hósdagur 18. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 135 - 18. juli 2002
Nr. 135 - 18. juli 2002
7
Hóast politiski viljin
var at betra um um-
støðurnar hjá teim-
um, sum vóru knýtt
at dagpeninga-
skipanini, vóru gott
og væl hundrað fólk
av misgáum útihýst
úr skipanini
ALMANNASTOVAN
Turið Kjølbro
Lógarbroytingin í dagpen-
ingalógini, sum knappliga
útihýsti
gott
og
væl
hundrað fólkum, var eitt
sokallað "óhapp". Sambært
táverandi landsstýrismanni
í almannamálum, Sámal
Peturi í Grund, var tað als
ikki tilætlað, at nakar
skuldu verða verri fyri, tá
ið lógin varð broytt. Heldur
hinvegin var politiski viljin
at betra um umstøðurnar
hjá teimum, sum vóru knýtt
at hesi skipan. Lands-
stýrismaðurin segði seg
ætla beinanvegin at fara
undir at fáa fólkini uppí
aftur dagpeningaskipanina.
- Roknað varð ikki við
avleiðingunum, sum komu,
tí
løntakaragrundarlagið
varð víðkað, tað vil siga, at
hóast tryggingartakararnir
vórðu sleptir í eini grein í
lógini, skuldi ein onnur
grein lofta teimum, sigur
Petra Johnsdóttir Joensen,
stjóri á Almannastovuni, og
vísir til grein 2 í lógini.
- At veruleikin vísir, at
nøkur fólk detta niðurímill-
um greinirnar og onga-
staðni hoyra heima, ger, at
vit eru í eini nýggjari støðu.
Í slíkum førum er tað upp
til politisku myndugleik-
arnar at gera av, um hesi
fólk skulu loftast aftur.
Viðvíkjandi
teimum
sjálvstøðugu vinnurekandi
er støðan eitt sindur øðrvísi
hóast avleiðingarnar tær
somu.
- Dagpeningalógin um-
fatar lønmóttakarar, sum
ikki fáa pening vegna sjúku
frá arbeiðsgevara. Sigur til
dømis sáttmálin hjá fysio-
terapeuti ella tannlækna, ið
arbeiðir fyri seg sjálvan og
er einsamallur í fyritøkuni,
at viðkomandi fær løn frá
arbeiðsgevara í sjúku, tekur
dagpeningalógin ikki við, tí
sáttmálin hjá viðkomandi
ásetir, at teir skulu fáa pen-
ing vegna sjúku frá ar-
beiðsgevara. At tað er
óheppið fyri viðkomandi,
ið er einsamallur í egnum
virki, er einki at ivast í. Við
øðrum orðum eru hesi
umfatað sum lønmóttakarar
í lógini, men hoyra ikki til
persónsskarðan, sum kann
fáa útgjald. Hetta er ein
bólkur av fólki, sum vóru
umfatað í gomlu lógini,
men sum eru útihýst í teirri
nýggju, sigur Petra Johns-
dóttir Joensen, sum leggur
afturat, at Almanna- og
heilsumálastýrið er kunnað
um hesar avleiðingar.
Dagpeningalógin
Tað hevur ikki eydnast okk-
um at fingið viðmerking frá
landsstýrismanninum
í
heilsumálum,
sum
er
burturstaddur, um hvat
verður gjørt við tey nógvu,
sum duttu burtur úr dag-
peningalógini, tá ið hon
varð broytt í fjør summar.
Jóan Hendrik Svabo Sam-
uelsen, løgfrøðingur á al-
mannadeildini í Trivn-aðar-
ráðnum, upplýsir, at arbeitt
verður av øllum alvi við at
fáa kunngerðir og reglu-
gerðir uppá pláss.
- At gera kunngerðirnar
lidnar, verður raðfest ovast.
Fleiri eru um at verða
lidnar og fyrst í heyst skulu
flestu kunngerðir og veg-
leiðingar verðið lidnar,
sigur Jóan Hendrik Svabo
Samuelsen.
Ein grein í dagpeninga-
lógini, arbeitt verður við
nú, er greinin, ið umfatar
álvarslig sjúk børn. Hon
verður broytt soleiðis, at
foreldur kunnu verða heima
hjá álvarsliga sjúkum børn-
um og fáa dagpengar. Løg-
frøðingurin upplýsir, at tað
næsta farið verður í holt
við, er tey sjálvstøðugu
vinnurekandi, sum høvdu
hálva trygging sambært
gomlu dagpeningalógini og
sum duttu burtur úr í teirri
nýggju. Tilmælið er gjørt í
málinum og er klárt til po-
litiska
støðutakan
hjá
nýggja landsstýris-mann-
inum.
Arbeiðsbólkurin,
sum
gjørdi álit um nýggja dag-
peningalóg,
arbeiddi
í
nærum tvey ár. Limirnir í
bólkinum vóru Jóan Hend-
rik Svabo Samuelsen, full-
trúi Almanna- og heilsu-
málastýrinum,
Jákup
í
Gerðinum, Ingeborg Vinth-
er, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, og
Anne Djurhuus, deildar-
leiðari
á
dagpeninga-
deildini á Almannastovuni.
Álitið varð almanna-kunn-
gjørt 16. februar 2000.
Lítið ár aftaná, tann 16.
januar 2001, legði táver-
andi landsstýriskvinna í
almannamálum,
Helena
Dam á Neystabø uppskot
fram á ting um nýggja dag-
peningalóg. Sambært við-
merkingunum
í
lógini
hevur uppskotið verið til
hoyringar á Almannastov-
uni. Í svari uppá skrivligan
fyrispurning í løgtinginum
7. februar í ár sigur Sámal
Petur í Grund, landsstýris-
maðurin, at 109 persónar
eru dotnir úr skipanini, tí
tey hava A-inntøku, og tí
ikki lúka treytirnar til ta
sjálvbodnu
tryggingina.
Fyri teir 109 persónarnar er
A-inntøkan farin upp um
tey vegleiðandi 25 prosent-
ini, sum ásett eru í við-
merkingunum, og eru hesi
koyrd úr sjálvbodnu skip-
anini, tí tey lúka ikki treyt-
irnar longur. 12 persónar
eru koyrdir úr, tí hesir onga
inntøku hava.
Tær 700 mió. krónur-
nar, Almannastovan
umsitur á hvørjum
ári, verða avgreiddar
úr bygninginum hjá
Føroya Sparikassa við
Tinghúsvegin, sum
Almannastovan leigar
BYGNINGUR
Turið Kjølbro
Partur av stóra bygning-
inum hjá Føroya Sparikassa
við Tinghúsvegin í Havn
verður leigaður til Al-
mannastovuna. Leigumálið
byrjaði í februar mánaði í
ár og er ætlað veitingar-
deildini á Almannastovuni.
- Nærum allur búskapar-
ligi parturin á Almanna-
stovuni er miðsavnaður í
eina veitingardeild, ið um-
situr mestsum allar tær 700
mió. krónurnar, Almanna-
stovan arbeiðir við á hvørj-
um ári, sigur Petra Johns-
dóttir Joensen, stjóri á
Almannastovuni.
Búskaparligi
parturin
verður miðsavnaður fyri at
gera málsviðgerðina eins
og betri sambært teimum
bygnaðarbroytingum,
stovnurin er fyri í løtuni. Til
bygnaðarbroytingarnar eru
avgreiddar, framímóti árs-
lok, eru tey øki, ið umsita
búskaparliga partin, flutt
inn í stóra bygningin. Hesi
eru málsviðgerð í sambandi
við pensjón, dagpening,
barnapengar,
og
uppi-
haldspengar.
Stóri bygningurin, Al-
mannastovan ræður yvir í J.
Broncsgøtu, er alt ov lítil til
nógva virksemið á stovn-
inum.
Umframt
leigar
stovnurin í bygninginum,
har Hjálpitólarmiðstøðin
heldur til, og í Klaksvík,
Saltangará og Suðuroy.
Broytingin í dagpeningalógini eitt óhapp
Búskapurin miðsavnaður
við Tinghúsvegin
Nærum allur búskaparligi parturin á
Almannastovuni er miðsavnaður í eina
veitingardeild, sum fer at húsast í
bygninginum hjá Føroya Sparikassa við
Tinghúsvegin
Mynd: Jens Kristian Vang
Føli meg illa at skúgva annan partin heilt til viks
Nú fiskidagatalið fyri
næsta ár skal ásetast,
heldur Henrik Old, at
tað er óbehagiliga
stórur munur á til-
mælunum hjá fakliga
serkunnleikanum og
teimum sum arbeiða í
vinnuni
– Eg føli meg eitt sindur
illa við at skúgva Fiski-
rannsóknarstovuna heilt til
viks
Fyrsta stórmálið, sum
nývalda vinnunevndin fær
at viðgera, verður at áseta
fiskidagatalið fyri komandi
fiskiár, sum byrjar 1. sep-
tember.
Henrik Old, nývaldur for-
maður í vinnunevndini
ásannar, at tað er rættiliga
stórur munur á, hvat fakligi
kunnleikin á Fiskirann-
sóknarstovuni og tey, sum
umboða
fiskivinnuna,
halda um hendan spurning.
Fiskirannsóknarstovan
mælir til at lækka fiski-
dagatalið rættiliga nógv í
summum førum,
– Eitt nu mælir hon til at
skerja
fiskiskapin
eftir
toski heilt upp í 35% tey
næstu tvey, trý árini.
Men vinnan heldur, at tað
skal vera óbroytt og at
ongin orsøk er til at lækka
talið.
Óbehagiliga stórur
munur
– Tað er óbehagiliga stórur
munur á tilmælunum hjá
fakliga serkunnleikanum
og teimum sum arbeiða í
vinnuni og eg má siga, at eg
føli meg rættiliga illa at
skúgva annan partin heilt til
viks, sigur Henrik Old.
– Vit eiga at vera ógvu-
liga varin við at skúgva til-
mælini frá Fiskirannsókn-
arstovuni til viks, tí endar
tað galið einaferð afturat,
sum tað gjørdi fyrst í nítiár-
unum, er ongin ivi um, hvar
svartiper endar, tí tað verð-
ur hjá politikarunum.
– Men eg eri púra samdur
við teimum siga, at tilmæl-
ið frá Fiskirannsóknarstov-
uni er alt ov víðgongt til at
tað kann fremjast, tí avleið-
ingarnar verða ov stórar.
Hann ásannar, at tað er
lítið sannlíkt, at nakrar skerj-
ingar verða gjørdar í ár.
– Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum hevur róð
framundir, at hann helst fer
at skjóta upp, at fiskidaga-
talið skal verða óbroytt
komandi ár.
– Ger hann tað, er tað
helst avtalað frammanund-
an við samgonguna, og
kanska ein part av andstøð-
uni við, at tað skal verða
óbroytt komandi ár, og so
er helst ikki nógv at gera.
Sagt verður, at nú skal
fiskiflotin undir fylgis-
sveinaeftirlit og at tað skal
vera ein avmarking í sær
sjálvum.
– Kanska er tað rætt og
eg sigi heldur ikki, at fiski-
dagarnir skulu skerjast í ár.
Men tað rættvísger ikki, at
vit ikki taka trupulleikan
upp og at onki verður gjørt.
– Tí haldi eg, at tað hevði
verið ómetaliga ganligt um
partarnir í fiskivinnuni,
bæði fakligi serkunnleikin
og umboð fyri vinnuna
brúktu tíðina hetta til fiski-
dagarnir skulu ásetast fyri
fiskiárið 2003-2004, til at
semjast um, hvussu vit
kunnu leggja upp fyri, at ef-
fektiviteturin økist, eins og
hann hevur mælt til á hinari
greinini her á síðuni.
Hann sigur sostatt, at
hann saknar, at vinnan og
Fiskirannsóknarstovan eru
virknari í tí partinum av
fiskivinnupolitikkinum.
Fiskidagarnir skerjast við jøvnum millumbili
–So hvørt sum fiski-
flotin verður effektiv-
ari, eiga vit at minka
fiskidagarnar eitt
sindur, heldur Henrik
Old, nývaldur for-
maður vinnunevndini
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
–Talið á fiskidøgum eigur
at verða dagført við jøvnum
millumbili.
Tað heldur Henrik Old,
sum nú er blivin formaður í
vinnunevndini.
Sjálvur var hann heitur
talsmaður fyri at seta fiski-
dagaskipanina í gildi ístað-
in fyri kvotuskipanuna.
Og hann heldur, at sum
heild virkar fiskidagaskip-
anin heilt væl.
Men hann er heldur ikki
bangin fyri at ganga beint
ímóti streyminum. Og hóast
hann er fiskimaður av yrki, er
hann heldur ikki bangin fyri
at siga, at vit eiga at skerja
fiskidagatalið av og á.
– Tað er ongin ivi um, at
fiskiflotin verður effektivari
og effektivari sum tíðin líður.
Amboðini og útgerðina verða
betri og betri og skipini sjálvi
verða betri og betri og talið á
skipum broytist.
– Sostatt økja vit alla
tíðina um trýstið á fiska-
stovnarnar og tað var ikki
meiningin við fiskidaga-
skipanini.
Tí heldur Henrik Old, at
vit eiga at finna eina skip-
an, har fiskidagarnir verða
reguleraðir, ella minkaðir
við av og á, so hvørt sum
flotin verður effektivari og
effektivari.
Nevnd at kanna
effektivitet
Hann heldur avgjørt, at tað
er ein veikleiki við fiski-
dagaskipanini, at tað ikki
finst ein slík skipan í henni,
sum hevur til endamáls at
kanna effektivitetin.
– Men skal hetta gerast,
má tað sjálvsagt verða und-
ir skipaðum viðurskiftum.
Hann sigur, at spurningurin
um, hvussu effektivur flotin
er, og, hvussu effektivitet-
urin er broyttir seinastu tíð-
ina, verður mangan orð
ímóti orði.
– Tí eiga vit at seta eina
nevnd, við umboðum fyri
allar partar, bæði vinnuna
og fakliga serkunnleikan,
sum ár um ár skal hava til
arbeiðis at rokna út, hvussu
effektiviteturin hjá fiski-
flotanum
er
broyttur
seinasta árið.
Er niðurstøðan, at effek-
tiviteturin ikki er øktur, er
heldur ongin orsøk at
broyta nakað, sigur hann
– Men er niðurstøðan
hinvegin tann, at effektivit-
eturin er øktur, eiga vit at
leggja upp fyri tí við at
lækkafiskidagatalið
eitt
sindur, tí annars økist
trýstið á fiskastovnarnar.
– Tað kundi kanska verið
annaðhvørt, ella triðjahvørt
ár, ella okkurt sovorðið, at
fiskidagatalið varð skert
fyri at leggja upp fyri økt-
um effektiviteti.
Tí heldur hann, at lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum eigur at seta eina
slíka nevnd, sum skal hava
til arbeiðis at rokna effekt-
ivitetin út.
Hann vísir á, at tað er
lítið sum talar fyri, at fiski-
dagatalið verður broytt í ár.
– Verða so heldar ongar
broytingar gjørdar næsta ár,
verður tað kanska fjórða
árið, at effektiviteturin í
flotanum ikki hevur ført til
at fiskidagatalið er dagført.
– Tað er sigur eisini, at
tað er ólíka lættari og laga-
ligari fyri vinnuna at laga
seg til, tá ið fiskidagatalið
verður skert 1-2% við jøvn-
um millumbili, fyri at
leggja upp fyri effektivit-
etshækkingum, heldur enn
at noyðast at gera munandi
skerjingar í einum høggi, tá
ið fiskiskapurin brádliga
fer í botn, tí tað kann gerast
ein skelkur, sum vinnan
ikki yvirlivir, sum tað hendi
fyrst í nítiárunnum.
– Ein partur av eini slík-
ari skipan kundi eisini ver-
ið, flotin keypir okkurt skip
í verra endanum og býta
nakrar av fiskidøgunum
javnt út á allar hinar.
Henrik Old heldur, at tað
skuldi helst verið so, at allir
bátarnir í einum bólki hava
at kalla sama fiskidagatal
og tí dámar honum onki
tankan um at tað skal bera
til hjá einstøkum skipum at
keypa aðrar fyri at leggja
fiskidagar inn undir seg.
Páska- og jólasteðg
Annars heldur Henrik Old,
at vit eiga at umhugsa a
leggja allan flotan nakrar
dagar á páskum.
– Eg haldi, at vit eiga at
seta ein páska og jólasteðg í
gildi fyri fiskiflotan.
Hann sigur, at hetta hjava
norðmenn havt í nøkur ár.
– Tað var eitt rama-
skríggj, tá ið hetta varð sett
í verk í Noregi, men nú
hava teir vant seg víð tað.
Hann sigur, at orøkin til,
at norðmenn gjørdu tað,
var, at prísirnir eru so lágir
á páskum.
– Tað sama uppliva vit á
páskum og tað er hugaligari
at gevast, tá ið prísurin er
20 krónur kilo, og so byrja
aftur, tá ið prísurin er kom-
in uppeftir aftur, heldur enn
at lata prísin fella niður á
10 krónur og dragast við
lágan prís í langa tíð.
– Vit brúka ov nógvar
kreftir og ov nógvan fisk
uppá at fáa prísin uppaftur.
Tað hevði loyst seg betri at
lagt flotan, áðrenn prísurin
var fallin, heldur Henrik
Old.
Á jólum liggur mest sum
allur flotin frammanundan,
men vit eiga at seta tað í
verk politiskt, heldur hann.
Má ikki henda aftur
Tað skilst á honum, at tað
eru ikki minst minnini frá
fyrst í nítíarunum, sum
ræða hann og tí mælir hann
til varsemi.
– Tá fór fiskiskapurin í
botn. Men tá var tað skotið
okkum
politikarum
í
skógvarnar at vit lurtaðu
ikki eftir ávaringunum frá
fiskifrøðingunum, sum ár
um ár høvdu víst okkum á,
at trýstið á stovnarnar var
ov stórt.
– Ein slíka støðu eiga vit
fyri alt í verðini ikki at
koma í aftur. Men eg ivist
heldur ikki í, at skuldi tað
hent, at fiskiskapurin sveik
aftur, sum hann gjørdi tá,
verða tað vit politikarar,
sum koma at standa við
svartaperi.
– Tað eru summi sum
halda, at vit eiga at fiska, tá
ið fiskur er, og tað er sjálv-
sagt ein hugaligur hugs-
unarháttur.
Men hann vísir eisini á,
at Fiskirannsóknarstovan
metir, at tá ið viðurskiftini í
sjónum
ganga
okkum
ímóti, kunnu vit fáa góðan
tann góða fiskiskapin at
vara nøkur ár longri við
skynsamum fiskiskapi, enn
enn hann annars hevði ger
við tí hugburðinum at
“fiska tá ið fiskur er”
– Er nakað um hetta sjón-
armiðið, eiga vit at vera
ómetaliga varin og ansa
eftir, at trýstið á fiskistovn-
arnar ikki verður ov stórt
fyri at forða fyri einum
bakkasti sum tí, vit vóru
fyri fyrst í nítiárunum.
– Vit fegnast øll um, at
fiskiskapurin er góður og at
prósurin er høgur. Men tað
er ringt at hugsa seær, at vit
fara at skerja í vánaligum
tíðum, tá ið vit ikki gera tað
í góðum tíðum, ta ið vinnan
tolir tað betri, sigur Henrik
Old at enda.
– Tað er ódámligt at vit alla tíðinafinna upp á umberingar fyri at sleppa undan at gera
broytingar, sigur Henrik Old, formaðður í fiskivinnunevndini
– Vit eiga at seta eina nevnd sum ár um ár skal at rokna út,
um fiskiflotin er blivin effektivari. Er úrslitið tað, eiga vit at
leggja upp fyri tí við at minka fiskidagarnar eitt sindur, tí
annars økist trýstið á fiskastovnarnar, sigur Henrik Old, sum
nú er formaður í vinnunevndini
C
M
Y
K
7
6