Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 6 — 24. januar 1979 Ibúðarspurningurin í Havn: Skarvaðu peningin til ibudar- endamál av figgjarætlanini Býráðið er sum heild konservativt. Eingin veruligur íbúðarpolitikkur verður ríkin. Býráðið má seta pening av, so farast kann undir bygging av íbúðum og kømurum til útleigan, sigur Leivur Johannesen, for- riaður í sosialu nevnd byrådsins, í viðtalu við Sosialin um íbúðartrupulleikarnar í , Havnini, sum gerast stødugt verri. Í Sosialinum 13. januar segði Hanna Lisberg í eini samreðu: >Tað tykir mær, at bý- ráðið ikki skilir álvaran av hesum, tá tað í dag veru- liga er neyðugt at skilja foreldur og bern sundur, bert tí tey einki hava at búgva í<. Hetta er ein álvarslig á- breiðsla til Tórshavnar býráð. Ger býráðið einki við íbúðarspurningin? — Fólk kunnu ikki lata allar byrðar og skyldur til býráðið at loysa. Spurn- ingurin er, hvussu langt býráðið kann ganga. Hó- ast alt er Tórshavnar bý- ráð tað einasta býráðið í Feroyum, sum hevur gjørt nakað við spurning- in. Og harafturat skulu vit minnast til, at stødugt koma folk til Havnar av bygd. — Tad hendir seg ofta, tå folk å bygd fara frå hvørjum eðrum, at mamman við bernum kemur til Havnar, tí her er arbeiði at fáa. Skulu vit í framtíðini klára at hýsa øllum fólkastreyminum, sum kemur til Havnar, kunnu vit rokna við einum skattaprosenti av heilt eðrum dimensiónum, enn vit nú hava Gera støðugt åbøtur — I dag hevur kommunan umleið 70 íbúðir til i. 'g- an. Góðskan er undir tað, sum fólk í meðal búgva í, men kommunan er farin undir systematiskar åbøt- ur. Peningur til hetta endamálið hevur verið á teimum seinastu figgjar- ætlanunum. Miðsteðuhiti verður t.d. lagdur inn, har tað er meguligt. Hetta ar- beiðið heldur fram. Roynt verður annars í allar mát- ar at hampa um íbúðirnar, so tær verða so góðar at búgva í sum meguligt og síggja væl út. — Eru nógv av teimum, sum búgva til leigu hjá kommununi, ikki fer fyri at fáa sær egin hús? Eru betur fyri — Tað eru fleiri millum ár og dag sum siga upp, tí tey flyta í egin hús, men til tað er at siga, at hesir leigararnir eru kanska betur fyri, ti leigan, sum kommunan tekur, er væl lægri enn á fría marknað- inum. — Er hon ikki ov lág? — Í nógvum ferum haldi eg hana vera nakað lága, men í teimum nýggj- aru húsunum er hon ikki óhóskandi. Tó er hon lægri enn leigan í tí privata bólk- inum. Vit kunnu bara taka eitt kamar sum demi. 800 kr. í leigu um mán- aðan er ikki óvanligt, meðan fáar íbúðir hjá kommununi koma upp í hesa hædd. — Men trýstið á komm- ununa er ógvuliga stórt. Fólk ringja úr ellum Fer- oyum og spyrja um íbúðir dagliga. Fólk hava ta fat- an, at Tórshavnar komm- una útvegar fólki íbúðir uttan nakað. Tóku peningin av aftur — Men hevur Tórshavnar býráð ikki gjert alt ov lítið við at byggja leiguíbúðir? —Sosialanevndin hjá býráðnum setti hálvaaðru million á næstseinastu figgjarætlan sum eina byrjan til at byggja i- búðir, men tå figgjarætl- anin skuldi vidgerast og góðtakast, varð skarvað av og eftir stóðu EIN- ANS 100.000 kr. til íbúð- arbyggjari. — Kemst hetta ikki av, at býráðið hverki rekur ella hevur nakran verulig- an íbúðarpolitikk? — Tað kunnu vit gott siga. Býráðið er í síni heild konservativt. Tað er í øll- um førum min åskodan. Og her er grundin til vånaliga íbúðarskilið helst eisini at finna. Åttu at bygt íbúðarblokkar — Nú sigur tú, at býráðið í síni heild er konservat- ivt. Hvussu kundi tú so hugsað tær, at ein solidar- iskur íbúðarpolitikkur varð ferdur. Serliga verð- ur hugsað um leiguíbúðir og -kemur? — Tað vildi ikki verið érimuligt, um býráðið setti ein vissan prosent- part av á hverja figgjar- ætlan til íbúðarendamál. Peningurin kundi verið brúktur til bygging av í- búðarblokkum við íbúðum og kemrum í ymiskum støddum til eina hóskandi leigu. Um kommunan bara setti eitt prosent av, hevði tað verið umleið try- kvart millión í ár. — Annars mugu vit ikki gloyma, at útstykk- ingarnar til vanlig sethús ikki kostar kommununi so lítið. Tað er so torfert at fáa eina íbúð í Havnini í 1979, at fleiri hava valt sær hesa loysnina. >Í byrjanini høvdu eg og bernini eina góða íbúð, men tá húsini skuldu seljast, vóru vit uppsegd, og fingu triggjar mánaðir til at finna aðra íbúð. Tað hevur tó ongantið verið lætt at finna eina íbúð í Havnini, og vit vóru heldur ikki so heppin, at tað eydnaðist okk- um. Sum seinasta loysn fingu vit loyvi at flyta inn í kjallaraíbúð, men her skuldu vit ikki steðga ov leingi, tí bert tríggjar vikur eftir inn- flytingina, vórðu vit blakaði út aftur. Tað er umleið eitt ár síðani, og enn havi eg ikki fingið nýggja íbúð. Hetta ger, at eg í dag livi uppá vælvild frá vinum og familju, og havi sostatt ikki eitt skáp at hanga mini klæðir, tíans heldur eitt stað til at seta mínar møblar. Teir eru spjaddir út um alla Havnina, har onkur hevur pláss at herberga teimum. 13 ára gamli sonur mín, sum eg heldur ikki havi kunnað gjørt nakað fyri, orsakað av íbúðartrupulleikunum, er nú farin á Háskúlan í Nógv sethús til annað endamál — Eitt annað, sum eisini hevur gjørt seg galdandi seinastu árini, er tað fyri- brigdið, at nógv sethús verða gjørd um til skriv- stovur og tilik endamål. Hetta førir vid sær, at familjur knappliga standa å gøtuni og hetta elvir til dupult trýst. I eðrum londum eru fyriskipanir um broyting av íbúðum til annað endamál. Og býráð- ið skal í grundini eisini góðkenna broytingar í nýtsluni, men í hesum føri eri eg vissur í, at meirilut- in í býráðnum gevur loyvi til at niðurleggja eina i- búð. Eg veit í hvussu er einki demi um, at hetta verður noktað. Tá hetta hendir, fáa vit sum oftast eitt nýtt arbeidsplåss, Onga íbúð í eitt heilt ár Soleiðis sigur ein kona í Havn við myndablaðið Nú í Havn í desember 1978: Havn, har hann gong- ur í skúla og býr sam- stundis. Hann er fegin yvir at vera har, men her standast eisini trupulleikar av, at eg ikki kann bjóða honum eitt stað fyri okkum sjálvi í vikuskiftunum, tá hann hevur frí frá skúla. Ein kann hugsa sær, hvussu tað kenst fyri mammu og son, ikki at kunna vera saman fyri seg sjálvi, tá einhver mamma veit, hvussu stóran tørv eitt barn í ti aldr- inum hevur fyri at vera saman við mammu síni í frið og náðum. Niðursteða okkara at vit hugsa okkum at seta búgv í Danmark, har umsteðurnar hjá einligum kvinnum við børnum eru munandi betri enn í Feroyum. So mikið beiskari er hetta fyri meg, tá eg havi gott starv og so- leiðis lættliga kundi lívbjarga mær her á steinunum. Tað verður heldur ikki lætt hjá okkum at skifta um- hvervi til eitt fremm- ant land, tá vit alla okkara tíð hava búð í Feroyum, og treyðugt vilja her frå«. sum aftur krevur meira av folki til Havnar. Hugsa ov nógv um at øll skulu hava egin hús — Hugsar býráðið ikki ov nógv um, at ell skulu hava egin hús. Hugsað verður t.d. næstan bert um út- stykking av grundstykkj- um, men ikki um at byggja? — Tað ger man. Men býráðið hevur eisini gjørt royndir við at byggja rað- hús, sum í Eysturbýnum á Tórgarðstroð. Men hendan byggingin hevur verið nógv frammi, tí húsini vórðu so dýr. Her skulu vit tó minnast til, at húsini vóru liðug at flyta inn í í flestu forum, meðan fólk, sum sjálvi byggja, flyta inn, tá eini tvey-trý åd rúm eru nýtilig og so halda tey fram við at gera húsini liðug. Eisini skulu vit minnast til ell tey hundrað tals erindini, húsabyggjarar skulu gera. Tey merkjast ikki í krón- um og oyrum, men í einum almennum byggja- aríi eru tað kanska løntir handverkarar, sum gera tey somu ørindini. Og slíkt dýrkar. Alment byggjarí er dýrt — Í dag er givið at ell — tað veri seg bæði eldri sum yngri, einsamøll og smærri familjur hava ikki ráð at byggja egin hús og framtíðarloysnin av íbúðarmálinum kunnu ikki vera kjallaraíbúðir og loftskømur. Átti býráðið ikki at farið undir at bygt leiguíbúðir? — Eg haldi, at vit kundu bygt blokkar við smærri íbúðum, men eg má viðganga, at í roynd- um verður alment byggj- ari ofta ov dýrt. — Men skal hetta halda kommununi frá at loysa tann katastrofala íbúðar- tervin? — Nei. Minnisvarðar yvir arkitektarnar — Tú sigur, at alment byggjari ofta er ov dýrt, men er alment byggjarí ikki ofta prestigubyggj- ari? — Jú, tað er tað av- gjørt. Ofta er alment byggjari minnisvarðar yv- ir arkitektin ella verkfrød- ingin. Og minni dentur verður lagdur á tað prakt- iska og kostnaðin. — Tað eru dømi um fólk — bæði familjur og ein- staklingar — sum mugu ríma av landinum, tí tey einki fáa at búgva í. Hev- ur býráðið ikki skyldu til at beta um hesa óhugna- ligu íbúðarneyðina? — Skyldu og skyldu. Sjálvandi må býráðið kenna skyldugt í at hýsa fólkinum frá teimum nógvu arbeiðsplássunum, tá tey ikki kunnu fáa inni- vist. Kunnu ikki jagstra íbúðarhávarnar — Men hvussu við ellum teimum hundrað tals næmingunum og lærling- unum, sum mugu búgva Framhald á síðu 18