómsvald- inum, men størvini sum landslækni og barberur vóru tá langt síðan skild frá sorinskrivaraembætin- um. Til endurreista løgting- ið vórðu bygd hús uttan fyri býin, í Husabø. Hesi hús vóru 16 alin long og 14 alin breið. Hvussu tey vóru innrættað fáa vit einki at vita um, men longu í 1862 vórðu tey broytt innan. Enn í 1867 stóðu ting- húsini einsamøll í Husabø, bert við eini getu fram við. Henda getan gjørdist tó skjótt vegur, Tinghús- vegurin, og fram við hon- um eystaru megin vórðu bygd hús í vekrum urta- gerðum, ein bygging sum einaferð var eitt tað besta demi um tann vakurleika- ans og ta skilaplanlegg- ing, sum eyðkendi teir ráðandi í Havn i tiggju- årunum eftir midjuna av 1800 årunum. Tinghúsini eru vorðin broytt fleiri ferðir. Bygt varð upp í norðara endan, og í 1907 eisini í sunnara endan, og kvistur settur á vestursíðuna. Nú tingið hevur hamp- að um húsini, rukkublikk- ið er beint burtur, og tey eru klødd við viði og takt við flagi, minnir útsjóndin nakað um ta upprunaligu. Tað má ásannast, at ting- húsini eru vorðin vekur og hugnaligari í býarmyndini enn áður, hóast tey kanska bert eru at meta sum ein ljósglotti í tí einaferð so vekru og væl- skipaðu, men nú illa við- farnu byggingini fram við Tinghúsvegnum — ein viðferð sum tykist ætlað at halda áfram. Tað er tó at vóna, at logtingið við hesi byrjan hevur víst á ta leið, sum í framtidini skal gangast á Tinghúsvegn- um: at varðveita tað, sum eftir er av ti gamla og virðismikla, og beta um teir skaðar, sum longu eru hendir; ein leið, sum ting- ið enn hevur meguleika at stýra. Á