mikudagur 24. januar 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Taraídnaður:
sosialurin
Ein nýggjur
vinnuvegur
i Føroyum
Byrja framleidslu i år
Vid føroysku strendurnar
eru stórar nøgdir av tara.
Eitt råevni, sum vit higar-
til ikki hava givid gætur,
men sum aðrastaðir hevur
verið grundarlagið undir
einari idnadargrein burt-
urav.
Fyri umleið 1 ári síðani
Vest - facade
var — i samband vid
kannan av møguleikanum
at fara undir framleidslu
av alginati og tara —
gjørd ein kanning av tara-
nøgdunum i Feroyum.
Nidurstødan var, at saml-
aðu nøgdirnar ikki vóru
minni enn 400.000 tons,
og at botnurin í flestu
stoðum var soleiðis, at
tari kundi skerast uttan
sterri trupulleikar.
Byrjar í 1979
Teir, ið hava tikið stig til
hetta virki, hava eisini
gjølliga kannað fram-
leiðslu- og seluviðurskift-
ini, og eru komnir til ta
nidurstødu, at virki av
hesum slag eigur megu-
leikar í Føroyum. Figg-
ingarviðurskiftini eru
greið, og virkið kann
væntast at byrja at ar-
beiða einaferð í 1979, um
ikki serligir trupulleikar
stinga seg upp.
Úrdrátturin
sum finst í ymiskari
góðsku, verður nýttur
sum bindievni í samband
við framleiðslu av nógvum
verum, t.d. textilverur,
medicinalverur, fødievni,
pappír, elektrodir o.s.fr.
alginat,
Stórur eftir-
spurningur
Tað eru sjálvandi fyrst og
fremst í idnadarlondum
talan verður um at finna
marknað fyri hesari veru.
Eftirspurningurin hevur
verið vaksandi, tí alginat-
ið verður alt meira nýtt í
samband við fleiri og fleiri
ymiskar framleiðslur. Eft-
irspurningurin hevur verið
sterri enn teir hava kunn-
Nr. 6 — 24. januar 1979
að framleiða, og hava
prísirnir sostatt havt
lyndi til at vaksa. Sostatt
skuldi framleiðslan av al-
ginati í letuni verið væl
lønandi.
Europeiska fram-
leiðslan dekkar so gott
sum 100% europeiska
marknaðin. Virkini finn-
ast í Noreg (eitt stórt
virki), í Onglandi (eitt
stórt virki) og í Fraklandi
(fleiri smærri virkir). Har-
umframt eru virkir í t.d.
Danmark, Týsklandi, ið
mest gera onnur sløg av
bindieyni, sum bert lutvis
kunnu kappast við algi-
natið.
Tey virkir, ið framleiða
alginat, hava verið trek at
latið frå sær nakað >know -
how«, ið føroyska virkið
kemur at byggja á, er
sostatt pettað saman við
hjálp frá ymiskum ser-
frødingum.
Svøriki, Tyskland og
Sveits eru tey lond, har
vit kunnu rokna vid einum
marknadi, og skuldi hesin
marknaður verið hampu-
liga stabilur. Oljuóhappið
uttan fyri strondina í Bre-
tagne fordi við sær, at
stórur partur av ráevnis-
grundarlagnum hjá
fronsku virkjunum varð
oyðilagdur, og vil hetta
eisini gera sítt til, at
marknaðurin ikki verður
yvirfyltur fyribils.
Eydnast feroyska til
takið, er grundarlag fyri
einum nýggjum vinnuvegi
burturav. Virkið er ætlað
at framleiða 300—350
tons av alginati burturúr
eini ráverunegd uppá 7000
tons til eitt framleiðslu-
virði uppá í minsta lagi 10
mill. kr.
Nevndin ósamd
Í álitinum verður sagt, at
nevndini er greitt, at
menn ikki eru á einum
máli um, í hvenn mun
henda vinnugrein eigur at
troytast. Vist hevur verið
á ta ávirkan, hetta kann
hava á økologiska javn-
vágin, serliga hvat dálk-
ing og fiskayngli viðvíkur.
Ti eigur ein at vera varin
við eini víðari útbygging,
áðrenn hesir spurningar
eru gjølla lýstir.
Taravirki, sum verður bygt á Hulki
Emballaguframleiðsla:
Góðir moguleikar
fyri lonandi
framleiðslu
Arbeiði til umleið 15 fólk
Emballaga verður nógv
nýtt í Feroyum, serstak-
liga í samband við út-
flutning av fiski. Hetta er
idnaður á høgum tøknar-
ligum steði og setir krav
til serútbúgvið fólk. Av
hesi orsøk er úrtekan njá
fólki í hesari vinnu vanl:ga
góð.
Um til ber at reka vinn-
andi emballaguvirki í Før-
oyum, er meguleiki fyri at
skapa 10—15 góð arbeiðs-
pláss og at minka um inn-
flutningsvirðið við umleið
3—4 mill. kr. Viðmerking-
arnar niðanfyri eru grund-
aðar á kanningar gjørdar í
1976.
Marknaðar-
viðurskifti
Emballagunýtslan til
fiskaútflutning er í dag
helst omanfyri 10 mill.
kr., og eitt meguligt em-
ballaguvirki mátti grunda
framleiðsluna á at nekta
henda terv.
Kanningar, sum eru
gjørdar viðvíkjandi em-
ballaguframleidslu, benda
å, at ein ikki kann vænta,
at møguleikar eru fyri
framleidslu til utflutnings,
og at neyðugt er at fáa
meginpartin av heima-
marknaðinum. Skal hetta
bera til, er neyðugt at fáa
samarbeiði í lag við Fer-
oya Fiskaselu, tí henda er
nógv stersti avtakari í
Feroyum.
lløgutørvur/
Rakstur
I ti kanningararbeidi, i3
gjørt varð, varð víst á, at
ílegutervurin til eitt slíkt
virki hevði verið 6—7 mill.
kr.. Skuldi virkið kunna
borið seg, varð neyðugt at
samlaða selan var umleið
eins stór.
Utbågving/
Know-how
Sum áður nevnt er neyð-
ugt at hava fólk við serút-
búgving til eitt slíkt virki,
og mett verður, at í
minsta lagi 3 mans mugu
útvega sær kunnleika í út-
heiminum.
Til ber at keypa ein part
av tí vitan, ið nýtast skal
(Know-how), men hetta
eigur helst bert at verða
gjørt i byrjanini.
Livilikindi!
Av ti kanning, id gjørd
varð, var nidurstødan, at
eitt slíkt projekt, ið er
tænastuidnaður til fiski-
vinnuna, eigur at hava
livilíkindi i Feroyum
treytað av:
Treytin fyri at emballaguvirki kann byggjast er,
1. at nýtslan á heima-
marknaðinum øll verðu
framleidd á hesum virki.
- 2. at meguligt er at reka
tervandi framleiðslu av
rækjuemballagu.
3. at møguligt er at fáa
manning, ið hevur tekn-
iskan kunnleika til at stíla
fyri slíkari framleiðslu.
Síðani áðurnevnda
kanning varð gjørd, er
emballagunýtslan vaksin
Meginparturin av emballaguni fer til fiskaverur
munandi. Idnadarstarvs-
nevndin er av tí áskoðan,
at meguleikarnir fyri len-
andi framleiðslu tí eru bet-
ur. Vert er tí at umhugsa
eitt slíkt virki, har neyð-
ugt er við eini nýggjari
kanning, áðrenn steða
kann takast. Neyðugt er
eisini við einum neyvum
samarbeiði við avtakarar-
nar fyri at tryggja seluni í
mest meguligan mun.
at Føroya Fiskasela verður avtakari.