Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 20. januar 1979 sosialurin Síða 11 Eiga at bryggja alt ølid í Føroyum Bryggjariini eru kanska elsta ídnaðargrein okkara. Vit hava tvey bryggjariir, ið sambært galdandi lóg bert hava loyvi at bryggja lætt pilsnarel og drykkir uttan innihald av alko- holi. Spurningurin um fram- leiðslu av sterkari eli er politiskur og hevur við millumbilum verið frammi. Í ídnaðarálitinum verð- ur víst á, at út frá einum samfelagsbúskaparligum Nýggj maskina til Feroya Bjór ————w———."ww"e""wÍ 3 marknaðin, verður mælt til, at spurningurin verður kannaður og at arbeitt verður fram ímóti at seta sølurådgevara, um virkini ganga inn fyri ti. Viðvíkjandi útimarkn- aðinum verður mælt til, at arbeitt verður fram ímóti at stýra verunum longur út í seluliðini og at tað í mest meguligan mun verður samarbeitt millum virkini, tá talan er um sølutiltøk úteftir. Eisini verður mælt til, at tað á- haldandi verður gjert mest meguligt til tess at fáa so lagaligar handils- avtalur við onnur lond sum meguligt fyri at tryggja útflutning av meira góðskaðum verum. Utbúgving Síðani verður nomið við útbúgvingarspurningin. Mælt verður til at broyta útbúgvingina, soleiðis at hon betri samsvarar við tann tørv, sum eitt idnad- arsamfelag setur. Nýggja skipanin, ið er grundað á sundurgreinaða fakarbeið- ara útbygging við 2 árum til serarbeiðara og 2 árum afturat til fakarbeiðara, er meira lidilig. Útbúgvingin skal vera á einum steði, ið samsvarar við grannalond okkara. Víst verður á, at ynskið um at varðveita ella hækka livifótin, og ynskið um nóg nógv og nóg fjøl- broytt arbeiðspláss bert kann supplerast við eini fjølbroyttari og munandi ídnaðarútbygging, um so er at parturin hjá fiski- vinnuni í samlaða búskap- inum minkar, og almen- na virksemið ikki veksur sum higartil. Víst verður eisini á, at skal idnaður innan åvis eki og landbúnaðurin mennast skjótt, er neyð- ugt at tað almenna í sterri ella minni mun er við at taka tey tek, ið takast skulu. Grundarlag Frágreiðingin er ætlað at kunna nýtast sum ar- beiðsgrundarlag undir ídnaðarpolitiskum avgerð- um hjá landsstyri og løg- tingi. Nevndin heldur, at tað er avgerandi neyðugt, at tráðurin frá hesi fyribils kanning verður tikin upp og nágreiniligar kanning- ar gjørdar av, hverji am- boð, ið best eru og hverji tiltøk, ið frá einum sam- felagsbúskaparligum sjónarmiði eru mest len- andi. Nevndin vónar, at frá- greiðingin, ið, sum nevnt í fyrstu syftu, er ætlað sum arbeiðsgrundarlag hjá myndugleikunum, fer at roynast sum holt grundar- lag í ti orðaskifti, ið fram fer um hvenn leiklut ein idnaðarútbygging skal hava í samfelagsmenning- ini, og ein leiðbeining um, hver leið best samsvarar samfelagsins åhugamål- um. Starvsnevndin hevur ikki altíð verið á einum máli í teimum spurning- um, sum viðgjerdir eru, men ein meiriluti í nevnd- ini (tó ikki altíð sami meiriluti) stuðlar tey sjón- armið, sum verða ferd fram. sjónarmiði vildi tað verið skilagott at loyvt brygg- ing av sterkari eli við. Innflutningurin av øli við vektprosent 3.70 og upp- eftir var í 1977 soleiðis 1,2 milj. | við einum virði uppá 3,8 mil;. kr. Sjálvir framleiða, tað vit innflyta Hesin innflutningurin kundi fyri mestapartin verið spardur við egnari framleiðslu. Feroysku bryggjariini kunnu bryggja øl, sum i dygd er á hædd við tað, ið innflutt verður, og framleiðslu- kostnaðurin skuldi verið á hædd við tað, hann er aðrastaðni. Tað er upp- lýst, at ráevnið — um- framt vatnið — er ein lut- falsliga lítil partur av framleiðsluvirðinum t.e. at meginparturin er ar- beidsløn. Tað eigur eisini at vera nevnt, at bryggjariini sum er hava orku at taka upp framleiðsluna av og nekta føroyska marknaðin fyri sterkari øli, og at sjálv prosessin er heldur einkl- ari, enn tá veikari øl o.l. verður bryggjað. Í dag innflyta vit alt tað sterka elið. Annað av bryggjaríunum í Feroyum Ikki størri nýtsla Í prinsippinum skuldi ein føroysk framleiðsla av sterkum øli ikki ført til eina sterri nýtslu, ti tað eru í dag ongar skerjingar innflutninginum viðvíkj- andi. Vansin kundi ligið í, at øl frå føroysku bryggjar- junum var skjótari at fingið fatur á, men her kundi hugsast, at talan var um ávísa bileggingar- tid t.d. ta somu, sum tað vanliga tekur at fáa el úr Danmark. Harumframt eiga at vera gjerdar ná- greiniligar reglur fyri framleiðslu, goymslu og distributión, og eitt steð- ugt alment eftirlit skal tryggja, at reglurnar verða hildnar. Nidurstøda Nevndin mælir til, at hes- in tåttur i føroyska idnad- inum verður gjølliga um- hugsadur. Småidnadur: Alstoran tydning fyri bygdamenning Hann eigur at verða studladur midvist Umleið 70% av idnadar-, handverks- og tænastu- virkjunum hava minni enn 5 fólk í arbeiði, og fevna hesi virki um umleið 20% av vinnandi fólkinum. Telini í sjálvum sær vísa fyri ein part, hvussu stóran týdning hesin smá- idnadur hevur fyri samfel- agið, men at hann er grundarlagið undir megin- partinum av øllum eðrum idnadi veksur munandi um týdningin. Tað er í arbeiðinum á tí lítla virkinum, í einum kjallara ella einum bilhúsi, at hugflogið og tankarnir skapa spíran til okkara framleiðandi ídnað. Og ofta er tað igjøgnum hetta arbeiði, at fíggjarliga steðið fyri einum framtid- ar virki verður lagt. Bert fyri í krepputíðum Síðani idnadarkreppur foru at taka seg upp i 1973 /74 (í fótafarinum á olju- kreppuni), hava okkara grannalond ásannað, at neyðugt er at leggja mun- andi sterri dent á smáidn- aðin. Hesin idnadur hevur tann fyrimun, at hann hevur lætt við at umstilla seg og lætt við at laga seg eftir umstødunum, og kanningar hava eisini vist, at tað er júst hesin idnaður, ið ofta stendur seg best. Småidnadur — bygdamenning Eisini viðvíkjandi bygda- menning er smáidnaður ofta einasta gongda leið. Sum fyrr nevnt eru bæði framferðsla og arbeiðs- pláss grundarlag fyri trivnaði á bygdunum, og skulu vit sleppa undan at miðsavna fólkið á nøkrum fáum stórplássum, má smáidnaðurin stuðlast miðvist. Nevndin ásannar í álit- inum, at smáidnaðurin er av stórum týdningi og ofta einasta gongda leið fyri bygdamenning. Hann eigur ti at verða stuðlaður miðviíst.