hósdagur 18. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 18. juli 2002
9
Henrik Larsen, nýggi
venjarin hjá fótbólts-
landsliðnum, ætlar at
síggja fleiri dystir og
at tosa við nógv, sum
hava við fótbóltin at
gera, tá hann í kom-
andi viku kemur
fyrstu arbeiðsferðina
henda vegin
LANDSLIÐSVENJARIN
Páll Holm Johannesen
Í komandi viku kemur
nýggi
landsliðsvenjarin,
Henrik Larsen, á sína fyrstu
arbeiðsferð til Føroya. Frá
Fótbóltssambandinum sig-
ur hann seg hava fingið at
vita, at tað hevur verið
funnist at honum, at hann
ikki hevur víst seg í Før-
oyum, og at hann er komin
upp á tvørs hjá fleiri,
áðrenn hann fyrstu ferð
hevur víst seg í Føroyum,
síðani hann var her og und-
irskrivaði sáttmálan.
Tað sigur venjarin seg
harmast um, og hann vónar,
at skoðsmálið verður betri,
tá hann fer úr aftur Før-
oyum.
Henrik Larsen heldur
ikki at atfinningarnar hava
verið rímuligar, og hann
hevur framvegis avgjørdar
áskoðanir:
– Eg ætli framvegis at
liðið skal fáa sjey stig. Eg
ætli framvegis, at liðið skal
spæla 4–4–2, og eg rokni
við, at tað verður neyðugt
at gera útskiftingar á liðn-
um, er tað, sum venjarin
hevur at siga.
Tað tykist vera eitt sindur
betri grundarlag hjá Henrik
Larsen at úttala seg um
landsliðið, enn tað var, tá
hann úttalaði seg fyrstu
ferð. Nú sigur hann seg
hava tosað við gamla venj-
aran, Allan Simonsen, og
við hjálparvenjaran, Jógvan
Martin Olsen.
– Tá tú kemur sum nýggj-
ur venjari til eitt felag ella í
hesum førinum til føroyska
landsliðið, so er neyðugt, at
tú hevur áskoðanir og ætl-
anir. Tað ræður støðugt um
at menna liðið og at arbeiða
við møguleikunum, sum
eru. Mín hugburður er, at tað
er best, at liðið spælir 4–4–2,
og tað fara vit at arbeiða út
frá. Veruleikin er, at onkrir
spælarar eru farnir um bestu
árini á landsliðnum, og at
nýggir skulu spælast inn.
Tað fara vit at kanna nærri
næstu vikurnar. Á listanum,
sum eg havi í løtuni, eru 32
nøvn. Eg rokni við, at tað
fyrst og fremst verður ímill-
um hesar, at hópurin til
vinardystin ímóti Liktinstein
21. august verður valdur,
men nú fáa vit at síggja,
sigur Henrik Larsen.
Ætlanin
Henrik Larsen kemur til
Føroya komandi mikudag,
og hann fer at steðga her í
eina viku. Mikukvøldið skal
hann síggja B36 spæla
heimadyst í Europa Cup
kappingini, og ólavsøkudag
fer hann at vera millum
áskoðararnar, tá HB og NSÍ
fara at spæla steypafinaluna.
Umframt hesar dystirnar
fer venjarin at síggja tveir
venjingardystir. Avrátt er, at
HB og GÍ skulu spæla
venjingardyst hóskvøldið,
og at B68 og KÍ skulu
spæla fríggjakvøldið. Tað
verða neyvan nógvir áskoð-
arar til hesar dystirnar, men
landsliðsvenjarin fer at
hyggja.
– Umframt at síggja dyst-
irnar, so vóni eg, at tað fer
at bera til at heilsa upp á
venjarar
og
spælarar.
Kanska tað eisini í komandi
viku verður møguleiki fyri
at fylgja við í venjingini hjá
onkrum felag, er ynskið hjá
Henrik Larsen.
Í FSF roknaðu teir fyrr í
summar við, at landsliðs-
venjarin fór at vísa seg í
Føroyum nógv fyrri, enn
hann nú fer at gera. Hann
var venjari í Ølstykke, tá
hann varð settur í starv hjá
FSF. Roknað varð við, at
hann
skuldi
koma
til
Føroya, tá Ølstykke hevði
tryggjað sær uppflyting. Tað
gjørdu teir tíðliga í juni,
men venjarin koim ikki til
Føroya. Í hvussu so er varð
roknað við, at venjarin fór at
koma til Føroya, tá síðsta
umfarið í landskappingini
var á skránni 7. juli, men
venjarin var heldur ikki í
Føroyum tann dagin.
Nú sigur venjarin, at tað
var í samráði við FSF, at
hann ikki kom til Føroya:
– Eg var í summarfrí
saman við familjuni eftir at
sáttmálaskeiðið við Øl-
stykke var liðugt, sigur
venjarin.
Á FSF hava vit skilt, at
tað var ikki fyrrenn beint
undan ferðini til Føroya, at
venjarin bað um at fáa tíð
til summarfrí. Tað setti FSF
seg ikki imóti.
Altráðir týskarar
Tá prátið fellur inn á
dystirnar í heyst, er tað
synd at siga, at venjarin er
dapurskygdur:
- Skotarnir hava ikki
somu styrki, sum teir hava
havt í undanfarnu kapping-
unum. Føroyar hava áður
staðið seg ógvuliga væl
ímóti teimum. Tí haldi eg,
at vit hava orsøk at vera
bjartskygdir undan heima-
dystinum ímóti teimum.
Føroyar hava áður megnað
málleysan javnleik á úti-
vølli ímóti Litava. Tað boð-
ar frá, at dysturin ímóti
teimum er opin. At spæla í
Hannover 16. oktober verð-
ur sjálvandi nakað heilt
serstakt fyri okkum allar.
Tað er ikki á hvørjum degi,
at tú hittir varaheimsmeist-
ararnar, heldur venjarin.
Hesar seinastu vikurnar
hevur telefonin aftur og
aftur kimað. Tað eru týskir
tíðindamenn, sum fregnast:
– Teir spyrja um Føroyar,
landsliðið, hvørjir spælarar
eru á liðnum og alt annað,
sum á nakran hátt kann
hava við føroyska lands-
liðið og dystin í heyst at
gera, sigur Henrik Larsen.
Mikudagin kemur hann
til Føroya. Eftir ólavsøku
fæst at síggja, um skulu vit
kalla tað klossuta byrjanin
upp á samstarvið við før-
oyska fótbóltin er vaskað
burtur.
Skoðsmálið skal broytast í komandi viku
HenrikLarsen: Eftir at hava
verið í Føroyum, vónar hann,
at samstarvið við føroyskan
fótbólt er komið uppá pláss.
9
8
Nr. 135 - 18. juli 2002
Í sambandi við fíggj-
argølurnar í USA er
George W. Bush,
forseti lagdur undir
at hava selt partabrøv
við góðum vinningi,
men varaforseti hans-
ara, Dick Cheney,
fekk væl meiri burt-
urúr, tá hann seldi
USA
Árni Joensen
Í august í 2000 fekk Dick
Cheney 135 milliónir krón-
ur í vinningi, tá hann seldi
síni partabrøv í fyritøkuni
Halliburton, har hann var
ein av leiðarunum, til hann
varð tilnevndur varafor-
setaevni hjá George W.
Bush upp undir forsetavalið
sama heystið.
Tveir mánaðir eftir at
Cheney hevði selt síni
partabrøv,
kunngjørdi
Halliburton,
at
felagið
hevði ikki havt so gott
úrslit, sum tey flestu høvdu
væntað, og alt fyri eitt fall
virðið á partabrøvunum í
fyritøkuni.
Hetta hevur reist spurn-
ingin, um Dick Cheney
visti úrslitið hjá felagnum,
tá hann seldi síni partabrøv.
Washington Post skrivar,
at var varaforsetin vitandi
um tað komandi úrslitið, tá
hann seldi síni partabrøv,
kann eingin ivi vera um, at
talan er um lógarbrot. Enn
hevur
eingin
skuldsett
Cheney fyri at hava gjørt
nakað ólógligt, men av-
dúkingin av søluni hevur
fingið mong at ivast í, um
hann er tann rætti maðurin
til tað starv, sum hann nú
hevur. Samstundis er komið
fram, at Halliburton er í
stórum fíggjarligum trupul-
leikum í dag orsakað av av-
gerðum, sum vórðu tiknar
ta tíðina, Dick Cheney sat í
leiðsluni.
Í níggju dagar hava
illar nigeriskar
kvinnur hersett eina
av teimum
týdningarmestu
oljuútflutningshavnu
num í landinum.
Endin var, at olju-
felagið slakaði
NIGERIA
Árni Joensen
Tær 150 tilkomnu kvinnur-
nar tóku ein bát, stimaðu út
til oljuhavnina og settu seg
á flogvøllin og tyrlupallin.
Soleiðis sótu tær í níggju
dagar og forðaðu oljufram-
leiðsluni, sum annars er um
450.000 tunnur um dagin.
Kravið hjá kvinnunum var,
at oljufelagið skuldi geva
monnum teirra arbeiði, og
at tær stóru oljuinntøkurnar
skuldu koma tí lokala sam-
felagnum til góðar.
Chevron Taxaco, sum
eigur oljuhavnina, tingaðist
við kvinnurnar, og týsdagin
kunngjørdi felagið, at tað
hevði gjørt semju við
kvinnurnar. Eftir semjuni
skal Chevron Taxaco virka
við til at útvega fólkinum
har á leiðini vatn og elek-
trisitet, samstundis sum
fleiri menn haðani skulu
fáa arbeiði hjá felagnum.
Meginparturin av fólk-
inum í Nigera hava minni
enn tíggju krónur at liva
fyri um dagin, sjálvt um
landið er sætta størsta olju-
útflytaralandið í heiminum.
Búskaparfrøðingar
siga, at fleiri positiv
tekin vóru í røðuni
hjá amerikanska
tjóðbankaformannin
um
BÚSKAPUR
Árni Joensen
Fáur kann sum formaðurin
í amerikanska tjóðbank-
anum ávirka hugsanir og
metingar hjá fólki, ið hava
samband við fíggjarheimin.
Tí sótu búskaparfrøð-
ingar, bankafólk, íleggjarar
og
onnur
við
stórum
spenningi og lurtaðu, tá
Alan Greenspan helt røðu í
amerikansku kongressini
týsdagin. Aftan á røðuna
var semja um, at innihaldið
í røðuni boðaði frá góðum,
bæði hvat viðvíkir ameri-
kanska búskapinum og tí
evropeiska.
Búskaparfrøðingar heftu
seg serliga við tað, sum
Greenspan segði um ameri-
kansku rentuna. Í røðuni
segði hann, at rentan nú er
komin í sína lægstu legu,
og at næstu ferð, rentan
verður broytt, fer hon
uppeftir. Hinvegin er greitt,
at tað verður neyvan her og
nú.
Evropeiskir
búskapar-
frøðingar siga, at nú Alan
Greenspan hevur boðað frá,
at amerikanska rentan ikki
fer longur niður, fer tað
uttan iva at hava við sær, at
teir evropeisku tjóðbank-
arnir fara at varðveita
verandi rentu.
Víst verður á, at evran er
styrknað samanborið við
amerikanska dollararan í
seinastuni, og tað ger, at
trýstið á rentuna í Evropa
minkar. Tí er lítil og eingin
vandi fyri, at rentan í
Evropa hækkar.
Tær nógvu fíggjargøl-
urnar og tey vánaligu úr-
slitini hjá nógvum stórum
amerikanskum fyritøkum
hava ørkymlað allan fíggj-
arheimin seinastu mán-
aðarnar, men sambært Alan
Grenenspan fer vend at
koma í amerikanska bú-
skapin í næstum.
Oljufelag mátti lúta fyri illum kvinnum
Greenspan lovar støðugari
búskaparviðurskifti
UTTAN ÚR HEIMI
Cheney seldi síni partabrøv
og fekk væl burturúr
George W. Bush, forseti og
Dick Cheney, varaforseti.
Báðir eru undir illgruna fyri
at hava fingið væl burturúr
við at selja partabrøv í
fyritøkum, sum teir leiddu,
og sum seinni fingu
trupulleikar. Spurningurin
er, um teir vistu, hvønn veg
tað bar
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
8