Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 24. januar 1979 sosialurin Og soleiðis gekk náttin Hóast tað ráddi ein vissur spenningur og eitt vist álvarsemi, var dámurin lættur, tá Sosialurin kom út í Tinganes við tvey- tíðina týsmorgunin. Úti í durunum sótu Finnbogi Isaksen, Stein- grím Niclasen og ein út- varpsmaður og drukku kaffi. Finnbogi hevði hug at skemta, meðan Stein- grím forsvór, at lands- stýrismaður bleiv hann ikki. Inni á skrivstovuni hjá Finnboga Isaksen lá Er- lendur á sofuni og las upp íslendskar yrkingar, með- an Karin lá á gólvinum og royndi at fáa ein blund. Heðin sá ógvuliga ný- vaknaður út, meðan Sign- ar Hansen og Jógvan Durhuus sótu og prátaðu ógvuliga álvarsamir. Á legmansskrivstovuni sat meginparturin av tingmanningini hjá javn- aðarflokkinum saman við einum útvarpsmanni. Jona innballað í eitt sjal. Í køksskotinum stóð Oli Breckmann — við Hav- anna sigar — og bryggjaði te, meðan hann sang fost- urlandssangir. Restin av fólkaflokkinum sat so mannsterk saman við nekrum álitismonnum niðri undir hjá Demmusi, sum sjálvur sá ógvuliga troyttur út. Dánjal í Búð- ini saknaðist. Av teskinum manna millum skiltist, at nú snúði tað seg bara um at Karin Kjølbro er við at koma á føtur eftir eina hvíld semjast um formenninar í teimum týdningar- miklastu nevndunum, men sum onkur segði: „at alle ville de herrer være«, so tað verður helst ikki so lætt«. Og hesin framskygni útvarpsmaðurin hevði grein í sínum máli. Klokk- an tiggju minuttir yvir hålvgum trý mettust fimm mans frá hverjum flokki í fundarhelinum til eina — sum onkur segði — seinastu roynd. >Nú ella ongantíð<, lat í onkr- um. Ikki gingu nógvir min- uttir, til tann fyrsti kom út — Jógvan Sundstein orkaði ikki meira. Kl. 2.52, Jógvan Sund- stein: >Nú stendur púra í botni. Nú rokni eg ikki við nakrari samgongu«. Kl. 2.55 kom tann næsti ut, Hedin Klein: »Lidugt, fullkomiliga í botni.« Karin Kjelbro, tá Heðin greiddi henni frá steðuni: „Hetta er ikki júst tað, sum eg havi fyristillað mær við politikk«. Kl. 3.00, Finnbogi Is- aksen: »Hvat, tað gongur fint«. Sosialurin: »Jogvan Sundstein sigur annars, at tad stendur i botni«. Finnbogi Isaksen læ- andi: >Jógvan Sundstein er ein vøttur«. Kl. 3.05, Atli og megin- parturin kemur ut: »Eing- in avtala nú — eg veit ikki, um vit møtast aftur i nått«. Og so fóru flokkarnir hver til sín. Og djúpasta álvarsemi hvíldi yvir Tinganesi eina letu. Tó, skjótt varð stokkið inn á gólvið hjá hverjum eðr- um. „Sakna tit ikki Øre- gaard nú?< skemtaði Óli Breckmann við javnaðar- menninar. »Ja, hann hevði sikkurt fingið alt á glið>, var Atli skjótur at svara. Hálvur tími gongur. So koma Finnbogi og Atli so bosandi út úr einum duri: >Nú, skulu vit ikki royna aftur.« Men tá hevði Hákun fingið sær skinn- húgvuna á hevdið og sam- stundis rungadi sangur inni frá tjóðveldisflokkin- um — kenda vísan úr sjónleikinum um Jerund Hundadagakong. Kl. 3.35 er klokkan og Håkun Djurhuus: »Nei, nei, nú er so seint, at vit fara at ríma og heldur metast aftur i morgin«. Tigandi samtykkja aðrir. Og eftir at útvarps- menninir hava fingið eina viðmerking frá Atla end- aði samráðingarnáttin Kvivikingar aftur á pallin Framføra skemtileik i Glæmuni í komandi viku Eftir ein steðg fara kvi- víkingar nú aftur á pall við einum sjónleiki. Eins og undanfarnu árini verð- ur leikurin skemtileikur burturav. Leikurin ber heiti3 »Troytti Tollakk- ur«. Rithøvundarnir eru Neal og Farmer. Kvivikingar framførdu ongan leik i fjør Teis heva ístaðin hildið eina »pausu« og byrja aftur av álvara. Teir hava vant síðani november mánaða og fyrsta framferslan verður í komandi viku. Tað verður sum vant í helunum hjá Glæmuni í Kvivik. 11 leikarar eru vid i leik- inum. Teirra millum eru Dånjal Joensen og Petur Miiller, sum fyrr hava vist framúr góðar gávur til sjónleik. Aftur hesa ferð hava kvívíkingar verið í Havn og »lænt« Ola Kurt Han- sen. Oli spælir sjålvur høvudsleiklutin i nyggja leikinum. Av hinum leikarunum eru trý fólk, sum ongantíð hava verið á palli fyrr. Hvussu tey fara at royna seg, fáa vit at síggja í komandi viku. Líta vit aftur um bak og minnast >Sponsku Flugu« í 1976, og Ber Berson árið eftir, so verður helst ikki minni áhugavert at leita sær til Kvivikar aftur í ár og síggja kvivikingarnar framfera enn ein skemti- leik. Síða 5 kring oyggjarnar Misti 1000 kr. í flogfarinum Ein lummatjóvur var við flogfarinum úr Kastrup til Vágar fríggjadagin. Ein dani búsitandi í Klaksvík, sum var við flogfarin- um henda dagin, varn- aðist knappliga, at pengamappan við 1000 kr. var horvin. Hon varð seinni funnin í WC-kummuni í flog- farinum, men tá vóru ongir pengar í. Hendingin er meldað til politiið í Klaksvík, sum hevur biðið um at fáa listan yvir ferðafólk úr Kastrup fríggjadag- in sendan úr Danmark. Tað vóru ikki nógv fólk við henda dagin, verð- ur upplýst. Nýggj sethús brunnu í grund Um 4-tíðina leygar- náttina kom eldur í húsini hjá Jógvani Jo- ensen í Signabe. Slekkiliðið í Kollafirði kom á staðið, men eld- urin gjørdist so nógv- ur, at boð vórðu send eftir slekkiliðinum í Havn. Tað eydnaðist kortini ikki at bjarga húsunum, sum brunnu í grund. Húsini vóru nýggj, einans triggjar manaðir. Politiið veit onki at upplýsa um orsekina til eldin. Ákoyrdur á Gripsvegnum Leygarnáttina varð ein maður raktur av einum bili á Gripsvegnum. Bilferarin koyrdi mannin á skaðastov- una. Í fyrsta umfari tóktist maðurin ikki at hava fingið stórvegis mein av óhappinum, men sambært politifrá- greiðingini hevur hann seinni fingið pínu í knæið. Steðgaði sjálvur bilinum — sendi so boð eftir politinum Seinnapartin varð ein bilur ákoyrdur í Sverr- isgetu. Tann, sum koyrdi á, steðgaði ikki, men rýmdi av staðn- um. Eigarin av ti á- koyrda bilinum helt ikki, at hin skuldi sleppa so væl og fór aftaná. Hetta gav úr- slit, tí úti á kaiini fekk hann steðgað honum og sendi síðani boð eft- ir politinum. Politiið sigur, at teir rokna við, brennivín hevur verið uppi. Innbrot í Tinganesi Tá starvsfólkið í av- greiðsluni í Tinganesi kom til arbeiðis mána- morgunin, sóu tey, at onkur hevði verið inni um vikuskiftið. Triggir rútar á vestaru síðu vóru brotnir og eitt sindur av óruddi var, men tað tykist ikki, sum nakað er horvið úr húsinum. Lagdur inn til kanningar Leygarnáttina fór ein bilur útav norðanfyri gamla enda á Oyggjar- vegnum. Ein maður var í bilinum og varð hann fluttur á skaða- stovuna og haðani lagdur inn á Lands- sjúkrahúsið til kann- ingar. Løgdu hald á fleirtóna horn Leygardagin legði poli- tiið í Klaksvík hald á eitt fleirtóna bilhorn. Tað er við hesum horn- um sum við tunings- settunum á sinni, loyvt er at innflyta og selja tey, men ikki at brúka tey. Hetta kemst av, at tað er lætt at fara skeivur av teimum og halda, at tey stava frá sjúkrabili, brandbili ella politibili. Politiið sigur, at slík fleirtóna horn hava verið at hoyrt har norð- uri í seinastuni og nógv hava klagað um tey. Hesi hornini kosta ein- ar 600 kr. og afturat bótini, sum verður giv- in fyri at brúka tey, verður hetta dýrt skemt fyri viðkomandi. Sofus í staðin fyri Arnbjern í í trymanna- ráðnum Trýmannaráðið, sum skal gera eina innstill- ing til landsstýrið við- víkjandi = setan av starvinum sum lands- skjalaverður, varð broytt seinasta friggja- dag. Av ymiskum or- søkum bar Arnbjørn Mortensen, rektari, å studentaskulanum, seg undan at sita í ráðnum. Í hansara stað varð Sofus Joensen, lektari á Læraraskúlanum, til- nevndur. Hinir í ráðn- um eru Sverri Egholm, landsbókaverður, og Arne Thorsteinsson, savnverður. 17 umsóknir komu til starvið sum lands- skjalaverður.