hósdagur 18. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 135 - 18. juli 2002
Nr. 135 - 18. juli 2002
5
Árliga Gøtustevnan
verður komandi viku-
skifti við eini røð av
áhugaverdum tiltøk-
um, sum hoyra eini
slíkari summarstevnu
til
TÍÐINDASKRIV
Eitt av afturvendandi og
sera vælumtøktu tiltøkun-
um er skemt á kajøkinum á
Norðragøtu.
Har
skulu
virkir í Gøtu og har um
leiðir rógva kapp í gummi-
bátum. Talan verður um
eina stafettkapping har
hvørt virki hevur tríggjar
luttakarar. Vinnandi virkið
fær steyp til ognar.
Stevnan byrjar annars
longu fríggjakvøldið við
konsert á sandinum í
Syðrugøtu.
Leygardagin
verður stevnan sett í sam-
bandi við at meistaraliðini
hjá B68 frá 1992 og GÍ frá
1993 skulu leika. Leyg-
arkvøldið verður sum van-
ligt bál, felagssangur og
miðnáttarrøða á Oyrini í
Norðragøtu, har Edmund
Joensen, tingformaður, fer
at flyta fram røðu. Seinni
leygarkvøldið verður dans-
ur í ítróttarhøllini á Kambs-
dali, har Frændur spæla.
Stevnan heldur fram sunnu-
dagin við ítrótti og øðrum
undirhaldi.
Vanliga leita nógva fólk
sær til Gøtu hesar dagarnar.
Talan er í stóran mun um
skurðar sum búgva aðra-
staðni, sum venda aftur á
kendar leiðir.
Borgarstjórin á
Strondum, Eivind
Jacobsen, hevur
yvirtikið báðar mat-
vøruhandlarnar á
Strondum. Frá mána-
degnum verður bara
ein handil í bygdini.
Endamálið er at bjóða
strandingum kapp-
ingarførar prísir á
gerandisvørum
HANDIL
Stefan í Skorini
Framyvir fara strandingar
bara at hava ein matvøru-
handil í bygdini. Handilin
Stranda Centrum verður
niðurlagdur og hildið verð-
ur fram í handlinum hjá
Kára Hansen, sum fer at
eita Stranda Centrum. Tað
er Eivind Jacobsen, sum
yvirtikið báðar handlarnar í
bygdini, og annar fer at lata
aftur.
– Eg sendi ein fyrispurn-
ing til eigararnar av handl-
unum, um teir vóru til sølu.
Eg vildi tryggja mær at fáa
báðar handlarnar, tí annars
hevði eg ikki farið undir
hetta, sigur Eivind Jacob-
sen.
Handlarnir vóru til sølu
fyri tann rætta prísin, og til-
samans
hevur
Eivind
Jacobsen nýtt millum 5 og
6 milliónir krónur fyri
bygningar,
inventar
og
goymslur.
Skal vera
kappingarførur
– Endamálið við at keypa
báðar handlarnar er at veita
strandingum
eina
betri
tænastu. Vit ætla okkum at
kappast við teir størru
handlarnar
hinumegin
fjørðin, so at fólk á Strond-
um kunnu keypa gerandis-
vørur fyri somu prísir sum
aðrastaðni, sigur Eivind.
Eivind vísir á, rakstrar-
tølini fyri hinar báðar
handlarnar vístu, at tað so
dánt mól runt. Hann vænt-
ar, at við at hava ein handil
ístaðinfyri tveir, skuldi
verið møguligt at fingið ein
betri rakstur enn framman-
undan.
Ein av fyrimununum við
at hava ein størri handil er,
at hesin fær betri inn-
keypsprís frá heilsølunum.
Hetta gevur betri møgu-
leikar at veita kundunum
tilboð. Eivind sigur, at fyrr
var vanligt, at strandingar
fóru aðrastaðni at keypa,
men hetta rákið er minkað
seinastu tíðina.
Nýggi samanlagdi hand-
ilin fer at halda til í bygn-
inginum hjá Kára Hansen,
tí hann er betri egnaður enn
tann gamli Stranda Centr-
um. Ein orsøk er, at hesin
hevur tveir kassar. Hesin
handilin er umleið 180
fermetrar til víddar.
Talan verður neyvan um
at siga nakran úr starvi.
Eivind sigur, at nøkur av
starvsfólkunum
fara
at
gevast, og hann væntar, at
tey fara at hava nakrar
tímar til øll starvsfólkini.
Eivind hevur tó ætlanir
um at víðka virksemið hjá
hesum handlinum til at
fevna um at kalla øll vøru-
sløg, sum vit kenna úr
handlum sum Bilka í
Danmark, men hetta liggur
langt frammi í tíðini.
Eivind
Jacobsen
er
frammanundan
nevndar-
formaður og partaeigari í
Stranda Máling, og hann er
í hálvum starvi sum borg-
arstjóri í bygdini.
Eivind Jacobsen keypir
matvøruhandlar
Nýggi danski verju-
málaráðharrin
Svend Aage Jensby
vitjar í Føroyum
VITJAN
Stefan í Skorini
Ráðharrin hevði miku-
dagin fundir við bæði
Ríkisumboðsmannin,
Birgit Kleis og við løg-
mann, Anfinn Kalls-
berg. Seinni mikukvøld-
ið var skipað fyri al-
mennum døgverða á
Hotel Føroyum við al-
mennum umboðum.
Hann vitjar tó fyrst og
fremst Færøernes Kom-
mando
í
Føroyum.
Verjumálaráðharrin
lendi við flogfarinum
hjá Atlantic Airways
klokkan tíggju minuttir
yvir tíggju mikumorg-
unin, og hann fór beina
leið á støðina í Mjørka-
dali.
Hann fer avstað aftur í
dag, hósdagin, við flog-
fari, men áðrenn fer
hann á stutta vitjan í
Kirkjubø.
Hetta er fyrstu ferð, at
Svend
Aage
Jensby
vitjar í Føroyum sum
verjumálaráðharri.
Verjumálaráðharrin
í Føroyum
Gøtustevna um vikuskiftið
Eitt av áhugaverdu
tiltøkunum á Gøtustevnu
verður á sandinum í
Syðrugøtu fríggjakvøldið, tá
skipað verður fyri stórari
konsert. Clickhaze, M.C.
Hár, Enekk og Hanus G.
Johansen eru millum
áhugaverdu nøvnini
Eivind Jacobsen hevur keypt
báðar handlarnar á
Strondum, og framyvir
verður bara ein handil í
bygdini. Hann hevur nýtt
millum 5 og 6 milliónir
krónur fyri bygningar,
inventar og vørugoymslur
Borgarstjórin á Strondum
sigur, at endamálið við
handlinum er, at strandingar
kunnu keypa gerandisvørur
fyri somu prísir sum aðrir
eysturoyingar
Jórun Høgnesen, for-
maður í Mentanar-
nevnd Klaksvíkar bý-
ráðs, sigur, at útbygg-
ingin av Ósáskúlan-
um verður ikki pro-
jekterað fyrr enn
pengarnir til fyrsta
byggistig eru játtaðir.
- Og tað er málið hjá
mær at fáa teir peng-
arnar á fíggjarlógina
komandi ár, sigur hon
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
- Vit miðja eftir at fáa
tríggjar milliónir játtaðar til
fyrsta byggistig. Tað skuldi
verið nóg mikið, sigur Jór-
un uttan at koma nærri inn
á, hvat fyrsta byggistig
inniber.
Hon heldur, at allir flokk-
ar eiga at hava egna stovu.
Tíðin leggur upp til tað í
dag.
Hetta málið er ikki nakað
nýtt mál. Tað hevur verið
tosað um plásstrotið á Ósá-
skúlanum í fleiri ár. Tað
veit Jórun Høgnesen eisini
av. Hon er lærari við skúlan
og kennir sostatt trupulleik-
an bæði innanífrá og uttan-
ífrá. Tað metir hon vera ein
fyrimun. Serliga tí hon hev-
ur stríðst fyri hesum í fleiri
ár. Eisini langt áðrenn hon
kom upp í politikk.
- So nú síggi eg tað sum
eina styrki at kenna trupul-
leikan so væl upp á egnan
kropp. Tí tað nýtist ikki
nøkrum at koma og siga
mær, hvussu trupult tað er
at arbeiða ella hvussu støð-
an er við ymiskum. Eg
merki tað jú sjálv hvønn
dag, sigur Jórun Høgnesen.
Hon harmast eisini sam-
stundis um, at onki verður
gjørt við skúlan á Ziskatrøð
í ár vegna tørv á handverk-
arar.
- Hatta dámar mær lítið.
Tí mín uppgáva var at
skaffa pengarnar, og nú teir
eru har, nú mangla hand-
verkarar. Tað má ikki koma
fyri aftur, so eftir summar-
frítíðina ætli eg mær at
endavenda byggimálinum
saman við teimum, sum
vara av tí, so tað ikki kemur
fyri aftur, at vit standa við
ov fáum handverkarum.
Hatta er ov illa tilrættislagt,
tí man má vita um veturin,
hvar handverkararnir verða
um summarið, sigur Jórun
Høgnesen, og leggur at
enda aftur at, at hon væl
veit, at man má ikki fara at
gera nakað í óðum verki, tí
tað loysir onki, men tílíkt
má tilrættisleggjast betur í
framtíðini, soleiðis at man
ikki kemur í somu støðu
aftur eina aðru ferð.
Plásstrot í skúlanum við Ósánna
Tað er sera trongligt
hjá bæði lærarum og
næmingum í skúlan-
um við Ósánna í
Klaksvík. Skúlin hev-
ur ongar serstovur
sjálvur og fyrsti og
annar flokkur mugu
deila stovu og hava
sostatt onga heima-
stovu
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Símun Petur Hjelm, skúla-
stjóri sigur, at tað er ein
akuttur trupulleiki, sum
hann vónar verður loystur
sum skjótast.
- Tað er sera óarbeiðsligt á
skúlanum, tí tað er so trong-
ligt. Tað er næstan ikki ein
dagur, uttan tað man hoyrir
onkran siga, at ikki ber til at
gera eitt ella annað, tí tað er
so lítið pláss, greiðir Símun
Petur frá.
Tað er serliga tørvur á
stovum, sum talan er um.
Skúlin við Ósánna hevur
ongar serstovur, tað vil
siga, evning, handarbeið,
smíðstovu ella køk. Men
køkur og smíðstova eru í
skúlanum á Ziskatrøð og
fara næmingarnir í skúlan-
um við Ósánna niðan um,
tá tey hava køk ella smíð.
Evning og handarbeiði
hava tey inni á teim vanligu
stovunum, og tað riggar
ikki so væl, heldur Símun
Petur Hjelm, tí millum ann-
að er onki stað at goyma
tað, sum tey hava gjørt í.
Eisini er alt ov lítið
goymslurúm til alt tilfarið,
sum lærugreinar sum hand-
arbeiði og evning krevja.
Ein lítil teldustova er á
skúlanum, sum verður nýtt
av
næmingunum,
men
aloftast verður eisini farið
niðan í hin skúlan til tað.
Skúlarnir báðir hava eisini
felags fimleikarhøll.
Onga heimastovu
Fyrstu og annar flokkarnir í
skúlanum við Ósánna deil-
ast um teirra stovur. Hetta
hevur fyri tað fyrsta við sær,
at fyrsti flokkur ikki kemur í
skúla fyrr enn klokkan tólv.
Eisini hevur tað við sær, at
børnini fáa ikki sett teirra
egna sermerki á stovuna í
sama mun, sum tey, sum
hava egna stovu. Tí tey
noyðast at hugsa um, at tað
eru onnur børn, sum eisini
nýta stovuna, tá tey sjálvi
eru heima.
Símun Petur Hjelm dugir
ikki at siga, um tað at fyrsti
flokkur gongur í skúla
seinnapartar í sær sjálvum
er nakar trupulleiki, men
hann
heldur
tað
vera
harmiligt, at tey ikki kunnu
vera í skúla samstundis,
sum øll hini eru har. Og at
tey ikki hava eina heima-
stovu tvey tey fyrstu árini,
tey eru í skúla.
Men tað eru ikki bert
børnini í fyrsta og øðrum
flokki, sum merkja hendan
trupulleikan. Næmingarnir
í tíggjunda flokki ganga
ikki í skúla í sama bygningi
sum hini. Fyri tveimum ár-
um síðani, varð bygningur-
in við síðuna av skúlanum,
tað sum er kent sum Ad-
vokathúsið, keypt til at
hýsa tíggjunda flokkunum.
Har eru tvær skúlastovur
inni. Ein í miðhæddini og
ein í kjallaranum.
- Men Advokathúsið er
eitt sethús og ikki ein
skúlabygningur, so talan er
bert um eina fyribilsloysn,
sigur Símun Petur Hjelm.
Áðrenn Advokathúsið bleiv
keypt,
gingu
tíggjunda
flokkarnir í Ósáskúlanum í
skúla í Skótahúsinum hjá
teimum gulu skótunum,
Uppistovu. Men tá vóru
næmingarnir longri burtur
frá skúlanum, men nú teir
eru í Advokathúsinum eru
teir beint við síðuna av
skúlanum.
Ein annar trupulleiki sum
eisini stendst av plásstrot-
inum er, at tað letur seg ikki
gera at býta flokkar, sum
eru við at gerast ov stórir,
sundur. Tí ongin stova er til
taks.
- Her er simpulten ongin
stova, tí allar eru í brúk,
sigur Símun Petur Hjelm.
Tann størsti flokkurin,
sum er á Ósáskúlanum í løt-
uni telur 28 børn. Og eru
hetta børn, sum fara í átt-
anda flokk komandi skúlaár.
Bæði lærarar og næming-
ar fílast á, at tað er so trongt
í skúlanum. Og Símun Pet-
ur sigur, at hann er ovfarin
av at trivnaðurin á skúlan-
um ikki er versnaður meira
av trongu arbeiðsumstøð-
unum.
- Lærararnir gera ein
veldigan innsats hvønn dag
fyri at fáa so nógv sum
yvirhøvur gjørligt at bera
til. Men tað er næstan ikki
ein dagur, uttan at onkur
sigur, at um tað hevði verið
rúmligari, so hevði man
kunnað gjørt hetta ella
hatta. So tað er ørkymlandi,
sigur skúlastjórin.
Útbygging einasta loysn
Skúlastjórin í Ósáskúlanum
er ikki í iva um, at einasta
loysnin upp á hesar trupul-
leikar er at tað verður bygt
út. Men hann leggur dent á,
at ein møgulig útbygging
má tilrættisleggjast neyvt,
tí hann vil ikki hava, at
skúlin kemur at standa
undir útbygging í fleiri ár.
- Ósáskúlin má ikki koma
at síggja út sum eitt byggi-
pláss í eini fimm til tíggju ár,
sigur Símun Petur Hjelm.
Skitsur finnast av eini
møguligari útbygging. Her
er talan um at byggja skúl-
an út norðureftir móti Ad-
vokathúsinum. Men talan
er sum sagt enn bert um
skitsur.
Símun Petur Hjelm letur
væl at samstarvinum sum
skúlin hevur havt við bý-
ráðið ta seinastu tíðina um
henda trupulleika.
- Býráðið hevur verið
serstakliga positivt yvir fyri
hesum málinum og tað
frøðir meg at síggja at
skúlarnir tykjast at verða
raðfestir munandi hægri nú
enn undanfarin ár, sigur
hann.
- Eg veit, at býráðið eisini
hevur nógv annað átroðk-
andi at taka sær av, men eg
vóni, at tey nú fara at duga
at síggja, hvussu neyðugt
tað er at byggja Ósáskúlan
út. Tí um ein býur sum
Klaksvík skal mennast, so
mugu vit hava skúlar, sum
kunnu bjóða bæði børnun-
um og foreldrunum nakað,
heldur Símun Petur Hjelm,
skúlastjóri við skúlan við
Ósánna í Klaksvík.
Skúlin viðlíkahildin
Í hesi summarfrítíðini verð-
ur skúlin tó fríðkaður bæði
uttan og innan. Hann er
málaður uttan nú. Og innan
verður alt gólvið í auluni
skift. Veggirnir verða allir
málaðir innan, tó ikki í
stovunum, tí tær eru gjørdar
fyri ikki so langari tíð síð-
ani. Eisini eru vindeyguni í
skúlanum skift fyri stuttum.
- Bygningurin sjálvur er
ikki í ringum standi, men
um hann ikki verður hildin
við líka, so er tað so skjótt,
at tað byrjar, sigur Símun
Petur Hjelm at enda.
Trongligt er við plássi í skúlanum við Ósánna. Einasta loysnin er útbygging, heldur skúlastjórin,
Símun Petur Hjelm
Málið er at fáa pening til fyrsta byggistig í ár
Jórun Høgnesen, formaður í
Mentanarnevndini í
Klaksvíkar Býráð, sigur, at
hennar mál er at fáa pening
til fyrsta byggistig til
útbygging av skúlanum við
Ósánna játtaðan á komandi
fíggjarlóg
C
M
Y
K
5
4