mikudagur 24. januar 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Idnadurin í Føroyum II
Aling av fiski og skeljadyrum:
e å
til aling
Stóran tydning við almennum
royndarbrúki, sum skal vegleiða,
stuðla og gera royndir
FR AA
sæ
BE GG
Byrgingarnar í Sundalagnum hjá Fiskaaling
Tað eru tveir í hevuðs-
heitum skildir háttir at ala
fisk uppá, sum verða
brúktir. Annar hátturin er
at taka sær av fiskinum
frá rogni av, og til hann
verður slaktaður. Hin
hátturin er at ala fiskin
fram til eitt steði, har
hann hevur góðar megu-
leikar at koma undan, og
so at sleppa honum fyri at
fanga hann aftur sum
vaksnan.
Demi um fyrra háttin er
virksemið hjá P/f Fiska-
aling norðuri við Streym-
in. Útsetanin av síla- og
laksamurti er eitt gott
dømi um seinra háttin.
6 mill. tons av
av alifiski
Aling av fiski og skelja-
dýrum hevur langa tradi-
tion í mongum londum, og
verður heildarframleiðslan
i 1975 mett til o.u. 6 mill.
tons. Longu í tríatiárun-
um tók silaaling seg upp í
Danmark sum ein týðandi
vinnutáttur, og er fram-
leiðslan í dag uppi á
50.000 tons árliga.
Í 1976 hevði Noreg eina
framleiðslu uppá o.u.
2000 tons av ælabogasil-
um og tað sama av laksi,
og vindur alingin skjótt
uppá seg. Laksaalingin
munandi skjótari enn æla-
bogasila-alingin.
Føroyingar
100 ons
Heima hjå okkum hevur
P/f Fiskaaling eina fram-
leiðslu uppá knepp 100
tons árliga, og tykist an-
leggið ikki at kunna klára
stórt meira uttan brúk av
streymsetarum. Harum-
framt er P/f Salmo nýliga
farið undir royndir at ala
laks í flótihyljum á sjón-
um. Sjóarhitin í Føroyum
skuldi verið væl hóskandi
til aling av laksafiski.
Egnaði pláss til sjóar-
aling í Føroyum eru tó av-
markaði. Um hyliarnir eru
grótbyrging, má byrging-
in liggja við kyrt sund, og
eru her bert meguleikar í
Haraldssundi og í Sunda-
lagnum. Eisini var megu-
leiki í Hvannasundi, áðr-
enn byrgingin varð gjord,
men hevur ein her avbyrgt
seg frá einum vinnumegu-
leika, uttan so, at stór rer
verða løgd í byrgingina.
Um flótihyljar verða
brúktir, má hylurin liggja
á kyrrum fjørdi, har ved-
urgott er. Her eru heldur
fleiri meguleikar, enn hvat
grotbyrgingum vidvikur,
men eru teir eisini her av-
markaðir. Egnaði pláss
eru ætlandi Funnings-
botnur, Kaldbaksbotnur,
Kollafjørdur og Loprans-
fjørdur.
At hava aling inni i
havnum má frámælast
m.a. orsakað av dálking-
arvandanum.
Vera varnir
Tað er av alstórum týdn-
ingi, at vit ikki gera út-
bygging á landi, soleiðis
at vit skerja teir longu,
náttúrliga avmarkaðu me-
guleikarnar, vit hava til
fiskaaling. Ein fysisk
landsskipan kundi her
virkað fyribyrgjandi.
Fóðurtilgongdin tykist
hinvegin ikki at gerast
nakar avmarkandi faktor-
ur. Serliga eftirsum meira
og meira av fiskinum
verður viðgjerdur til út-
flutnings, og slógvnegd-
irnar hervið eru vaksandi.
At ala fram laksin til
sjóbúnan laksamurt, sum
síðani verður sleptur,
hevur verið gjert við góð-
um úrsliti í nógv ár nú,
m.a. av svium. Megin-
parturin av laksinum,
sum verður fiskaður í
Eystursjónum, er laksa-
murtur, sum sviar hava
slept.
Laksamurtur
Um fiskiskapur eftir laksi
skal mennast mega mun-
andi nøgdir setast út av
murti. Alisteðirnar kundu
gjørt hettar arbeiði móti
samsyning frå ti almenna.
Sum nú er, ger sila-
veidufelagid hetta arbeidid
ókeypis, ætlað limunum
til gagns. Teir, sum fáa
sterstu gleðina, eru tó
laksaskipini og ferðafólk,
og má tað haldast at vera
órimuligt.
Treytin fyri at fiskaal-
ing skal kunna taka seg
upp sum týðandi táttur av
vinnulivinum er, at landið
rekur eitt royndarbrúk,
sum kann geva vegleiðing
og lata rogn og/ella murt
til alararnar. Eitt slíkt
royndarbrúk kann ikki
(júst ti at tað skal vera
eitt royndarbrúk) hvíla í
sær sjálvum, men má
hava munandi alment til-
skot.
Brúkið skal umframt at
geva vegleiðing og stuðul
til alararnar, eisini gera
praktiskar royndir við
ymsum síla- og laksa-
stammum og royna at
góðska um stammurnar.
Eisini mugu feðiroyndir
gerast, ti tað er av avgerð-
andi týdningi fyri brúkini,
at fóðurkostnaðurin verð-
ur hildin niðri uttan tó at
nerva vekstur og dygd.
Egnar royndir
Sjálvsagt skulu vit taka
við læru av royndum, sum
eru gjerdar aðrastaðni;
men er tað treytaleyst
neyðugt at eisini vit sjálv-
ir gera okkara egnu
royndir her heima, tí tað
Ælabogasilini fáa fóður
Fóðurið hevur stóran týdning fyri alingina
er hóast alt bert í Feroy-
um, vit hava feroyskar
kringumsteður, og er tað
kanska einki annað dýr,
sum er so bundið at sínum
kringumsteðum sum júst
fiskur. Royndir undir
snarlikum umstødum
aðrastaðni kunna tess-
vegna geva heilt onnur úr-
slit, enn vit vildu fingið í
Feroyum.
Her er bert nomið við
nakað av tí gransking,
sum eitt slíkt brúk má
taka upp, men eru tað eis-
ini aðrar týðandi uppgåv-
ur, sum eitt slíkt brúk má
klára.
Vart verður gjørt við, at
kanska ongin onnur vinna
er í so stórum tervi av
uppbyggingarkreditti
sum fiskaaling. Um tað er
laksur, sum aldur verður,
tekur tað í minsta lagi 3 ár
frá rogni til slaktidyr, og
stendur hann tá brúkinum
i 15—20 kr. /kg.
Vidvikjandi loggåvuni
fyri firdir og åir kann stutt
og greitt sigast, at tad er
ongin tilik. Her må eitt
logarkompleks byggjast,
sum verjir henda tilfong å
bædi ein og annan hått, og
sum regulerar bruksrætt-
in.
N
Skeljadyraaling
Skeljaaling er bert farin
fram å royndarstigi, og
hava hesar royndir serliga
snúð seg um kræklinga-
aling.
Alt bendir tó á, at góðir
møguleikar eru til kræk-
lingaaling, men eru
marknadarumstødurnar i
dag soleidis, at utlit fyri
lønandi vinnu ikki eru
góð. Hesar umsteður
kunnu tó skjótt broytast
og eigur gjella at verða
fylgt við á hesum eki.
Tekin eru uppá, at olju-
dálkingin hevur skaðað
skeljadýraalingarnar í
Ermasundi so nógv, at
vend er við at koma í,
hvat marknadarumstød-
unum viðvíkur.
Nevndin metir í álitin-
um sostatt meguleikarnar
fyri fiska- og skeljadýra-
aling, og tá serliga megu-
leikarnar fyri aling a
laksafiski, at vera góðar í
Feroyum. Nevndin mælir
til, at henda vinna fyri at
fáa fótin fyri seg, verður
prioriterað, og fær rúmar
ræsur at arbeiða undir
hvat figging og studningi
vidvikir
É 7