hósdagur 18. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 135 - 18. juli 2002
Nr. 135 - 18. juli 2002
11
Tað, sum frá byrjan varð lagt upp til at blíva einstjórn-
arkreppa, tykist nú bara at enda sum ein stormur í einum
vatnglasi. Skulu vit døma eftir viðmerkingunum hjá
løgmanni, júst afturkomin til arbeiðis í Tinganesi. Skuld-
setingarnar, ið Tórbjørn Jacobsen herfyri setti fram móti
løgmanni og fiskimálaráðharranum, tykjast als ongar av-
leiðingar at fáa. Løgmaður, ið meira ella minni verður
kriminaliseraður av sínum samgongufelaga, vil nú bara
hava at vita, um Tjóðveldisflokkurin stuðlar samgonguni.
Tann spurningin nýtist hann ikki at seta, tí hann kennir
svarið. Bæði formaður og næstformaður Tjóðveldis-
floksins hava boðað frá, at útmeldingin hjá Tobba stendur
bara fyri hansara egnu rokning. Tað virkar tí sum
løgmaður vil leggja ein dempara á málið og helst fáa tað
gloymt heldur enn at taka tað við rótina og ábyrgda allan
Tjóðveldisflokkin fyri tað. Eingin stjórn nakra staðni
hevði góðtikið at sitið við avgerandi atkvøðuni frá einum
tingmanni, sum setir fram slíkar skuldsetingar móti tveim-
um av ráðharrunum.
Løgmaður vil so eisini hava at vita, hvat Tórbjørn
Jacobsen sipar til, tá hann kemur fram við umrøddu
skuldsetingum. Tað veit hann uppá forhond, at hann ikki
fær. Og hann fær heldur onga umbering frá tingmann-
inum. Skal hann tí reinsa seg má hann stevna, og tað er
júst tað, sum tingmaðurin ynskir (og møguliga allur
Tjóðveldisflokkurin við, sum jú hevur eina “hønu at
royta” við løgmann sum takk fyri seinast í miseydnaðui
fullveldissøk teirra).
Fyri at koma Tobba uppá forkant er løgmaður snildur og
roynir at beina burtur allan iva um eitt ávíst mál, ið hevur
verið frammi fyrr. Har gekk alt fyri seg sum tað átti er
útmeldingin frá løgmanni. Er tað so, og hevur hann reint
mjøl í posanum í øllum øðrum, so er væl einki til hindurs
fyri at stevna tingmannin. Ger hann ikki tað, og
tingmaðurin framvegis ikki vil út við nøkrum, so vil
skuldsetingin móti løgmanni og løgmansembætinum
standa ósvarað. Og tá má hon ikki sleppa.
Løgmaður sigur, at hann skilur ikki, hví skuldseting av
hesum slag skal koma beint eftir at somu flokkar hava
skrivað undir samgonguskjal og at hesir flokkar hava
kunnað verið í stovu saman í fýra ár. Hesum kunnu vit
geva honum rætt í. Men løgmaður veit eisini, at hann, sum
hevur tosað um samgongu við breiðari uppbakking í
fólkinum, kann ikki loyva sær, skal hann liva upp til henda
sín setning, at halda fram við eini so smælari samgongu,
sum longu frá byrjan er um at fara um tvøran. Hann
skyldar Føroya fólki at steðga, meðan gott er, víðka sítt
parlamentariska grundarlag, leggja frá sær og lata aðrar
royna seg ella skriva út nýval. At halda fram nú sum einki
var hent er ein misálitisváttan. Fyrr ella seinni endar aftur
galið, tá meirilutin er so tepur og ótryggur. Hinvegin hevur
sami løgmaður so tann moralska trupulleika, at hann í
hvussu er í fortíðini hevur givið einum av sínum
tingmonnum frítt spæl at herja á samgongufelagar, uttan
at tað fekk nakra avleiðing. Ella hevur løgmaðurnú tikið í
egnan barm og flokkurin tikið við læru? Og tí ikki kann
góðtaka nakran trojanskan hest í samgonguni!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Stormur í einum
vatnglasi!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Mannbjørn Tausen
fyrrv. formaður í VB
Fyri stuttum hoyrdi eg
Steingrím Niclasen í morg-
unlestri siga, at einki blað
hevði livað av bert at bera
góð tíðindi.
Kann ikki annað enn
geva honum rætt.
Hygg bert eftir Jákup
Boga Joensen í Dimmu -
hann kundi næstan ikki
virka, so spentur var hann
at frætta um fleiri trupul-
leikar í VB. Ein sera løgin
háttur at bíða í spenningi
eftir teim næstu ringu tíð-
indunum. Man hann verða
líka spentur, um onkur
nýggj sjálvsmorðsbumbu-
atsókn er framd í Jerusalem
í morgin - har helst fleiri
enn 40 skulu doyggja? Eg
spyrji bara. Hetta sigur ikki
so lítið um henda tíðinda-
mann. Støðið á hansara
ítróttartíðindaflutningi talar
eisini fyri seg - sum mað-
urin segði - Guð forbarmi
seg.
Kann ikki siga annað
enn, at tað sló meg fyri
bróstið, tá eg las greinirnar
hjá ítróttarsnillinginum í
Dimmu. Í 5 Dimmum (
13/6 - 20/6 - 28/6 - 29/6 -
2/7 ) viðger hann venjaran,
Dragan Kovacevic, uttan
eina einastu ferð at tosa við
hann. Tað er langt ímillum,
ein sær nakað so óseriøst
fest á blað. Hann viðgjørdi
málið - sum um tað var eitt
stórmál - og tosaði bert við
onkran ónøgdan (avsettan?)
leikara og restin vóru git-
ingar (ill-!!).
Hví tosaði hann ikki við
onkran, ið varðaðu av
dreingjaliðnum ella ung-
lingaliðnum, so kanska
hann hevði funnið útav, at
alt ikki var av skriðini til.
Onkur hevur tutlað honum í
oyra, at í VB er kaos, og
góðtrúgvin, sum hann er,
beit hann á, og hevur verið
krøktur síðani. Viðmerk-
ingar hansara tala fyri seg:
"Tað telur rætta vegin, at
teir "burturvilstu" eru við
aftur (og venjarin farin?)" -
"tað hevur gingið spakuliga
framá - serliga eftir venj-
araskifti" - framá í hvørj-
um??? Málskjóting??!!. Jú,
men....lagið og moralurin
er betri á monnum. Ja, lat
gå - tað er umráðandi,
men.........kanska hæddar-
punktið er, tá teir hava tað
líka so stuttligt sum í 4.
deild. Tað er
verunliga
stuttligt, eg havi verið gjøg-
num alla mylluna - og eitt
sindur afturat, men er málið
ikki at at verða millum 3
tey ovastu liðini??
Tá steypafinalan hjá ung-
lingunum var á Tórsvølli,
gekk hann har og hoppaði
(altso - Jákup Bogi)- hann
gjørdi onga roynd at tosa
við Dragan Kovacevic, men
dagin eftir stóð at lesa í
Dimmu, at Dragan Kova-
cevic framvegis var venjari
VB´s, men nú bert í ung-
lingadeildini. Hetta var tó
so spennandi, at hann enn
einaferð fór bíða í spenn-
ingi eftir næsta leiki. Týs-
dagin (2/7) komu - vónandi
- hansara síðstu viðmerk-
ingar... "Nú er Dragan Ko-
vacevic (endiliga?!!) farin
av landinum".
Haldi, at klókskapurin
hjá teimum, íð úttala seg -
er út av lagi stórur, at teir
háða arbeiðið venjarans,
soleiðis, at tú sitir eftir við,
at hann ongar dygdir hevur,
men sjálvandi skal tað
negativa fram - hitt nyttar
einki. Eg haldi, at Dragan
Kovacevic vísti okkum
øllum, hvussu stóra virðing
hann hevði fyri ungdóm-
inum og unglingunum -
hann var akkurát vrakaður -
at hann var við teimum á
Tórsvølli. Bert spell, at tað
ikki eydnaðist at vinna
finaluna - rómurin hevði
sum altíð verið stórur í
Vági, men hvussu hevði
nevndin og kanska nøkur
viðhaldsfólk heiðra venj-
aran ? - Kanska givið hon-
um eitt herðaklapp í kjall-
aranum, meðan veitsla var í
erva í VB húsinum ?
Kanska kom tapið væl við
hjá fleiri. Veit bert, at urtin
hon følnar og verður ikki
drúgv, er rótleysur stelk-
urin stinni.
Øll, sum hava verið í VB
í áravís, vita, at eitt er at
spáa, annað er at ráða, og
vit vita eisini, hvussu mong
og strong vónbrotini hava
verið, men tað er svikalig
eydna at geva manni, at
hann ikki slapp at siga sína
hugsan, áðrenn dómurin
fall. Er hetta ikki at rána
sær megi við eitt slag av
yvirgangi og vápnamegi ? Í
fleiri vikur ynskti Dragan
Kovacevic fund við starvs-
nevndina, har hann skuldi
greiða teimum frá, hvørjar
ætlanir hann hevði fyri
framtíð VB´s - líka frá
minipiltum til 1. deild,
menn. Men ongantíð komu
fundarboðini - ongantíð
fekk hann fund við starvs-
nevndina. Ongin áhugi var
at lurta eftir hesum seriøsa
manni. Henda mann, sum
vit "lokkaðu" til Føroya - til
Paradísið Vág, til "serious
people and serious club
with big ambitions". Hesin
skilamaður fekk skomm,
skitna løn og fótin í reyvina
aftur til Jugoslavia.
Ein situr eftir við einari
løgnari kenslu - at slíkar
avgerðir kunnu takast bert
við luttøku av nøkrum
nevndarlimum, og uttan at
málið verður viðgjørt. 1.
deildar leikararnir hava
ongantíð biðið um fund við
formannin ella við fót-
bóltsdeild VBs. Ongantíð.
Harmaljóð
Hvat er hetta, sum er hent í ár? Hví endaði samstarvið við
venjaran, Dragan Kovacevic, so brádliga - ja, á náttartíð,
meðan starvsnevndarlimirnir svóvu? Í mínari verð er tann
afturvendandi trupulleikin í VB, at gyrðingin um dunnuhylin
er vaksin, heldur enn minkað, sigur Mannbjørn Tausen,
fyrrverandi formaður í VB
Framhald á síðu 11
Hvar hava spælaraumboð-
ini verið - tað sæst í Dimmu
(25/6), at alt hevur koyrt av
skriðini til ???? Kanska
hevur tað verið ætlanin, at
alt skuldi koyrast fast!!!.
Heimkomin úr summarfrí,
bað formaðurin (ikki leik-
ararnir) um fund saman
við 1 limi úr starvsnevndini
(av 5) og 2 úr fótbólts-
nevndini (av 5) við 1.
deildarhópin (onskvøldið
19/6), og eftir fundin høvdu
hesir somu nevndarlimir
fund við spælaraumboðini,
og hesir søgdu nú, sjálvt
um hetta ikki var til við-
gerðar á leikarafundinum,
at um ikki venjarin varð
koyrdur í stundini, fóru teir
ikki til í Klaksvíkar at leika
(23/6).!!!!! HVÍ hava leik-
ararnir ikki biðið um fund,
um støðan var so ótolandi?
Tað er jú fótbólts- og
starvsnevndin, ið skulu
viðgera/ loysa trupulleikar.
Nú skuldi ein trú, at
nevndin tók málið í størsta
álvara. At fáa slíka hóttan
krevur, at tú ikki loypir
framav. Ongi stórtap høvdu
verið, marginalarnir vórðu
tíanverri ikki við okkum.
Men gakk..... kravið var
tikið til eftirtektar beinan-
vegin - uttan at málið varð
viðgjørt.
Sjálvur eri eg limur í
fótbóltsnevndini, men tað
sýnist, at mítt vinalag við
venjaran var ein forðing
fyri, at eg varð boðsendur
at viðgera málið. Eg luttók
ikki á fundinum við leik-
ararnar, men avtalað varð,
at formaðurin skuldi ringja,
tá leikararnir fóru. Sjálvt
um eg bíðaði til eftir mið-
nátt, kom fundarboðini
ongantíð - og tey eru ikki
komin enn. Tveir triðingar
av starvsnevndini vóru
kunnaðir gjøgnum telefon -
Hví var tað so umráðandi
hjá nøkrum nevndarlimum
at ganga sneisaørindir fyri
nakrar leikarar? Hví skuldi
venjarin ofrast á náttar-
tíð????. Hvat við hansara
sjáldsama stóra áhuga og
væla arbeiði við unglinga-
og
dreingjaliðnum
???
Hesin áhugi er kanska ikki
sæddur fyrr her hjá okkum.
Teir trupulleikar, sum leik-
arar søgdu seg hava, hví
vórðu teir ikki viðgjørdir ??
Hví varð mítt vinalag við
venjaran ikki brúkt posi-
tivt? Hví verður tað skotið
mær í skógvarnar í tíð og
ótíð, at eg royndi at halda
hondina yvir venjaran? Eg
havi aldri, aldri upplivað
slíkan óseriøsitet.
Var eg á fundi, hevði eg
aldri gingið við til at ofra
venjaran, uttan at starvs-
nevndin varð samankallað.
Sjálvandi hevði starvs-
nevndin tosað við bæði
venjaran og leikarar, fyri at
roynt at komi naggatódnini
til lívs. Men gakk....eftir
"stuttan" fund - frá uml.
22.00 - 00.30 varð avgerðin
tikin.
Fýra (av 5) starvsnevnd-
arlimir vóru als ikki á
fundi, men kunnaði gjøg-
num telefon ..............
eg meini tað!!!!!! Hvussu
kundu tey ganga við til
hetta? At avhøvda mannin,
sum hevði fortreytirnar til
eina gylta framtíð? Vón-
andi hevur onkur ringan
smakk í munninum.....
Illviljin frá nøkrum hevur
borið frukt, og á odda fyri
hesum illviljanum gingu
onkrir, sum avgjørt áttu at
tagt.
Mínir tankar um ung-
dómsdeildina hava altíð
verið høgir, og mín hugsan
var (og er): verður tú
føroyameistari í 1. deild hjá
monnum, hevur tað eina
øgiliga ávirkan rundan um
teg. Kanska serliga fyrstu
ferð og harafturat á eini út-
oyggj. Hetta hendi fyri
okkum í 2000. Árið eftir
vann dreingjaliðið FM og
harafturat vann 3. lið
deildina - bæði í stórum
stíli.
Hvat er hetta, sum er hent
í ár? Hví endaði samstarvið
við Dragan Kovacevic so
brádliga - ja, á náttartíð,
meðan starvsnevndarlim-
irnir svóvu?
Fyri fyrstu ferð eydnaðist
okkum at fáa fatur á einum
venjara í serflokki eftir
okkara mátistokki. Alt sítt
lív hevur hann fingist við
fótbólt. Hann hevur verið
professionellur leikari í 2.
deild, síðani hevur hann
verið venjari í áravís. Hann
hevur hægstu venjaraút-
búgving og bert havt góð
og frálík úrslit at vísa á.
Eisini er 13 ára gamli sonur
hansara so evnaligur fót-
bóltsleikari, at hann leikar á
tí jugoslaviska u14 lands-
liðnum.
Jugoslavia var eisini ein
sera framkomin fótbólts-
tjóð, íð var fyrimynd fyri
kanska alla fótbóltsmentan
yvirhøvur
og
Dragan
Kovacevic hevur m.a. verið
ráðgevi fyri vaksnamanna-
og ungdómsvenjarar, so
hann er ikki ein og hvør.
Mínir dreymar, um at fáa
sett skjøtil á eitt framkomið
ungdómsarbeiði, sóu dag-
sins ljós ( hatta við "milli-
ónin til ungdómin", nú varð
tað kanska møguligt fyri
ein lítlan penga ). Longu
tíðliga var eg greiður yvir,
at hetta var ein framtíðar-
maður - og enn havi eg ikki
broytt støðu.
Men Dragan Kovacevic
var her bert fáar vikur, so
byrjaði grenjið. Tað vaks
meir og meir. Fólk, sum
ongantíð hava vant eitt
pinkulið, ætlaðu sær at seta
dagsskránna..... vit lesa í
Dimmu og í leikskráum,
at.. "maðurin hevði ikki
skil fyri at venja" .... "sigur
seg hava 20 ára royndir, tað
hava vit onki sæð til "...... "
eg havi tosað við hann um,
at venjingin er vánalig,
men hann lurtar ikki eftir
mær (!!!!) - hevur latið
evnaríkan leikara sitið á
beinkinum"...(løgin
við-
merking, tí allir stjørnu-
spælarar hava sitið har)
..!!!! Nú týsdagin (9/7) var
aftur ein viðmerking í
Dimmu - " onki skil var á,
men hygg nú, nú er spælið
nógv betri, (kanka millum
linjurnar, "men vit fáa ongi
mál")" - sanniliga, hvar er
broytingin? Tað mugu vera
nógvir dystir, hann ikki
hevur sæð, og nakrir har
hann hevur verið í ringum
lag. Ein fær næstan var-
hugan av, at hetta er fyrsti
venjarin, íð VB leikarar
hava verið ónøgdir við.
Nei, so er als ikki - hetta er
bert tann seinasti í røðini.
Hvørja ferð úrslitini ikki
laga seg, so byrja nakrir at
knarra - við hjálp frá
ávísum áskoðarum.
Nei, í mínari verð er tann
afturvendandi trupulleikin í
VB,
at
gyrðingin
um
dunnuhylin
er
vaksin,
heldur enn minkað. Ongin
"fremmandur" skal koma
til Vágs og fáa røring í
"hylin", hóast tað í stuttum
bert snúi seg um at greiða
okkum frá, hvussu ein við
smáum broytingum kann
fáa úrslit.
Ikki er so løgið, at ein
prof. venjari noyðist at tosa
um broytingar - meðal-
aldurin á 1. deildarliðnum
nógvar dystir var (er?)
omanfyri 30ár (!!), og tað
átti ikki at undra nakran, at
útskiftingar
fara
fram.
Úrslitini skulu nokk koma -
ikki í dag, heldur ikki í
morgin, men tey skulu
nokk koma. Øll, eisini
vágbingar, vita, at neyðugt
er at vera dissiplinerður,
um tú ynskir úrslit, men her
vóru nakrir, íð ikki góðtóku
hansara venjingarhátt og
høvdu ikki tíð at bíða, og
tað fer at kosta VB dýrt -
ikki fortíðini, ikki nútíðini,
men í framtíðini, at nakrir
nevndarlimir hava sparkað
alla menning skeivan veg.
Sjálvur havi eg ikki gloymt
1981 og 1982, tá vit endaðu
í 3. deild. Tað tykist ikki,
sum vit hava lært nakað av
tí, sum hendi tá. Nei og
aftur nei, tí í VB og rundan
um VB eru ov nógv - "je
veit alt".
Má eisini venda aftur til
Jóansøkurøðu
mína
ár
2000, har eg millum annað
var inni á, at tíðin vit liva í
er eins og áarstreymur -
hann ber alt við sær - bæði
líkt og ólíkt. Tað ræður um
at taka tað, sum virði er í og
sum kann verða stuðul á
framburðsleið, men eisini
ræður um at lata tað skaði-
liga liggja, so tað rekur
víðari - og tekur eingin tað
upp, so vil tað at enda rotna
og søkka og tá hevur tað
fingið sítt verunliga pláss.
Tað eru fólk, sum kunnu
kveikja og slóa fyri, íð vit
hava brúk fyri til framtíðina
- her hugsi eg um ung-
dómin - tey spegla sær í tí
viðurkenning og eldhuga,
sum tann vaksni sýnir fe-
lagnum - tey mynda ung-
dómsins mynd av sær
sjálvum og geva honum
eina trygga kenslu av at
vera virðismikil. Hetta gev-
ur sjálvsvirðið og er sum
eitt akker, tá brotasjógv-
arnir koma. Slík ítróttarfólk
fært tú bert alt upp, um tey
kunnu ímynda sær tey
positivu - við "visiónum"
og ikki tey illviljaðu, íð bert
hugsa um seg sjálvan - for-
langa lítið av sær sjálvum,
men málrættað klára at
krógva seg aftanfyri sína
ómegd.
Tað harmar meg ómeta-
liga nógv, at hesi orð eru
fest á blað, men enn harm-
ari eri eg um viðferðina,
Dragan Kovacevic fekk,
men tað, sum harmar meg
allarmest, er, at okkara
undómsarbeiði hevur fing-
ið eitt øgiligt skot fyri
bógvin. Eg eri bangin fyri,
at her eru ov nógv fólk,
sum halda, at gott arbeiði
og góð úrslit koma av sær
sjálvum. Nú hevur so onkur
av hesum møguleika at
sýna nakað og roknað
verður við, at hesi, sum
krevja nógv av øðrum,
megna at krevja eitt lítið
sindur av sær sjálvum.
Lívið er so margfalt og
spinnur so mangar træðrir
við ymiskum litum, hvør av
hesum ber sín dám. LIVST
SO SPYRST.
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 10
Christian M.
Poulsen
Síggi, Hendrik Rubek-
sen, varapolitikomiser-
ur úttalar seg og sigur:
"At tá fólk hótta við
vápnum, er jú at av-
byrgja
økið,
vinna
"positión", vera trygt
ílatin og søkja skjól
bæði fyri politistum og
sivilfólki.
Tað einasta, ið er
verðuleiki í hesum før-
unum, er at politist-
arnir(báðir) søktu sær
skjól -restin er tvætl;
men tað, sum fær meg
til pennin, er sivil-fólk-
ið. Hvar er trygd borg-
aranna?
Stóð sjálvur á "fyrstu
parkett", í einum 9m
høgum stiga og málaði
vindskeiðir. Tá fyrsta
skotið small, var eg
skjótur úr stiganum, tí
eg visti, at børnini, sum
vóru og vitjaðu, mang-
an súkkla niðan eftir
Sundsvegnum. Fekk so
kísta tey innar og lænti
ein kikara í húsinum.
Visti ikki fyrst, um tað
var rifla ella byrsa.
Hugsið tykkum til, um
tað var rifla! Maðurin
var klárt ikki í hesari
verð. At síggja báðar
løgreglumenninar við
lontum kikara frá onkr-
um granna aka eftir
reyv omaneftir Sunds-
vegnum, var ikki bara
pínligt, men tá hugsaði
tú: "Um maðurin leggur
leiðina
niðan
ímóti
børnunum?"
Væl veit eg, at út-
varpið segði, at Klein
hevði "kekk" á tí heila
via fastnet og fartlf., og
at løgreglumenn hava
fastar(psykologiskar)
mannagongdir at halda
seg til. Men tað, sum
Klein og Lávus og
Klávus als ikki høvdu
"kekk" á, var at ein
maður við byrsu gekk á
alfara vegi og hótti við
at skjóta. Møguligt er
eisini, at tit "debriefa"
hvønn annan aftaná
vandastøður av ymisk-
um sløgum, men álvara
tos, at liggja við Walkie
Talkie og kikara og
spæla "røvara og poli-
ti", er so óluksáliga
langt frá nøktandi vernd
borgaranna. Spurning-
urin er so: "Hvat eru tit
lærdir til?".
Aftaná maðurin sat í
hondjørnum,
lat
eg
børnini fara út aftur at
spæla og kleiv so upp
aftur í stigan.
Dramaið á
Sundsvegnum
Veðrið hevur ikki
sett dám á summ-
arið, verður sagt,
men tað hava
stevnurnar hin-
vegin. Um viku-
skiftið verður
stevna í Sumba.
Millum annað
bresta norður og
suður saman í
stevnudysti mill-
um Oldboyslið
STEVNUR
Dagfinn Olsen
Í Sumba verður skipað
fyri bygdastevnu um
vikuskiftið. Longu hós-
kvøldið verður lagt fyri
við
góðum
stevnu-
bingo.
Fríggjadagin
klokkan 19:00 bresta
norður og suður saman
í stevnudysti millum
Oldboyslið hjá Sumba/
VB
og
TB/Royn.
Klokkan
21:00
er
barnadiskotek.
Leygardagin klokkan
13:00
setur
Trúgvi
Thomsen stevnuna og
fótbóltur og tivoli er á
skránni klokkan 14:00.
Eisini er neytamykju-
kapping klokkan 18:00,
plettskot og brotsspark
fyri børn og miðnáttar-
sangur, har Hergeir
Nielsen heldur røðu.
Sumbiar Dansifelag fer
eisini at kvøða. Klokk-
an eitt er dansur, har
Ein Blanding spælir.
Stevnan endar sunnu-
dagin, har millum ann-
að
møti
og
tivoli
stendur á skránni.
Bygdarstevna
í Sumba
um vikuskiftið
C
M
Y
K
11
10