Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 135 - 18. juli 2002 Nr. 135 - 18. juli 2002 3 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, sonur, beiggi, svigarsonur og svágur okkara Alf Sørensen, Miðvági andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar og øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til í hesi fyri okkum so truplu tíð. Tøkk fyri peningagávur, blómur og kransar. Eisini ein stór tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Alf til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarðandi Jóhanna, Ernst og Betsy Løgmaður vil hava nýggja váttan frá Tjóðveldisflokkinum fyri, at flokkurin stuðlar samgonguni, men ivasamt er, um løgmaður kann fáa hesa váttan, áðrenn hann skal halda løg- mansrøðuna á ólav- søku. Og tað kann seta hann í eina óheppna støða, viðurkennir hann POLITIKKUR Eyðun Klakstein 10 dagar áðrenn Anfinn Kallsberg skal halda løg- mansrøðuna, ivast hann í, um hann hevur stuðul frá størsta flokkinum í sam- gonguni. Løgmaður boðaði eftir innanhýsisfund í Fólka- flokkinum týskvøldið frá, at hann fer at biðja Tjóð- veldisflokkin vátta stuðulin til landsstýrissamgonguna eftir nakrar vikur við stríði á vinnupolitiska økinum, men ivasamt er, nær Tjóð- veldisflokkurin fer at svara. Vit høvdu gjarna viljað spurt Høgna Hoydal um hetta, men úr Tinganesi frætta vit, at Høgni Hoydal er farin í summarfrí og verður ikki aftur til arbeiðis fyri enn um tvær vikur, og tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á varaløgmanni á annan hátt. Farnu vikurnar hevur Anfinn Kallsberg verið í feriu, og hann hevur sagt, at hann gjørdi einki við átrok- andi málið í samgonguni, fyrr enn hann kom heim úr feriu. Um Høgni Hoydal, for- maður í Tjóðveldisflokkin- um, hevur somu áskoðan sum løgmaður, so kann Fólkaflokkurin ikki vænta sær nakað svar frá Tjóð- veldisflokkinum, áðrenn løgmaður skal halda ólav- søkurøðuna. Væntar sær skjótt svar Løgmaður kann tí koma í ta støðu, at hann skal leggja ætlaninar hjá samgonguni fyri Føroya fólk, samstund- is sum hann ivast í, um samgongan er til. – Tað hevði verið ein sera óheppin støða at komið í, men løgmaður skal geva eina frágreiðing á ólav- søku, og tað fari eg eisini at gera. Skrivið frá Fólka- flokkinum er ikki farið av stað til Tjóðveldisflokkin enn, men tá tað er farið, iv- ist eg ikki í, at eg fái eitt skjótt svar frá teimum, sig- ur Anfinn Kallsberg. Høgni Hoydal hevur farnu vikuna ført fram, at hann hevur ongan trupul- leikar í samgonguni. Er tað ikki nóg gott fyri teg? – Ja, tað hevur hann sagt í fjølmiðlunum, men so kann hann endurtaka tað fyri mær beinleiðis. Eg vil hava staðfest, um Tjóðveldis- flokkurin framvegis stuðlar samgonguni ella ikki, sigur Anfinn Kallsberg. Eingin stevning Rokið í samgonguni botnar í eini ósemju um vinnupol- itikkin hjá landsstýrinum. Torbjørn Jacobsen, vinnu- politiskur orðførari hjá Tjóðveldisflokkinum, hevur funnist harðliga at Bjarna Djurholm og hans- ara politiskum ætlanum um at privatisera almenn feløg. Men stríðið harðnaði mun- andi, tá Torbjørn Jacobsen í einum lesarabrævi segði, at Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen ikki kundu sitið í landsins leiðslu nakra aðra staðni í heiminum, tí teir høvdu eina dulda fortíð. Løgmaður segði eftir hetta lesarabræv, at hann fór ikki at lata slík úttalilsi fara aftur við borðinum uttan nakað. Hann vil tí eisini hava at vita frá Tjóð- veldisflokkinum, hvat ligg- ur í skuldsetingunum frá Torbirni Jacobsen. Higartil hevur Torbjørn Jacobsen einki meira viljað sagt, og Høgni Hoydal hevur tví- hildið um, at talan er um eitt persónligt stríðsmál millum Torbjørn Jacobsen og teir báðar fólkafloks- menninar. Royndur sakførari hevur sagt, at tú kanst stevna fyri ærumeiðing. Ætlar tú tær tað? – Skalt tú hava samstarv í eini samgongu, kanst tú ikki stevna hvørjum øðrum. Lat okkum nú sláa kalt vatn í blóðið, tí eg ivist ikki í, at alt fer at koma upp á pláss aftur. Løgmaður krevur svar frá Tjóðveldisflokkinum LIST Rúnar Reistrup Fríggjadagin letur eitt nýtt gallarí upp í Grím Kamb- ans gøtu í Havn. Tað er Marianna Norðoy, sum hevur gjørt ein gamlan dreym til veruleika, og í framtíðini verður tað henn- ara fulltíðarstarv, at standa fyri Galerie Focus, sum Marianna hevur valt at kalla nýggja gallaríið. Fyrsta listaframsýningin í nýggja gallarínum er við myndum hjá Bárði Jákups- syni. Tann framsýningin letur upp fríggjadagin og verður opin í tvær vikur. Árið út verða listafram- sýningar hvønn mánað við so frægum listafólkum sum Eyðun av Reyni, Jónu Rasmussen, Amariel Norð- oy og Zacharias Heinesen. Men hóast talan er um "tungar dreingir" innan føroyska list, sum eiga framsýningarnar í Galerie Focus komandi mánaðir- nar, so er tað sambært Marionnu Norðoy ikki ætlanin bert at loyva teim- um etableraðu listafólkun- um innum gáttina. - Navnið hevur ikki so nógv at siga. Tað listarliga dygdin, ið eg hyggi eftir, tá eg skal meta um hvør kann sýna fram í gallarínum, og tí eru nýggj talentir eins vælkomin og etablerað listafólk, sigur Marianna Norðoy, sum hevði nokk at gera við at fyrireika fyrstu ferniseringina, sum verður fríggjadagin klokkan 16. Skráin fyri Galeri Focus: 19. juli - 3. august: Bárður Jákupsson 16. - 31. august: Eyðun av Reyni 6. - 21. september: Jóna Ramussen 4. - 19. oktober: Amariel Norðoy 1. - 16. november: Zacharias Heinesen 29. november - 21. desem- ber: blandað framsýning Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 leygardag kl. 16 - 18 Listin í focus John Kirk vitjar í hes- um døgum í Føroyum saman við konu síni Carole og systir síni Anna. John og Anna búðu nøkur ár í Føroyum aftaná annan veraldar- bardaga, og er hetta fyrsta ferðin Anna vitjar í Føroyum eftir nærum 50 ár SUMMARVITJAN Ingrid Bjarnastein Pápi John og Annu var enskur hermaður í Føroy- um undir øðrum veraldar- bardaga. Sum so nógvir aðrir bretskir hermenn, fekk hann føroyska konu. Pápin, Bill Kirk, giftist við Judith Sofíu Haraldsen úr Miðvági, og í 1943 fingu tey sonin John Kirk. Tá John var hálvt annað ára gamal flutti familjan til Onglands, har John fekk eina systur, Anna. – Systir mín er fødd í Notthingham í Onglandi. Tá hon var seks mánaðar gomul, fluttu vit aftur til Føroyar, tí pápi mín skuldi til Suður Afrika í her- tænastu, greiðir John Kirk frá. – Vit fluttu aftur til Føroyar, tí mamma mín, Judith, dugdi ikki enskt, og hon skilti lítið av málinum. Henni longdist eisini illa heim aftur til Føroya, so foreldur míni gjørdu av, at vit skuldu vera í Føroyum meðan pápi var í Suður Afrika. Tá pápi John var liðugur í hertænstu, flutti familjan aftur til Notthingham í Onglandi. Um hetta mund- ið, dugdi John bara at tosa føroyskt, og als ikki enskt. Vil búgva í Føroyum Hetta er fimta ferðin John vitjar aftur í Føroyum, men fyrsta ferðin Anna er aftur í Føroyum í nærum 50 ár. – Familjan hjá mammu míni er her. Allar mostr- arnar og allir mammu- beiggjarnir eru tó deyðir nú, men systkinabørnini hjá okkum búgva jú her, greiðir John Kirk frá. Og er tað júst eitt systk- inabarn, sum er vertur fyri John, konuni og systrini hesuferð. Hanna og John vuksu upp saman í Mið- vági, tá John búði í Før- oyum John hevði væl kunnað hugsað sær at búð í Før- oyum. – Men Carole vil ikki, sigur hann flennandi. – Eg hevði ikki klárað at flutt frá familjuni hjá mær í Onglandi. Vit hava trý børn og fýra barnabørn, og teimum vil eg ikki fara frá, leggur Carole afturat. Men hon hevur onki ímóti at ferðast í Føroyum, og dám- ar henni ógvuliga væl at vera her. – Føroyar og vakurleikin her liggja hjartanum ógvu- liga nær, sigur John. – Alt er so øðrvísi frá Onglandi. Landslagið, fjøllini, rein- heitin. Luftin er so rein og deilig. Eg búgvi í Onglandi, men Føroyar eru mítt heim. Sjálvur hevur John lagt nógvar broytingar til merkis síðani hann búði í Føroyum. Og kanska er tað heldur ikki so undarligt, tí tað er eisini ein hálv øld síðani hann hevði fastan bústað her. – Miðvágur var bara ein lítil fiskarabygd, og Havnin var bara ein lítil býur. Nú er Miðvágur vorðin til ein lítlan bý, og Havnin er vorðin til ein stóran bý, sigur John. Fyri grindadrápi John minnist nógv frá teirri tíðini hann var smádrongur í Føroyum. Hann og Anna siga seg minnast tá tey plagdu at rulla páskaregg í bønum. Nakað, sum tey ikki hava upplivað aðra- staðni. – Seyðirnir, at sleppa á seiðaberg, hoyggja... Og so minnist eg, at omma hevði eina kúgv í kjallaranum. Um kvøldið plagdi hon at mjólka, og so sluppu vit at eta róman oman av tann næsta morgunin, greiðir John frá. – Eg elski tann føroyska matin. Mær dámar alt, eisini grind, fortelur John. – Eg eri ikki ímóti grindadrápi, als ikki. Seinastu ferð eg var í Før- oyum var grind í Sandvík, tað minnist eg væl. Carole leggur afturat, at heima í Notthingham hava tey eina mynd av John, tá hann var smádrongur, tá hann var við í grind í Mið- vági. Anna er ikki eins prát- ingarsom og beiggin, men hon nikkar og tekur undir við tí hann sigur. – Hetta er eitt fantastiskt land, og eg ætli mær heilt vist at koma aftur. Men av tí, at eg seinastu 25 árini havi búð í Suður Afrika, havi eg ikki kunnað komið, sigur Anna. Fyri fýra árum síðani tá John var seinast í Føroyum, hevði hann mammu sína við í eini krukku. – Tá mamma doyði varð hon brend í krematorium- inum. Vit tóku so øskuna við til Føroya og jarðaðu hana saman við ommu í Miðvági. Hon ynskti, at verða grivin í Føroyum saman við føroysku familju síni. John, Carole og Anna steðga í Føroyum til sunnu- dagin, men lítil ivi er í, at tey verða aftur at síggja á klettunum okkurt summ- arið. F.v Anna Loat, systir, Hanna, systkinabarn, John Kirk, Páll Hansen, maður Honnu og Carole, kona John John Kirk, Nottingham, Ongland: Eg búgvi í Onglandi, men Føroyar eru mítt heim C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til fráferðina hjá Norrönu fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85 veitst tú ikki tað?