leygardagur 20. januar 1979síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
B iidnadur og annað iløguvirksemi:
sosialurin
Nr. 5 — 20. januar 1979
Innflutningur av sethúsum
er ein ålvarslig av
— Mugu tí sjålvir lika krøv um dygd, pris, úrval
og skjóta sending
Ein stórur partur av sethåsum verður innfluttur
Samladu iløgurnar til al-
menn og privat endamål
eru leystliga mettar til 500
milj. kr. Hesar iløgur
kunnu leystliga sundur-
greinast soleidis:
Tilfar, generelt 250.0
mill. kr., Teknisk útgerð
85.0 mill. kr., Lønar-
kostnadur 165.0 mill. kr.
Lønarkostnadurin svar-
ar til umleid 1500 arbeids-
pláss. Umframt verður
roknað við, at umvæling-
ararbeiðir o.t. í meðal
geva umleið 800 arbeiðs-
pláss.
Alt hetta arbeiði kann
principielt gerast við fer-
oyskari arbeiðsmegi, men
seinnu árini hevur ein
stødugt sterri partur verið
nektaður við innflutningi
av meira ella minni liðugt
gjørdum húsum og bygn-
ingum og við fremmandari
arbeiðsmegi. Orsekirnar
til hetta kunnu vera fleiri,
fyrst og fremst væntandi
arbeiðsmegi her heima,
betri sendingartreytir, 6-
dýrari framleiðsla og
meguligur útflutnings-
stuðul í ávísum londum,
herundir eisini lagalig
figgjan, sum heilt ella lut-
vis kann vera almenn
(eksportkreditt).
Tey eki, ið hava serlig-
an áhuga eru sethúsa-
bygging og tilhoyr til set-
hús.
Talið av nýbygdum set-
húsum hevur seinastu ár-
ini ligið um 400.
Ein kanning, grundað á
Eisini radiatorar verða framleiddir í Feroyum
spurnarblað til fólk, ið
hava bygt sethús í 1977,
sum tveir føroyingar, ið
lesa á fiskivinnuháskúla í
Noregi, hava gjørt, vísir,
at:
— fólk vilja hava hús
við kjallara
— gólvvíddin skal vera
110—125 m?
— bjálvingin (isoleringin)
skal vera góð
— tað hevur lítið at siga,
um tað er feroysk fram-
leiðsla
— byggitíðin skal vera
stutt.
Mest innflutt
Traditionella byggingin,
ið til fyri umleið 15 árum
síðani var einaráðandi,
hevur av frammanfyri
nevndu orsøkum mist ein
stødugt størri part av hes-
um marknadi. Samlada
talið av typuhusum lå í
1977 um 150, svarandi til
næstan 40% av marknað-
inum, harav 4 smærri fer-
oysk virki framleiddu 20
—25 hús, svarandi til
15% av typuhúsmarknað-
inum og góð 5% av saml-
aða húsamarknaðinum.
Uppfylla krøv
Føroyskur byggiidnadur
åtti i mest møguligan mun
at mett teimum avbjóð-
ingum, ið koma útifrá, og
sum kunnu fáa álvarsligar
avleiðingar. Ein fyritreyt
er, at krevini um dygd,
pris, úrval og skjóta send-
ing vera uppfylt. Hetta
krevur óivað í stóran mun
økjan av effektivitetinum
og eina planlegging, ið ger
tað møguligt at lúka krøv-
ini, serliga til skjóta send-
ing eins væl og aðrir.
Vilja byggja virki
Nevndin er vitandi um, at
í Feroyum verður arbeitt
við ætlanum um virkir í
hóskandi stedd og mælir
annars til, at bæði verandi
og komandi virkir fáa eina
stødd, dygd og innrættan,
ið ger tey for fyri at taka
upp kappingina við tað, ið
innflutt verður.
Í tann mun kappingin
uttanifrå eisini umfatar
lagaliga figgjan kundi tad
hugsast, at húsaláns-
grunnurin gav ískoytis-
figgjan til føroysk bygd
hus.
Innflyta eisini
tilhoyrið
Á sama hátt sum typu-
húsini hava yvirtikið ein
stødugt størri part av
húsamarknaðinum er eis-
ini innflutningurin av til-
hoyri til hús t.d. vindeyg-
um, kekum, hurðum og
innbúgvi alsamt vaksin,
soleiðis at føroysk snikk-
aravirki hava mist ein alt
størri part av marknað-
inum.
Sum viðurskiftini hig-
artil hava verið hevur
hetta ikki hótt føroysku
virkini, men vend kann
koma í. Vanlig virki
kunnu ikki kappast, tá ið
jóðing
Vit framleiða sjálvir hópin av vindeygum
talan er um hópframleidd-
ar lutir. Sum er nøkta før-
oysk virki bert lítlan part
av hesum marknaði. Her
eins og tá talan er um hús
skuldi í sjálvum sær einki
verið til hindurs fyri, at
føroysk virki so vid og við
tóku yvir marknaðin.
Nýggi tiltøk
Seinastu árini hevur verið
arbeitt við nýggjum til-
tøkum innan byggiidnad-
in, eitt nå betongelement-
virki, sementmiðsteð, be-
tongblandistoð, keyps-
miðsteðir fyri timbur, stál
og jarn, og annað tilfar.
Elementvirkið er vorðið
veruleiki og tykist aftaná
trupla byrjan nú at vera
komið í sunna legu. Eitt
slíkt virki skuldi havt
kappingarmøguleikar, tá
hugsað verður um, hvat
tað kostar at flyta sand og
vatn til Feroya. Tað er
heldur einki at ivast i, at
midstødirnar, i3 nevndar
eru, áttu at virka kostnað-
arminkandi fyri føroyska
bygging sum heild.
Heildarmetingar
Nevndin mælir til, at
Plastídnaður í Servági. Framleiðir tilfar til bjálving
spurningurin um leiðina
fram hjá føroyska byggi-
idnadinum verður tikin
upp til heildarmetingar,
ongantið ov skjótt. Tað
kundi í fyrstu syftu hósk-
andi verið viðkomandi
verkafelog, ið tóku spurn-
ingin upp og meguliga
legdu fram eitt álit fyri
myndugleikarnar. Hetta
álit skuldi í høvudsheitin-
um umfatað tilmæli um
neyðugar stukturábetur,
kappingarviðurskiftini,
herundir økjan av effekt-
ivitetinum og figgjar-
møguleikunum, umframt
neyðuga samskipan av
framleiðslu, keypi og selu.
Møguligar fyriskipanir
eiga tó i minst møguligan
mun at umfata skerjing i
kappingini.
Viðvíkjandi innflutn-
ingi av arbeiðsmegi uttan-
ifrå er nevndin av ti á-
skoðan, at tað ikki er at
harmast um, at arbeiðs-
megi verður innflutt í tid-
um, har føroysk arbeiðs-
megi ikki nektar tervin.
Tað eigur tó ongantíð at
fyrikoma, at føroysk ar-
beidsmegi og føroysk virki
ikki hava eins góða at-
gongd til arbeiðir og
fremmandir hava.