Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 135 - 18. juli 2002 Nr. 135 - 18. juli 2002 13 H2o er eitt væl um- tókt nútímans klædnamerki, men eisini so nógv annað. Sum hvørt manns- barn veit, er tað fyrst og fremst formulin fyri vatn. Sama vatnið er evnið fyri eina framúrskarandi listaframsýning í Kunstcentret Silke- borg Søbad, ið er opin til 22. sept. Eitt tvør- fakligt framsýningar- tiltak, sum sjáldan sæst so stórt og stór- fingið uttanfyri høvusstaðarøkið - og sum í sjálvum sær er vert at legga til merkis, tí tað boðar frá nýggjum leiðum innan list og mentan- ararbeiði sum heild, skrivar Jens Frede- rikssen í ummæli av framsýningini UMMÆLI Jens Frederikssen Heitið á projektinum og evnisframsýningini er Vatn- mark (:"Vandskel og Vatershed" eru tey donsku og ensku heitini). Eitt sindur løgið heiti kanska, tí vatn eisini sameinir, men sum tað nevnist í inngang- inum í kataloginum, so hevur "Vandene altid skilt sig, lige fra Moses og is- raelitterne vandrede tør- skoede over det Røde Hav" og tosað verður um at vit liva í "vandskels-tider" - bæði so og so - men mest verður hugsað um umfat- andi mangulin uppá reint drekkivatn í heiminum. Vatn uttan mark Vatnmark snýr seg tó pri- mært um listarlig avrik, hvørt evni er onkusvegna bundið at vatni. Frá tí heilt vanliga: málningar og fotos við havinum sum høvuðs- motiv (tey sonevndu "marinemyndir" av orðin- um marin:: hav) til installa- tiónir við sera ymiskari framsøgn og brúki av til- fari. Luttakarafjøldin streymar sum vatn í ánna: yvir 40 taka lut, og eg fáa tískil ikki nevnt øll. Ikki bara myndir eru við. Tónleikur hevur fingið innivist í stóran mun. Eg fari seinni at greiða eitt sindur nærri frá um Palle Mikkelborg, men her kann stutt sigast, at so ymiskar profilar sum Hans Holm, sum stjórnar Silkeborg Kamarorkestur í G.F. Han- dells "Wassermusik" (20. august) og Petur Bruun sum hevur komponerað eina opera nevnt "Miki Alone", luttekur. Nevnda opera gevur m.a dømi um song, sum byggir á vatn- myndir! og hon kann hoyr- ast 12. og 15. september. Tað meira tvørfakliga og beinleiðis nattúruvísinda- liga í projektinum lati eg liggja, men viðmerkast skal, at framsýningin mill- um mong ymisk støð eisini fer fram á "Agua Fersk- vands museum" í Silkeborg (og framsýningin er øll sum hon er framleidd í tøttum samstarvi við fleiri gransk- ingardeplir). Er man har- umleiðir og børn eru við skal man sjálvsagt gera sær tann beina eisini at fara hartil tí nógvar ymiskar upplivingar fyri børn og vaksin er á skránni. Fyri tann meira tillkomna er her ígjøgnum framsýningartíð- ini nógv "hardcore" tilboð t.d. eitt internationalt sym- posium um globalar vatn- umhvørvisspurningar (frá 6. september) og søguligt t.d. serframsýningar og nýggj vitan um, hvussu kleystruni í miðøldini bygdu kanalir, vatnbyrging- Av vatni er tú komin – ella? Kirsten Klein: Summardagur við Svaneke. Fotomynd ar og syrgdu fyri vatn- goymsluni. Ikki bara Berlin Hyggja vit nærri at nøkrum pørtum av framsýningini, er tað ongin loyna, at nakað tað fyrsti man fær eyga á er okkara Tróndur Patursson. Verkið kenna nokk øll - tí fótbingjan "Kosmiskt rúm", 1999, sum vanligt stendur aftanfyri Listaskálan á tí bera asfalti, er fraktað til tað idylliska Silkeborg. Eitt satt danskt Schweiz í mini- útgávu, og so ikki eitt orð um Himmelbjerget! Framsýningarstaðið ligg- ur beint við vakra vatnið Ørnsø og var, áðrenn tað fyri fimm árum síðani bleiv framsýningarhøli, "Sø og kurbad". Staðið sjálvt er í sjálvum sær eina søga um vatnið, sum eisini verður sýnt fram í framsýningini. Bingjan stendur í parkini, sum er partur av framsýn- ingarøkinum, beint yvirav høvuðsdyrnum. Verkið er sum so ikki nýtt, men er sjálvandi tikið við, tí tað er eitt høvuðs- verk í norðurlendskari list og á nógvar mátar ímyndar eina høvuðshugsan aftan fyri framsýningina sum heild: vatn sum íblástur fyri fagurfrøðilig verk, sum hava sett mørk. Verkið er óivað so kent, at tað ikki krevur nærri frágreiðing, men stuttligt er tað at síggja, hvussu nógv samteksturin hevur at siga. Man sær bingjuna heilt øðrvísi - og tað í positivari merking - sum hon er plaserað í Silkeborg. Hon stendur beint undir einum stórum summargrønum eikitræi-á einum summar- grønum grasvølli. At fara inn herífrá - inn í tað døkka svart-bláa -spegilsunivers- ið, er ein løgin og bergtak- andi ævintýrkend upp- living. Tað er sum at festa í eina spreinging av dimen- siónum millum vatnum- hvørvi - og litverur: norður og suður í einum kom- primeraðum ørkymlandi formi undirstrikað av einum góðum sólskinsdegi tann dagin eg vitjaði. Einasti úr Føroyum Innandura er Tróndur eisini við - og sjálvt um tað er hongt fyrimyndarliga upp - øll framsyningin sum hon er - haldi eg ikki, at lito- grafiserian um "Moby Dick", sum talan er um, hevur ta styrki, at hon gevur nakað stórt íkast til framsýningina. Verkið er óivað tikið við, tí man eisini hevur roynt at sýna spaðingina innanfyri ymisk motiv. Tróndur er í hesi sambandi "uppi ímóti" ongum øðrum enn Sven Havsteen Mikkelsen, sála - listamanninum við tí tætta tilknýtinum til føroyska list. Ikki langt frá verkinum hjá Trónda hanga mynd- irnar til Melvilles bók um "Moby Dick" hjá Havsteen - og sum Wivel gera vart við í eini góðari grein í kataloginum um málninga- søguna um shavid, so "hører de træsnit han ud- førte til denne mageløse bog, om hvaler, hvalfangst og hvalfangeres vilkår mellem hans bedste. Ikke alene lever de kongenialt op til teksten, de lægger ovenikøbet noget til den, noget faktuelt og noget selvoplevet." (fra "Vand- skel" - greinin "Vandets Vælde" af Michael Wivel s. 162 ). Tróndur Patursson er ein- asti luttakari úr Føroyum, og hann vitjaði eisini Silke- borg fyri 4 árum síðani, tá ein onnur stór framsýning (um evnið "Fuglar") var á skránni. Men Føroyar eru tó eisini á skránni á annan hátt - tí í einum pavillion- bygningi í parkini, sum millum annað er valdur bara at vísa vatnlitsmyndir, er eisini eitt biografhøli, har ein hópur av longri og styttri filmum verða vístir - og áskoðararnir hava m.a høvi at síggja Ulla Boye Rasmussens "Tre blink mod vest". Nú nomið er við pavilli- ongina har vatnlitsmynd- irnar eru á skránni, haldi eg ikki, at tað gevur nakra stórvegis styrki til konsept- ið aftanfyri framsýningina sum heild. Sjálvandi er vatn - ein høvuðssubstansur í vatnlitum - men onkus- vegna virkar sjónarmiðið eitt sindur uppgjørt. Kanska hómingin av "poppi" og óneyðugari ífyllu eisini stavar frá, at langt frá øll verkini her áttu at verið tikið við sambært dygdarsjónarmiðum. Anna Klint Sørensen, sála, og Aka Høeg undantikið í so máta. Báðar gera stóra og ørandi ávirkan, og teirra verk er einasta stóra undan- tak, hvat viðvíkur dygd og innihaldi. Ikki fyri tað. Tann greinin í høvuðs- kataloginum, sum snýr seg um vatnlitir sum teknikkur og sjálvstøðug framsøgn, er uppá sítt pláss. Tað er eitt essay av "Bodil Kaalund" við heitinum "Akvarel" - og er í høvuðsheitinum ein sera persónlig frágreiðing um, hvussu hon royndi akvaralmáling (sum barn), og hvat vatnlitir týddu fyri hana ígjøgnum eitt heilt lív, nevniliga "elementær fryd", sum hon rópar tað. Og um ikki Føroyar verða tiknar á tunguna í tí sambandi (sjálvt um onki vatnlitsverk er við av før- oyskum listafólkum). Loyvi eg mær at gera vart við hennara proportións- fløkju! Í sama viðfangi sum hon nevnir listarlig verð- insnøvn sum Turner, Munch, Hill, Klee, Nolde og rósar teimum fyri tær upplivingar, tey hava givið henni, leggur hon í bein- leiðis framhaldi aftrat - "for ikke at tale om de færøske stærke malere, som alle mestrer akvarellen". Ein generalisering, yvirmeting og samanbering, sum onki hald hevur í veruleikanum - og verður sostatt ein kliché til ampa fyri innlit í nakað sum helst. Ultima Thule Komin inn í høvuðsbygn- ingin - og í eina av høvuðs- framsýningarhøllunum, verða sálin og eyguni drigin langt norðanfyri Silkeborg. Man fer at ferðast á mytisk- ari ferð við Aka Høegh, navnframu grønlendsku listarkvinnuni, sum sýnir J. F. Willumsen: Baðandi børn á strondini í Skagen. 1909 Framhald á síðu 14 C M Y K 13 12