leygardagur 20. januar 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
þ
dnaðurin í Føroyum I
Stórur skeivleiki
er í útbyggingini
— og valmeguleikarnir til ymisk arbeiði í flestu
FYRI STUTTUM varð eitt álit um
støðuna hjá ídnaðinum í Føroyum
latið landsstýrinum. Tað er ein
nevnd sett av landsstýrinum og um-
boð fyri vinnulívið í Føroyum, sum
hevur gjørt hetta fyrsta någreiniliga
álitið um ídnaðin her á landi.
SOSIALURIN FER í hesum og teim-
um komandi bløðunum at lýsa stød-
una hjá ídnaði okkara við álitinum
sum grundarlag. Vit fara at prenta
brot úr álitinum, sum er uppá meira
enn 200 síður.
TAÐ ER VÓN okkara, at vit í hesum
ídnaðarískoytum kunnu skapa
grundarlag fyri einum veruligum
tjaki.
TAÐ HEVUR stóran týdning, at teir
einstøku borgararnir í samfelagnum
kunnu taka stóðu og koma við við-
merkingum til ta útbygging av ídn-
aðinum, sum ein nevnd er komin
fram til.
ÁLITIÐ UMFATAR tilsamans 11
kapitul um ídnaðin í Føroyum. Har-
umframt eru skjøl, tað eru løgtings-
lógir, viðtøkur og reglugerðir, sum
hava tilknýti til ídnaðin, og síðst í
álitinum eru viðmerkingar frá sjálv-
ari umboðsnevndini, sum varð sett í
samband við at hetta álitið skuldi
gerast.
TEY YMSU målsøkini í ålitinum eru
hesi:
1) Ídnaðurin sum lið i samfelagsbú-
skapinum, 2) Fyritreytir fyri ídnaðar-
útbygging, 3) Landsyvirlit — stødan
í dag, 4) Figgjan, studningsveitan og
skattapolitikur, 5) Eginpeningur, 6)
Málsviðgerð av prosjektum, 7)
Hjålpartænasta, 8) Sóla og markn-
adarføring, 9) Útbúgving og 10)
Framtaksleiðir.
økjum litlir
I ti ålitinum, sum er gjørt
um idnadin i Føroyum, er
eisini ein virkisteljing og
virkisskråseting av før-
oyska vinnulivinum. Tað
eru teir bådir verkfrøding-
arnir, Ola-Svenn Nolsøe
og Jåkup Magnussen,
sum hava stadid fyri hes-
um arbeidi.
Skråsett eru 535 virkir
innan idnað, handverk- og
tænastufyritøkur, og
heildarsøla teirra er um-
umleið 730 mill. kr.
Å hesum virkjum ar-
beiða umleið 3300 mann-
fólk og 900 konufólk, men
eru her ikki tikin við sjálv-
stødug vinnurøkjandi,
sum við hvert arbeiða inn-
an handverk og við hvert
rógva út, eru til skips
o.s.fr. Talið av hesum er
torfert at meta um, men
út frá teimum listum, sum
eru afturkomnir frá kom-
mununum, meta vit teir
til einar 100 mans.
Av teimum 730 mill. kr.
hava tey 17 vanligu flaka-
virkini eina samlaða selu
upp á umleið 250 mill. kr.
við 1200 arbeiðsfólkum,
600 mannfólk, 600 konu-
fólk. T.v.s. flakavirkini
hava umleið 33% av saml-
aðari selu, 28% av ar-
beiðsfólkunum, 18% av
mannfólkunum, 63% av
konufólkunum.
Afturat flakavirkjunum
eru 4 onnur stór virkir,
sum skara framúr í um-
setningi og fólki í arbeiði:
Havsbrún, Skála Skipa-
smiðja, Tórshavnar
Skipasmiðja og Pihl og
Sen við einari samlaðari
selu upp á umleið 150 mill.
kr. og umleið 550 fólk í
arbeiði.
Stersta talið av virkjum
er innan handverk, serliga
húsasmiðir og snikkarar,
ið tilsamans geva umleið
30% av samlaða talinum.
Umleið 70% av virkj-
unum í Feroyum hava
minni enn 5 fólk í arbeiði,
meðan umleið 60% av ar-
beiðsfólkinum arbeiðir á
virkjum við meira enn 20
fólkum.
Í øllum økjum eru flest
2—4 manns fyritøkur,
uttan í Vágoynni, Sand-
oynni og Suðuroy, har
flestu virkini eru 1-mans
fyritøkur.
Nidurstøda
Ursliti3 av skråsetingini
visir, at vanligu flakavirk-
ini hava umleið 30% av
samlaða seluvirðinum og
arbeiðsfólkinum á teimum
virkjum, sum kanningin
fevnir um. Saman við fýra
eðrum stórvirkjum ar-
beiða umleið 40% av fólk-
inum á hesum virkjum, og
seluvirðið er umleið 55%
av allari seluni.
Vert er at leggja til
merkis, at 63% av kvinn-
unum í vinnu innan ídnað
arbeiða á flakavirkjum.
Fiskiidnaður er stersta
vinna í ellum økjum uttan
Suðurstreymoy, meðan
mest framkomna ekið inn-
an ídnað er Suðureyst-
uroy. Undantikið Klaks-
vík, Suðureysturoy og
Suðurstreymoy hevur
einki eki idnað av stórveg-
is týdningi uttan fiskiidn-
að.
Skeivleikin í útbygg-
ingini er stórur, og val-
meguleikarnir til ymisk
arbeiði í flestu økjum lítil,
og má hetta vera útgangs-
steðið fyri framtíðar idn-
aðarútbygging, har miðað
verður ímóti, at all eki
mennast, men at tey til-
afturskomnu økini menn-
ast skjótari enn hini.
Samlaði umsetningurin í 1976
Fólkatal 21/12 -76
Oki
Norðoyggjar 5679
Eysturoy-suður 7.726
Eysturoy-norð 1.193
Streymoy-norð 3.221
13.595
Vågoy 2,771
Sandoy 1.688
Suduroy 5.702
41.575
Streymoy-sudur
Føroyar ialt:
2,9 11,0
7,7 16,6
32,7 42,0
6,7 12,3
4,1 10,2
7
13, 36,9
100 — 335,1
Fiskiidnadur
% mill. kr. %
13,7 64,9 19,4
18,6 141,2 42,1
C
Ídnaður
mill. kr. % mill. kr.
20,3 14,5 831,7
59,9 ;
4,8
2.9
39,0
8,1
0,9
5,1
140,4
Hand. og tæn.
% mill. kr.
12,2 116,9
16,1 242,8
0,7
NO NO —
= =)
i
N
(35,2)
WDR NU
G DN
oo Q0 =) =)
<=)
Við fiskiidnad skilst her: flakavirkir, fiskamjølsvirkir, skeljavirkir, knettavirkir, roykivirkir og
fiskaaling.
Við ídnað skilst her: allur beinleiðis framleiðandi idnadur (undantikið fiskiidnadur), sum t.d. ny-
bygningar í skipasmiðjum, seriuframleiðsla á snikkara- og maskinverksteðum, termorútavirki, tog-
og snørisvirki o.s.fr.
Vid handverkara- og tænastufyritøkur skilst her: Oll skrásett virki, ið ikki koma undir 1. og 2.,
t.d. bilverkstød, elektrikarar, húsasmiðir, målarar o.s.fr.
Menningarstova setast á stovn
Eiga at stuðla byggiidnaðinum
Smáidnaður og bygdamenning
Sterkt øl bryggjast i Føroyum