mikudagur 24. januar 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 24. januar 1979
sosislurin
Síða 11
Skipasmiðjurnar:
Tervurin er stórur
skulu vit framvegis hava
tiðarhóskandi skipaflota
Dentur leggjast á at byggja fiskiskip — mælt
verður frá at byggja farmaskip
beer
Ein hin mest týðandi idn-
adargreinin i Føroyum er
skipasmidjuidnadurin og
arbeiða umleið 250—400
fólk á føroysku skipa-
smiðjunum.
Seluvirðið av tí fram-
leiðslu- og umvælingarar-
beiði, ið skipasmiðjurnar
hava, er slakar 100 mill.
kr.
Tvær av skipasmiðjun-
um — nevniliga Skála
Skipasmiðja og Tórs-
havnar Skipasmidja —
hava umleið 80% av ar-
beiðsfólkinum í hesi
vinnugrein. Tær smærru
skipasmiðjurnar eru tó ein
týðandi táttur í vidlika-
haldinum av teimum skip-
um, sum eru á teimum
økjum, har hesar skipa-
smiðjur liggja.
Tórshavnar
smiðja, Skála Skipa-
smiðja og Vestmanna
Skipasmiðja eru undir út-
bygging grundað á kann-
ingar, sum vísa, at skal
tervurin á bedingspláss-
um nektast, so er neyðugt
við útbyggingum. Tað er
eisini í umbúnað at út-
Skipa-
byggja Vágs Skipa-
smiðju, so at tey stóru
skipini i Suðuroynni
kunnu koma å beding har.
Kreppustøda
Skipasmidjuidnadurin
sum heild hevur valla fyrr
verið i slikari kreppustødu
sum nú, og kanningar
Tað hevur stóran týdning at hava fl
6 Á
vísa, at skipasmiðjukapa-
siteturin í heiminum er
dupult so stórur sum
neyðugt nógv ár fram í
tíðina. Londini rundanum
okkum royna at loysa hes-
ar trupulleikar við natio-
nalisering og umlegging
til aðra framleiðslu.
Vandi er tí fyri, at
skipasmid yvirhøvur verð-
ur fyri ógvuliga harðari
kapping næstu árini bæði
í prískapping og kapping
um fíggjartreytir.
Tær kanningar, ið
gjørdar vórðu í samband
við endurreisan av Vest-
manna og Skála skipa-
smiðju, vísa, at tervurin
er stórur, um vit fram-
vegis skulu hava ein tíðar-
hóskandi skipaflota, og
sum nú er, er framleiðslu-
orkan hjá skipasmiðjun-
um alt ov lítil í mun til
tervin.
Flest allir feroyskir
skipakeyparar eru samdir
um, at skip bygd í Foroy-
um eru dygdarskip, og í
tann mun feroyskar skipa-
smiðjur megna priskapp-
ingina, velja teir at keypa
foroysk bygd skip.
Trupult at kappast
Tað tykist greitt, at tað
verður trupult hjá fer-
oysku skipasmiðjunum at
kappast við stóru stats-
kassarnar í útlondunum,
og er tí ikki lætt at gera
uppskot, sum kunnu loysa
eiri skipasmiðjur, sum kunnu gera umvælingar
hesar trupulleikar. Men
tað, ið gerast kann, eigur
at verða gjert. Royndir
vísa, at eru skipasmiðjur-
nar hildnar uppat, er
ógvuliga kostnaðarmikið
at koma í gongd aftur.
Málið um áhaldandi
framleiðslu = á okkara
skipasmiðjum varð sett
sum ein treyt, tá skipa-
smiðjumálið varð viðgjert
av løgtinginum í 1972/ 73.
Skotið varð upp at seta á
stovn ein sáttmálastovn,
sum kundi gera byggi-
sáttmálar, og um neyðugt
reka skip, tí hugurin til at
byggja var annars ov lítil.
Uppskotið fall, tí løgting-
ið metti, at tervurin fyri
einum slíkum stovni ikki
var til staðar tá.
Fráfarandi landsstýrið
nam við málið í tí sam-
gonguskjali, sum gjørt
varð sum arbeiðsgrundar-
lag undir síðsta løgtings-
skeiði.
Varðveita
ella ikki!
Nevndin metir í álitinum,
at ein av teimum spurn-
ingum, ið komandi lands-
stýri skal taka steðu til,
er, um tann feroyski
skipasmiðjuidnaðurin skal
varðveitast, og, um so er,
um neyðugt er at stovn-
seta fyrr umredda sátt-
málastovn, til tess at
verja skipasmiðjurnar
móti tí herðu kapping, ið
stendur fyri durum (ein
kapping, ið má sammetast
við dumping).
Skipasmidjuidnadurin i
nógvum londum kring
okkum hevur nýtt og nýt-
ir framvegis ofta lagaliga
fígging í kappingini um
skipasmiðjusáttmálar.
Millumtjóða hevur verið
roynt at harmonisera
figgjartreytirnar fyri at
taka figgingina burturúr
kappingini — tó uttan
serliga gott úrslit.
Sáttmálastovn
Nevndin er av teirri á-
skodan, at figgjan av sátt-
málum á føroyskum
skipasmidjum må loysast
i tann mun, hetta er gjør-
ligt, um neyðugt endur-
taka loysnina vid »50 mill.
grunninum«. Vidmerkt
verður, at serstakliga við-
vikjandi figgjan av um-
byggingum og figgjan av
sáttmálahækkingum eru
føroysku skipasmiðjurnar
verri fyri enn t.d. norsku
skipasmiðjurnar, og er
orsek til at halda, at hesin
spurningur kann loysast
um vilji er til tess.
Loysnin við einum sátt-
málastovni eigur at verða
endurskoðað til bygging
av skipum til fiskiflotan.
Á Tórshavnar Skipasmiðju
Mælt verður frá at byggja farmaskip
Vøksturin hjá
føroyska
skipaflotanum
Stålskip i Føroyum:
Pr. 15/11 1977: 167 før,
57.306,09 brt.
Pr. 1/11 1965: 83 før,
31.334 brt.
Pr. 15/10 1957: 36 før,
16.836 brt.
Træskip 20 t og størri:
Pr. 15/11 1977: 126 før,
8.191,49 brt.
Pr. 1/11 1965: 131 før,
10.631 brt.
Pr. 15/10 1957: 183 før,
15.836 brt.
Dekksfør 5—20 t +)
Pr. 1/1 1977: 158 før,
1.917,89 brt.
Pr. 1/1 1970: 188 før
Pr. 1/1 1964: 80 før.
Pr. 1/1 1957: 50 før.
+) Telini viðvíkjandi
dekksforum millum 5 og
10 tons eru ikki heilt ålit-
andi, men skeivleikin er
neyvan sterri enn uml.
10%.
Tendensurin er tydulig-
ur. Stålskipaflotin er síð-
ani 1957 4-faldaður í tali
og 3-faldaður í tonsatali
(BRT), meðan talið á træ-
skipaflotanum (20 t og
sterri) í sama tíðarskeiði
er minkaður við 30% og
tonsatalið við uml. 50%.
Henda afturgongd í træ-
skipaflotanum er sum
kunnugt orsakad av teim-
um mongu søktu sluppun-
um.
I nidurstødu sini heldur
nevndin, at ein eigur at
ganga langt fyri at
tryggja framhaldandi
skipasmíði í Feroyum av
fiskiskipum, men mælir
frá at ganga hesa leið til
bygging av farmaskipum.
Orsekin er, at priskapp-
ingin um bygging av fiski-
skipum als ikki er so herð
sum til bygging av farma-
skipum. Fiskiskip eru ofta
meira ella minni serskip,
meðan farmaskip í dag
kunnu keypast ógvuliga
bíliga á heimsmarknaðin-
um.