mikudagur 24. januar 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Tekstilídnaður:
sosialurin
Útflutningur setur stór
krøv til allar verur
Heimamarknaðurin vil tó altid vera høvudsålitid
Tetingarvirkið í Getu hevur nógv fólk í arbeiði og framleiðir ein hóp av tekstilverum
Bundnar verur hava hig-
artil stórt sæð verið ein-
asta útflutningsvera utt-
an fyri hevuðsvinnuna.
Fyrst spunnu og bundu
vit við hond. Seinni er
spinningin mekaniserað,
men ikki fyrr enn fyri um-
leið 10 árum síðani byrjaði
ein idnadarframleidsla av
bundnum vørum. Hetta
hevur sidani utviklad seg
nakað, men tað hevur
stórt sæð steðugt verið
hin sama veran t.e. skips-
troyggjan í upprunaligum
skapi, vit hava framleitt.
Hetta hóast kappingin
er vorðin alt harðari og út-
boð og úrval aðrastaðni
frá av líknandi, men meira
mótakendum verum,
sterri. Hervið hava vit
mist ein munandi part av
ti marknaði, ið vit áttu
meguleika fyri at havt.
Vanliga troyggjan —
bæði hond- og maskin-
bundin — eigur framvegis
ein marknað, men tað má
metast, at marknaðar-
parturin av teimum tradi-
tionellu verunum eisini
framyvir verður at n.inka.
Hetta er kanska serliga
galdandi fyri hondbundnu
verurnar, sum ikki eins og
áður ganga krevunum hjá
kundunum á meti. Hetta
er eisini galdandi innan
onnur vøruøki, og sum er
torferari at hava við at
gera enn maskinbundnar,
seriuframleiddar = verur,
orsakað av Ojavna í stødd-
um, sniði, mynstrum etc.
Ídna við
bundnum vørum
Serliga allarseinastu tid-
ina eru verulig stig tikin
til at utvikla ein idnad av
bundnum vørum burtur-
av. Tey tvey størstu ulla-
virkini hava fingid ny-
mótans maskinur og hava
leitad sær studul frå ser-
frødingum i samband vid
framleiðslu og útvikling
av nýggjum verum. Verð-
ur rætt borið at, kunnu vit
uppá bert eitt sindur
longri sikt framleiða ver-
ur, sum á einhvønn hátt,
eru kappingarførar við
aðrar.
Men fremsta fyritreytin
er, innan hetta eki meira
enn aðrastaðni, ein áhald-
andi útvikling av nýggj-
um verum og ein effektiv
marknaðarfering m.a. við
regluligari = luttoku á
mótaframsýningum o.t.
Eitt meira serkent og fjøl-
broytt úrval ger, at ver-
urnar ikki verða fyri so
harðari prískapping sum
annars, og vil hetta alt
annað líka ekja eftir-
spurningin. Men tað setur
ólíka sterri krev til stýr-
ing í ellum liðum, enn vit
higartil hava kent.
Finari vørur
bert til heima-
marknaðin
Er kappingin stór, tá
talan er um grovari,
bundnar verur, er hon enn
sterri, tá farið verður yvir
í fínari verur. Tað skal ti
vera farið varðisliga fram
her. Einans framleiðsla, ið
heimamarknaðurin kann
bera, má haldast eiga ver-
andi møguleikar.
Ein serligur táttur er
heimaidnadurin, sum
tann, ið Føroyskt Heima-
virki skipar fyri. Eisini
her er tad galdandi, at far-
ið eigur at vera meira
burtur frá skipstroyggj-
unum og yvir til verur, ið
eru lættari at selja, men
seta sterri krøv til tey, ið
binda. Bert á henda hátt
verður mett, kann ein ri-
mulig úrteka tryggjast.
Møguleikar
i veving
Veviidnadur er eitt alt-
ernativ til traditionellu
bindingina og vil helst
eiga møguleikar, um doy-
urin verdur lagdur å, at
utvikla innan hetta øki.
Vit eiga åvisar traditi-
ónir og eftir øllum at døma
nogv folk, eisini i yngra
ættarliðnum, ið hevur å-
huga fyri at royna henda
tátt. Ein avgjerdur fyri-
munur fyri júst hetta ekið
er, at tað í stóran mun
verður nýttur broddur til
veving, soleiðis at ráevni
kann fáast fyri ein ógvu-
liga rimuligan pris. So-
statt skuldi meguleiki
verið fyri at kunna kapp-
ast úteftir við vevaðum
verum.
Annar tekstilidnadur er
sum vera man grundaður
á innfluttar ráverur, og
nakrar serligar traditiónir
eiga vit heldur ikki mót-
vegis flestu ødrum lond-
um. Meguleikarnir fyri
útflutningi á hesum eki
mugu tessvegna metast
avmarkaðir.
Framleiðsla til
heimamarknaðin
Vit hava í dag tvinni virk-
ir, ið bæði byrjaðu fyrra-
partin í 60-árunum. Fram-
leiðslan var upprunaliga
mest sjóklæðir, arbeiðs-
klæðir og ulpur. Virkini
hava, frásæð allra fyrstu
tíðini, havt stóran part av
heimamarknaðinum fyri
Nr. 6 — 24. januar 1979
serliga sjóklæðir og ulpur,
meðan marknaðurin fyri
arbeiðs- og frítíðarklæðir
hevur verið heldur tor-
forari at komið inn á av
álvara m.a. orsakað av á-
haldandi reklamutiltøkum
frá sterru útlendsku fel-
øgunum (Lee, Wrangler
etc.). Men seinastu tidina
er broyting farin fram, og
virkini hava fingid størri
part av heimamarknadin-
um, ikki minst ti tey hava
útviklað móti fleiri og
meira mótarættum mo-
dellum.
Fáir møguleikar
Samantikið má tó sigast,
at hesin idnadur bert eigur
nakrar møguleikar av
týdningi, ti verjutollurin
er rættuliga høgur (15—
30%). Sjålvt um vørurnar
soleidis verda seldar ut-
eftir munandi biligari enn
å heimamarknadinum, er
ringt at vera vid i pris-
kappingini.
Sjålvandi kunnu tad
finnast serlig økir, har ein
kundi gjørt seg galdandi,
eisini tá talan er um út-
flutning, men treytin er,
at veran kann kappast
uppá annað enn prísin t.d.
snið og serligt ráevni.
Hesin táttur í føroyska
idnaðinum er óivað komin
fyri at verða, men hevuðs-
álitið kemur óivað altið at
vera heimamarknadurin,
og tað er her eins neyðugt
og aðrastaðni, at tað fer
ein steðug verumenning
fram.
Heimaídnaður:
Neyðugt við
almennum
stuðli
— skal somulig timaløn tryggjast
Føroyski heimaidnadurin
hevur higartil stort sæd
verið avmarkaður til til-
virkan av bundnum vør-
um, fyrst og fremst skips-
troyggjum, ið til fyri fáum
árum síðani hava havt
góðan marknað víða um.
Men tíðirnar skifta og
harvið eisini, hvat fólki
dámar og sostatt áskoðan
brúkaranna um, hvat
góðska er. Í dag er ikki
nóg mikið, at ein vera er
hondgjørd. Hon skal eisini
lúka nógv krev bæði til
selu og marknaðarfering.
Hetta ger føroyska
troyggjan ofta ikki, og
prisurin er ti i dag lutfals-
liga væl lægri enn fyri
nøkrum árum síðani.
Framleiðslan er eisini
minkað munandi.
Bert Heimavirkið
eftir
Stersta virkið innan ull-
verur er nýliga hildið upp-
at við keypi og selu av
hondbundnum verum, og
er tað í dag bert Heima-
virkið, ið hevur skipað
keyp og umsetning av
skipstroyggjum og eðrum
hondbundnum verum.
Tað er ikki at taka seg
aftur í, at skal foroyskur
heimaidnaður innan hetta
eki ikki gerast viðfáningur
er neyðugt, at okkurt
munagott verður gjert.
Fyrst og fremst er neyð-
ugt við einari skipan, ið
fevnir um framleiðslu
dygdarmeting, keyp, selu
og útflutning. Ein tilik
skipan kundi lutvís verðið
grundað á sama arbeiðs-
mynstrið sum Heima-
virkið. Hevuðstreytin er,
at verurnar eru á javnt
høgum dygdarstigi og til
einahvørja tid lagadar eft-
ir teimum krøvum, ið
marknaðurin setur.
Almennur stuðul
má til
Ásannast má, at eitt
munagott úrslit ikki kann
fåast uttan almennan
stuðul, soleiðis at ein
semulig tímalen kann
tryggjast.
Í flestu londum kring
okkum, t.d. Íslandi, Nor-
egi og Álandi eru skipanir,
ið vit meguliga kundu
lært av.
Innan heimaidnadin eru
eisini aðrir meguleikar,
t.d. hondveving og hond-
knýting. Eins og við
bundnum verum eru krev-
ini her m.a. eisini sam-
skipan og stødug vøru-
nning. Sami stovnur
kundi óivað umsitið allan
heimaidnað.
Av vovnum og knýttum
lutum, har marknaður er
til staðar, kunnu nevnast
hálsturriklæði, seingjar-
teppi, vegg- og gólvteppi
0.3.fr.
Aðrir møguleikar innan
heimaidnadin, ið nevnast
kunnu, eru t.d. lutir úr
seyðaskinni, úr hálvgim-
steinum, ið finnast í før-
oysku náttúruni, lutir úr
træ, úr gróti v.m. Her átti
ein kanning at verið
framd. Allir hesir lutir eru
lutir, ið vaksandi talið av
ferðafólki hendavegin
hevði havt áhuga fyri.
Í álitinum verður mælt
til, at meguleikarnir fyri
skipan og útbyggjan av
heimaidnaðinum verða
kannaðir. Hugsast kundi,
at sett varð niður eitt var-
andi ráð umboðandi teir
stovnar v.m., sum høvdu
serligan áhuga fyri heima-
idnadi, t.d. Heimavirkid,
Alv, L/f Skinn, umframt
eitt umbod frå almennari
sidu.
Fyrsta uppgåva rådsins
skuldi verid at komid vid
tilmæli til avvarðandi
myndugleikar um nýskip-
an og neyðugan stuðul.
Ráðið skuldi annars sam-
skipað heimaidnadin inn-
an eki, har tað er fyri
neyðini, og annars virkað
sum millumlið mótvegis
myndugleikunum.
SR ANE AE